Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Nr. 79 - 27. apríl 2004 9 Nú er yvirbygning- urin settur á nýggja Smyril og sostatt sæst nú rættiliga, hvussu hann fer at síggja út NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú sæst rættiliga, hvussu nýggi Smyril fer at síggja út. fyri einum mánaða síðani varð nýggja flaggskipið hjá strandferðsluni flotað og síðani varð hann sleipaður yvir á eina aðra skipa- smiðju beint við. Har er yvirbygningurin nú settur á hann so nú sæst veruliga, hvussu hann fer at síggja út. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strand- ferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við arbeið- num, sigur at byggingin gongur framvegis sum ætl- að. Nú skal skipið innrættast og allar innleggingar ger- ast. Seint í summar er ætlanin at royna allar skipanirnar umborð og í september skal hann royndartúr at vita, hvussu alt riggar. Tað er ásett, at nýggi Smyril skal handast Strand- ferðsluni 12. oktober og tekniski stjórin á Strand- ferðsluni sigur, at hann dugir ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at tíðar- ætlanin fer at halda. Annars lata vit myndirnar tala fyri seg. Soleiðis sær nýggi Smyril út Nú sæst rættiliga, hvussu nýggi smyril fer at síggja út. Yvirbygningurin er settur á hann og sostatt er hann liðugur uttan. Nú skal hann innrættast og at enda skal hann málast. Beint undir brúnni eru kømur og onnur rúm til manningina. Beint undir manningarrúmunum er matstova til ferðafólk við teimum stóru vindeygunum. Og beint undir matstovuni, eru eisini salongir, forhøll og annað Her sæst inn á hekkuna á nýggja Smyrli. Hann hevur tvey hekkuportur. Her er annað portrið opið Her sæst inn á sjálvt forskipið Kafé KÍ varð alment tikin í nýtslu fyrstu ferð sunnudagin. Eini snotilig høli, har viðhaldsfólk hjá bæði heimaliði og gestaliði kunnu njóta ein heitan munn í hálvleikinum ella vera inni og hyggja at dystinum KAFÉ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Gamla Lognbrá, ungdómsdiskotekið í Klaksvík, er ikki at kenna aftur. Eftir at hava fingið eina kerliga hond frá fleiri sjálvbodnum, er hølið nú broytt til eina hugnaliga kafé, har okkurt er til bæði vaksin og børn. Fyrst og fremst er sjálv- andi møguleiki at keypa sær okkurt at eta og drekka. Nógv sitipláss eru inni, og í hvørjum horni hanga sjón- varp upp undir loftinum, har fótbóltur uttan iva fer at verða at síggja hvørt kvøld. Nøkur spøl eru eisini til børnini at stuttleika sær við. Hølið má sigast at vera sera snotiligt og rúmligt er eisini inni. Á veggunum hanga nógvar myndir. Gamlar sum nýggjar. Og tað er stuttligt at kunna hyggja at søguni hjá felagn- um í myndum. Kristianna Danielsen, sum hevur ábyrgdina av kaféini sigur, at hon helst fer at lata upp, tá liðini byrja at venja um dagarnar og vera opin út á kvøldið alt eftir hvør tørvurin vísir seg at vera. Hendan sunnudagin tá kaféin letur upp á fyrsta sinni er alt tó ikki komið upp á pláss. Kristianna sig- ur, at ætlanin er at selja pizza og annað, sum kann heitast í mikroovnum, men tað verður helst ikki fyrr enn seinni í vikuni, at tað verður møguligt. Betri umstøður KÍ kaféin er uttan iva ein munandi bati á umstøðun- um kring vøllin og serliga hesa ársins tíð. Tí mangan er kalt og ilsligt at standa á Djúpumýru og hyggja at fótbólti, og mangur man hava saknað eitt stað at kroka í í hálvleikinum. Men tað er nú alt farið í søguna, og nú fegnast øll um hesa nýggju kaféina, sum júst er vorðin veru- leiki. Kristianna sigur, at tað longi hevur verið tosað um, at viðurskiftini rundan um vøllin ikki hava verið nóg góð. Serliga tá hugsað verður um fólk, sum koma aðrastaðnis frá til dystir í Klaksvík. – Nú hava vit so okkurt at bjóða teimum, meðan tey eru her. KÍ er jú annað enn 1. deild. Her koma nógv foreldur hvørt vikuskifti við ungum leikarum, sum skulu leika, og tað hevur verið sera harmiligt ikki at kunna bjóða teimum eitt stað at vera í, sigur hon. Kafé KÍ varð sum sagt tikin í nýtslu sunnudagin, og nú verður hon opin hvønn dag framyvir. Heilt nógv fólk vitjaðu hendan dagin. Summi komu bert inn í hálvleikinum til eina heitan munn, meðan onnur nýttu høvi til at seta seg niður inni har og síggja dystin úti á vøllinum. Karmarnir eru góðir inni í nýggju kaféini, og við teimum mongu, sum dag- liga hava sína gongd í KÍ høllini ella koma at síggja dystirnar, fer kaféin uttan iva at verða væl vitjað framyvir. Klaksvíkar Listaskúli, sum er undir kvøld- skúlanum, hevur húsast í einum set- húsum farna skeiði, og tey hava fingið at vita, at tey fáa somu hús aftur komandi skeið. Men tað kann vera skjótt, at húsið verður nýtt til annað virksemi, og so verð- ur skúlin húsvillur LIST Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Eitt skeið á Listaskúlanum er júst farið afturum, og ein framsýning var sum vanligt endabrest- urin. Áhugin fyri at mála millum norðoyingar er rættuliga stórur. Archibald Black, sum er lærari, hevur havt 34 næmingar í júst farna skeiðið. Og hann sig- ur, at tað standa onnur 30 á bíðilista. Og harvið er áhugin stað- festur má sigast. Men Listaskúlin hevur ein stóran trupulleika, tí tey ikki hava nakað fast høli at húsast í. Skúlin helt til á ovast hædd í býráðshúsinum, men har skuldu skrivstovur gerast, so tey vórðu koyrd út. Archi sigur, at tey fingu lovað ovaru hæddina á Isenkram, men har heldur net-kaféin til, so skúlin var húsvillur í eina tíð. – Men so kom Heri Ellingsgaard, stjóri á sjúkrahúsinum, sum ein frelsandi eingil og bjóðaði okkum húsið hjá Waag- stein, so har eru vit nú, og har eru umstøðurnar sera góðar, sigur Archi, sum ikki heldur nógv um við- ferðina, sum skúlin fekk frá kommununi. Men samstundis er tað nakað ótrygt hjá teimum, tí sjúkrahúsið kann ikki lova teimum hølini langt fram í tíðina. Tað kann verða so skjótt, at sjúkrahúsið fær brúk fyri húsunum til eitt- hvørt annað, og so stendur Listaskúlin aftur uttan høli. Tað er heldur ikki bara sum at siga tað at finna onnur skikkað høli í Klaksvík, tí hølistrupulleikar er ein afturvendandi trupulleiki hjá fleiri feløgum í býnum. Archi er sera harmur um hetta, tí hann heldur, at hetta tilboðið átti ikki at verðið sæð lættliga á. – Meginparturin av mín- um næmingum eru tilkom- in fólk, og eg trúgvi, at til- komin fólk hava brúk fyri hesum tilboðnum, sigur hann. Nógv burturúr Skeiðið á kvøldskúlanum er vanliga 90 tímar. Tað byrjar í oktober og endar í apríl. Men í ár var skeiðið bert 80 tímar orsakað av hølistrupulleikunum. Men hetta kann