Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • týsdagur • 27. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Meira álopskrút til B36 Fýra mál vórðu skotin móti EB/Streymi, og tá var John Petersen als ikki við í hópinum. Tað skuldi borga fyri, at nógv mál eru í B36’arunum í ár, men eftir øllum at døma ikki nóg mikið kortini. Sosialurin hevur skilt frá álítandi keldum, at B36 er í ferð við at fáa enn ein áleypara til felagið. Sum skilst, so skal talan vera um ein brasilskan áleypara, men í felagnum sjálvum vilja teir als ikki gera viðmerkingar til tíðindini. – Hatta kann eg hvørki vátta ella avsanna. Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til hasa søguna, vóru einastu orðini frá formanninum í B36, Kristian á Neystabø, tá vit sunnukvøldið royndu at fregnast um, hvørt talan fór at vera um meira styrk til felagið. -jm Í hvussu so er tveir av lyklaspælarunum eru burtur, og fleiri av hinum spæla so mikið sjáldan, at tað er lítið sannlíkt, at teir vera serliga væl fyri, tá ið Føroyar um ein mán- að skulu hitta Holland LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Niðurteljingin til stóru av- bjóðingina hjá landsliðnum tann 1. juni er so smátt byrjað. FSF hevur fyri nak- að síðani sent brøv til út- lendsku feløgini, sum hava føroyskar landsliðsspælarar á liðnum. FSF hevur á henda hátt boðað feløgun- um frá, at tey skulu rokna við, at føroysku spælarar- nar um mánaðarskiftið mai/juni fara at verða upp- tiknir av landsdystinum, sum Føroyar og Holland 1. juni fara at spæla í Sveis. Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen royna at fylgja við í, hvussu tað gongst føroysku spælarun- um. Teir vóna, at tað fer at bera til at møta Hollandi við so góðum føroyskum liði, sum tað ber til. Men teir vita longu nú, at tað sær ikki heilt gott út. Tveir av føroysku lykla- spælarunum kunnu venj- ararnir longu nú avskrivað. Teir hava báðir trupulleikar við krossbandi í knænum. Annar teirra er verjuálitið Jón Rói Jacobsen sum í Brøndby stríðist við at koma fyri seg aftur. Tað gongur rætta vegin, men tað er eingin møguleiki fyri, at Jón Rói verður førur fyri at spæla fótbólt hesu megin summarfrítíðina. Hin er Christian Høgni Jacobsen. Hann varð skurð- viðgjørdur í Kolding fyri hálvari aðru viku síðani. Tað er ikki serliga sannlíkt, at hann verður tøkur aftur á landsliðnum í HM undan- kappingini, sum stendur fyri framman. Dystarvenjingin Fyrsta valið í miðverjuni saman við Jón Róa Jacob- sen var Óli Johannesen. Tá ið landsliðið var á venjing- arlegu í Spania tíðliga í hesum árinum, varð tað mett, at Óli var tann av spælarunum, sum var eina best fyri. Óli spælir við 2. deildarliðnum hjá TB. Men tað tykist trupult hjá honum at fáa nóg nógva dystar- venjing. Undan vikuskiftinum varð sagt, at kappingar- nevndin hevði dømt liðfor- mannin á landsliðnum tríggja daga leikbann. Tað høvdu teir gjørt, tí Óli Jo- hannesen á Svangaskarði hevði sæð reyða kortið fyri aðru ferð í bólkaspælinum í steypakappingini. Leikbannið hevur við sær, at Óli ikki verður á TB liðnum fyrrenn mai mánað- ur verður hálvur. Jann Ingi Petersen varð í fjør roknaður sum framtíð- ar stýrimaður á miðvøllin- um. Nú er hann í Fremad Amager, men tað gongur striltið at vinna fast pláss á liðnum. Sunnudagin spældi hann í ein tíma. Millum evnini til álops- plássið, ið er tómt, tí Christian Høgni Jacobsen er burtur, eru Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør. Teir eru báðir í Fremad Amager. Har hava teir havt trupulleikar at vinna sær fast pláss á besta liðnum. Serliga hjá Hjalgrími hevur tað verið torført. Um hann ikki fer at fáa meiri spælitíð á besta liðnum, enn hann hevur fingið higaril, so verður hann ikki evni til landsliðið. At spæla seriu- fótbólt í danska høvuðs- staðnum er ikki nóg mikið hjá spælarum, ið skulu royna seg ímóti Hollandi. Jákup á Borg hevur hig- artil bara spælt seriufótbólt á Fyn. Sunnudagin var hann í besta OB hópinum, men hann varð ikki settur inn á OB liðið í Århus. Harvið er dystarvenjingin so sum so. Men tá ið Jákup livir sum yrkisspælari og hvønn dag venur við teim- um bestu í OB, so má hann metast at vera hampuliga væl fyri. – Vit fylgja við, og vit eru greiðir yvir, at tað er ikki so væl vorðið við dystarvenj- ingini hjá fleiri spælarum, sum vit kundu hugsað okk- um. Tað er eingin ivi um, at teir, sum spæla í bestu deildini í Føroyum hvørt vikuskiftið, eru betri fyri enn teir, sum spæla seriu- fótbólt í Danmark, sigur Jógvan Martin Olsen. Fleiri onnur ivamál Tá ið talan er um dystir í undankappingum, ber tað ikki til hjá útlendskum fel- øgum at nokta føroyskum landsliðsspælarum at fara til hús at umboða føðiland- ið. Hesum tryggja altjóða reglurnar. Føroyar skulu spæla vin- ardyst ímóti Hollandi, sum í Sveis fer at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til EM endaspælið í Portugal, og sum hevur bjóðað Før- oyum av, tí teir vóna at skjóta fleiri mál og harvið styrkja sjálvsálitið, áðrenn tað verður álvari. Julian Johnsson, Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen skulu spæla í íslendsku kappingini, með- an føroyska ferðalagið er í Sveis. Tað er ein møguleiki fyri, at trupulleikar kunnu standast av at fáa bæði teir tríggjar og spælararnar í næstbestu deildini við til Sveis. Men FSF hevur, sum tað er nevnt omanfyri, í brævi til útlendsku feløgini, gjørt vart við, at Føroyar skulu ímóti Hollandi. Í Danmark snýr tað seg um- framt spælararnar, ið eru í Fremad Amager og OB, eisini um Johan B. Hansen í AC Horsens og Christian Lamhauge Holst úr triðju bestu deildini. Nistelrooy ímóti monnum við lítlari dystarvenjing Føroyingarnir í Fremad Amager hava í løtuni torført við at vinna sær fastan sess á liðnum. Vantandi dystarvenjingin hjá Hjalgrím Eltør, Jann Inga Petersen og Andrew av Fløtum kann koma føroyska landsliðnum aftur um brekkur 19 18 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Fyri 13. ferð vórðu ellisakfør sýnd fram í sambandi við flagg- dagshaldið í Havn ELLISAKFØR Magnus Gunnarsson Flaggdagin verða ikki ein- ans kappróðrabátar flotað- ir… Síðani 1992 hevur verið siður, at ellisakførini verða »luftað« flaggdagin, og verður tað gjørt við rað- koyring oman á Konga- brúnna, har ellisakførini verða sýnd fram, meðan flaggdagshaldið er á Vagl- inum. Soleiðis var eisini sunnu- dagin – flaggdagin. Eini 30-40 gamlir bilar og motorsúkklur møttust á Shellstøðini við Ringvegin fyri síðani at koyra í konvoy oman á Kongabrúnna. Har vórðu akførini sýnd fram, til flaggdagshaldið á Vagl- inum var liðugt. Síðani varð koyrt niðan aftur á Shellstøðina við Ringvegin, har akførini vórðu sýnd framt til kl 17. Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og telur felagið í dag um 140 limir. Endmálið hjá felagnum er í høvuðsheitinum at varð- veita gomlu akførini í upp- runastandi. Ellisakfør vitjaðu Shell-støðina við Ringvegin Heini á Borg, formaður í Føroya Ellisakførum, Geir Wardum, leiðari á Shellstøðini, Ingi Justinussen og Brynjálvur Jensen, sum eisini hava verið formenn í Føroya Ellisakførum Mynd: Eirikur Lindenskov Ein Buick frá 1935 hjá Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 18