mánadagur 3. juni 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
EB/str.
2 (2)
hb
0 (0)
Pætur Albinus
HB er ikki longur ósigrað
í Effodeildini. Vit skuldu
leita okkum heilt fram til
12. umfar, áðrenn vit funnu
fyrsta liðið, ið megnaði at
koppa
HB.
Tað
gjørdist
EB/Streymur. Við Margáir
sunnudagin vóru teir betri
fyri taktiskt og gagnnýttu
tann møguleika, sum teir
væntaðu
gjørdist
teirra
møguleiki – nevniliga at
verja væl og dúva upp á mót
álopini, har álopskenda HB-
liðið hevur ein veikleika.
HB trýsti frá byrjan
Væl av áskoðarum vóru til
dyst við Margáir, har veður
líkindini vóru frálík at vænta
sær enn ein spennandi dyst
ímillum EB/Streym og HB,
sum fyri einum góðum mán
aða síðani spældu ein ferð
miklan og spennandi dyst í
fjórðingsfinaluni í steypa
kappingini, har EB/Streymur
sendi HB úr kappingini eftir
brotssparkskapping.
Tað gjørdist tíðliga í dyst
inum
sunnudagin
greitt,
at liðini løgdu meiri fyri
í royndini at vinna dyst
in hesaferð í mun til um-
rødda steypadystin. Tað var
fyrstu løtuna HB, sum hevði
yvirvágina og eisini kom til
nakrar vandamiklar støð
ur, tó uttan at tær vóru nóg
vandamiklar at vera málgev
andi.
HB hevur í ár ein hóp av
leikarum, sum hava bæði
hegni og dirvi at hava bóltin
nógv, og tað sást eisini aftur
á spælbýtinum hesa fyrstu
løtuna. Stundum gjørdist tað
ov nógv, og bólturin førkaði
seg ikki nóg skjótt úr staði
til stað.
Bestu royndina hjá HB
hevði nýklakti landsliðslei
karin, Heini Vatnsdal, sum
kom at renna leysur úr
spískum eftir eina frálíka
sending frá Andrew av Fløt
um. René Tórgarð bjargaði
hesi royndini.
EB/Streymur revsaði
At EB/Streymur er undir
trýsti merkir ikki, at teir ikki
eru vandamiklir. Í mótálop
unum eru teir helst vanda
meiri enn nakað annað lið í
Føroyum, og hetta vístu teir
eisini henda dystin.
Meðan HB nýtti nógva
tíð at telva seg fram eftir
vøllinum, so var tað meiri
einfalt hjá EB/Streymi, sum
ongantíð hugdi seg aftur
um bak og fór við miklari
ferð frameftir vøllinum, tá
ið teir fingu bóltin. Tá ið
hálvur tími var leiktur fingu
teir hornaspark burturúr
einum slíkum álopi, og tað
skuldi vísa seg at elva til mál.
Eftir hornasparksinnleggið
var nakað av trunkaspæli í
brotsteiginum, haðani Levi
Hanssen royndi seg við skoti.
Skotið var ikki nakað serliga
hart, men Hans Jørgensen og
Alex José dos Santos blivu
ikki samdir um hvør skuldi
taka bóltin, og tað endaði
við, at teir lorkaðu hann inn
um málstrikuna. 1-0 til EB/
Streym!
Síðani gingu bara sjey
minuttir áðrenn enn eitt
málgevandi mótálop kom
ímóti HB-málinum, og so var
heimaliðið á odda 2-0. Bólt-
urin gekk skjótt og væl mann
av manni, og tað endaði við,
at Leif Niclasen langaði bólt
in inn við handaru stong. Á
almenna
dómaraseðlinum
stendur Johan Troest David
sen skrivaður fyri at hava
gjørt sjálvmál.
2-0 til EB/Streym var eisi
ni hálvleiksstøðan.
HB vantaði hugflog
Hóast EB/Streymur í fyrra
hálvleiki tvær ferðir mátti
skifta vinstra bakk, fyrst
Rógva E. Nielsen og síðani
eisini avloysaran, Jóhannes
Hansen – báðir vegna skaða –
so var verjan hjá EB/Streymi
sera stinn allan dystin á
tamb. Serliga var Egil á Bø
ein brandur, og vóru mangan
boð eftir hansara eyðkendu
uppruddingum, sum góvu
heimaliðnum
glottar
og
lætti um lítla HB-trýstið
alt meðan gestirnir komu í
tíðarneyð og mistu mótið.
Hetta var søgan í seinna
hálvleiki, har HB royndi at
bróta seg ígjøgnum verjuna.
EB/Streymur vardi ofta fyri
í evstu løtu, og einu ferðina
var stongin fyri, tá ið Alex
José dos Santos royndi seg
úr 25 metrum.
Taktikkurin
hjá
EB/
Streymi
við
skilagóðum
verjuspæli og ferðmiklum
mótálopum riggaði sera væl
henda dystin. HB leyp á við
nógvum leikarum og setti
hetta teir í eina trupla støðu,
tá ið teir – sum tað hendi
ofta henda dagin – mistu
bóltin í uppspælinum. HB-
venjarin, Oddbjørn Joensen,
royndi seg miðskeiðis í sein
na hálvleiki við eini trífaldari
útskifting, men hetta bøtti
lítið og einki um støðuna.
