Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvítusunnudag vóru vit mint á, tá ið øll menniskju saman tóku avgerð at byggja eitt torn í býnum Bábel, ið røkka skuldi heilt upp í himmiríkið. Manna­ ættin skuldi skapa sær eitt navn, segði hon – og tað kundu hon eisini, tí øll tosaðu tey sama mál. Men skaparin sá at menniskjan var ov valdsjúk, tí steig hann niður og fløkti málið, so at tey ikki longur skilti hvønn annan. Tá ið ein rópti stein, rópti ein annar kálk. Av hesum fekk býurin Bábel navn sítt, tí Bábel merkir fløkja, hurlivasi. Vit kunnu nærum hoyra tað í orðinum: Babel – bla bla – tað er ein samanlíkning av ljóðinum: Maður byrjaði at tvætla og skilti ikki, hvat síðumaðurin segði. Á ein hátt kann tað samanberast við, tá ið góð føroysk orð sum stórt, yndisligt og gott, verður til mega cool og feitt, sum ikki er nakað mál - í hvussu so er ikki føroyskt. Frásøgnin um Bábel verð­ur ofta brúkt sum ein mótfrásøgn til hvítu­sunnu­ frásøgnina um, hvat hendi í Jerúsalem. Í Bábel skilti skap­arin menniskjuni sund­ur, við at lata tey tosa óskiljandi orð, sum ikki var teirra mál. Á hvítusunnu savn­aði hann tað spjadda fólkið, so at tað aftur skiltu hvønn annan og kundu tosa saman á teirra máli. Tað málsliga nemur øll tey ymisku fólkasløgini í Jerúsalem. Eitt reint móð­ ur­mál ljóðar nú, tá ið tey brádliga hoyra lærusvein­ ar­nar tosa á teirra egna máli, sum tey vóru fødd við: “Partar og Medar og Ela­mitar og vit, sum eru bú­settir í Mesopotámiu, Júdeu, Kappadókíu, Pon­ tus og Ásiu, í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; Kretoyingar og Árábar, vit hoyra teir tala á okkara tungum,” stendur í Ápostlasøguni. Hetta vakti stóra undran og gleði, ja, kanska eina kenslu av tjóðskapi henda dagin Í Føroyum eru bygdar­ málini ymisk. Tað er hug­ tak­andi og avdúkar, hvaðan vit hava okkara ættarbregi. Tokkaligt. Kortini eigur eitt land í almensku at hava eitt tjóðmál, røkja tað og ikki blanda tað við fremmand mál, ið umsíður vinna og taka yvir. Næstu grannar okkara hava fyri langari tíð síð­ an list móðurmálið – fedr­ anna mál, og harvið ein um­varðandi part av teirra samleika. Á ferð í Hetlandi, legdi Jákup doktari seg eftir at leita upp, hvat eftir var av gamla norrøna málinum Norn, og at festa á blað leivd­irnar av tí, sum hevði verið talumál hetlendinga heilt upp til miðjuna av 19. øld, men sum varð trokað til viks av enskum. Sagt verð­ur, at hann lá á knøum framman fyri seingini og legði oyra at munninum á einum av seinastu het­ lend­ingum, ið dugdi eina leivd av móðurmálinum, fyri at fáa okkurt orð við av tí, hesin mintist. Gamli maðurin endurgav millum annað brot úr bønini Faðir vár. Hendingin minnir um, tá ið hin seinasti geir­fugl­ urin var ørdripin. Nú hava hetlendingar einki fedranna mál, men eitt bronglut skotskt bygdarmál. Tað vís­ir, hvussu stutt tíð skal til, at eitt mál eyður eitt ann­að. At vit eiga eitt ríkt og rúgvu­mikið móðurmál, prógv­ar hin 2.398 síðu mikla Móðurmálsorðabókin. Eitt avreksverk við stórum orðaúrvali, ið átti at havt áhuga hjá okkum øllum – serstakliga hjá miðlafólki og skrivandi fólki at leita í. Føroya mál á mannatungu John S. Myllhamar Mótmæla skilaleysum sparingum Heilsurøktarafelagið Ergoterapeutfelagið Fysioterapeutfelag Føroya Heilsuhjálparafelag Føroya Undirritaðu fakfeløg mót­ mæla harliga, at fráboðaðu sparingarnar á røktarheimum kring landið verða settar í verk leygardagin 1. juni 2013. Vit vilja sláa fast, at spar­ingarnar í røktini eru skilaleysar. Tað er ábyrgd­ arleyst at minka starvs­ fólkatalið