Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Nr. 79 - 27. apríl 2004 17 Fríggjakvøldið var loksins frumframførsla í Havnar Bio við nógv umtalaða Jesus filminum "The Passion of the Christ", og Sosialurin fekk aftaná orðið á nakrar persónar, sum høvdu tryggjað sær nógv eftirspurdu atgongumerkini til sýningarnar fríggjakvøldið. Meiningarnar um filmin eru ymiskar, hóast tey spurdu tykjast vera samd um, at Mel Gibson av sonnum hevur gjørt ein øðrvísi film Deildar meiningar um Jesus-filmin - Leiklistarliga og tekniskt var filmurin "The Passion of the Christ" framúrskar- andi, og er hetta eitt íkast, sum skapar breidd í átrúnaðarliga lívinum, heldur Rich- ard Schwartson úr Brøðrasamkomuni JESUS FILMUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Richard Schwartson var millum hyggjararnar í bio- grafinum fríggjakvøldið, tá líðingar Jesusar á fyrsta sinni vórðu sýndar alment í Føroyum, og var hann sam- anumtikið væl nøgdur við filmin. – Mel Gibson hevur dug- að væl at lýsa bíbilsku frá- søgnina, hóast hann hevur tikið sær nakað av frælsi til egin hugskot, og filmurin gevur okkum eina nýggja mynd av tí, sum fór fram henda dagin, heldur Rich- ard Schwartson. Hann heldur, at filmurin hevði nøkur sjónlig katólsk eyð- kenni, men at hetta á ongan hátt ger filmin verri. – Hóast katólska siðvenj- an sæst væl, tekur hetta einki av filminum, og Mel Gibson hevur skapt eina breidd við nýggjum og øðrvísi sjónarhorni, sum er sunt fyri trúarsamfelagið, heldur Richard Schwart- son. Filmatiseringin av Jesu líðing er sambært Richardi ein øðrvísi háttur at fáa kristna boðskapin til sjónd- ar, sum kann vera ávirkandi fyri nøkur, og skapar film- urin nuansur í samlaðu fatanini av Jesusi og kristindóminum. – Filmurin er enn eitt íkast, sum gevur kristin- dóminum eina breidd, og tískil er hugskotið menn- andi fyri trúarlívið, heldur Richard Schwartson. Størri ávirkan uttanlanda Richard metir ikki, at filmurin elvir til eitt eins stórt kjak í Føroyum sum uttanlanda. – Føroyingar eru sum heild sera tilvitaðir um tey átrúnaðarligu viðurskiftini, og hóast filmurin er eitt íkast til alt trúarlív, vænti eg ikki eins nógv rumbul í Føroyum sum úti í heimi, heldur Richard Schwart- son. Hann undirstrikar, at filmurin tekniskt, tónlistar- liga og leiklistarliga er framúrskarandi, og at hann sum trúgvandi einki ringt hevur at bera filminum. – Eg havi eina kenslu av, at Mel Gibson veruliga hevur roynt at ímyndað sær, hvussu hesin dagurin var, tá Jesus leið og doyði, og tað sæst aftur í filminum, slær Richard Schwartson at enda fast. Richard Schwartson: Framúrskarandi - Filmurin er enn eitt íkast, sum skapar nuansur og gevur kristindóminum eina breidd, og tískil er hugskotið mennandi fyri trúarlívið, heldur Richard Schwartson, sum fríggjakvøldið var millum hyggjararnar í biografinum Rúni Rasmussen: Markleysi kærleikin staðfestur Ungdómsleiðarin í hvítusunnusamkom uni Filadelfia í Havn heldur, at "The Passi- on of the Christ" opinberar markleysa kærleika Jesusar mitt í menniskjaliga óndskapinum og uppreistrinum JESUS FILMUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 25 ára gamli ungdóms- leiðarin í Filadelfia, Rúni Rasmussen, varð bergtik- in av "The Passion of the Christ" hjá Mel Gibson fríggjakvøldið í Havnar Bio, og lýsir hann filmin at vera eitt satt meistara- verk. – Eg haldi, at sterki filmurin á ein ella annan hátt kann fáa fólk at taka eina avgerð um, hvat tey skulu halda um Jesus, og tískil kann filmurin elva til eina persónliga upp- gerð, sigur Rúni Rasmus- sen. Hann heldur, at per- sónurin Jesus verður sera væl lýstur í filminum, bæði ígjøgnum líðingina, men eisini í brotunum tíðliga í hansara lívi. – Vit síggja ein normal- an Jesus flenna og tvætla við móður síni, og tað er eitt avgerandi pluss, at Jesus ikki bert verður vístur sum ein tristur og álvarsamur persónur, heldur Rúni Rasmussen. Men mest av øllum undir- strikar hann, at kærleikin í allari líðingini stendur eftir sum ein høvuðsyvir- skrift. – Mitt í menniskjaliga óndskapinum og upp- reistrinum síggja vit ein visioneran og markleysa kærleiksfullan Jesus, sum fer ígjøgnum líðingina fyri okkum, og á henda hátt verður ein dýr frelsa opinbera, heldur Rúni Rasmussen. Persónlig uppgerð Rúni Rasmussen metir, at filmurin kann fáa fólk uttan mun til átrúnaðar- liga áskoðan at steðga á og hugsa um, hvør hesin Jesus í veruleikanum var. – Tað eru tríggir møgu- leikar. Antin var hann sinnissjúkur, heimsins besti sjónleikari ella Guds sonur, og tí er tað sunt fyri okkum at steðga á og hugsa um, hvør okkara støða er til henda mannin, sigur Rúni Rasmussen. Hann heldur, at filmurin er trúgvur móti bíbliuni, men at katólska siðvenjan skínur ígjøgnum. – Maria móðir Jesusar hevur ein í so sentralan leiklut í filminum, og um- framt hetta eru t.d. smá- lutir í lívi Judasar, sum ikki samsvara skriftunum, men sum heild er talan um eitt satt meistaraverk, heldur Rúni Rasmussen. - Antin var Jesus sinnissjúkur, heimsins besti sjónleikari ella Guds sonur, og tí er tað sunt fyri okkum at steðga á og hugsa um, hvør okkara støða er til henda mannin, sigur Rúni Rasmussen í kjalarvørrinum av Jesus filminum fríggjakvøldið - Eg hevði torført at eygleiða áhaldandi pínsluna, og eftir mínum tykki var filmurin alt ov harð- skapssinnaður uttan nakra javnvág, segði gudfrøðingurin Armgarð Arge eftir "The Passion of the Christ" fríggjakvøldið JESUS FILMUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Útbúni gudfrøðingurin Armgarð Arge, sum vit tó best kenna frá Útvarpi Før- oya, varð ikki sørt skelkað av filminum hjá Mel Gibson um Jesu líðingar, tá hon fríggjakvøldið hevði høvið at síggja filmin. Eftir hennara tykki var talan um eina hugstoytandi uppliving eyðkenda av ov nógvum blóði og harðskapi. Eingin javnvág Armgarð heldur, at áhald- andi og afturvendandi út- penslaða líðingin og pínsl- an var ov mikið, og tænti hetta ikki nøkrum enda- máli. – Eg haldi tað á ein ella annan hátt vera so enda- málsleyst í so stóran mun at fokusera uppá blóð og pínslu, í staðin fyri at meiri ljós verður kastað á boð- skapin sjálvan, heldur Arm- garð Arge. Hon sigur, at flashback løturnar aftur til kvøldmáltíðina, fótatváttin og fjallaprædikuna vóru forloysandi løtur, áðrenn meiri blóð og harðskapur var at síggja á stóra hvíta løriftinum. – Sjálvandi er ein og hvør eftirmeting persónlig, men eg upplivdi, at alt annað enn Jesu boðskapur stóð eftir. Serliga tá hugsað verður um, at hyggjarin bert hómar týdningarmiklu uppreisnina í fáum sekundum, vísir Armgarð Arge á. Saman- umtikið heldur hon, at film- urin í ein mun køvdi yvir- ornaða boðskap Jesusar. – Ein filmur um líðingar- søgu Jesusar fær kanska ikki verðið øðrvísi, men eg haldi, at boðskapurin um frælsi, kærleika, frið og gleði als ikki kom til sjónd- ar, og hetta er jú essensurin í kristnu trúnni, sigur Arm- garð Arge. Sambært Arm- garð varð fokus bert sett á sjálva viðferðina, Jesus fekk henda dagin, og tí er eingin javnvág í filminum. – Nógv meiri ljós skuldi saman við líðingarsøguni verðið kastað á lív, boðskap og uppreisn Jesusar, endar ein avgjørd Armgarð Arge. Katólska nonnan systir Maria heldur, at filmurin um Jesus setir okkum spurn- ingin, hvør Jesus í veruleikanum var, og um vit eru villig at taka lut í líðingum hansara ella ikki JESUS FILMUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Meðan størsti parturin av føroyingum á fyrsta sinni hevði møguleikan at síggja nýggja Jesus filmin undan- farna vikuskiftið, sótu kat- ólsku nonnurnar og hugdu at líðingum Jesusar langa fríggjadag í heimi teirra á Varðagøtu í Havn. – Eg má viðganga, at eg var eitt sindur bangin at hyggja eftir at hava hoyrt um alt blóðið og allan harð- skapin, men tað er ikki tað, sum eftir filmin er fremst í mínum huga, heldur kat- ólska nonnan úr Írlandi, systir Maria. Hon metir, at samskifti millum Jesus og medmenniskju hansara er tað, sum hon minnist best, og júst í hesum gerst boð- skapurin sjónligur. – Samskifti millum Jesus og Mariu, Símun úr Kýr- ene, lærusveinarnar og Fað- irin vísir, at tey øll taka lut í pínu hansara, og hetta er ein beinleiðis spurningur og avbjóðing til okkum, sigur systir Maria. Hon metir, at filmurin setir okkum persónliga spurningin, um vit vilja taka ímóti ábyrgdini og kostnaðarmikla luti Jesus- ar, ella um vit vilja avnokta. - Á henda hátt upplivdi eg filmin sum eina medita- tión og hevði brúk fyri at vera einsamøll aftaná, tí filmurin spyr okkum, um vit eru til reiðar at gjalda kostnaðin og taka lut í líðingini, heldur systir Maria. Mest rørandi løtan í film- inum er sambært henni, tá Jesus á veg niðan á Golgata dettur, og móðir hansara Maria bukkar seg niður og sigur við hann: "Eg eri her". – Henda løtan avdúkar framum aðrar hendingar, hvussu móðir Jesusar ger seg til eitt við hann og tekur lut í líðingum hansara, heldur systir Maria. Uppreisnin vantaði Katólska kvinnan heldur, at uppreisnin í ov lítlan mun er við í filminum, og ímyndar hon sær ein betri enda, um meiri hevði verið gjørt við uppreisnina. – Tað hevði t.d. verið spennandi at sæð reaktión- irnar hjá Mariu, Mariu Magdalenu, lærusveinun- um o.s.fr., tá Jesus varð ris- in upp, og tískil vildi eg ynskt, at Mel Gibson nýtti meiri tíð til hetta, heldur systir Maria. Hon undirstrikar til sein- ast, at hon er glað fyri, at hon hevur sæð filmin, og at filmurin avgjørt kann bera frukt, um fólk geva sær stundir at hugsa um hann. Systir Maria: Ein persónlig avbjóðing Armgarð Arge: Alt ov nógv blóð Nógv meiri ljós skuldi verðið kastað á lív, boðskap og uppreisn Jesusar, sigur Armgarð Arge C M Y K 17 16