týsdagur 27. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Nr. 79 - 27. apríl 2004
11
Í dag kemur uppskot løgmanns um føroyska menn-
ingarhjálp til aðalorðaskifti í løgtingi. Tað er í sjálv-
um sær sera positivt, at hetta mál nú kemur til við-
gerðar á tingi. Vit hava á hesum staði fleiri ferðir víst
á, at eitt ríkt land sum Føroyar eiga at lata menning-
arhjálp. Føroyar hava áður latið menningarhjálp,
men hon hevur ikki verið skipað eftir ST enda-
málum. Sameindu Tjóðir hava sett so nevnd Millen-
ium Development Goals (MDG). Hesi mál skulu
verða nádd í seinasta lagi 2015, sigur ST. Her hava
Føroyar við at fara undir skipaða menningarhjálp
eitt einastandandi høvi at markera seg positivt í al-
tjóðasamfelagnum.
Í uppskotinum verður víst ikki minni enn sjey
møguleikar fyri føroyskari menningarhjálp. Hesir
fevna í stuttum um, at menningarhjálpin verður latin
stovnum undir Sameindu Tjóðum til at nýta til ávís
átøk í menningarlondum ella menningarhjálpin
verður latin millumtjóða áhugafelagsskapum til at
nýta til ávís átøk í menningarlondum.Víðari kann
menningarhjálpin verður latin beinleiðis til stað-
bundnar verkætlanir og eitt nú gjøgnum føroyskar
felagsskapir, ið virka á staðnum. Menningarhjálpin
kann verða latin felagsátøkum hjá føroyskum vinnu-
feløgum og vinnufeløgum í ávísum oyggjamenn-
ingarlandi til tess at menna vinnulív tess. Ein annar
møguleiki er, at menningarhjálpin verður latin
felagsátøkum hjá føroysku fyrisitingini og fyrisit-
ingini í ávísum oyggjamenningarlandi fyri at menna
um fyrisiting og lóggávu tess. Endaliga verður víst á
møguleikan, at bráðfeingisneyðhjálp verður latin
við fíggjarnevndarskjali í hvørjum einstøkum føri,
tá á stendur.
Allir hesir møguleikar eru skilagóðir, men tingið
eigur at velja eitt ella tvey alternativ. Tað er givið, at
møguleikin fyri bráfeingishjálp altíð eigur at vera
tøkur. Hetta eiga tingmenn at kunna semjast um
uttan víðari. Hvat hinum møguleikum viðvíkur,
eigur at verða hugsað um, hvat slag av hjálp, ið vit
hava førleikar til at veita. Í hesum høpi er møgu-
leikin við, at føroyskir felagsskapir á staðnum skipa
fyri áhugaverdur, og hetta er eisini galdandi fyri tað
alternativ, ið snýr seg um at knýta menningarhjálp at
føroyskum vinnulívi og føroyskari fyrisiting.
Tað hevur verið nevnt í bløðunum, at vit ikki skulu
geva menningarhjálp, fyrr enn vit hava nøktað
tørvin á íbúðum til breðkað fólk. Her eigur ikki at
vera tala um antin ella men um "bæði og" - í so
ríkum landi skal vera rúmd fyri at hjálpa úti so væl
sum heima. Nú fær almenningurin so at hoyra, hvat
tingmenn hava uppá hjarta. Tað er at vóna, at
uppskotið fer at fáa góða móttøku, og at tingmenn í
góðari semju finna fram til tey alternativ, ið gagna
úti so væl sum heima.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Menningarhjálp til umrøðu
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Føroyar og Danmark eiga
at samstarva á trygdar-
politiska økinum - til gangs
fyri báðar partar.
Løgtingið hevur í vikuni
havt aðalorðaskifti um før-
oyskan
trygdarpolitikk.
Lagt verður upp til, at ein
nýggj samtykt verður sett í
verk, har álagt verður
landsstýrinum at taka neyð-
ug stig til tess at røkja
trygdarpolitisku áhugamál
Føroya.
Men uppskotið til sam-
tyktar nevnir einki um, at
gomlu hernaðarsamtyktir-
nar verða settar úr gildi, og
tað er heldur ikki neyðugt,
tí spurningurin er, um tær
nakrantíð hava havt nakran
veruligan týdning.