í búeind­unum utt­an mun til, hvørjar vaktir talan er um. Starvsfólk hava gjørt vart við, at tey óttast avleiðingarnar, ið kunnu standast av hesum. Tað er óvirðiligt fyri búfólkini, og fer uttan iva at seta starvsfólk í ørkymlaðar tvístøður, har tey ma. ikki kunnu hjálpa einum fólki, ið tørvar teirra hjálp. Hetta gongur ímóti øllum etiskum leiðreglum innan fakini. Ein partur av sparing­un­ um er eisini, at terapeutar verða antin fluttir ella spard­ir burtur. Hetta er van­lukkuligt og rakar bæði bú- og røktarstarvsfólk sera meint. Á einum røktarheimi við ongum terapeutum verð­ ur lítil og eingin venjing á staðnum, eins og at inni­ haldið í gerandisdegnum gerst fátækari. Avleiðingin av at spara terapeuttímar fer somuleiðis at økja um røktartyngdina. Fráboðaðu sparingarnar eru eisini í fullkomnari and­ søgn við tær ætlaninar, sum hava verið politiskt, har arbeiðast skal við rehabili­ tering, so fólk kunnu gerast meira sjálvstøðug og hava eitt meira innihaldsríkt lív, og harvið hava minni tørv á hjálp og stuðuli. At enda vilja vit vísa á, at sparingarnar gera, at tað als ikki ber til at liva upp til visjónirnar í eldra­poli­ tikkinum hjá landinum, sum m.a. staðfestir - at borgarar, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa eina dygd­ ar­góða tænastu sum tekur atlit til sjálvs­av­gerðar­ rættin og - at politikkurin skal stimbra uppundir at eldru borgararnir í Føroyum fram­haldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív við virk­semi, trivnaði og lívs­ góðsku. kjak Tórshavnar Havn Heri Mohr Tórshavnar býrað hevur samtykt, at nú skal farast und­ ir eina risastóra útbygging av Tórshavnar havn. At síggja til er hetta framhald av tí, ið varð bygt í 1996/1997, tó við teirri broyting, at komandi útbygging, øll sum hon er, verður úti í Nólsoyarfirði. Av tí at Tórshavnar havn er før fyri sjálv at fíggja hesa stóru íløgu, sum so­statt ikki fer grópandi í skatta­ borgaranna lummar, er hetta einki fantasiprojekt. Hetta kunnu vit øll fegna­ st um. Umframt at átrokandi vandamál í Tórshavnar havn mugu loysast við hesi út­bygging uttan fjákut drál, opnar hetta projektið, soleiðis sum tað nú er kunngjørt, fyri stórum og spennandi møgu­ leikum. Skansin, hesin søguligi dýr­gripurin, kemur við hes­ um í eitt nýtt og nógv størri perspektiv orsakað av øllum umhvørvinum: Skarvhella, Sersjantavíkin, Eystfalssker (har kemur eyst­ fallið í Nólsoyarfirði upp), Válg­aravík (har ”Stóragarður” byrjar ella endar), allar tær gomlu, grønu traðirnar – stutt sagt: ”Penapláss,” sum tað nógva av hesum øki æt fyrr í tíðini, gerst ein integrerandi partur av myndini ”Skansin og Penapláss.” Í 1934 fluttu míni foreldur við 5 synum frá Skansagarði ”Úti á Reyni” í nýggj hús ”Úti á Penaplássi.” Í 1935/36 varð vegurin frá Skansanum til Boðanesgjóg gjørdur. Har var ein uppdyrkingarvegur – sum hvarv við tí nýggja vegnum – og umframt trað­ir var eitt stórt, steinsett fiska­ stykki til turking av saltfiski/ klippfiski, sum Carl á Lag átti. Húsini hjá Eik banka eru bygd á tí økinum. Hesin nýggi vegurin fekk navnið Yviri við Strond. Komandi bátahylur mill­ um skansaøkið og tað nýggja havnaøkið verður ein livandi perla. ”Havnarskansin tað ”ynd­ iga” stað,” sleppur nú úr øll­ um hurlivasanum á havna­ øki­num og gerst aftur livandi í okkara sál. Arkitektarnir og verk­ frøðingarnir, ið fáa hetta spennandi arbeiðið um hendi, mugu ikki gloyma at leggja av byggipláss á tí nýggja øki­num úti í Nólsoyarfirði til eina ”Seapavilion in the North Atlantic” við mold og øllum, sum hartil hoyrir.