Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ummæli Dansa dansa deiga Sólveig Sørensen Konsertin í Norður­landa­hús­inum í gjár var ein stór upp­living. Temað til hesa kon­sert var okkara siðbundni tón­leikur.Hesum hava næm­ingarnir arbeitt við skúlaárið 2012-2013. Og má eg siga, at hesum komu tey væl frá.Fleiri av verkunum vóru um­ biðin, og tískil frumframførslur til hesa konsert. Har var hópin av børn­um, sum luttóku, bæði sum spældu uppá okkurt instru­ment og,sum sungu í kór, børn og ung í øllum aldrum. Tað er at gleðast um,at heili 605 næmingar fáa undir­vísing í Tórs­ havnar musikk­skúla. Á skúlanum undirvísa umleið 40 lærarar. Óført at Kommunuskúlin tók stig til eina tónleikabreyt heilt frá fyrsta flokki.Hetta er fjórða árið, at undirvíst verður í musikki, og umleið 20 næmingar eru í hvørjum árgangi. Hesi síggjast nú aftur. At hava musikk hvønn einasta dag hevur al stór­an týdning fyri einstaka næm­ingin.Royndir vísa, at børn, sum hava fingið innlæring í musikki frá ungum árum, eru sera væl fyri bæði intelektu­elt og sosialt. Eg vaks upp í hálv­trýss­unum, og við tað, at kla­ver var í húsinum, fór eg at læra at spæla klaver hjá Turid Waagestein. Og so sang eg í kóri hjá Hans Ja­cob Højgaard. Tað bleiv mín musikalska uppaling.Hevði man sum genta hug til musikk, ella vóru eins for­eldur áhuga í musikki, ja, so kundi man læra at spæla klaver og syngja i kóri. Tað kom ikki upp á tal at fara at spæla okkurt annað ljóðføri.Í Havnar Hornorkestri , GHM og Tórshavnar Musikkskúla vóru bara menn. Hetta er nú broytt til alla lukku. Á konsertini hugleiddu Jóhannes Andreasen og Ólav­ur Jacobsen um okkara siðbundna mentunararv, og var hetta eitt utmerkað inn­slag, har teir prátaðu um tón­leikin, sum bleiv spældur og sungin her í Føroyum frá fornari tíð. Stykkini, sum vóðru spæld, vóru øll komponerað av núliv­andi, aktivum musikk­lærarum. Eg havi ringt við at nevna nakað einstakt fram um, tí at øll framførslan var ein so frálík heild. Eisini fekk áskoð­arin nakað fyri eyg­að t.d. við gentunum, sum allar vóru í svørtum klæð­um og føroyskari húgvu. Tær før­oysku húgvurnar eru nú farn­ar at fækkast. Nýtt var at hava dans­ ar­ar, sum dansa føroyskan dans á palli saman við strúkarum. Hetta er óiva inspirerað av fløguni Faroe fiddlers, har Rune Tons­gaard Søren­ sen og Poul Bjergager Christensen spæla violin saman við føroyskum dansarum. Tað, sum gjørdi einamest inn­ trykk hjá mær, var at síggja hesi smáu 7-8 ára gomlu børnini spæla uppá violin, og so eisini, at gentur nú spæla uppá alskins instru­ment. Eina stóra tøkk til lærarar, næm­ ingar, foreldur og Norður­landa­ húsið. Útstykking í Kollafirði Jákup Dam býráðslimur Gongst eftir ætlan so verður ein hampiliga stór útstykking framd í Kollafirði um stutta tíð. Býráðið samtykti einmælt á fundi hósdagin 30. mai at keypa Hamrabøin (matr. 91a) at útstykkja til sethús. Bert ein partur av hesum øki ligg­ur í sethúsaøki, og tí er eisini neyðugt fyrst við eini broyting av byggisamtyktini. Býarskipanardeildin hev­ur gjørt eitt uppskot til broyt­ ing av byggisamtyktini og uppskot til útstykking av økinum til 23 grundstykkir. Hamrabøurin liggur mitt í Kollafirði, og tí kann ikki sigast annað enn, at nýggja útstykkingin liggur í sjálvum hjartanum í Kollafirði. Eingin útstykking hevur verið í Kollafirði seinastu 20 árini, so hetta verður so­ statt eisini tann fyrsta út­ stykk­ingin, sum verður framd síðani Kollafjørður og Havnin løgdu saman. Sum býráðspolitikkarar eiga vit at bera so í bandi, at grund­ stykkir altíð skulu verða tøk úti í øllum økjunum í komm­ un­uni. Tað skal vera ein rætt­ur hjá øllum borgarum í komm­ununi at kunna búseta seg eftir ynski. Manglandi møguleiki at kunna búseta seg í Kollafirði hevur sjálvandi sett síni fingra­merki. Hetta hevur sjálv­andi havt sera óhepnar avleiðingar fyri bygdina og hevur serliga ávirkað tær ungu familjurnar, tí tað eru jú fyrst og fremst ung­ ar familjur, ið seta búgv. Ung­ar familjur í Kollafirði – barna­familjur – hava tí verið noyddar at búsett seg aðra­staðni í Føroyum og enntá onkur uttan­lands. Tá so er hevur sjálv­sagt heldur eingin tilgongd verið av fólki aðrastaðni frá. Hetta hevur havt við sær, at barnatalið er minkað, og tað er í sjálvum sær ein sera keðilig gongd, tí uttan børn er eingin framtíð. Tað er mín vón, at nýggja útstykkingin fær vent keðiligu gongdini viðvíkjandi manglandi bústaðarøkjum og minkandi barnatali, og eg vil gera mítt til, at vit framhaldandi kunnu fáa til vega fleiri grundstykki, um tørvur verður á tí. kjak