mánadagur 3. juni 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
07 Vestur 1 (0)
íf
3 (2)
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar hava sín serliga
máta at siga tingini uppá.
Seint seinnapartin í gjár
vísti støðutalvan 20 stig,
og tað boðar orduliga frá
summarveðri! ÍF er klatrað
upp á næsthægsa tindin,
og sýnið er gott fram ímóti
hægsta tindinum. So er
spurningurin, um tað fer at
bera til at taka hann!
Lagið var gott eftir 3-1
sigurin í Sørvági. Um enn
munurin í leikliga avrikinum
ikki var so øgiliga stórur, so
var tað eyðsýnt, hvat av
liðunum stríðist í fremst røð,
og hvat liðið er, sum í løtuni
hevur kós skeiva vegin.
Øssur
Dalbúð
sendi
longu eftir fimm minuttir
bóltin í stólpan aftanfyri
Andras Gango, og eftir stórt
korter
setti
miðvallarin
Bogi Reinert Petersen hol á.
Stutt undan steðginum varð
støðan 2-0, og tað málið átti
verjan. Eftir langt innkast
drálaði verjan, og so takkaði
Clayton Soares fyri.
Beinanvegin eftir steðgin
varð Høgni Madsen avloyst
ur av Hanusi Thorleifsson,
sum skoraði triðja málið, tá
ið tað restaðu fýra minuttir.
Jovan Panic minkaði um
munin, men tað var ongan
tíð nakar ivi um, at stigini
skuldu til Fuglafirðar, meðan
tað framvegis er kølið og
tungt í Vágum. Umframt tá
ið Jovan skoraði, so hevði
heimaliðið ein annan stóran
møguleika. Camara royndi
seg við skoti úr góðari støðu,
men Jákup Mikkelsen vardi
meistarliga fyri.
-Vit eru fegnir um, at tað
eydnaðist so væl, og at vit nú
eru á øðrum plássi. Nú bíðar
HB. Vit hava staðið okkum
væl ímóti HB í Gundadali
seinastu ferðirnar, og um tað
eydnast at vinna, so verður
munurin til toppin bara
fýra stig, staðfesti vinstri
vongverjin hjá ÍF, Jan Ó.
Ellingsgaard, eftir dystarlok.
Fuglfirðingar
harmast
um, at Høgni Madsen, sum
eigur stóran leiklut á sen
trala
miðvøllinum,
ikki
verður á liðnum, sum um
tvær vikur fer í Gundadal.
Gula kortið, sum hann sá í
1. hálvleiki í Sørvági, var tað
áttanda í ár, og harvið verður
Høgni leikbannaður næstu
ferð. Tað er ein smeitur, men
fyribils fegnast tey í ÍF um
mongu stigini, sum bera
summarveður við sær!
kí
0 (0)
b36
2 (1)
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað plagar at
gera á Norðoyastevnu. KÍ
fekk einki burturúr lands
kappingardystinum.
B36
legði seg longu í 4. minutti
framum, og tað var so stórur
steinur oman á byrðuna hjá
dystartroyttu heimamonnu
num, at teir ongantíð komu
fyri seg.
Tað kendist ikki at vera
tí, at teir ikki vildu og tí
at hugburðurin var skeiv
ur. Men heldur var tað
møðin eftir dystarskrá, sum
yvirtrumfar tað hjá teimum
bestu í Onglandi á nýggjári
num, ið mundi vera høvuðs
orsøkin.
Eftir steðgin var einki
annað at gera hjá KÍ enn
at leypa á, og bæði síðsta
korterið undan steðginum
og fyrstu løtuna eftir steðgin
vóru spentar støður í B36
brotsteiginum. Tað spurdist
einki burturúr, og sum 2.
hálvleikur leið, var tað týðu
ligt, at um eitt mál fór at
koma afturat, so fór B36 at
fáa tað. Og soleiðis var tað.
Eftir hornasparksinnlegg úr
høgru í síðstu løtu og eftir
afturlegging frá innskifta
Benjamin
Heinesen,
var
tað innskifti Rasmus Dan
Sørensen, sum sendi bóltin
upp í nettakið, og so var
púra greitt, at øll stigini fóru
suðureftir.
Klaksvíkingurin á vinstra
vongverja hjá B36 skoraði
sera týdningarmikla 1-0 mál
ið, og tað var vorðið sum mál.
Eftir gott uppspæl í høgru
og diagonala sending, legði
Jákup á Borg út frá, og úr 20
metrum høgdi Símun Joen
sen bóltin upp í handara
krókin!
Av órannsakiligum orsøk
um sótu báðir teir bestu mál
skjúttarnir hjá KÍ á beinki
num í 1. hálvleiki. Álvur F.
Christiansen,
sum
hevur
havt onkran lítlan snudd,
varð settur inn lítla løtu eftir
steðgin. Beinanvegin eftir
steðgin kom Páll A. Klett
skarð á vøllin. Hann hevur
ikki verið skaddur, og hóast
hann ikki hevur skorað mál
seinastu ferðirna, tá ið tað
hevur verið langt millum KÍ
málini, so hevur hann verið
snaringspunktið
í
fram
rættaða spælinum.
Hesa ferð megnaðu Páll,
Álvur,
Hjalgrím
og
Atli
og allir hinir ikki at svara
aftur. Róaldur og Súni á
sentrala B36 miðvøllinum
arbeiddu hart, Símun og
Høgni typtu væl í borð
unum,
hóast
Gunnar
á
høgra
vongverja
hjá
KÍ
hevði góðan hug at bjóða av
í framrættaða spælinum, og
Hørður Askham var fínur í
miðverjuni.
Síðani
5-2
sigurin
á
heimavølli ímóti 07Vestur
hevur KÍ í fýra landskapp
ingardystum skorað trý mál
og vunnið trý stig. Nú er ein
heimadystur eftir í røðini á
tríggjar. Higartil er eitt stig
vunnið, og nú bíðar AB.
Gestirnir fóru væl nøgdir
av
Norðoyastevnu.
Eftir
fimm dystir á rað uttan fulla
úrtøku, kendist sigurin søtur,
og nú er ikki so langt upp til
heiðursmerkjaplássini. Um
tað eydnast at sleppa undan
skaðum og leikbannum áttu
vánirnar ikki at vera so ring
ar fyri tí møguleikanum.
B36 gjørdi bart
Nú bjóðar ÍF av í toppinum
Árstalsfelagið
legði seg
beinanvegin
framum, og so
megnaðu troyttu
klaksvíkingarnir
ikki at svara
aftur
Fagnaðurin um
sigurin í Sørvági
og summarstigini
er stórur, men
fuglfirðingar
harmast um, at
verjukenda álitið
á miðvøllinum
ikki verður
við ímóti HB
fótbóltur effodeildin
Jákup Mikkelsen
Bartal Eliasen Høgni Zachariassen
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard
Ari Ó. Ellingsgaard Heri H. Nesá
(Poul N. Mikkelsen, 81.)
Høgni Madsen ■ Bogi R. Petersen
(Hanus Thorleifsson, 46.) (Alaksandar Jovevic, 62.)
Clayton Soares Øssur Dalbúð
Andras Gango
Tehé Aristide ■ Emil Mikkelsen
Torstein Mýlingstind Gunleif Olsen
Evrard Blé Jovan Radinovic-Panic
(Petur G. Dalbø, 83.)
Eli Falkvard Nielsen Tór-Ingar Akselsen
Ibrahima Camara Holgar Durhuus
(Jákup Olsen, 77.)
07Vestur-ÍF 1-3 (0-2)
0-1: Bogi Reinert Petersen 19.
0-2: Clayton Soares 41.
0-3: Hanus Thorleifsson 86.
1-3: Jovan Panic 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
07 Vestur eitur nu 0 stig Vestur
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Einasti tjansur fyri at KÍ vinnur á
Norðoyastevnu, er um teir spæla ímòti
oldboys hjà KÌ
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Tórður Thomsen
Hørður Askham Martin Pedersen
Høgni Eysturoy Símun Joensen
Róaldur Jacobsen■ Súni Olsen
Høgni Midjord■ Gilli Sørensen
(Benjamin Heinesen, 67.)
Jákup á Borg
(Rasmus Dan Sørensen, 78.)
Adeshina Lawal
Meinhard Joensen
Oddmar Marsten Jógvan Isaksen
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni■
Ivan Joensen Atli Danielsen
Kristoffur Jacobsen
(Páll A. Klettskarð, 46.)
Hjalgrím Elttør Ísak Smonsen
(Álvur F. Christiansen, 48.)
Heðin Klakstein
(Johan Jacobsen, 63.)
KÍ-B36 0-2 (0-1)
0-1: Símun Joensen 4.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 90.
Dómari: Dagfinn Forná
Myndir: Álvur Haraldsen