Í 1948 samtykti løgtingið
heimastýrislógina, og gav
harvið frá sær heimildirnar
til avgerðarættin á trygdar-
politiska økinum. Men
kortini hevur løgtingið
seinni gjørt sínar egnu sam-
tyktir, ið ikki samsvaraðu
við heimastýrislógina.
Føroyar hava soleiðis sit-
ið á tveimum hestum í
langa tíð, hvar ið vit bæði
vóru við og ímóti felags
trygdarpolitikkinum
hjá
danska ríkinum.
Felagsskapir og eisini
onkur politiskur flokkur
hava í nógv ár mótmælt
radarstøðini á Sornfelli,
men nú tá okkurt bendir á,
at støðin møguliga verður
niðurløgd, mótmæla hesi
somu eisini tí ætlanini.
Sambandsflokkurin hev-
ur í Nýskipanaruppskotin-
um víst á, at ríkisstjórnin
eigur formliga at umsita
trygdarpolitikk
Føroya,
men hetta eigur kortini ikki
at forða fyri, at Føroyar
taka størri ábyrgd á økin-
um.
Tað er at fegnast um, at
nýggja landsstýrið hevur
tikið hetta álvarsmálið upp,
soleiðis at vit fáa størri
ávirkan, greiðar reglur og
gott samstarv til gagns fyri
báðar partar í einum væl-
virkandi ríkisfelagsskapi.
Heidi Petersen
Løgtingskvinna
Undirritaða vil við hesum
heita á allar avvarðandi
myndugleikar, lands, inn-
lendismálaráðið, og komm-
unalar, Skálavíkar komm-
una, eins og Føroya Arbeið-
arafelag og Føroya Ar-
beiðsgevarafelag, um sum
skjótast at taka málið við-
víkjandi útlendsku arbeiðs-
megini í Skálvík upp til
viðgerðar.
Sum
framgongur
av
grein í Dimmalætting 23.
apríl 2004, er greitt, at
støðan hjá hesum arbeiðs-
fólki er út av lagið vánalig,
og kann hetta undir ongum
umstøðum góðtakast fyri
nøkur menniskju í Føroy-
um ár 2004. Treytirnar før-
oyska samfelagið bjóðar
hesum fólkum at liva undir,
eru í allar mátar ótolandi,
bæði tí tær eru óvirðiligar
fyri tey sum menniskju,
men eisini tí hetta mest av
øllum líkist einum lemjandi
trælahaldi.
Tí er sera umráðandi at
viðurskiftini hjá fremm-
andu arbeiðsfólkunum í
Skálvík, alt fyri eitt verða
viðgjørd og støða teirra
lagað soleiðis, at tey fáa
fyri menniskju virðiligar
umstøður at liva og virka
undir, og fyri føroyska sam-
felagið, tað viðferð og
virðing sum sømir seg at
vísa fremmandafólki. Hetta
eigur at gerast á ein slíkan
hátt, at vit sum tjóð kunnu
vera errin av, hvussu okk-
ara fremmandafólk vera
viðfarin.
Lyklaorðið er samstarv
Áheitan
Sofs æv Goilagære
oin loirvísjingor
Negn hevor í soinasne vere
skriva og tosa umm tæ før-
iska skriftmále, o floire
vilja hæva tæ hammers-
haimbsko stævsedindjinna
broitta til oitt moira læalitt
skriftmál.
Ødl mál broidast vi tíjene
o oia æt endeskoast frá tí til
æra.
Spurningrin
e
bæra,
kvønn veg si skullo færa -
umm vi skullo tilæa skrift-
mále te tælemále idla øvutt.
O naste spurningr vere so,
kvør vande er í kvørjun,
men tæ atle e mær ittje æt
ummrøa.
Vi gomlo, í lærdo tæ før-
iska
hammershaimbska
skriftmále í badnaskúlan-
um æv lærarun, í vóro ernir
æv æ vit otto oitt vækurt
skriftmál, færa æ finna oitt
moira
tilæa-te-tælemále
skriftmál ljódare enn tæ
núverande, menn tæ er oin
smag sæk, o vit ero jú
vornir stirnir o attorhald-
ande á mongum øtjum, so
tæ eru ittje vit, í oia æ
ævdjera tæ, menn tær atti-
nar, summ koma attaná
okkun o skullo brúka mále
í tí dagglia.
Tæ, summ ette mínare
moining er æv støsta tíd-
nindje, er æa tæ føriska
mále veror varvoitt á onk-
ran hott o ittje sindrast o
kvørvor burtur í ørun mál-
un, solois æ vi tumm nøkor
ár ittje hæve okkara egna
mál her á landi longr, sum
onkor málfrøjingor stúre
fire, tí tæ veror kvørtje
frøje ella frøje í Førjun, tá
vit hæva mist hendan okk-
ara tídningamikla tjóvar-
identitetin og færa de døm-
is at tosa o skriva dankst -
do ve! Idla amerikanskt - jú
nó! Bøtt lø kvessjon renn
ókors uudd sørinli bi iff júr
inglisj titsjørr kenn ekksept
júr stævseding.
Tæ vær áloi solois e
mointe da - menn sæma
djer.
Tó, í mínare ver er mítt
bigdamál oit tæ besta æ
sjora oitt nítt førist skrift-
mál ettir, o hesun kann
ondjin rattor føringur vera
ósamdor vi mær í.
Æ skriva førist er ondjin sæk
– tæ kunn ødl, summ vilja
TÍÐINDASKRIV
Útisetakórið Mpiri fer í
summarhálvuni á konsert-
ferð í Danmark, Týsklandi,
Svøríki
og
Finnlandi.
Fyrsta konsertin verður í
Rundatorni mitt í Keyp-
mannahavn mikukvøldið
28. apríl kl. 20.
Mpiri er eitt lítið føroyskt
kamarkór í Keypmanna-
havn, ið er samansett av 13
útisetum í býnum. Tað
hevur verið til í 6 ár og
hevur hesi árini verið sera
virkið. Skipaði millum
annað fyri stóru Norðurat-
lantisku
Kórstevnuni
(www.nakf.dk) í 1999 fyri
føroysk, íslendsk og grøn-
lendsk útisetakór í Dan-
mark. Í 2000 tók Sunleif
Rasmussen við leiðsluni av
kórinum, og Mpiri fór tað
árið á konsertferð til Før-
oya. Árið eftir varð kórið
boðið at luttaka á fyrstu
Listastevnuni í Norður-
landahúsinum. Og í 2002
stóð ein umfatandi konsert-
ferð á skránni, ið fevndi um
londini: Danmark, Føroyar,
Ísland og Svøríki.
Eftir at Sunleif Rasmus-
sen í 2002 flutti aftur til
Føroya, hevur kórið fingið
nýggjan kórleiðara. Tað er
danin Gorm Larsen, ið er
úbúgvin kór- og orkestur-
leiðari á Kongaliga Danska
Tónleikakonservatoriinum.
Hann hevur eisini lært á
Royal College of Music í
London og lisið Tónleika-
vísund á Universitetinum í
Århus.
Frumframførslur
Eyðkenni kórsins er, at tað
serliga leggur seg eftir at
syngja nýggjan føroyskan
tónleik. Tí hevur kórið hesi
árini bílagt og frumfram-
ført hópin av nýskrivaðum
føroyskum tónleiki eftir
millum onnur Kára Bæk,
Tróndi Bogasyni og Paula í
Sandagerði. Á konsertini í
Rundatorni 28/04 verða
nýggju verkini: 'Sonurin'
eftir Tróndi Bogasyni til
tekst hjá Tóroddi Poulsen
og '4 element' hjá Kristiani
Blak, ið verður sungið utt-
an orð, framførd á fyrsta
sinni.
Temað á konsertferðini er
júst gamla uppbýtingin av
náttúruni í 4 grundelement-
ini: Vatn, mold, luft og eld.
Verkini eru øll bíløgd ella
vald út eftir hesum evnun-
um. Td. syngur kórið 3 verk
hjá Vagn Holmboe til
náttúruyrkingar hjá Willi-
ami Heinesen og 3 hjá
Sunleivi Rasmussen, ið
eisini byggja á yrkingar, ið
snúgva seg um náttúruna
og tey fýra elementini. Um-
framt nýggja tónleikin eru
eisini ensk verk úr rene-
sansuni á skránni.
