Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 27. apríl 2004 15 14 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Strævið og áhugavert KT-stjórin á Faro- dane, Rolf Herup Olsen, heldur, at KT- stevnan átti at verið hildin á triðja hvørj- um ári, tí hon fer við nógvari orku KT-STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Norðurlandahúsið, fríggjadagin – KT-stevnan átti at verið hildin triðja hvørt ár, heldur enn á øðrum hvørjum ári. Vit hava nógv at gera frammanundan, og ein slík stevna krevur nógva fyrireiking, sigur KT- stjórin á Farodane, Rolf Herup Olsen Farodane raðfestir KT- stevnuna høgt, og fyritøkan hevur fyrireikað seg væl til stevnuna í ár. Drúgvu fyrireikingarnar síggjast eisini aftur. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at básurin hjá Farodane er millum teir snøggastu á KT-stevnuni. – Stevnan er eitt frálíkt átak. Tað er strævið at lut- taka, men sanniliga eisini áhugavert, tí sum virkið fært tú nógv burturúr, sigur Rolf Herup Olsen Stjórin á Hansoft, Esbern Hansen, sigur, at KT-stevnan er eitt frálíkt høvi hjá smærru fyritøk- unum at vísa seg fram. Hann sigur seg vóna, at Hansoft fær onkra uppgávu eftir KT-stevnuna KT-STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Norðurlandahúsið, fríggjadagin: Ein av smærru fyritøkun- um á KT-stevnuni er Han- soft. Hansoft er úr Klaks- vík og fýra fólk mynda fyritøkuna. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir einamest um "menning" dátugrunn- um. Esbern Hansen er stjóri á Hansoft og hann letur væl at úrslitinum hjá Han- soft á KT-stevnuni. Hann greiðir frá, at fyritøkan hevur fingið fleiri fyri- spurningar og hóast einki ítøkiligt er spurt burturúr, hevur stjórin á Hansoft góðar vónir um, at onkur uppgáva skal fella Hansoft í lut eftir KT-stevnuna. – Tað verður ikki fyrr enn í komandi viku, at vit við vissu kunnu siga, at vit hava fingið onkra upp- gávu, men eg havi góðar vónir, sigur Esbern Hansen Frálíkt høvi Esbern Hansen heldur, at KT-stevnan hevur stóran týdning fyri eina fyritøku sum Hansoft. – Nú eru vit ein lítil fyri- tøka og tað eru nógv, sum ikki vita av okkum. Ein slík stevna er eitt frálíkt høvi at gera vart við seg. Skalt tú gera tær vónir um at veksa sum fyritøka, og tað vilja vit, so ert tú noyddur at luttaka á slíkari stevnu, sigur Esbern Han- sen. Stjórin á Hansoft greiðir frá, at umboðini fyri Han- soft hava nýtt stevnuna til at fáa samband við aðrar KT-fyritøkur, og fregnast um, hvat tær fáast við. – Vit hava møguleika at kanna, hvat hinar fyritøk- urnar duga betur enn vit og hvat vit duga betur enn tær. Á stevnuni hava vit verið í samband við nógv fólk í vinnuni og tað er rættiliga gevandi, vísir Esbern Hansen á Stjórin á Sansum, Høgni Rasmussen letur væl at úrslitin- um av KT-stevnuni. Sansir hevur bæði gjørt vart við seg á KT-økinum og onkur avtala er eisini komin undir land KT-STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Norðurlandahúsið, fríggjadagin Fyri góðum trimum árum síðan fór samskiftisvirkið, Sansir, undir at menna sína egnu heimasíðuskipan. Á Sansum eru tey errin av heimasíðuskipanini og uppgávan á KT-stevnuni hjá stjóranum á Sansum, Høgna Rasmussen, er greið: Hann skal gera teimum vitjandi greitt, at Sansir hevur eina fram- komna heimasíðuskipan, sum ikki eigur at fara aftur við borðinum. Sansir og Høgni Ras- mussen hava eftir øllum at døma gjørt heimaarbeiðið til lítar. Stutt fyri, at KT- stevnan er av seinnapartin fríggjadagin, kann hann errin greiða frá, at eitt av endamálunum á stevnuni er rokkið: Sansir í hevur fingið í lag avtalu um at gera heimasíður fyri einstøk virkir. Væl vitjað Sansir byrjaði sum ein lýs- ingafyritøka í 1997. Við tíðini hevur virksemi ment seg til aðrar partar og í dag kallar Sansir seg fyri eitt samskiftisvirki. Hetta er fyrstu ferð, at Sansir luttekur á KT-stevnu og Høgni Rasmussen letur væl at. – Hetta er ein góður møguleiki at vísa fólki, at Sansir eisini hevur nakað at bjóða á KT-økinum. Vit hava tosað nógv við fólk í vinnuni og vit hava eisini havt nógvar gestir hesar báðar dagarnar, so eg eri væl nøgdur, sigur stjórin á Sansum. Høgni Rasmussen greiðir frá, at Sansir hava sett nógva orku av til KT- stevnuna í ár. -Vit hava gjørt faldarar til tey vitjandi. Vit hava eisini hildið fyrilestrar um okkara heimasíðuskipan, so nakað av tíð er farin til fyrireiking, sigur stjórin á Sansum at enda. Endamálið rokkið Stjórin á Sansum kann errin greiða frá, at Sansir hevur fingið avtalu í lag um at gera heimasíður fyri nøkur virkir Mynd: Jens Kristian Vang Stjórin á klaksvíkarfyritøkuni, Hansoft, vónar, at onkur uppgáva fer at fella í teirra lut eftir KT-stevnuna Mynd: Jens Kristian Vang Klaksvíkingar vísa seg fram Broytt mið Tað er aðru ferð, at Faro- dane tekur lut á KT-stevn- uni. Fyri tveimum árum síðan legði Farodane dent á sonevndu harðu vørurnar sum telduútbúna og annað. Hesaferð hevur Farodane valt at raðfesta øðrvísi. – Sum virkið fevna vit breitt og tað ber ikki til at hava alt við á eini slíkari stevnu. Hesaferð hava vit lagt okkum eftir software, og tað vísir seg at verða eitt rætt val, tí nógv fólk hava vitjað okkum, sigur KT- stjórin á Farodane Rolf Herup Olsen heldur, at KT-stevnan í ár er betur eydnað enn fyri tveimum síðan. – Seinastu ferð manglaði fokus. Hesaferð hava fyrireikingarnir lagt seg eftir vinnuni og tað er av- gjørt ein broyting til tað betra, vísir Rolf Herup Olsen á. Fleiri fyrispurningar Spurdur, um Farodane hev- ur fingið nakrar ítøkiligar fyrispurningar á stevnuni, svarar KT-stjórin á Farodane, at fleiri hava vent sær til Farodane, men enn er ov tíðliga at siga um nakað ítøkiligt spyrt burturúr. – Vit hava havt nógvar fyrispurningar. Nærum allir fyrispurningar hava verið reellir og serøsir og tað er avgjørt at fegnast um, sigur Rolf Herup Olsen at enda. KT-stjórin á Farodane, Rolf Herup Olsen, heldur, at KT-stevnan skuldi verið hildin á triðja hvørjum ári. Mynd: Jens Kristian Vang Fyrireikararnir fegnast um góðu undirtøkuna Formaðurin í KT- felagnum, Robert Vilhelmsen, sigur, at góð 800 fólk vitjaðu KT-stevnuna í ár. Frálíku fyrilestrar- haldararnir gjørdu sítt til, at nógv fólk vitjaðu stevnuna KT-STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Vit eru ótrúliga væl nøgdir við stevnuna í ár. Vit høvdu nakrar frálíkar fyrilestrarhaldarar og nógv fólk hava vitjað stevnuna, greiðir formað- urin í KT-felagnum, Ro- bert Vilhelmsen frá. KT-felagið skipaði fyri stevnuni, sum verður hild- in á øðrum hvørjum ári. Í ár høvdu fyrireikarar- nir lagt seg eftir at fáa so dugnaligar fyrilestrarhald- arar sum gjørligt, og tað munaði væl. Bæði Carsten Graff og Preben Meyer savnaðu eina stúgvandi fulla útvarpshøll við hug- takandi fyrilestrum. – Vit høvdu sett nøsina upp eftir 650 til 700 gest- um, men eg vil meta, at eini 800 fólk hava vitjað KT-stevnuni í ár, og tað er einastandandi, vísir Ro- bert Vilhelmsen á. Røtt broyting KT-felagið hevur í ár lagt dent á, at KT-stevnan fyrst og fremst var ætlað fólki, sum hava tilknýti til føroysku KT-vinnuna. Fyri tveimum árum síðan vóru tiltøk, sum eisini høvdu áhugan hjá almenninginum og ikki bert hjá vinnuni. Luttakararnir á stevnuni í 2002 vóru ikki nøgdir við ta skipanina, tí teir mettu ikki, at vinnan fekk nóg stóra rúmd á stevnuni. KT- felagið tók atfinningarnar til eftirtektar og skipaði stevnuna øðrvísi í ár. – Broytingin er avgjørt til tað betra. Luttakararnir siga, at teir hava fingið meira burturúr hesaferð og tað er sjálvsagt gleðiligt, sigur Robert Vilhelmsen Hann heldur eisini, at fyritøkurnar hava gjørt meira burturúr á KT-stevn- uni í ár enn fyri tveimum árum síðan. – Tað tykist sum um lut- takararnir hava arbeitt meira málrættað í ár, vísir formaðurin í KT-felagnum á. Spurdur, um KT-stevnan verður skipað eftir sama leisti næstu ferð, svarar Robert Vilhelmsen, at tað er ov tíðliga at siga. – Seinni í vikuni fáa vit eftirmælini frá luttakarar- unum og so vita vit nærri um luttakararnir eru nøgd- ar við núverandi leist, sigur formaðurin í KT-felagnum Strævin vika Robert Vilhelmsen hevði úr at gera í farnu viku. Tá vit hittu hann á máli sunnukvøldið var hann rætt og slætt útlúgvaður. Umframt at fyrireika KT- stevnuna, fyrireikaði Ro- bert eisini flaggdagsrenn- ingini hjá Bragdinum sunnudagin. Robert var ikki bert við í fyrireiking- unum- hann rann eisini og endaði á 42. plássi. C M Y K 14