týsdagur 27. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Nr. 79 - 27. apríl 2004
7
- Tíðindaflutningurin
hevur ikki tíð at bíða
eftir kvinnum, sum
skulu hava eina viku
at hugsa seg um í. Tí
detta teirra meining-
ar niður ímillum,
meðan mannfólkini
sleppa at fylla dagligu
tíðindasendingarnar,
segði Katrin Petersen,
tíðindaleiðari í Sjón-
varpi Føroya, á
Kvinnuráðstevnuni á
Hotel Hafnia leygar-
dagin
KVINNURÁÐSTEVNA.
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eini 90 kvinnur vóru kom-
nar saman á Kvinnuráð-
stevnuni, sum Urd skipaði
fyri leygardagin. 12 kvinn-
ur lýstu 6 ymisk evni út frá
einum søguligum og einum
nútíðar sjónarhorni fyri at
meta um, "Hvussu langt
eru vit komnar í 30 ár",
sum eisini var heitið á
tiltakinum. Evnini vóru
áhugaverd og viðkomandi,
men tað var serliga evnið
"Fjølmiðlar" ella "Kvinnur
í fjølmiðlunum", sum fekk
ferð á kjakið.
"Góða spyr onkran
annan?"
At vit síggja nógv færri
kvinnur tíðindatilfarinumí
fjølmiðlunum enn menn,
man neyvan nakar vera í iva
um. Spurningurin er so, um
tað er tí, tær ikki verða
spurdar, ella tí tær bera seg
undan, tá tær verða spurdar.
Randi Jacobsen, sum
dagliga starvast á Dimma-
lætting, visti at siga, at tá
tað ræður um at fáa kvinnur
at úttala seg til bløðini, er
lítið broytt tey 26 árini, hon
hevur virkað sum blað-
kvinna.
- Tað eru sjálvandi und-
antøk, men sum heild fært
tú sum blaðkvinna nógv
meir stríð av at seta teg í
samband við eina kvinnu
enn við eitt mannfólk, tá tú
skalt brúka eina keldu til
eina grein, segði Randi.
"Góða spyr onkran annan.
Kanst tú ikki ringja aftur
seinni, eg má at hugsa meg
um.", er vanliga svarið, tú
fært. Oftast vilja tær eisini
síggja greinina, áðrenn hon
fer í blaðið, og tað kemur
ikki so sjáldan fyri, at tær
gremja seg um hana aftaná
og tá hava meiningar um,
hvussu greinin heldur átti
at verið skrivað.
- Hetta kann brúkast sum
ein forkláring uppá skeivu
umboðanina av kvinnum í
fjølmiðlunum, men tað eig-
ur ikki at gerast ein undan-
førsla fyri ikki at brúka
kvinnur sum keldur í tíð-
indaflutninginum,
segði
Randi. Vit kundu ivaleyst
gjørt okkum meir ómak við
at komið á tal við fleiri
kvinnur. Trupulleikin er
bara, at vit tíðindafólk alla-
tíðina arbeiða fram ímóti
einum evstamarki, har vit
hava brúk fyri viðmerking-
unum, skjótast til ber. Tí
hava vit eisini brúk fyri at
vita, hvaðani vit skjótast
fáa viðmerkingarnar og
sum er, er tað also frá
mannfólkunum.
Tær vilja ikki,
tá eg vil
Katrin Petersen, tíðinda-
leiðari í Sjónvarp Føroya,
var samd við Randi í, at
tíðindaflutningurin
ikki
hevur tíð at bíða eftir konu-
fólkunum.
- At kvinnur eru so lítið
at síggja í tíðindunum
kemst ikki av, at tær ikki
duga at greiða frá. Tað duga
tær væl, men tað skal helst
vera um okkurt, tær sjálvar
hava upplivað. Tí síggja og
hoyra vit tær oftast sum tað,
vit kalla "erfaringsvitnir og
offur" í ofta sera áhuga-
verdum sendingum sum til
dømis Tilvera, har tær
greiða frá, hvussu tað er at
missa eitt barn, at fáa eitt
brekað barn, at blíva skild,
at vera tunglynt o.s.fr.
Nógv bendir eisini á, at
kvinnur hava lættari við at
traðka fram í slíkum send-
ingingum, enn mannfólk,
segði Katrin.