ikki sig- ast at hava nervað næming- arnar nakað serligt, tí um hugt verður eftir øllum, sum tey hava fingið burtur- úr, so er tað ikki so lítið. Flestu næmingarnir lut- tóku á framsýningini Fram í Ljósið, sum Norðoya Sparikassi stóð fyri í mars mánaði, og tað serstaka var, at næstan onki listaverk gekk aftur í framsýningini í Ósáskúlanum sunnudagin. Archi sigur, at næming- arnir eru serstakliga pro- duktivir. Og hann vísir aftur á tann stóra áhugan sum er fyri málningalistini í norð- oyggjum. Hann hevur sjálvur trý lið, sum mála ávíkavist mánadag seinna- part, mánakvøld og miku- kvøld. Men við 30 fólkum á bíðilista, so er onki at taka seg aftur í, at hann væl kundi tikið minst eitt lið inn afturat. Men tað, sigur hann, ber ikki til. – Um eg skal gera tað, so verði eg ov lítið við hús. Men loysnin hevði uttan iva verið, at onkur annar lærari eisini traðkaði til, heldur Archi. Og hann leggur afturat, at hann hevur skilt, at Maria Mørkøre er byrjað at undir- vísa í málningalist í Hand- arbeiðsskúlanum. Og tað fegnast hann um. Listaskúlin er sum sagt farin í frítíð nú, men byrjað verður aftur í oktober í hús- unum hjá Waagstein. Men spurningurin er so, hvussu longi Listaskúlin sleppur at húsast har. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, helt Flaggdagsrøðuna í Klaksvík sunnu- dagin. Nógv fólk varð savnað í Vágstúni í góðveðrinum FLAGGDAGUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum á odda fór úr Klaksvíksgarðinum klokk- an trý og heim í Vágstún, har Jógvan við Keldu helt røðu. Eisini sungu 17 sang- arar tveir sangir. Jógvan við Keldu nam eitt sindur við søguna hjá Merkinum og legði dent á, hvussu stóran týdning tíggjuára skeiðið 1938 – 1948 var fyri Føroyar og Merkið. Síðani setti hann spurn- ingin, hvussu týdningar- mikið komandi tíggju ára skeið 2004 – 2014 fer at verða. Jógvan segði, at føroy- ingar mugu seta sær mál til tess at fáa Merkið og landið meira sjónligt í heimssam- felagnum. – Síðani kunnu vit spyrja okkum sjálvi: »Røkkur okkara merki nóg langt út í heim«. – Nei her mugu vit ásanna, at tað restar í, og hvør hevur ikki upplivað, sum hevur umboðað land okkara, at Merkið okkara - føroyska flaggið – ikki sást millum hini. Oftast hevur verið átalað við góðum úr- sliti, meðan tíverri onkun- tíð bara tagdu vit, segði Jógvan við Keldu millum annað. Hann vísti somuleiðis á, at føroyingar mugu ikki stara seg blindar á flaggið, men seta spurningin, hvat er aftanfyri og hvørja ávirkan hava vit, har før- oyska flaggið veitrar og fer at veitra í framtíðini. – Latið okkum á hesum flaggdegi 25. apríl 2004 seta okkum nøkur mál bæði tjóðskaparliga og á altjóða støði soleiðis, at tá Merkið okkara veitrar, eru verulig virði aftanfyri, segði landsstýrismaðurin at enda í røðu sínari. Listaskúli óvissa framtíð Listaskúlin í Klaksvík hevur júst havt framsýning, og skeiðið er nú komið at enda í ár. Skúlin er tó í einari lítlari knípu, tí hann hevur ongi føst høli at halda til í Nýggj kafé latin upp í Klaksvík Snotuliga og nýggja kaffi- stovan í KÍ høllini, Kafé KÍ, lat upp sunnudagin, og væl av fólki vitjaðu Mugu seta okkum mál Nógv fólk var til Flaggdagshald í Klaksvík sunnudagin. Uttan iva mundi góða veðrið vera ein orsøk til tað C M Y K 9 8