týsdagur 27. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Nr. 79 - 27. apríl 2004
3
Eingin útskifting
í Heimahjálpara-
felagnum
Forkvinnan í Heima-
hjálparafelagi
Føroya,
Ása Olsen, varð einmælt
afturvald til formanssess-
in um vikuskiftið, tá fe-
lagið hevði aðalfund.
Hetta er fimta valskeið
hjá Ásu Olsen. Bert ein
nýggjur limur er komin í
nevndina hjá Heima-
hjálparafelagi
Føroya.
Tað er Gurið Klein, sum
er komin í nevndina fyri
Hildugarð Djurhuus, ið
ikki stillaði upp aftur.
- Limirnir eru væl
nøgdir við nevndina, og
hetta kemst av, at tað
gongur væl fíggjarliga.
Tá eg kom til í 1996, tá
var felagið illa fyri fíggj-
arliga. Men vit hava havt
eina neyva fíggjarstýring
í nøkur ár, og nú hava vit
onga skuld, sigur Ása Ol-
sen, afturvald forkvinna í
Føroya Heimahjálparafe-
lagi.
Høvuðsinntøkan
hjá
Heimahjálparafelagnum
kemur frá limagjøldum,
og ongin peningur kemur
frá tí almenna. Heima-
hjálparafelag
Føroya
varð stovnað í 1979, og tá
felagið fyllir árið tann
26.mai, verður opið hús í
Fr. Petersensg. 7 í Tórs-
havn.
hkm
Nýggjur vøllur á
Svangaskarði
Útskifting og endurnýgg-
ing av føroysku graslíkis-
vøllunum kring landið
tykist ganga væl. Nýggj-
asti vøllurin í Føroyum
verður nú tann á Svanga-
skarði, sum ætlandi skal
takast í nýtslu komandi
vikuskiftið.
Graslíkis-
teppið á Svangaskarði er
tað elsta, sum higartil
hevur verið í brúk, men
fyrsti graslíkisvøllurin í
Føroyum varð tann í
Gundadali. Tað er fyri-
tøkan Polytan, sum legg-
ur nýggja undirlagið á.
Henda sama fyritøka skal
eisini leggja nýtt lag á
vøllin í Vági. Seinni er
tað felagsvøllurin hjá EB
/Streymi í Streymnesi,
sum fyri fyrstu ferð skal
fáa graslíkisundirlag.
hkm
Triton tók sær av
íslendingi
Fríggjadagin boðaði ís-
lendska fiskiskipið As-
kell frá, at teir høvdu ein
skaddan mann umborð.
Íslendski maðurin hevði
trupulleikar av hondini.
Tað var Tórshavn Radio,
sum fekk boðini klokkan
ellivu um morgunin frá
skipinum, sum lá sunnan
fyri Føroyar. Tórshavn
Radio setti seg beinan-
vegin í samband við
Triton, sum var á leiðini,
og løtu seinni tók mann-
ingin á Triton íslendska
mannin umborð. Bein
kós varð sett ímóti høv-
uðsstaðnum,
har
ís-
lendski maðurin varð
innlagdur seint seinna-
partin fríggjadagin.
hkm
Sunnunáttina koyrdi
ein fullur maður á ein
pela og eitt fólk í
gongugøtuni í Havn.
Tvey onnur
ferðsluóhapp vóru, og
í báðum førum var
rúsdrekka uppií
FERÐLSUÓHAPP
Eydna Skaale
Sambært løgregluni vóru
trý ferðsluóhapp leygar-
náttina. Í øllum trimum før-
um var talan um rúsdrekka-
koyring. Bert í einum føri
var nakað av fólkaskaða.
Við
Statoilstøðina
í
Kollafjarðardali fór ein
bilur útav vegnum. Bilfør-
arin var framvegis á stað-
num, tá løgreglan kom. Tað
vísti seg, at førarin var
ávirkaður av rúsdrekka, at
hann var ov ungur at koyra
og at hann eisini hevði
stolið bilin, hann koyrdi í.
Bilurin fór sera illa. Vakt-
havandi sigur, at ungi bi-
lførarin kann vænta sær
eina stóra bót, og hann skal
møguliga eisini inn at sita.
Fólk, sum koyrdu fram-
við í Kollafjarðardali, eftir
at politii hevði tikið føraran
við sær, søgdu, at rundan
um bilin var eitt forferdiligt
órudd.
Barnatekningar,
bamsur og annað lá og
sløddist á staðnum. Sagt
varð, at alt varð frágingið í
einum hurlivasa. Løgreglan
hevur onga viðmerking til
hetta.
Leygarnáttina ringdi ein
kona í eysturbýnum í Havn
til løgregluna, og meldaði
ein bilførara. Hesin hevði
rent á garðin hjá henni, og
hevði, á veg inn í garðin,
tikið í ein pela. Løgreglan
kom á staðið og tók førar-
an. Hann verður nú skuld-
settur fyri rúsdrekkakoyr-
ing.
Í miðbýnum í Havn hendi
eisini eitt ferðsluóhapp
leygarnáttina. Ein bilur fór
við nógvari ferð oman
gjøgnum gongugøtuna, har
hann rendi á ein lyktapela
uttan fyri Føroya Banka.
Pelin varð boygdur heilt
niður, so hann lá flatur eftir
vegnum. Glaskúpan, við
peruni í, varð føst inni und-
ir bilinum. Eisini hesin bil-
førarin var ávirkaður av
rúsdrekka.
Sjónarvitni siga tó, at bil-
urin ikki bert rakti pelan,
men eisini ein ungan mann
á vegnum. Hann varð
slongdur upp á motor-
hjálmin og niður aftur á ein
bonk, sum stóð har. Sjúkra-
bilurin tók hann við út á
sjúkrahúsið til kanningar.
Eingin álvarsamur skaði
hendi við honum. Bilurin
varð standandi í miðbýnum
alt flaggdagshaldið, men er
nú fluttur. Løgreglan hevur
lítlar og ongar viðmerking-
ar til hendingina.
Koyrdi fullur á fólk og pela
í miðbýnum
AÐALFUNDUR
Hans Kárason Mikkelsen
Høvuðsavtalan hjá Føroya
Lærarfelag við Fíggjar-
málaráðið skal sigast upp.
Tað gjørdist greitt á aðal-
fundi felagsins um viku-
skiftið, tá ein meiriluti av
teimum, sum møttu á aðal-
fundinum, ynsktu at siga
avtaluna upp.
- Orsøkin er, at fólk eru
ikki nøgd við høvuðsav-
taluna. Tað stendur í avtal-
uni, at tá hon verður søgd
upp, so skulu samráðingar
um eina aðra avtalu byrja,
sigur Jóhannes Eli Iversen,
formaður í Føroya Lærara-
felagi.
Uppsagnartíðin er seks
mánaðir, og Jóhannes Eli
Iversen sigur seg vóna, at
ein nýggj høvuðsavtala
kann fáast í lag áðrenn tað.
Um tað ikki ber til at sam-
ráða seg til eina nýggja av-
talu, so er tann gamla av-
talan enn í gildi. Tískil
kann tað enda við, at Før-
oya Lærarafelag ikki fær
eina nýggja avtalu.
- Tað er ikki til at siga
enn, hvat fáast kann burt-
urúr. Nevndin hevur ikki
havt fund um hetta enn,
men trupulleikin verður
tikin upp, tá nevndin kemur
saman aftur næstu ferð,
sigur Jóhannes Eli Iversen,
formaður í Føroya Lærara-
felag.
Onki val varð á aðalfund-
inum um vikuskiftið, men
næsta ár er nevndarval á
skránni í Føroya Lærara-
felag.
Lærarafelagið sigur upp
Nevndin í Føroya Lærarafelag: Tórfinn Højgaard, Páll Poulsen, Johnnes Eli Iveren, formaður,
Magnus Tausen og Martin S. Eidesgaard
Sunnudagin drógu vág-
bingar knørr úr neysti.
Gomlu
grindabátarnir
komu aftur á bylgjuna
bláu og siglt var við
seglum á fjørðinum. Eitt
lítið lot og annars gott
veður gjørdi løtuna hug-
takandi. Kappróðrarbát-
arnir hjá Vágs Kapp-
róðrarfelag tóku eisini lut
í siglingini, sum kom í
lag, tí fólk frá Víkinga-
skipasavninum í Ros-
kilde eru á vitjan í Føroy-
um í hesum døgum. Vitj-
að varð eisini vesturi á
Eiðinum í Vági, har róð
hevur verið út. Á kvøldi
var fyrilestur í Stóra
Pakkhúsi og mánadag-
urin var millum annað
ætlaður vitjan í Hvalba.
Grindabátar á flot
Hesin pelin varð javnaður við jørðina leygarnáttina, tá ein fullur maður rendi á pelan og ein mann
Mynd: Eirikur Lindenskov
Leygardagin varð
Søren Gade útnevnd-
ur til nýggjan verju-
málaráðharra eftir
Svend Aage Jensby,
sum fríggjadagin
valdi at fara frá. Men
ein møgulig niður-
legging av radarstøð-
ini í Føroyum er enn
á dagsskránni hjá
danska verjumála-
ráðnum - Gade hevur
nevniliga sjálvur
verið við til at sett
hana har
VERJUPOLITIKKUR
Rúnar Reistrup,
Keypmannahavn
runar@reistrup.com
Fyri fyrstu ferð síðan
Anders Fogh Ramsussen
skipaði stjórn noyddist
hann leygardagin at taka
ráðharrasvinghurðina
á
Amalienborg í nýtslu.
Tann
nú
fyrrverandi
danski verjumálaráðharrin,
Svend Aage Jensby fór inn
til drotningina kl. 12.05 at
biðja hana loysa seg úr
starvi. Kl. 12.30 fóru for-
sætisráðharrin og Søren
Gade so inn til drotningina
at biðja hana seta Gade sum
nýggjan
verjumálaráð-
harra.
Nýggjur í politikki
41 ára gamli vinstramað-
urin Søren Gade er ikki
nakað serliga kent andlit í
donskum politikki. Hann
kom fyrstu ferð inn á
Fólkating eftir valið í 2001
og hevur síðan sitið sum
næstformaður í Fólkating-
sins verjunevnd. Donsku
verjuna kennir Søren Gade
eisini innanífrá - hann er
nevniliga majorur.
Umskipa verjuna
Fyrsta stóra uppgávan hjá
nýggja verjumálaráðharr-
anum verður at føra ar-
beiðið við at umskipa
donsku verjuna víðari. Í
einum uppleggi um fram-
tíðarætlanir við donsku
verjuni verður staðfest, at
verjupolitiska støðan er
broytt so mikið, at neyðugt
verður við einari umfatandi
umskipan av donsku verj-
uni.
Hendan umskipan ber
millum annað í sær íløgur í
tríggjar nýggjar kavbátar og
aðra kostnaðarmikla út-
gerð. Til at fíggja hesar
íløgur leggur stjórnin upp
til at endurskoða verandi
tilbúgvingarskipan og í
hesum sambandi at um-
hugsa at niðurleggja radar-
støðina á Sornfelli.
Føroyingar á
Fólkatingi spurnir
Hetta hevur fingið báðar
teir føroysku fólkatingslim-
irnar til at reisa fyrispurn-
ingar í Fólkatinginum um
framtíðina hjá radarstøðini.
Lisbeth L. Petersen úr
Sambandsflokkinum spurdi
í farna mánaði táverandi
verjumálaráðharran,
um
hann kundi tryggja, at rad-
arstøðin ikki varð niður-
løgd um so var at NATO
var ímóti hesum. Til hetta
svaraði Svend Aage Jensby,
at NATO í framtíðini vænt-
andi fór at minka um stuð-
ulin til rakstur av radar-
støðini á Sornfelli, og slerdi
fast, at danska verjan ikki
longur hevði radarstøðina
fyri neyðini í síni tænastu.
Herfyri spurdi so hin
føroyski fólkatingslimurin,
Høgni Hoydal úr Tjóð-
veldisflokkinum,
verju-
málaráðharran, um hann
kundi upplýsa, hvør fer at
verja Føroyar í einari
møguligari kreppustøðu og
setti harvið sítt spurnar-
tekin við ætlanina um at
niðurleggja radarstøðina á
Sornfelli. Hesin spurningur
er enn ikki svaraður av
Fólkatingsins røðarapalli,
og tískil verður hetta mill-
um fyrstu uppgávurnar hjá
nýggja ráðharranum.
Føroyingar tiknir
uppá ráð
Bæði í upplegginum um
framtíðarætlanir
við
donsku verjuni og í svarin-
um hjá Svend Aage Jensby
til Lisbeth L. Petersen
stendur greitt skrivað, at
Føroya Landsstýrið skal
takast uppá ráð í avgerðini
um hvat henda skal við
radarstøðini á Sornfelli.
Men føroyingar skulu
ikki gera sær vónir um at
ætlanirnar
hjá
donsku
stjórnini eru broyttar við
tað at ein nýggjur maður
stendur við róðrið í verju-
málaráðnum.
- Eg standi fult og heilt
inni fyri upplegginum hjá
stjórnini. Eg havi sjálvur
verið við til at skrivað tað,
segði Søren Gade beint
sum hann stóð sum nýút-
nevndur verjumálaráðharri
á Amalienborg Slotsplads.
Danska stjórnin vil hava
eina breiða semju um um-
skipanina av donsku verj-
uni, og tí verða samráðing-
ar í næstum førdar við hinar
stóru flokkarnar á Fólka-
tingi, har roynt verður at
finna fram til ein leist, sum
ein stórur meiriluti kann
ganga við til.
Søren Gade nýggjur
verjumálaráðharri
Brot úr verjupolitiska upplegginum hjá donsku
stjórnini, sum varð almannakunngjørt í farna mánaði:
"Grønlands Kommando og Færøernes Kommando
fortsætter som selvstændige myndigheder tilpasset
den aktuelle udvikling i forsvarets opgavekompleks i
Nordatlanten. Det overvejes i samarbejde med NATO
og under inddragelse af Færøernes Landsstyre at
nedlægge radarstationen og flåderadioen på
Færøerne."
FAKTA
41 ára gamli Søren Gade er majorur í danska herinum og hevur útbúgving sum
búskaparfrøðingur.
Mynd: Rúnar Reistrup
Anders Fogh Rasmussen var júst afturkomin til Danmarkar av
eini uttanlandsferð, tá hann fríggjakvøldið fekk boðini frá
Svend Aage Jensby, um at hesin tók seg aftur sum verjumála-
ráðharri. Longu leygardagin á middegi stóð hann uttanfyri
Amalienborg við sínum nýggja verjumálaráðharra Søren Gade
Mynd: Rúnar Reistrup
C
M
Y
K
3
2