Lesið meira um kórið á
heimasíðuni
www.mpiri.org
Konsertferðin
28/04 kl. 20.00 í Runda-
torni (Købmagergade 52A,
1150 København K)
07/05 kl. 18.30 á Norð-
atlansbryggjuni í sambandi
við NAKF (www.nakf.dk)
11. & 12/06 fleiri fram-
førslur í Suðurslesvig
(Týsklandi)
September: Konsert í Lund
(Svøríki)
Oktober: Konsertir í
Porvoo, Turku og
Uusikaupunki (Finnland)
Jacob Vestergaard
Hergeir Nielsen tók ikki
ráð míni til eftirtektar. Í
staðin fyri at leggja frá sær
persónligt briksl, og taka
tøk saman við hinum løg-
tingsumboðunum og øðr-
um góðum kreftum í Suð-
uroynni, heldur hann áfram
við persónligum briksli, og
vendur veruliga ranguna út
í síni seinastu viðmerking-
um.
Tað er sjálvtsagt sárt, tá
eins persónligu politisku
áhugamál verða avdúkað
og detta niðurfyri, men tað
er altíð rættast at taka í
egnan barm, í staðin fyri at
geva øðrum skyldina fyri
egnan kleyvaskap.
Nei Hergeir Nielsen,
kommunalt
samstarv
í
Suðuroynni eigur at spretta
millum kommunurnar í
Suðuroynni, og ikki millum
einstakar
kommunur
í
Suðuroynni og ráðharra-
stovur í Havn.
Tað er sjálvtsagt ikki av-
gerandi, hvør kemur við
hugskotinum ella ætlanini,
men tað er altíð skilagott at
spyrja teir, sum skulu verða
við í ætlanini, hvat teir
halda, áðrenn skjøtul verð-
ur settur á, í staðin fyri at
koma við tí lidnu loysnini
og so finna útav, at tað ein
hevði arbeitt við, ikki hevði
undirtøku millum teir, sum
skuldu bera ætlanini uppi
fíggjarliga.
Í staðin fyri at komi við
teirri lidnu loysnini, átti
fyrsta stigið at verið, at reist
málið um meginbókasavn
millum kommunurnar í
Suðuroynni.
Í einum kommunalum
samstarvi rinda kommun-
urnar vanliga íløgur og
rakstur í felag eftir fólkatali
og/ella inntøku. Í býtinum
av útreiðslunum til ætlaða
meginbókasavnið, sæst at
málið
hevði
slagsíðu.
Sjálvsagt
skuldi
Vágs
kommuna ikki goldið meir
enn hinar kommunurnar,
um talan veruliga var um
eitt kommunalt samstarv.
Um ætlanin veruliga var
at gera framtøk fyri Suður-
oynna, hevði landið átikið
sær uppgávuna at gera
meginbókasavn í Suður-
oynni, og ikki lagt ætlanina
á
kommunurnar,
ímóti
teirra vilja.
Hergeir Nielsen blandar
tingini saman. Jacob Vest-
ergaard hevur ikki, hvørki
sum formaður í Føroya
Kommunufelag ella borg-
arstjóri í Sumbiar komm-
unu, arbeitt ímóti nakrari
løgtingssamtykt um mið-
námsskúla í Vági.
Tá lógaruppskotið um
miðnámsskúla í Suður-
oynni var fyrireikað, var Ja-
cob Vestergaard landsstýr-
ismaður. Hergeir Nielsen
veit, ella átti at vita, at
Jacob Vestergaard, sum
landsstýrismaður, tók undir
við uppskotinum um løg-
tingslóg um miðnámsskúla
í Suðuroynni, tá tað var fyri
á landsstýrisfundi, áðrenn
tað var borið í Løgtingið.
Tá Mentamálaráðið fyri-
reikaði bókasavnslógina,
gjørdi eg vart við, sum for-
maður í Føroya Kommunu-
felag, at lógin var í ansøgn
til politikkin hjá lands-
stýrinum, og mælti til at
broyta uppskotið, so landið
átók sær uppgávuna at gera
meginbókasøvn.
Sum borgarstjóri í Sum-
biar kommunu møtti er á
teimum fundum, eg var
boðin til, har eg, mótsatt tí,
sum Hergeir Nielsen førur
fram, greitt segði frá mínari
støðu til málið um ætlaða
meginbókasavnið, og til
nýtta framferðarháttin. Mín
støða hevur alla tíðina verið
væl kend.
