Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Á almennari móttøku fríggja­ dagin hin 31. mai hand­aði Vinnu­frami parta­felag­num iNOVA formliga Gransk­ing­ ar­setr­ið, sum er klárt at taka í brúk. Við handanina vórðu eisini sáttmálar undir­skriv­að­ir fyri teir fyrstu níggju vistar­a­rnar, sum flyta inn í næst­um. Ofta verður sagt, at tá vínið fer inn, fer vitið út. Hetta nevndi ein av gestu­ num við móttøkuna hendan dag­in. Nú verður so gamli handil­in hjá Rúsdrekkasølu Land­sins karmur um gransk­ ing, og tað var í hesum sam­ bandi, at gesturin helt fyri, at her fór vínið út - og vitið inn. Nógv fólk var til mót­tøku­ na, og her vóru bæði lands­ stýrisfólk, løg­tings­tingfólk, vinnu­lívsfólk, granskarar, em­bæti­s­fólk og onnur, sum á ymiskan hátt eru áhugað í verkæt­lanini. Tað var Regin W. Dals­ gaard, nevndarformaður fyri Vinnu­frama, sum leiddi til­ tak­ið og helt fyrstu røðu­na, har hann greiddi frá sjálv­ari verk­ætlanini, og hví Vinnu- frami hevði tikið hetta stigið. Regin W. Dalsgaard fegn­ aðist um, at komið er so langt, at Granskarasetrið er klárt hjá fyrstu vistarunum at flyta inn í og fara til ar- beiðis. Við móttøkuna vórðu fleiri røður hildnar og tey, sum hildu seg til, vóru eitt nú Johan Dahl, vinnu­mála­ráð­ harri, Sigurð í Jákups­stovu, rektari á Fróð­skap­ar­setri­ num, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Havsbrún, Sigur­jón Arason, professari og granskari á Matis í Ís­ landi, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Annika Sølvará, stjóri í Gransk­ing­ar­ráðnum, Jákup Mørk­øre, samskipari fyri Fiski­vinnu­gransking, Pál Weihe, yvirlækni, leiðari fyri Deild­ina fyri Arbeiðs- og Almanna­heilsu og Jógvan Jesper­sen, nevndarformaður í iNOVA. Tað var Regin W. Dals­ gaard, sum vegna Vinnu­ frama handaði Jógvani Jes­per­sen vegna iNOVA Granskara­setr­ið at reka. Vilmund Jacobsen Leygardagin verður nýggja skótahúsið hjá KFUM-skót­ unum við Løkin í Runavík tik­ið í nýtslu.

 Allur leygardagurin er settu­r av til at markera hesa stórhending. Byrjað verður við gud­s­ tæn­astu klokkan 13 í Glyvra kirkju, har úlvar og skótar skipa fyri.

 Klokkan 14-18 verður høvi hjá almenninginum at síggja og royna nýggja skóta­húsið og serstaka økið uttan­um.

 Umframt alment há­ tí­ð­ar­hald við talum, hornblástri og mati verður skóta­virksemi fyri børn í øllum aldri ymsastaðni í øki­num.

 KFUM-skótarnir á Glyvr­um vórðu stovnaðir 10. juni í 1983 og er há­tíð­ ar­haldið samstundis 30- ára føðingardagshald hjá skóta­liðnum. Fótbóltsvøllur á Eiði Soleiðis sær byggiøkið á Eiði út í dag, nú teir eru í holt við nýggjan fótbóltsvøll Gamli rúsdrekkahandilin er nú granskingarsetur Skótar við Løkin nýtt felagshús Fleiri land­ ing­ar hesa vikuna Streymurin verður góð­ur hesa vikuna, og veður­út­ lit­ini eru eisini góð. Tí roknar Fiska­mark­ nað­ur Føroya við, at nakað verð­ur av útróðrarfiski. Helst verður talan um bland­ing av toski, hýsu og hvít­ingi. Um útlitini hjá djúp­ vatns­trolarunum sigur mark­naðurin, at bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Før­oy­um. Teir partrola og koma væntandi inn at landa í dag. - Ein djúpvatnstrolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og konga­fisk. Hann frystur u­m­borð. Ein er á djúpum vatni undir Føroyum og fisk­ar stinglaks og landar uttan­lands. Allir partrolararnir fiska upsa, og teir koma inn at landa, sum vikan gong­ur. Fiskiskapurin hjá par­trolarunum er smá­lig­ ur. Trý pør eru á gull­laksa­ veiði. Um trolbátarnar, sigur Fiska­marknaður Føroya, at fimm bátar koma inn at landa í dag. Tveir fiska tosk og hýsu, og hin­ir tríggir hava verði á land­ leið­ini. - Teir hava ein blanding av flatfiski og toski. Seinni í vikuni koma tríggir trolbátar av land­ leið­ini inn at landa. Teir hava eisini eina blanding av flatfiski og toski. - Fiskiskapurin hjá trolbátunum er smá­lig­ur, verður sagt á Fiska­mark­ naði Føroya. vilmund@sosialurin.fo Bátahugnin í Hvalvík eydnaðist væl, og nógvir bátar og fólk vóru við til tiltakið GRANSKING Vínið er farið út, og vitið er komið inni, nú gamli handilin hjá Rúsdrekkasølu Landsins er vorðin karmur um gransking Nógv fólk var til móttøkuna, tá Vinnuframi handaði iNOVA Granskingarsetrið at reka Mynd: Allan Brockie