týsdagur 27. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 27. apríl 2004
23
Hendrik Rubeksen var
stóri maðurin, men
yvirhøvur tóktist alt
HB-liðið reisa seg, tá
teir leygardagin gjørd-
ust fyrsta føroyska lið-
ið at vinna Atlantic
Cup
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB skuldi reisa seg. Tað
vóru fremstu boðini í norð-
ara partinum av Gundadali,
tá árligi Atlantic Cup dyst-
urin var á skránni leygar-
dagin.
Hetta er dysturin millum
føroysku
og
íslendsku
meistararnar, og undan hes-
um hevði tað ongantíð
eydnast føroyskum liði at
vinna dystin. Og so kundi
kanska verði lagt afturat, at
eftir ivasama avrikið á
Skála fyrr í vikuni, mundu
tað vera fleiri av HB-við-
haldsfólkunum, sum ikki
høvdu serliga góðar vónir
undan hesi uppgávuni.
Hamskiftir havnar-
menn
Men tey fingu tó skjótt at
síggja, at tað var eitt ham-
skift HB-lið, sum nú var á
vøllinum.
Tvær broytingar vóru í
mun til dystin á Skála, og
báðar skuldu tær eisini vísa
seg at vera týdningarmiklar.
Hin fyrra var, at Símun
Eliasen nú aftur var í mið-
verjuni. Her hann ikki triv-
ist serliga væl higartil í ár,
men í mun til dystirnar í
steypakappingini, so tóktist
hann leygardagin at vera
nakað væl nærri forminum,
sum í fjør gjørdi hann til
upplagt landsliðsevni, uttan
at hetta tó gjørdist til nak-
að. Kanska restar enn nak-
að í, áðrenn hann aftur hev-
ur funnið sama støði, men
fyri sjálvsálit hansara – og
FM-vónirnar hjá HB –
kann tað fáa altavgerandi
týdning, at pílurin nú tykist
peiggja rætta vegin.
Hin broytingin var, at
Heine Fernandez hevði sett
seg sjálvan á beinkin hesa-
ferð, soleiðis at Hendrik Ru-
beksen fekk møguleika at
prógva sítt virði. Ikki tí at
venjarin hevur spælt so illa,
og bara við at hyggja at mál-
skjúttunum í steypakapp-
ingini stendur greitt, at hann
sum so hevur gjørt sína
skyldu. Men avrikið hjá
Hendriki leygardagin mun-
du fáa mong at gloyma An-
drew av Fløtum fyri eina tíð.
Dagsins maður
Ungi framherjin var nevn-
liga í øllum trimum førun-
um maðurin aftan fyri HB-
málini. Fyrst fekk hann
tacklað bóltin yvir til Rúna
Nolsøe, sum av brotsteigar-
markinum smekkaði flatt í
netið.
Síðani fekk hann tiltusk-
að sær eitt (heldur ivasamt)
brotsspark, sum Vagnur M.
Mortensen sendi trygt í
meskarnar, og at enda var
hann sjálvur rætti maðurin
á rætta staðnum, tá hann
fekk bent eitt vandamikið
innlegg frá Janusi M. Joen-
sen í kassan. Soleiðis tekur
mann av einum møguleika,
tá mann fær hann handað-
an, og í øllum førum prógv-
aði unglingin, at hann væl
kann gerast ein av trumfun-
um, sum HB noyðiast at
smekka á borðið í drúgva
FM-stríðnum.
Tiltrongt lyft
Men tað var tó ikki bert
avrikið frá Hendriki, sum
HB-viðhaldsfólkini kundu
fegnast um leygardagin. Tí
sum heild virkaði liðið nak-
að nógv betri, enn tað gjørdi
á Skála mikukvøldið.
Tó at miðvøllurin ikki
var umskipaður, so dugdu
leikararnir hesaferð í nógv
størri mun at halda taktisku
avtalurnar. Bæði breidd og
djúpd var alofast til staðar,
og eitt nú riggaði tað sera
væl, at Heðin á Lakjuni datt
út móti vinstru, tær ferðir-
nar Rógvi leitaði sær niðan
eftir miðáisini.
Tað skal so eisini takast
við, at góða avrikið kanska
eisini var upp á eina bíliga
bakgrund. Í øllum førum
mundi tað koma óvart á
mong, at íslendska avrikið
var somikið jánkasligt.
Kanska kann tað vera ein
umbering, at teir av tvørr-
andi veðurlagnum lendu
somikið seint, at dysturin
mátti flytast tveir tímar,
men fyri steðgin høvdu teir
lítla mótstøðu at geva før-
oyameistarunum.
Eftir steðgin gjørdist tað
nakað frægari, og teir fingu
móti endanum pyntað um
við sera vøkrum stútara,
men nóg mikið gjørdist tað
tó ongantíð.