Somuleiðis blandar Her-
geir Nielsen støðu mína til
ætlaða meginbókasavnið
saman við byggingini av
miðnámsskúlanum. Burtur-
sæð frá viðgerðini í lands-
stýrinum, havi eg ikki lut-
tikið í kjakinum um bygg-
ina av miðnámsskúlanum í
Suðuroynni.
Hergeir Nielsen skuldi
tikið av, tá hann hevði
møguleikan. Teir høvdu
stórar ætlanir, sigur Hergeir
Nielsen, hví framdu teir so
ikki hesar ætlanir, tá teir
høvdu møguleikan.
Tað er altíð lætt at hava
stórar ætlanir, serliga tá
aðrir skulu gjalda, men tað
skal hegni til at fremja
ætlaninar í verki. Vit kunnu
í dag bert staðfesta, at teir
høvdu ikki neyðuga hegnið
til at fremja ætlanina við
miðnámsskúlanum í Suður-
oynni.
Aðrir hava nú tikið yvir,
og fara at fremja ætlanina
við
miðnámsskúlanum,
umframt aðrar ætlanir fyri
Suðuroynna.
Miðnáms-
skúlin verður avgjørt eitt
aktiv fyri Suðuroynna og
ungdómin í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen tilleggur
meginbókasavninum størri
týdning enn tað hevur. Tað
kemur sjálvtsagt ikki at
ávirka nýtsluna av skúlan-
um, at ætlanin við megin-
bókasavninum er slept, tí
miðnámsskúlin eigur at fáa
sítt egna nýmótans bóka-
savn.
Nei, Hergeir Nielsen,
Jacob Vestergaard sigur
ikki ósatt. Á fyrsta fundin-
um eg var á, vóru tríggir av
lærarunum, sum tóku orið,
ímóti ætlanini at blandað
ætlaða meginbókasavnið
uppí byggingina av mið-
námsskúlanum.
Tann eini lærarin, sum
Hergeir Nielsen vísur á,
hevur ikki broytt støðu,
men hevur eins greiða
støðu til málið í dag, sum tá
málið kom fram.
Fundarfrágreiðingarnar
frá lærararáðnum, sum
Hergeir Nielsen kann biðja
um at fáa innlit í, um tað
hevur hansara áhuga, vísa
greitt, at undirritaði ikki
sigur ósatt.
Støðan hjá ávísum lærar-
um ella lærararáðnum hava
tó ikki ávirka mína støðu-
takan, men vísur greitt,
hvussu handfaringin av
málinum hevur verið.
Eitt breitt kjak um mið-
námsskúlan
og
megin-
bókasavnið millum suður-
oyingar, brúkararnar av
miðnámsskúlanum og ung-
dómin í Suðuroynni, áðr-
enn støða var tikin, hevði
gagnað málinum betur, enn
egin politisk áhugamál.
Jacob Vestergaard hevur
ongantíð verið ímóti Vágs
kommunu, ella nakrari
aðrari kommunu í Suður-
oynni. Tvørtur ímóti havi
eg altíð tala fyri øktum
kommunalum samstarvi í
Suðuroynni.
Vit hava júst tikið stig til,
saman við Hovs, Porkeris
og Vágs kommunu, at betra
munandi um tilbúgvingina
í kommununum, við at
keypa nýmótans brandbil,
sum kemur til landið í
næsta mánað.
Fyri meg hevur tað ong-
antíð havt nakran sum helst
týdning hvar í Suðuroynni
átøkini verða framd, sum
tað vísur seg at hava fyri
Hergeri Nielsen.
Tað er ikki spurningurin
um at "kunna verða nakran
fyriuttan", sum Hergeri
Nielsen tekur til. Vit hava
øll brúk fyri hvørjum øðr-
um, og kunnu ikki verða
nakran borgara í Suður-
oynni fyriuttan.
Tað er tí sera umráðandi,
Hergeir Nielsen, at vit í
Suðuroynni standa saman,
sum ein maður, og í felag
virka fyri at menna alla
oynna, frá Sumba til Sand-
vík, og ikki stara okkum
blind uppá ávís pláss í Suð-
uroynni.
Bert á tann hátt verða vit
før fyri at menna okkum
ájavnt við restina av landin-
um.
VIÐMERKINGAR
Meginbókasavn og miðnámsskúli í Suðuroynni einaferð enn
Norðurlendsk konsertferð hjá kórinum Mpiri
C
M
Y
K
11
10