mánadagur 3. juni 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
vanlukka. Millum annað tap
tu KÍ og Víkingur, sum eisini
spældu mikukvøldið, sínar
dystir.
NSÍ tykist framvegis leit
að eftir einum leisti, sum
skal føra liðið longur fram
á
stigatalvuna.
Klæmint
er ikki eins málsøkin, sum
hann hevur verið fyrr. Fær
hann hol á málskjótingina,
so kemur tað at muna væl.
Tað eru tvey stig niður til
nummar átta og tað eru trý
stig upp til nummar tvey.
Fyri Tb er hetta ein stað
festing av, at TB sannlíkt
verður verandi í bestu deild
ini eitt ár afturat. Teir hava
átta stig fleiri enn 07 Vestur
á níggjunda plássi, men tykj
ast heldur hava eyguni eftir
liðunum framanfyri seg.
Spennandi U21
landsliðsspælarar
NSÍ og TB hava til samans
tríggjar spælarar áU21 lands
liðnum. Allir tríggir byrjaðu
inni við Løkin í gjár. Árni
Frederiksberg fyri NSÍ og
Rógvi Joensen og Poul Inga
son fyri TB. Allir tríggir vóru
millum teir betru spælar
arnar á vøllinum.
Árni Frederiksberg spæla
í útgangsstøði á vinstra
vongi, men skifti eisini við
Andy Olsen, sum spældi á
hinum vonginum. Árni hev
ur góðan bóltførleika og er
ikki bangin fyri at avgera
dystir. HAnn vísti í løtum hví
hann er á U21 landsliðnum.
Hann hevur góð innlegg,
er arbeiðssamur og hevur
góðan bóltførleika. Hóast
tað er torført at gera nakað
við bóltinum á vøllinum
við Løkin, so megnaði hann
fleiri ferðir at seta menn av í
kroystum støðum.
Á miðvøllinum hjá TB
húsast Rógvi Joensen. Hann
hevur á ungum aldri fingið
ábyrgdina sum liðskipari.
Tann uppgávan tykist ikki
tyngja unga mannin, sum
stríddist til hann ikki kundi
ganga meir. Umframt at
stríðast og geva seg í øllum
nærdystum, so hevur hann
eisini eitt gott eyga fyri
spælinum. Hann var at kalla
allastaðni til hann móti
endanum nærmast mátti
berast av vøllinum við kram
pa í tjúkunum.
Í álopinum bardist Poul
Ingason sum ein yvirvaksin
bjørn, hóast hann bara er
17 ára gamal. Tað er ein
staðfesting
av
hansara
góðu evnunum at skjóta
mál, at hann hevur skotið
fimm mál í landskapingini
higartil og er úttikin til
U21 landsliðið. Sjálvt Pól
Jóhannus Justinussen hevði
trupulleikar av honum í
luftspælinum í gjár. Poul er
sterkur, skjótur og er ikki
bangin fyri at skjóta, tá hann
nær møguleikan.
Hesir tríggir spældu allir
væl í gjár eru verða og tað
verður óiva spennandi at
flygja hesum monnum tá teir
í næstum bara at umboða
U21 landsliðið.
AV! “Hann klípur! Soleiðis ljóðaði eitt gallróp í brotsteiginum, tá eitt
innkast bleiv tveitt innfyri. Tað hoyrdist um allan vøllin og helst munnu tey
flestu hava hugsað hví fótbóltsspælarar klípast. Men fótbóltsverðin blívur
bara meiri og meiri metrosexuel, so hetta er nokk bara eitt stig á leiðini?
Ivan Stojkovic: 4
Kom væl út úr málinum, tá
NSÍ spælarar blivu spældir
inn um verjuna. Var eisini
tryggur í hornaspørkum og
frísparksinnleggum.
Eirkur M. Ellendersen: 2
Hevði trupulleikar av Árna
Frederiksberg og Klæmint A.
Olsen, tá teir brutu ígjøgnum,
men kom annars fínt frá
uppgávuni.
