mánadagur 3. juni 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kabarettin kallaðist Hau
gaard Pelagic, og umframt
danska skemtaran vóru fleiri
av fremstu skemtarunum í
Føroyum á pallinum – eitt nú
Hilmar Jan Hansen, Jákup
Veyhe, Sjúrður Skaale og
Rudolf Joensen. Showmenn
stóðu fyri tónleikaliga parti
num.
Í ein tíma og trý korter
undirhildu leikarar og tón
leikarar við sketsjum, táttum
og tónleiki.
Kendir persónar og nógv
umrøddar hendingar vóru
vendar á høvdið á pallinum,
og millum tey, sum vóru tikin
til viðgerðar, vóru Kári P.
Højgaard, Kaj Leo Johanne
sen, Johan Dahl, Jógvan
Fríðrikson, Oliver Joensen
og hampafólkini.
Fimm sýningar vóru av
Haugaard Pelagic um viku
skiftið, og kabarettin verð
ur ikki spælt aftur, hóast
útselt var til so at siga allar
sýningarnar í Badminton
høllini, og neyðugt var við
eykasýning.
Jacob
Haugaard,
sum
hevur verið í Føroyum um
vikuskiftið, fór tíðliga mána
morgunin aftur til Danmark
ar.
3.000 fólk flentu
eftir Haugaard Pelagic
BARNARÓÐUR Junkarin vann barnaróðurin
hjá dreingjum á norðoyastevnu, og hetta
vóru knassarnir, sum mannaðu bátin
Gadus gjørt
rættiligan roktúr
Í dag koma tvey ella
trý línuskip inn at
landa, og øll hesi hava
verið undir Íslandi.
Skipini hava bæði tosk,
hýsu, brosmu og longu.
Ein línubátur, sum
fiskar svartkalva, eisi
ni kemur inn at landa
í dag.
Seinni í vikuni kem
ur helst eitt línuskip
aftrat, og hetta skipið
hevur mest av brosmu
og longu.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Flakatrolarin
Gadus
er
farin av sigla heim úr
Barentshavinum.
Hetta
er besti túrur hjá skipi
og
manning
nakrantíð.
Gadus, sum fór avstað hin
6. mai, hevur longu fulla
last, umleið 740 tons. Tað
merkir, at 28 dagar eftir, at
skipið loysti úr Føroyum, er
lastin full, og tað er ivaleyst
ein av bestu túrum til veiði
eystanfyri nakrantíð.
Úr Klaksvík verður sagt,
at hetta er besti túrur hjá
Gadusi,
síðan
JFK-Trol
keypti flakatrolaran.
Tað tók bert 23 samdøg
ur at fiska hesi 740 tonsini,
og tað eina samdøgnið
settu teir eisini egið met
við at fáa heili 43 tons í
lastina eftir bert 24 tímum.
Føroyska
kvotan
er
í
russiskum sjógvi í Barents
havinum. ,Væntandi verður
flakatrolarin í Føroyum
næsta vikuskiftið. Tað er
royndi
skiparin,
Ólavur
Biskopstø,
sum
hendan
túrin hevur verið á brúnni.
Leygardagin var
mc-treff og bátahugni
í Hvalvík, har OK
Heilsøla læt ókeypis
pylsur og breyð
ROKTÚRUR Flakatrolarin Gadus
hjá JFK-Troli hevur gjørt besta
túrin nakrantíð, síðan skipið
varð keypt til Klaksvíkar
Línuskip
landa í
vikuni
KABARETT Eini 3.000 fólk hava
um vikuskiftið flent eftir Jacob
Haugaard og hinum, sum spældu
hallarkabarett á Norðoyastevnu