týsdagur 27. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Nr. 79 - 27. apríl 2004
13
UTTAN ÚR HEIMI
Tók ikki av hjálp
Síðani
ta
ógvusligu
spreingingina í síðstu
viku hevur Norðurkorea
fingið hjálp úr fleiri
londum og frá fleiri al-
tjóða felagsskapum.
N o r ð u r ko r e a n s k u
myndugleikarnir
hava
tikið av hjálp úr øllum
heraðshornum, men teir
hava gjørt greitt, at teir
vilja ikki hava hjálp frá
grannalandinum Suður-
korea. Reyði Krossur í
Suðurkorea hevði boðið
sæt til at veita hjálp fyri
einar seks milliónir krón-
ur, men ein fundur við
teir
norðurkoreansku
myndugleikarnmar um
hjálpina endaði úrslita-
leysur. Tí var hjálpin av
ongum.
Harafturímóti
hevur
Norðurkorea tikið av
einum tilboði um hjálp
úr Kina, sum eisini er
grannaland hjá Norður-
korea. Fleiri kinesiskir
lastbilar við hjálparút-
gerð hava verið í Norður-
korea, og læknar og yms-
ir serfrøðingar úr Kina
eru eisini farnir um
markið at veita hjálp,
skrivar Reuters. Sambært
norðurkoreansku mynd-
ugleikunum doyðu 161
fólk í spreingingini, og
umleið
1.300
fingu
skaða.
Dámar ikki sviar
Tað var týðiligt, at ameri-
kanska stjórnin og ovast-
in hjá ST-vápnaeftirlits-
monnunum í Irak, Hans
Blix, sótu ikki serliga
væl um sátt, og nú av-
dúkar tann kendi blað-
maðurin og rithøvund-
urin Bob Woodwaard
orsøkina.
Í nýggju bókini "Plan
of Attack" skrivar Bob
Woodward, at ein av
ráðgevunum hjá George
W. Bush, forseta helt lítið
um Hans Blix. Ráðgevin,
sum eitur Karl Rove, er
av norskari ætt, og tey
søguligu
viðurskiftini
ímillum Noreg og Svø-
ríki
skuldu
sambært
Woodward vera orsøkin
til, at Karl Rove hevði
ikki álit á svium, og at
hann helt lítið um Hans
Blix.
Norskir diplomatar í
USA ivast í hesari frá-
greiðingini. Teir halda
ikki, at Karl Rove hevur
nýtt tey gomlu søguligu
viðurskiftini
ímillum
norðmenn og sviar í sín-
um arbeiði í Hvítu Hús-
unum.
Tveittu egg
eftir Le Pen
Tann víðgongdi franski
høgrapolitikarin
Jean-
Marie Le Pen fekk eina
sera kaldliga móttøku, tá
hann sunnudagin var í
Bretlandi og vitjaði.
Ørindini hjá Le Pen
vóru at tosa við tann
bretska tjóðskaparflokk-
in British National Party,
sum fyrireikar seg til
valið til ES-tingið seinni
í ár. Fundurin teirra mill-
um var í Manchester.
Uttan fyri hotellið gingu
fólk
mótmælisgongu
ímóti Le Pen og BNP, og
tá franski floksformað-
urin fór av hotellinum,
tveittu mótmælisfólkini
egg og annað eftir hon-
um.
Jean-Marie Le Pen lat
seg ikki ávirka av mót-
mælunum. Hann segði
seg vóna, at British
National Party fær fleiri
umboð í ES-tingið, so
tað fer at bera til at skipa
ein sterkan tjóðskapar-
sinnaðan bólk í ES-
tinginum.
Skiftir verja
Amerikanska tónleika-
stjørnan Michael Jack-
son varð í síðstu viku
ákærdur fyri at hava mis-
nýtt børn kynsliga. Hann
skal møta í rættinum
tann 30. apríl, og hann
hevur longu boðað frá, at
hann fer at boða frá, at
hann er ósekur.
Síðani løgreglan Santa
Barbara
í
Kalifornia
legði Michael jackson
undir at hava misnýtt
børn kynsliga, hevur
hann hann sakførararnar
Mark Geragos og Benja-
min Bafimm at verja seg,
men sunnudagin kunn-
gjørdi hann, at hann hev-
ur koyrt teir frá, og at
hann hevur fingið sær
annan verja. Tað er
Thomas Mesereau, sum
er ein tann best kendi
verjusakførarin í USA.
Løgreglan
í
Santa
Barbara hevur fyribils
ákært Michael Jackson
fyri at hava misnýtt tann
tólv ára gamla Gavin
Arvizo kynsliga. Hann
og ein yngri bróður hans-
ara hava greitt løgregluni
frá, at Michael Jackson
misnýtti teir. Ameri-
kanskir fjølmiðlar siga,
at teir báðir dreingirnir
fara at fáa stórt endur-
gjald, verður Michael
Jackson dømdur sekur í
kynsligari misnýtslu.
Tær nýggju fartele-
fonirnar, sum kunnu
taka myndir, eru
vorðnar eitt sera hent
amboð hjá løgregluni
at avdúka brotsmenn
LØGREGLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fartelefonin er vorðin ein
sera góð hjálp hjá donsku
løgregluni, tá tað ræður um
at avdúka brotsmenn, og
løgreglan roknar við, at tær
nýggju fartelefonirnar, sum
kunnu taka myndir, fara at
gera tað uppaftur lættari at
fáa fatur á brotsmonnum í
framtíðini,
skrivar
Jyl-
landsposturin.
Per Larsen, sum er krimi-
nalinspektørur hjá løgregl-
uni í Keypmannahavn, sig-
ur, at løgreglan fær nógvar
fráboðanir frá fólki, sum
hava fartelefon, og sum
hava sæð eitt ella annað
brotsverk, og hann mælir
nú fólki til at taka eina
mynd av sjálvum brots-
verkinum, hava tey eina
slíka fartelefon.
- Vit hava mælt fólki til at
ringja til okkara, síggja tey
eitt ella annað brotsverk, og
hví ikki eisini mæla teim-
um til at trýsta á knøttin, so
telefonin tekur eina mynd?
Tað hevði verið óført,
høvdu vit fingið fólk til at
nýta myndatólið, tá tey
síggja ein tjóv, ein álops-
mann ella okkurt herverk,
sigur Per Larsen.
Á løgreglustøðini í Aar-
hus hava tey somu áskoðan.
Allan Lind, kriminalovasti,
sigur við Jyllandspostin, at
har hevur løgreglan fingið
nógv burturúr, at fólk
ganga við fartelefon uppi á
sær, og at tey tí hava møgu-
leikar at boða løgregluni
frá onkrum ólógligum, sum
tey síggja. Hann vísir á, at
tað hendir ofta, at bilar hjá
løgregluni fáa boð um at
venda og at fara onkra
aðrastaðni, tí onkur við
einari fartelefon hevur ringt
og boðað frá onkrum.
Síðani fartelefonirnar við
myndatóli komu á markn-
aðin, hevur dúgliga verið
tosað um, at tær kunnu
misnýtast, men sambært
donsku løgregluni kunnu
tær eisini vera sera hentar.
Heimsheilsustovnuri
n WHO stúrir fyri
gongdini, nú lungna-
sjúkan SARS aftur er
staðfest í Kina
SARS
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað hevur elvt til stúran hjá
WHO, at teir kinesisku
myndugleikarnir
hava
váttað, at tvey fólk hara
hava fingið lungnasjúkuna
SARS, og at seks onnur
hava sjúkueyðkenni, sum
minna um sjúkuna.
Leiðarin á WHO-deildini
í Asia, Shigeru Omi, segði í
gjár, at sjálvt um teir báðir
tilburðirnir ikki beinleiðis
eru ein heilsuvandi, er tað
neyðugt at fylgja gongdini
meiri neyvt, enn gjørt varð,
tá sjúkan tók seg upp í fjør.
Hann vísti á, at teir kines-
isku heilsumyndugleikarnir
hava illgruna um, at eitt
fólk er deytt av SARS fyrr í
ár, og at virusið møguliga
er meiri mótstøðuført nú,
enn tað var av fyrstan tíð.
Í síðstu viku váttaðu
myndugleikarnir í Beijing,
at ein 20 ára gamal sjúkra-
røktarfrøðingur í høvuðs-
staðnum og ein 26 ára gam-
al studentur í landslutinum
Anhui eru deyð av SARS.
Studenturin
arbeiddi
á
einari
rannsóknarstovu,
sum millum annað fæst við
at
kanna
SARS-virus.
Sjúkrarøktarfrøðingurin ar-
beiddi á einum sjúkrahúsi í
Beijing.
Mamma tann 26 ára
gamla studentin doyði tann
19. apríl, og kinesisku
myndugleikarnir hava ill-
gruna um, at hon doyði av
lungnasjúkuni. Illgruni er
eisini um, at sjúkan kann
hava breitt seg til fleiri
skyldfólk hjá tí 26 ára
gamla.
Sambært Shigeru Omi
hevur ein 31 ára gamal
lækni, sum arbeiddi á somu
rannsóknarstovu sum stu-
denturin, eftir øllum at
døma fingið smittuna.
Nýggir SARS-tilburðir
elva til stúran
Fartelefonir
avdúka
brotsmenn
Fartelefonin
hjálpir løgregluni
at avdúka nógv
brotsverk
Minst tvey fólk í Kina eru deyð av SARS, og illgruni er um, at fleiri kunnu hava fingið sjúkuna
Mynd: Reuters
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 24. apríl 2004
fingu tveir bilsmiðir hand-
að prógv á Tekniska Skúla í
Havn. Teir vóru: Tórolvur
Samuelsen, Tórshavn, sum
hevur staðið í læru hjá P/f
Reyni Service í Hoyvík, og
René Tórgarð, sum hevur
staðið í læru hjá Ivan Jo-
hansen Bilum Havn.
Sum viðurkenning fekk
Tórolvur Samuelsen máti-
tól frá P/F Wenzel og René
Tórgarð fekk mátitól frá
Reyni Service.