Óli Johannesen: 5
Stóð móti øllum, sum NSÍ sendi
móti honum. Lá langt frammi
á vøllinum og stýrdi verjuni og
rangstøðufelluni við harðari
hond.
Babacar Ndiour: 4
Spældi eisini væl í verjuni.
Tykist sum eitt gott keyp. Veit
hvat hann ger, hevur góðan
bóltførleika og tekur ongar
óneyðugar kjansir í verjuni.
Sterkur í ein móti einum støðum.
Teitur Justinussen: 3
Hevði gott tamarhald á einum
ikki so sjónligum Andy Olsen.
Stóð væl í verjustøðu, men
var ikki so nógv at síggja
frammanfyri miðjuna.
Ndende: 4
Millum teir bestu á vøllinum.
Vann nógvar nærdystir og royndi
sum best bar til at spæla bóltin.
Aftur her hevur TB gjørt eitt gott
keyp. Fyllur nógv á miðvøllinum
og tykist hava góðan hugburð á
vøllinum eisini.
Nicholas Ferenc
Diverdics: 3
Hevði onkrar góðar aktiónir
í framrættaða spælinum og
stríddiast annars væl. Hevur
góðan bóltførleika og átti lut
fleiri álopsroyndum.
Rógvi Joensen: 4
Ein ordans kempari. Stríddist
allan dystin á tamb. Var lívligur
og ágangandi í bæði verjustøðu
og álopsstøðu. Spennandi um
hann sleppur upp í part á U21
landsliðnum.
Dan Mortensen: 2
Er altíð raskur, men í gjár kom
ov lítið burtur úr í framrættaða
spælinum. Leggur altíð nógvar
kilometrar eftir sær.
Aron Sørensen: 2
(Út 46.min)
Fyllur nógv og er ikki mjúkur at
strúka, tá hann kemur buldrandi
fram eftir vøllinum. Hevði tó ikki
stóran lut í álopsspælinum og
mátti fara av vøllinum við skaða í
hálvleikinum.
Ragnar Tausen: 3
(Inn 46.min)
Er ein heilt onnur týpa enn Aron.
Er lættur og tekniskur. Vísti í
løtum góðar eginleikar, men tað
er høpileyst at spæla á vøllinum
og tað gekk millum annað út yvir
Ragnar.
Poul Ingason: 4
Sterkur sum ein oksi og tað
fekk Pól Jóhannus Justinussen
at kenna í fyrra hálvleiki.
Hevði onkra góða roynd á
mál og royndist annars væl í
álopinum. Kann blíva betri í
avspælingsspælinum, men er
annars ótrúliga spennandi at
fylgja.
Avrik: tøl 1 til 6
Tað eru tvey pluss hesaferð.
Vøllurin verður skiftir í næstum
og yvir miðal avrikini hjá okkara
U21 landsliðsspælarum
Enn eina ferð er tað lága áskoðaratalið. Ongin
dystur var í nærumhvørvinum, men alíkavæl
vóru heldur fá fólk at síggja kring vøllin.
Ivan Stojkovic
Óli Johannensen Babacar Ndior
Eirikur Ellendersen Teitur W. Justinussen
Ndende Adama Guéye Rógvi Joensen
(Teitur Olsen, 88.)
Dan Mortensen Nicholas Ferenc Deverdics
(Hjalti Vestergaard, 74.)
Aron Sørensen ■ Poul Ingason
(Ragnar Tausen, 46.)
Kristian Joensen
Jónhard Frederiksberg Pól J. Justinussen
Monrad H. Jacobsen Einar Tróndargjógv
Magnus Olsen Andrass Frederiksberg
(Sjúrður Jacobsen, 72.)
Jann Martin Mortensen
(Debes Danielsen, 78.)
Árni Frederiksberg ■ Andy Olsen
Klæmint A. Olsen
NSÍ-TB 0-0
Dómari: Petur Reinert
Myndir: Álvur Haraldsen
Makrel-guffið á Tvøroyri sær út til at
virka. TB var tað betra liði í dag. Heilsan
ein NSÍ fan
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: