týsdagur 27. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Nr. 79 - 27. apríl 2004
5
Tað var heilt nógv
fólk á ársmøtunum
hjá Kirkjuligu Heima-
missiónini, sum
vórðu sett í Leguhús-
inum í Nesvík fríggja-
kvøldið í seinastu
viku. Heimamissi-
ónin hátíðarhelt 100
ára dagin í Føroyum
ÁRSMØTI
Edvard Joensen
Nesvík: Nógv fólk hevði
leitað sær til Nesvíkar, tá
ársmøtini hjá Heimamissi-
ónini vórðu sett av Leo
Hans Mikkelsen í Legu-
húsinum fríggjakvøldið.
Evnið
á
møtunum
fríggjakvøldið var Heima-
missiónssøgan, har farið
var aftur í tiðina og litið at,
hvussu gongdin hevur verið
hesa øldina, Heimamissi-
ónin hevur verið í Føroy-
um.
Sverri Steinhólm, prest-
ur, talaði á møtinum, eins
og eisini varð hugt aftur á
søguna við einum leiki,
sum vísti eitt sindur frá
hvussu ymsar bygdir tóku í
móti missiónsfólkunum, tá
tey fóru at halda møtir
kring landið.
Streingjakórið á Toftum
mundi røra manga tilkomna
sál, ið minnist aftur á
kvøðuljómarnar í Útvarpin-
um í sekstiárunum og
seinni. Eisini Ungdómskór-
ið í Vágum sang fyri teim-
um heilt mongu, sum kom-
in vóru til Nesvíkar.
Tað var skilligt, at fólk
høvdu í huganum, at árs-
møtini í ár vóru nakað ser-
ligt, nú ein øld er liðin,
síðan fyrsta missiónsmøtið
varð hildið í Vági av danska
prestinum Axel Moe.
Hóast hetta var um heyst-
ið, hevur Kirkjuliga Heima-
missiónin valt at hátíðar-
halda dagin nú, ársmøtini
eru, tí nú savnast mest fólk.
Men hátíðarhaldið verður
alt ár kortini við ymsum
tiltøkum gjøgnum árið. Og
saktans fer okkurt at verða
gjørt suðuri í Vági í heyst
eisini, væntar aðalskrivarin
hjá Heimamissiónini, Vagn
Foldbo.
Fyrireiking
Sum við øllum øðrum stór-
um tiltøkum krevur tað
eisini væl av fyrireiking at
standa fyri einum slíkum
tiltaki, sum væntandi fer at
savna í túsundvís av fólki.
Heimamissiónin hevur
ongan limalista at fara
ígjøgnum, tá heitast skal á
fólk um at taka eina hond í.
Talan er ikki um ein felags-
skap, men eina rørslu, har
fólk sjálvboðin halda seg
til, tá soleiðis er. Og ikki
bilar, hvørki at fáa fólk at
manna køkin ella at standa
fyri legum ella øðrum til-
tøkum,
Heimamissiónin
stendur fyri.
Kortini er sjálvur dagligi
raksturin skipaður í fastar
karmar við løntum fólkum.
Ikki fær enn 17 starvsfólk
eru í dag fast knýtt at
Kirkjuligu heimamissión-
ini, greiðir Vagn Foldbo frá.
Og tá verður ikki roknað
við teimum, sum arbeiða á
sjómansheimunum,
sum
Heimamsissiónin í grund-
ini eisini stendur aftanfyri.
Tá ársmøtini vórðu sett í
Nesvík
fríggjakvøldið,
høvdu tey væntað, at eini
200 fólk ella so, mundu
fara at koma, søgdu tey í
Nesvík. Men tá avtornaði
vóru tey heldur umleið 500.
So har gjørdist so mikið
fult, at øll rúmtust ikki í
stóra salinum. Latið varð
upp, mestsum »út á geilar«,
og fólk sat so í forhøllini
eisini og lýddi á.
Næstan sum í
oyðimørkini
Tey vórðu mestsum tikin á
bóli í køkinum í Leguhús-
inum í Nesvík fríggja-
kvøldið, tí tað kom so nógv
meira fólk, enn tey høvdu
roknað við. Tey noyddust at
borðreiða til væl fleiri, enn
tey høvdu gjørt klárt til.
Hóast tey ikki beinleiðis
høvdu nakran á staðnum,
sum fekk hvørt breyðið at
røkka til túsund mans í
part, varð kortini eingin,
sum einki fekk í munnin, tá
fyrstu møtini vóru liðug
fríggjakvøldið.
Seks fólk vóru tey í køk-
inum, og tey høvdu væntað
einar 200 gestir, men tað
rakk ikki. Har komu eini
500 fólk til Nesvíkar hetta
kvøldið.
So var bara at gera meira
til, og tað gekk eisini. Eitt
sindur strævið, men lagið
var gott kortini.
Tey fyrstu, sum komu til
Nesvíkar fríggjakvøldið,
fingu nátturða. Seinni um
kvøldið var kaffi til øll,
sum komin vóru.
Tey flestu fóru heim aftur
um kvøldið, men onkur
varð verandi. Tey skulu so
hava morgunmat leygar-
morgun. Og seinni skal
bæði døgurði og millum-
máli gerast til øll, sum
koma á ársmøti.
So í køkinum í Leguhús-
inum gekk tað við fullari
ferð. Lagið var gott, og
mestsum alt riggaði, sum
tað skuldi, hjá teimum,
hóast okkurt avlopsrør und-
ir einum vaski hevði hug at
arga eitt sindur.
– Soleiðis er tað altíð, tá
mest er brúk fyri tí, er
standard viðmerkingin, tá
soleiðis er.
Nógv fólk á ársmøti
Ársmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í ár hátíðarhalda, at liðin eru 100 ár, síðan Indre Mission kom til Føroya á fyrsta sinni. Hóast Streingjakórið á Toftum
ikki er so gamalt, vakti tað minni hjá mongum at hoyra kórið, tá ársmøtini vórðu sett í Nesvík fríggjakvøldið
Mynd: Edvard Joensen
Hóast húsið fyltist, varð kortini ikki neyðugt at seta hol á takið, sum onkuntíð varð gjørt, fyri at
sleppa fram at tí góða orðinum
Mynd: Edvard Joensen
Nógv fólk hittist til slíkar samkomur sum ármøti. Jákup Kass, fyrrverandi prestur, sum eisini er
fyrrverandi stýrisformaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, var í Nesvík fríggjakvøldið, og hann
hevði mong at heilsa uppá
Mynd: Edvard Joensen
Partarnir í málinum
um Norrønu eru ikki
lidnir at gera við-
merkingar og tí mátti
Skipaeftirlitið enn
einaferð bíða við at
almannakunngera
niðurstøðuna um
óhappið hjá Norrønu
ÓHAPPIÐ HJÁ
NORRØNU
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var eitt mistak, tá ið
Skipaeftirlitið
hósdagin
ætlaði at almannakunngera
frágreiðingina um óhappið
hjá Norrønu.
Tí mátti Skipaeftirlitið
enn einaferð boðað frá, at
tað mátti bíða við at al-
mannakunngera frágreið-
ingina um óhappið hjá Nor-
rønu.
Partarnir, sum eru uppi í
málinum, eru nevniliga ikki
lidnir at gera viðmerkingar
til málið og tí mátti at enn
einaferð útsetast at al-
mannakunngera frágreið-
ingina.
Fyrrenn partshoyringarn-
ar eru lidnar, ber ikki til at
almannakunngera frágreið-
ingina.
Bjørn á Heygum, sakfør-
ari hjá skiparanum á Nor-
rønu, váttar, at partshoyr-
ingarnar ikki eru lidnar
enn.
Hann sigur, at hildið
verður fram við partshoyr-
ingunum hesa vikuna, so at
vit kunnu koma ígjøgnum
hoyringsprocessina, sum
hann málber seg.
Hon er nevniliga ikki lið-
ug enn, segði sakførarin við
Sosialin fríggjadagin.
Hann vil annars ongar
viðmerkingar gera til málið
so leingi, tað er í viðgerð.
Hann vil sostatt heldur
ikki siga sína hugsa um,
antin Skipaeftirlitið hevur
gjørt eitt fyrisitingarligt
mistak við at kunngera, at
frágreiðingin skuldi al-
mannakunngerast hósdag-
in, hóast partshoyringarnar
ikki vóru lidnar.
Tað fekst ongin viðmerk-
ing frá Skipaeftirlitinum,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
FLØSKUPOSTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki heilt ókent at
finna fløskupostar ymsa-
staðni í Føroyum. Men tað
er ikki ofta, at fløskupostar
reka so langt sum tann hev-
ur rikið, ið Jacob Poulsen í
Sumba fann hendan dagin.
Hann plagar javnan at
gera sær ein túr undir
Bakkanum í Sumba. Men
ein góðveðursdag herfyri,
fann hann ein reka, sum
vakti forvitni. Hann fann
eina fløsku við vælklistrað-
um proppi á og tá ið hann
hugdi nærri, sá hann, at
eitthvørt lá í fløskuni.
Talan var um ein fløsku-
post.
Og hesin fløskuposturin
hevur rikið longri á havin-
um enn teir flestu.
Í brævinum, sum lá í
fløskuni, stendur, at fløsku-
posturin er tveittur á sjógv
av
skipinum,
Northern
Ranger uttanfyri Labrador í
Kanada í oktober í fjør.
Hetta hálva árið, fløsku-
posturin hevur verið í sjón-
um, hevur hann sostatt rik-
ið einar 3.000 kilometrar á
havinum, suður um Grøn-
land og Ísland og síðani
eystur í hav, líka til Føroya,
har hann endaði sínar dagar
undir Bakkanum í Sumba.
So vítt, vit hava fingið
upplýst, er Northern Ran-
ger eitt slag av strandfara-
skipi í Labrador ið siglur
við fólki og farmi ímillum
ymisk pláss har á leiðini.
Skipaeftirlitið ov tíðliga á
veg um óhappið hjá Norrønu
Rak langa leið til Sumbiar
Skipaeftirlitið hevur einar tvær ferðir ásett dagin fyri, nær frágreiðingin um áhappið hjá
Norrønu skuldi almannakunngerast. Men báðu ferðina mátti fráboðanin takast aftur
Jacob Poulsen í Sumba við
fløskuni og brævinum, hann
fann í mølini nú ein dagin.
Fløskuposturin kemur heilt
úr Kanada
Dovnir næmingar ella
læruríkt skúlaár?
Hetta eru spurningar,
sum skúlastýrini í Tòrs-
havnar Kommunu seta
sær, nú tey leggja upp til
kjak um 10.floks uppliv-
ingina.
Skúlastýrini
bjóða inn til kjakfund
mikukvøldið
28.apríl
klokkan 19:00 í Lærara-
skúlahøllini, og evnið
verður tað, sum fyri
mong er síðsta árið í
fólkaskúlanum, nevni-
liga 10.flokkur. Kjakast
skal millum annað um
spurningin hvørt 10.
flokkurin er ein nyttuleys
tíð fyri skúlatroyttar ung-
dómar, ella um talan
kanska er um eitt avbjóð-
andi ár, ið fyrireikar tey
ungu til størri ábyrgd.
Tað verða í stóran mun
næmingarnir sjálvir, sum
fara at stýra fundinum
við eini frágreiðing um
kanning, sum næming-
arnir hava gjørt um sínar
floksfelagar. Endamálið
við fundinum er at
stimbra eitt kjak um
skúlaskipanina og før-
oyskan skúlaskap.
hkm
Fyrsta dagin í mai hava
íslendingar kórkonsert í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði. Tað er kalla-
kórið Ernir, sum kemur
til Føroyar á vitjan. Teir
fara saman við Tórs-
havnar
Manskóri
og
Fuglafjarðarkóri at fram-
føra leygardagin tann
fyrsta mai klokkan átta
um kvøldið í Mentanar-
húsinum.
hkm
Íslendingar syngja fyri
føroyingum
Tvøroyrar Býráð
hevur samtykt at
broyta byggisam-
tyktina fyri at gera
pláss fyri einum
serstøkum virki
TVØROYRI
Áki Berholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar
Kommuna
hevur fingið fyrispurn-
ing frá vinnurekandi,
sum ætla at seta eitt virki
á stovn í komununi.
Men tað serstaka við
hesum virki er, at tað
kann ikki vera ov nær
bygdum øki.
À býráðsfundi á Tvør-
oyri herfyri, varð málið
umrøtt og har varð skot-
ið upp at broyta byggi-
samtyktina, so at virkið
kundi byggjast úti í
óbygdum.
Upplýstvarð ikki, hvat
virki, talan var um, men
tað er til so stóran ampa
fyri fólk, at tað má liggja
uttanfyri bygt øki.
Men uppskot koma
fram um at broyta byggi-
samtyktina fyri Ásdal,
so at virkið kundi byggj-
ast har.
Ásdalur er lagt av til
fíøki, men býráðið sam-
tykti at broyta ein part av
tí, til Havna og vinnuøki.
Einasti
býráðslmur,
sum ikki tók undir við
hesum var Dan Nielsen.
Hann helt seg var ov illa
kunnaðan til at taka
støðu. Hann vísti á, at
Trongisvágsfjørður var
víðførur og hann skilti
ikki, hví virki ikki kundi
vera onkra aðrastaðni
kring
fjørðin
uttan
akkurát har eitt fríøki var
frammanundan.
Tí mælti hann býráðn-
um til at vísa á okkurt
annað øki.
Gera pláss til virki
sum ikki kann vera
ímillum fólk
C
M
Y
K
5
4