EB/Streymur vann ein uppi
bornan 2-0-sigur og hevur
sum fyrsta liðið í ár vunnið á
HB í landskappingini.
albinus@sosialurin.fo
AB
3 (2)
VÍKingur 1 (0)
Pætur Albinus
Tað hevur sæð ómetaliga
trupult út hjá AB fyrstu 11
umførini í Effodeildini, har
tað ikki eydnaðist teimum at
vinna ein einasta dyst. Men
nú kann vend vera komin í,
tí í 12. umfari bragdaði. Við
3-1-sigri á Víkingi heima á
Argjum leygardagin kann
byrjan verða sett á eina vend,
nú skaðarnir eisini eru við at
fjarða burtur hjá illa sperdu
argjamonnunum.
Stuðuls
leikarar sum Rógvi Poulsen,
Rói Danielsen, Leivur Holm
Joensen og Dion B. Splidt, ið
hava drigist við skaðar, vóru
hesaferð allir við frá byrjan.
Tað var serliga ein teirra,
nevniliga Rógvi Poulsen, sum
beit frá sær í fyrra hálvleiki.
Hann gjørdi tað nevniliga til
bæði 1-0 og 2-0, sum eisini
var hálvleiksstøðan. Knapp
ar 20 minuttir fyri leiklok
eydnaðist tað Kaj Leo í
Bartalsstovu at minka um
munin, men fimm minuttir
fyri leiklok avgjørdi innskifti
Bjartur Kjærbo dystin og
skoraði til endaliga úrslitið,
sum harvið gjørdist 3-1 til AB.
Fegin AB-venjari
Tað var sjálvsagt ein ovur
fegin AB-venjari, Sámal Erik
Hentze, sum eftir dystin varð
spurdur um hvussu kenslan
var at vinna.
- Tað er fantastiskt. Ein
veit, hvussu kenslan er, ein
skal bara leita eftir henni. Tað,
at vinna, er fantastiskt. Ein
skal bara hava smakkin, segði
ein fegin Sámal Erik Hentze.
- Vónandi gevur hetta okk
um 10% eyka í avrikunum
fyri at fáa hesa kensluna
aftur, tí nú er hon har, segði
Sámal Erik Hentze við Rás 2
eftir dystin.
Jógvan
Martin
Olsen,
venjari hjá Víkingi, var sum
vera man ikki eins væl nøgdur.
- Hetta var ikki eitt gott
avrik hjá okkum í dag, tá ið
vit tapa dystin 3-1. Vit dugdu
ikki at gera brúk av tí, at vit
høvdu vindin við. Vit spældu
alt ov nógvar langar bóltar,
segði Jógvan Martin Olsen
og eftirlýsti eisini meir kvali
tet í avleveringunum.
albinus@sosialurin.fo
AB fekk fyrsta sigurin í ár
Eyðkendu mótálopini koppaðu HB
Eftir tveir
javnleikir og
níggju tap
eydnaðist tað
loksins AB at fáa
sín fyrsta sigur í
landskappingini í
ár, tá ið Víkingur
vitjaði á Argjum
sunnudagin. AB
vann dystin 3-1.
Skilagott verju
spæl og ferðmikil
mótálop – so
leiðis kenna vit
EB/Streym best,
og so var ikki
nógv at gera hjá
greiða oddalið
num, HB. Við
2-0-heimasigri
við Margáir
gjørdist EB/
Streymur fyrsta
liðið, sum
megnar at vinna
ímóti HB í lands
kappingini í ár
fótbóltur effodeildin
Hans Jørgensen
Gunnar Haraldsen ■ Jóhan Troest Davidsen
Jógvan Rói Davidsen Alex José dos Santos
(Tróndur Jensen, 72.) (Pál Mohr Joensen, 72.)
Heini Vatnsdal Bárður Olsen,
Fróði Benjaminsen Christian R. Mouritsen
Andrew av Fløtum ■ Símun E. Samuelsen ■
(Kristin R. Mouritsen, 72.)
René Tórgarð
Marni Djurhuus Egil á Bø,
Gert Hansen Rógvi Egilstoft Nielsen
(Jóhannes Hansen, 29./Niels Pauli Danielsen, 45.)
Pætur Dam Jacobsen Arnar Dam ■
Gunnar Zachariasen Levi Hanssen
(Hanus Olsen, 89.)
Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen ■
EB/Str.-HB 2-0 (2-0)
1-0: Levi Hanssen 30.
2-0: Leif Niclasen 37.
Dómari: Eiler Rasmussen
HB toldi ikki glintini fra stokkunum hjá
bindiklubba-konunum í Sundalagnum
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig ■
Kaj Leo í Bartalsstovu Heðin
Hansen
(Per Gregersen, 83.)
Filip Djordjevic ■ André Olsen
(Hans Jørgen Djurhuus, 46.) ■
Hanus Jacobsen Finnur Justinussen ■
Símun Rógvi Hansen
Leivur Holm Joensen Rói Danielsen ■
Jónas Stenberg Beinir Ellefsen
Mikkjal Hentze Jobin Drangastein
(Karstin Højgaard, 86.) (Hørður M. Mohr, 74.)
Dion B. Splidt ■ Sorin Anghel
Rógvi Poulsen Ahmed Keita
(Bjartur Kjærbo, 75.)
AB-Víkingur 3-1 (2-0)
1-0: Rógvi Poulsen 18.
2-0: Rógvi Poulsen 24.
2-1: Kaj Leo í Bartalsstovu br
3-1: Bjartur Kjærbo 85.
Dómari: Rúni Gaardbo
Talvan gekk á Argjum í dag :-)
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: