Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 27. apríl 2004 21 Talvið hesa vikuna IM Carlsen,M (2552) — GM Vladimirov,E (2621) 6th Dubai Open, 22.04.2004 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 d6 6.Bg5 e6 7.Fd2 a6 8.0—0—0 (Hvítur leggur upp til kompliserað spæl) 8...Bd7 9.f3 Rc8 10.Be3 Rie5 11.g4 h6 12.h4 b5 13.Bd3 b4 14.Rice2 d5! (Svartur byrjar at fáa yvirtakið. Fær svartur í sisilionskum d5 ígjøgnum uttan nakað hóvasták, fær hann oftani gott spæl) 15.exd5 Rixd5 16.Rif4 Fa5 17.Kb1 Rixf3! 18.Ff2 (Besti leikur. 18.Rixf3 hevði tapt orsakað av 18...Ric3+) 18...Rixe3? Gevur hvítum frítt og gott spæl fyri mistu finnuna. Betri var at leika Rixf4) 19.Fxe3 Rixd4 20.Fxd4 Fc5 21.Fe4 Fc6 22.Fe2 a5 (Svartur má royna seg við finnustormi 23.Nh5! a4 24.Rhf1 Rc7? (b3 var neyðugt) 25.Ff2 Bc8 STØÐUMYND Støðumynd eftir 25_Bc8 26.Fd4! (Vinnandi leikur. Hvat skal svartur gera? Hvítur hóttur eitt nú Bb5 og mát í botninum) 26...Rd7 27.Rixg7+ Bxg7 28.Fxg7 Rf8 29.Fxh6 b3 (Ov seint) 30.axb3 axb3 31.cxb3 Ba6 32.Bxa6 Fxa6 33.Ff4 Ra7 34.Fb8+ Ke7 35.Fb4+ Svartur gavst orsakað av: 35...Ke8 36.Rd8+ Kxd8 37.Fxf8 1—0 Føroysk telving í miðeystri Martin Poulsen og Hans Kristian Simon- sen telva í løtuni í sterkari kapping í Du- bai. Tað hevur ikki gingist eins væl hjá føroyameistaranum sum hjá Hans Kristi- ani fyrstu sjey umfør- ini TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Vinmennirnir báðir hava nú telvað sjey umfør av teim- um níggju, ið leikast skulu í stóru opnu kappingini í Dubai. 43 stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar lut- taka, tilsamans eru 138 lut- takarar. Martin fekk, eftir eina av sínum mongu kappingum kring Evropa, innbjóðing til sterku kappingina. Somuleiðis slapp Hans Kristian eisini í part. Beint eftir FM á Toftum, pakkaðu teir tískil talvbøkurnar nið- ur og løgdu leiðina í ein fjaran eystur. Kollfirðingur á flog Er Martin ikki rættiliga komin í gongd í Dubai, hevur tað hinvegin ligið væl fyri hjá Hans Kristiani seinastu umførini. Sunnu- kvøldið vann Hans Kristian annað talvið á rað, og hevur 4 stig av 7 møguligum. Tað er higartil umleið eitt stig yvir væntaðu skoruna. Hans Kristian hittur í 14 ára gomlu IM Katerynu Lahno (2493) í 8. umfari. Henda unga genta hevur ein GM-norm í skjáttuni, og verður hetta tí ein góð avbjóðing fyri Hans Kristi- an. Martin tapti í 7. umfari ímóti lægri styrkismettum telvara og hevur 2,5 stig. Martin hevur tó møtt sera sterkari mótstøðu, eitt nú stórmeistarum og altjóða meistarum, og er ikki langt undir sína væntaðu skoru. Støðan eftir 7. umf. 1 GM Eljanov (2592) 6,0 2 GM Nisipeanu (2692) 5,5 2 GM Sasikiran(2659) 5,5 2 GM Harikrishna (2599) 5,5 2 IM Magnus Carlsen (2552) 5,5 .... 37 Hans K. Simonsen (2243) 4,0 103 Martin Poulsen (2290) 2,5 Heitasta navnið í evrope- iskari telving, 13 ára gamli Magnus Carlsen úr Norra, luttekur eisini. Hann skal bert hava hálvt stig í sein- astu tveimum umførunum fyri at ogna sær sín triðja GM-norm, og harvið stór- meistaraheitið! Norski ung- lingurin hevur skarað fram- úr í Dubai. Hann vann eitt nú á einum sterkum 2600- telvara í 4. umfari. Talvið er við í blaðnum í dag. Megnar Magnus at vinna sær seinasta normin, er hann tann yngsti núverandi stórmeistari í heiminum. Tó ikki tann yngsti stór- meistari nakrantíð; hetta met eiður Sergei Karjakin úr Ukraina, ið var 12 ár (!) tá hann í 2002 bleiv stór- meistari. Vikuskiftiskapping í Havn Havnar Telvingarfelag skipar fyri vikuskiftiskapp- ing í døgunum 30.04. — 02.05. Felagið hevur í vár tikið ábyrgdina av at skipa fyri fleiri kappingum. Talv- árið hjá HT endar seinast í juni við HT-open. Vónandi verða kapping- arnar væl mannaðar. Vend- ið tykkum til Havnar Telv- ingarfelag fyri at tekna tykkum. 21 20 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Skála og ÍF avrikini góvu ikki ábendingar um, at hesi bæði liðini ætla sær støðugt at vera partur av botnstríðnum, og í toppinum tykjast B36 og GÍ at vera væl fyri 1. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen So er fótbólturin farin á rull aftur. TB og FSV hava ver- ið roknað sum bestu boðini at flyta upp. Kanska saman við AB. Hesi trý feløgini fingu øll fult leygardagin. Mest merkisverda úrslit- ið í bestu deildini var greitt longu mikukvøldið. Skála, sum tvey tey fyrstu árini í bestu deildini, ikki undan summarsteðginum hevur verið omanfyri niðurflyt- ingarstrikuna, vann á HB. Meistararnir tvey tey sein- astu árini vóru alt annað enn sannførandi. Leygardagin vann HB á KR í Gundadali. HB av-rik- ið var væl betri enn ímóti Skála, men kanska vóru ís- lendingarnir ikki heilt væl fyri, eftir at teir í eitt sam- døgur høvdu verið ávegis til Føroya. Heilt víst er tað, at HB fegið hevði viljað skift heiðurin, at vera fyrsta føroyska felagið, sum hev- ur vunnið í Atlantic Cup, út við trý stig ímóti Skála. Sunnudagin fer á Mølini á Eiði ábending at fáast um, hvussu tað stendur til hjá hesum báðum feløgunum. EB/Streymur, sum hevur mist fleiri lyklaspælarar, legði í Gundadali rygg til størsta tapið í fyrsta umfar- inum. B36 hevur verið roknað sum ein av favoritt- unum. Tað var i 2. hálv- leiki, at teir vóru sannfør- andi, meðan EB/Streymur hevur ilt við at sleppa av við sjúkuna at hava lítla úr- tøku. Hjá B36 sótu fleiri at teimum, sum mugu roknast fyri berandi kreftirnar, uttanfyri. At breiddin er stór, fer at koma væl við, tá ið leikbannini fara at gera um seg. Ofta nógv á heimavølli HB hevur verið meistari tvey tey seinastu árini. Tá hava teir báðu ferðirnar spælt næstan helmingin av kappingini, áðrenn teir hava tapt. Bæði í fjør og í fyrraárið taptu teir ikki fyrrenn í áttanda umfarin- um. Í fyrraárið var tað á Eiði, og í fjør var tað ímóti B36. Hesa ferð skal HB spæla tveir teir fyrstu landskapp- ingardystirnar á útivølli. Í fjør spældu teir í 2. umfari í Runavík (2–2). Allir hinir dystirnir í fimm teimum fyrstu umførunum vóru í Gundadali. Í fyrraárið spældi HB fýra teir fyrstu dystirnar í Gundadali (ein var útidystur ímóti B36). Sjálvandi hevur HB spælt eins ofta á útivølli, sum øll hini. Men tað kann ikki útihýsast, at nógvir dystir í Gundadali tíðliga á árinum hava givið sjálvsálitinum eitt skump rætta vegin, samstundis sum virðingin hjá hinum fyri havnar- monnunum ikki er minkað. Ætla ikki einki Skála skal í vikuskiftinum til Vágs. VB fekk væl brúkiliga úrtøku í Runavík. VB er væl mannað, og tað skal ikki undrað, um teir fara at kappast, har tað er mest hugaligt. NSÍ venjarin staðfestir, at tað er ikki nóg gott hjá liði, sum ætlar sær at vera við í toppinum, bara at fáa javnt á heimavølli. Tað er so satt, sum tað er sagt. Umframt støðuna hjá meistarunum er stóri spurn- ingurin eftir fyrsta umfarið, hvussu sannførandi skála- menn eru. Teir hava gott fólk, og fyrsta royndin í ár bendi á, at Johan Nielsen nú rættuliga hevur megnað at seta dám á samanspælið hjá teimum. Fuglfirðingar eru nýggja liðið í bestu deildini. GÍ fekk væntaða heimasigurin, og gøtumenn eiga fram- vegis til góða at tapa í ár. ÍF avrikið sunnudagin undir- strikaði, at ÍF eigur ikki at gerast kanónføði. Í Klaksvík er lagið fram- vegis gott. Talan var ikki um meistaraspæl, men úr- tøkan var full ímóti B68, sum kanska ikki verður so fyri ongum, sum bólkaum- farið kundi bent á. Bæði toftamenn og klaksvíkingar fara at fáa seg royndar næsta vikuskifti, tá ið teir skulu spæla ímóti ávikavíst GÍ og B36, sum eru feløg- ini, ið higartil hava verið mest sannførandi. Kanska kundu avrikini og úrslitini í fyrsta umfar- inum bent á, at 2004 kapp- ingin fer at vera tøtt og har- við sera spennandi. Um eina viku verður før- oyski fótbóltsheimurin eitt sindur klókari, enn hann er eftir fyrsta umfarið. Tá verður greitt, hvussu tað fer at hilnast í 2. umfari. Skráin sunnudagin sær soleiðis út: B36–KÍ, B68–GÍ, EB/ Streymur–HB, ÍF–NSÍ og VB–Skála. Skipanin sigst vera áveg- is. Tá ið hon verður tøk fer fótbólturin at rulla við full- ari ferð. Botnurin tykist fara at liggja ovarlaga Eftir fyrsta umfar bendir lítið á, at Skála verður støðugur partur av botnstríðnum í ár. Mynd: Álvur Haraldsen Hóast fleiri lyklaleikarar vantaðu sunnudagin, so vann B36 kortini ein greiðan sigur á EB/Streymi, og havnarmenn mugu metast millum favorittarnar til FM-heitið í ár. C M Y K 20