Tórolvur Samuelsen og René
Tórgarð fingu fríggjadagin
handað prógv sum bilsmiðir
Mynd: Álvur Haraldsen
Tekniski Skúlin í Tórshavn:
Tveir bilsmiðir fingið prógv handað
Dagurin
27. apríl. Ánanias, deyður í 375. Kristin munkur,
sum varð tikin av døgum í Persiu. Summir halda, at
her er talan um Ánanias, sum er umtalaður í Ápostla-
søguni 9, 10-19.
Fríðrikur Petersen doyði hendan dagin í 1917.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða mamma, omma og systir okkara
Jonny Poulsen
Sandavági
andaðist og varð jarðað.
Eina stóra tøkk til David Johannesen, prest,
fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum,
sum lótu eina gávu til Sandavágs Kirkju.
Somuleiðis eina tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjalmar, Maud, Maja og systrarnar
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum at kæra
mamma, vermóðir og omma
Emma Kruse
f. Poulsen – ættað av Vatnsoyrum
andaðist á Ellisheiminum leygarmorgunin 24. apríl,
90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
týsdagin 27. apríl kl. 13.00.
Poul Einar, Una og Kristian
Tey, ið ynskja at minnast Emmu kunnu lata eina peningagávu til
Barnalegurnar í Grønlandi – konto í Føroya Banka.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá pápi okkara
Egon Lorenzen
Sandavági
andaðist og fór til gravar.
Eina stóra tøkk til Ingu Poulsen Dam, prest, fyri góð
og troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Børnini
Fríggjadagin 24. apríl
var móttøka á Par-
nassinum á Hotel
Hafnia í sambandi
við stjóraskifti í P/F
Fjarhitafelagnum.
Hans Christian Dam
hevur tikið við sum
stjóri eftir Jóannes
Hansen, ið hevur røkt
hetta starv síðan 1990
Felagið bleiv stovnað av
Tórshavanar Kommunu og
SEV í 1988. Endamálið við
felagnum er at veita fjarhita
í Tórshavnar Kommunu og
at gagnnýta avlopshitan frá
Kommunalu Brennistøðini
á Hjalla og elverkinum á
Sundi. Í løtuni hevur Fjar-
hitafelagið 450 brúkarar,
sum fyri tað mesta eru
húsarhald í Hoyvíkshagan-
um. Nettosølan hjá felag-
num er 3,6 milliónir krónur
árliga.
Jóannes Hansen í Havn
tók við sum stjóri í felag-
num í 1990. Jóannes er ætt-
aður úr Søldarfirði, hann er
útbúgvin maskinverkfrøð-
ingur við skipasmíð sum
sergrein, og arbeiddi við
fjarhita í Danmark, áðrenn
hann fekk starv hjá Det
Norske Veritas í 1965.
Hann arbeiddi í Danmark,
til teir fingu sína egnu
skrivstovu í Føroyum í
1968. Tá bleiv hann leiðari
hjá Det Norske Veritas í
Føroyum. Hetta starv røkti
hann, til hann tók við sum
stjóri í fjarhitafelagnum.
Hann var formaður í Orku-
ráðnum frá 1979, til ráðið
bleiv tikið av fyrst í 90-
unum. Jóannes er 68 ára
gamal, nú hann leggur frá
sær.
1. mars 2004 tók Hans
Christian Dam í Havn við
sum stjóri í P/F Fjarhita-
felagnum.
Hans Christian er 44 ára
gamal og havnarmaður.
Hann er útbúgvin sum bil-
mekanikari, maskinmeist-
ari og maskinverkfrøðing-
ur.
Eftir at hann varð út-
búgvin sum maskinverk-
frøðingur í Odense, ar-
beiddi hann frá 1989-91
arbeiddi sum verkfrøðingur
hjá ráðgevandi verkfrøð-
ingafelagnum, Rambøll, í
Keypmannahavn, har hann
serliga arbeiddi innan fjar-
hita.
Hann hevur arbeitt sum
maskinmeistari hjá SEV, og
sum lærari á maskindeldini
og økisleiðari á Tekniska
Skúla í Havn.
Eitt skifti í 1999/2000
arbeiddi hann sum verk-
frøðingur hjá Tórshavnar
Skipasmiðju.
Síðan oktober 2002 hev-
ur hann arbeitt sum verk-
frøðingur hjá Fjarhitafe-
lagnum.
Stjórin í Fjarhitafelag-
num hevur um hendi dag-
ligu leiðsluna av felagnum
og skal saman við starvs-
fólkunum skipa fyri nýgerð
og rakstri av felagnum um-
framt dagligu fyrisitingina.
Somuleiðis skal stjórin taka
lut á nevndarfundum og
samstarva við formann
felagsins.
P/F Fjarhitafelagið:
Móttøka í sambandi við stjóraskifti
Fráfarni stjórin, Jóannes Hansen, og nýggi stjórin, Hans Christian Dam, á móttøkuni á Hotel
Hafnia fríggjadagin
Mynd: Magnus Gunnarsson
C
M
Y
K
13
12