- Alt gott um slíkar send-
ingar, men á tíðindadeildini
hjá Sjónvarpi Føroya havi
eg brúk fyri kvinnum við
eini meining ella einum
boðskapi. Hesar finnast
eisini - trupulleikin er bara,
at tær vilja ikki, tá eg vil,
segði Katrin. Tær bera seg
undan og duga sum heild
illa at lata tað verða upp til
journalistin at gera av, hvør
er tann rætta at tosa við
nær, og hvat mál hevur nóg
nógv uppá seg.
- Í politikki tosa vit ofta
um at broyta karmarnar so-
leiðis, at teir hóska kvinn-
um betri. Men í tíðinda-
flutningi ber tað snøgt sagt
ikki til at laga seg eftir eini
kvinnu, sum skal hava eina
viku at hugsa seg um í. Tað
skal vera her og nú, og kann
tað ikki tað, verður tað av
ongum. Úrslitið er tíverri,
at tær meiningar ella boð-
skapir kvinnur møguliga
hava, ofta detta niðurímill-
um, segði Katrin.
Almennur trupulleiki
Eitt er, at uppteljingar vísa,
at mannfólk spæla høvuðs-
leiklutin í 80 % av innsløg-
unum í tíðindasendingun-
um. Men hyggja vit at les-
arabrøvunum og tí inn-
senda tilfarinum í bløðun-
um, sær myndin litið fræg-
ari út.
- Tá einasti føroyski,
kvinnuligi floksformaðurin
valdi at leggja frá sær, var
bert eitt lesarabræv skrivað
av eini kvinnu at síggja í
bløðunum, og tað kom frá
eini tjóðveldiskvinnu. Hvar
vóru sambandskvinnurnar,
tá teirra floksformaður
legði frá sær? Hvar vóru
kvinnurnar sum heild, tá
henda
týdningarmikla
hendingin fór fram?, spurdi
Katrin Petersen, sum í heila
tiki eftirlýsti kvinnur, sum
vilja og tora at siga sína
meining um samfelagslig
viðurskifti alment.
- Okkurt bendir á, at
kvinnur fata fjølmiðarnar
sum eina hóttan, meðan
mannfólkini síggja teir sum
ein frálíkan møguleika at
sleppa framat við síni hugs-
an. Men skalt tú sleppa
framat í fjølmiðlunum,
mást tú eisini tora at at
standa
einsamøll
við
ábyrgdini fyri tí, tú hevur
sagt og ikki vera bagin fyri
at fáa eina skolu niðuryvir
teg dagin eftir. Alt ov ofta
halda kvinnur fram við at
bera seg at, sum tær gjørdu
í skúlastovuni, har tað var
heilt avgerandi, at man var
samdur við hinar og kundi
siga, "Vit halda", so ongin
kundi koma afturumaftur
og geva nakrari ávísari
skyldina, segði Katrin.
Hinvegin helt hon tað
vera meir álvarsamt at fáa
sum
grundgeving
frá
kvinnum, at tær ikki vildu
úttala
seg
um
serliga
kvinnumál, tí tað kundi
skaða teirra leiklutir aðra-
staðni
í
samfelagnum.
Hetta átti at givið okkum
øllum okkurt at hugsa um,
helt Katrin Petersen.
Hinumegin
leiktjøldini
Hóast kvinnuliga umboð-
anin í fjølmiðlunum úteftir
stórt sær er óbroytt seinastu
30 árini, eru glottar at hóma
hinumegin fjølmiðlaleik-
tjøldini. Randi Jacobsen
var sannførd um, at tað ikki
minst er kvinnurørsluni fyri
at takka, at mannfólk ikki
longur gera mun á, um tað
er ein blaðkvinna ella ein
blaðmaður, sum setur teim-
um spurningar um okkurt
typiskt
mannfólkaevni.
Hon vísti eisini á, at sjálvt
um føroyskir kvinnuligir
journalistar ikki hava nakað
skipað samstarv, sum tær til
dømis hava í Danmark, so
duga tær væl at brúka
hvørja aðra í dagliga tíð-
indaarbeiðinum.
Bjørt Samuelsen, tíð-
indakvinna, skeyt upp, at
kvinnur seta seg í samband
við fjømiðlarnar fyri at vera
við til at dagføra telefon-
listarnar hjá teimum, so at
fleiri nøvn á kvinnum eru
at velja ímillum.
- Sum er, er tað ofta bert
ein óvani, at vit ikki oftari
seta okkum í samband við
kvinnur. Stóðu teirra nøvn
ovast á listunum, hevði tað
verið ein rættiliga ítøkilig
áminning um, at her er ein
óvani, sum kann broytast,
segði
Bjørt
Samuelsen
millum annað, tá tikið varð
samanum á Kvinnuráð-
stevnuni leygardagin.
Kvinnur ræðast
fjølmiðlarnar
- Skalt tú sleppa framat í
fjølmiðlunum, mást tú tora
at standa einsamøll við
ábyrgdini fyri tí, tú hevur
sagt, segði Katrin Petersen
millum annað á Kvinnu-
ráðstevnuni leygardagin
- Tað er ikki minst kvinnu-
rørsluni fyri at takka, at
mannfólk ikki longur gera
mun á, um tað er ein blað-
maður ella ein blaðkvinna,
sum setur teimum spurningr
um typisk mannfólkamál,
segði Randi Jacobsen, blað-
kvinna
Eini 90 kvinnur vóru komnar saman á Kvinnuráðstevnuni leygardag
Hesar løgdu fram á Kvinnuráðstevnuni leygardagin:
Aftast: Randi Jacobsen, Bergtóra Hanusardóttir, Barbara á Tjaldrafløtti, Súsanna Danielsen,
Marita Rasmussen, Karin Kjølbro, Annika W. Joensen, Malan Marnersdóttir, Katrin Petersen,
Anna Maria Fossá og Petra Jónsdóttir Joensen, fyriskipari.
Fremst: Ingvør Nolsø, Anita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen, orðstýrari
- Føroysku framsýn-
ararnir á fiskivinnu-
messuni í Moskva,
Fish 2004, vistu
frammanundan, at
hetta var ein lutfals-
liga lítil framsýning.
Men eftir hvat eg havi
skilt, høvdu tey, sum
fóru yvir at hyggja at
messuni, væntað
meira, enn tey sóu. Tí
eru summi vónbrot-
in, sigur Kjartan
Kristiansen á
Menningarstovuni
FISH 2004
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuskiftinum komu før-
oyingar aftur av fiskivinnu-
framsýningini, Fish 2004,
sum í síðstu viku varð
hildin í Moskva. Tað var
Flogfelag Føroya, ið skip-
aði fyri flutninginum, og
tað var flogfarið hjá At-
lantsflogi, sum fleyg til
Moskva og heimaftur við
føroysku
luttakarunum.
Farið varð yvir týsdagin,
sum stevnan læt upp miku-
dagin. Fish 2004 læt aftur
leygardagin.
Føroysku fyritøkurnar,
sum vóru við á stevnuni,
vóru Faroe Ship, Farpack,
Bergfrost, PM Group (Poul
Michelsen),
Tórshavnar
Skipasmiðja, North Atlan-
tic Fish Fair, Vónin, Lands-
handilin, Poul Hansen,
PRG (Fiskavirkið í Gøtu),
Vestpack,
Farex,
Faroe
Seafood, Tórshavnar havn,
Fuglafjarðar havn og Tvør-
oyrar havn.
Felags básur
Nú føroysku luttakararnir
eru komnir aftur, hevur
ljóðað, at Fish 2004 hevur
verið eitt vónbrot, tí stevn-
an var ikki tað, sum roknað
varð við.
Á framsýningini luttóku
føroysku framsýnararnir á
einum felags bási – ella
undir einum hatti, sum tikið
verður til, og tað var Menn-
ingarstovan, sum enn eina-
ferð skipaði fyri føroysku
luttøkuni.
Kjartan
Kristiansen,
stjóri, sigur seg eisini hava
skilt, at onkur av føroysku
hyggjarunum á Fish 2004
var vónbrotin.
- Men eg haldi ikki, at
tey, ið umboðaðu føroysku
fyritøkurnar, sum bjóðaðu
seg fram á stevnuni, vóru
vónbrotin. Eg havi í hvussu
er skilt, at summir halda, at
væl kom burtur úr. Enda-
málið hjá okkum var eitt nú
at koma í samband við tey
reiðaríir, sum eiga skipini,
ið liggja her í Nólsoyar-
firði. Ætlanin við luttøkuni
var eitt nú at bjóða við-
skiftafólki, reiðaríum og
fyritøkum annars í Rus-
landi at vitja føroysku fyri-
tøkurnar.
Kjartan vísir á, at Menn-
ingarstovan frammanundan
hevði greitt føroysku fram-
sýnarum frá, at Fish 2004
er ein lutfalsliga lítil fram-
sýning.
- Nú veit eg ikki, hvat
onnur, ið vóru við í Moskva
sum hyggjarar, høvdu í-
myndað sær, áðrenn tey
fóru avstað, men framsýn-
ararnir vistu í hvussu er,
hvat tey fóru yvir til.
Onnur framsýning
Hann sigur, at nakrar dagar,
áðrenn Fish 2004 varð sett í
Moskva, var ein onnur
framsýning har yviri. Hetta
var ein framsýning við
matvørum úr havinum.
- Vit vóru nógv í iva um,
hvørt vit skuldu verða við á
hesi stevnuni ella ikki. Ein
orsøk til, at vit avgjørdu
ikki at verða við, er, at vit
hava ongan handilssáttmála
við
Rusland.
Haraftrat
høvdu
lutfalsliga
fáar
fyritøkur boðað frá luttøku
á matvørustevnuni. Fish
2004, sum føroysku fyri-
tøkurnar vóru við á, var eitt
nú stuðlað av russisku
stjórnini, og tað talaði
eisini fyri hesi luttøku.
Kjartan vísir á, at hóast
marknaðarbúskapurin
vinnur alt meira fram í
Ruslandi, so tekur tað tíð,
áðrenn landið er við á øll-
um økjum.
- Eingin eigur at ímynda
sær, at nøkur framsýning í
Ruslandi, sum fevnir um
vinnuna, er stór, tí enn eru
marknaðarkreftirnar ikki
rættiliga farnar at virka. Í
Ruslandi eru nakrar stórar
fyritøkur, sum áður vóru
kommunistiskar, men sum
nú eru tað, sum vit rópa,
privatiseraðar. Men virk-
semið, sum vit kenna aðra-
staðni við at hava stórar
framsýningar, er ikki rætti-
liga komið í gongd eystan
fyri enn.
Trý fólk, sum starvast hjá
Menningarstovuni,
vóru
við í Moskva, og haraftrat
vóru tríggir tulkar við, sum
duga russiskt. Hesir vóru
føroysku fyritøkunum, sum
luttóku á messuni, til
hjálpar.
Møttu ikki
- Tann eina stevnudagin,
nevniliga hósdagin, høvdu
vit væntað vitjan av reiðarí-
um, sum vit høvdu gjørt
avtalur við, men tá ið
samanum kom, møttu hesi
ikki upp. Kjartan heldur
tískil ikki, at russar eru
betur til at halda avtalur
enn eitt nú føroyingar.
- Sjálvandi var tað harmi-
ligt, at reiðaríini ikki møttu
soleiðis, sum vit høvdu
avtalað, men hetta er ein
partur av tí heila. Hinvegin
mugu vit hugsa um, at tein-
urin úr eitt nú Murmansk
og Arkangelsk, har reiða-
ríini eru, sum vit hava
áhuga í, er rættiliga stórur.
Sum dømi kann nevnast, at
Arkangelsk er líka stórt
sum Frakland. So, vit tosa
her um heilt aðrar "distans-
ir" enn teir, vit kenna í Før-
oyum og um okkara leiðir.
Stjórin á Menningarstov-
uni heldur annars, at før-
oysku framsýnararnir sum
heild vóru nøgdir við lut-
tøkuna, og hann veit eisini,
at tað vóru feløg, ið eitt nú
fáast við sølu av fiski, sum
fingu í lag góð sambond í
Ruslandi.
At vera við
- Skulu vit skapa okkum
nýggjar møguleikar og av-
talur, mugu vit vera við, har
nakað kann vera at heinta.
Vit røkka ikki øllum, men
vit avgjørdu so at verða við
á Fish 2004 í Moskva,
hóast hendan framsýningin
ikki er so stór sum aðrar, vit
kenna, sigur Kjartan Krist-
iansen, stjóri á Menningar-
stovuni.
Føroyingar aftur av ferð í Moskva:
Misjavnar
meiningar
um
Fish 2004
Føroyingar avgjørdu at verða við á Fish 2004 í Moskva í staðin fyri at verða við á eini aðrari framsýning um matvørur úr
havinum, sum var í býnum stutt frammanundan
Fiskivinnuframsýningarnar í Ruslandi kunnu ikki sammetast við tær stóru framsýningarnar,
vit kenna her um okkara leiðir
- Eg haldi ikki, at tey, ið umboðaðu føroysku fyritøkurnar, sum bjóðaðu seg fram á stevnuni í
Moskva, vóru vónbrotin, tí tey vistu, hvat tey fóru til, sigur stjórin á Menningarstovuni, Kjartan
Kristiansen
C
M
Y
K
7
6