Men hjá HB var talan í
øllum førum um fyrsta
steypasigurin (sum tó einki
steyp gav) á føðingardags-
árinum, og ikki minst eitt
tiltrongt sálarligt lyft. So
fer tíðin at vísa, hvønn mun
hetta kann gera.
Dysturin í tølum
HB-KR 3-1 (3-0)
1-0: Rúni Nolsøe, 13
2-0: Vagnur M. Mortensen
(br.), 24
3-0: Hendrik Rubeksen, 40
3-1: Henning Jónasson, 90
HB-liðið: Pál N. Joensen
(Danny Rasmussen, 46) –
Hallur Danielsen, Vagnur
M. Mortensen, Símun Elia-
sen, Janus M. Joensen –
Kári
Nielsen
(Rasmus
Nolsøe, 85.), Rúni Nolsøe
(Eli Thorsteinsson, 85),
Martin Christensen, Rógvi
Jacobsen (Rókur Jespersen,
50) – Heðin á Lakjuni (Páll
M. Joensen, 78), Hendrik
Rubeksen
Dómari: Niklas á Líðar-
enda. Segði við hesum far-
væl sum dómari á hægsta
føroyska stigi, og kom hann
bara væl frá uppgávuni. Ís-
lendingarnir
vóru
ofta
ónøgdir, men mundu sum
heild hava lítið at hava hetta
í. So átti Heðin á Lakjuni
størri orsøk at vera ónøgdur,
tá hann varð feldur í gjøgn-
umbroti, men hóast tað líkt-
ist reyðum og brotssparki,
so tagdi floytan eisini ta
ferðina. Men sum heild, eitt
gott farvæl hjá Niklasi.
Heðin á Lakjuni og HB hildu høvdið høgt, tá teir í trý korter
spældu íslendsku meistararnar av vøllinum
Mynd: Álvur Haraldsen
HB-KR 3-1 (3-0):
Stjørnuskot tryggjaði HB Atlantssteypið
23
22
Nr. 79 - 27. apríl 2004
EB/Streymur gav B36
tvær flaggdagsgávur
fyrstu løtuna eftir
steðgin, men tað var
innskifti Áki Mørk,
sum av álvara
punkteraði dystin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann var ikki stórt meira
enn hálvan hálvleik á vøll-
inum, men eingin ivi var
um, hvør var stóri maðurin
í B36-leguni sunnudagin.
Við tveimu málum móti
EB/Streymi var Áki Mørk í
øllum førum maðurin, sum
í einum hálvgum vánalig-
um fótbóltsdysti beindi all-
an iva til viks, og fyribils er
úrslitið, at B36 stendur
ovast á stigatalvuni, nú
fyrsta landskappingarum-
farið er farið aftur um bak.
Óskipaður diamantur
Sum sagt, so var talan ikki
um ein serliga góðan dyst í
Gundadali
sunnudagin.
Veðrinum kundu partarnir
tó ikki geva skuldina fyri
hetta, tí tað man vera sjáld-
an, at fyrsta landskapping-
arumfarið verður avgreitt í
so góðum líkindum, sum
tað var hesaferð.
Men tað var alla tíðina –
og serliga fyrstu trý korter-
ini – sum høvdu liðini bæði
sera trupult við at finna
stevið. Hjá B36 tóktist sera
missurin av John Petersen
at vera tungur, og dysturin
undirstrikaði væl og virði-
liga, hvussu stóran týdning
mittasti álopsmaðurin hev-
ur, um spælt verður við 4-
3-3. Her royndi B36 seg við
Jens Eriki Rasmussen, men
hann fall í longum løtum
aftur á miðvøllin, soleiðis
at talan at síggja til gjørdist
um ein óskipaðan diamant
mitt á.
Tað viðførdi so eisini, at
einastu royndirnar til veru-
ligt álopsspæl kom upp
ígjøgnum kantarnar, men
tað hjálpti tó lítið, tá eingin
var at taka ímóti, tá sent
varð innfyri. Longu í fyrsta
minutti kundi heimaliðið tó
lagt seg á odda, tá Ronnie
Samuelsen (helst rang-
staddur) kom at standa púr-
asta blankur, men onkurs-
vegna megnaði hann úr
fimm metrum at senda
fram við málinum.
Tvær flaggdagsgávur
Øvuta vegin var talan held-
ur ikki um nakað serliga
skipað fótbóltsspæl, men
kortini tóktust gestirnir at
hava nakað væl meira av
broddi í, tær ferðirnar, teir
settu ferð á í kontra-spælin-
um. Tvær ferðir var eisini
um reppið, at úrslit spurdist
burturúr, men fyri tað
mesta tóktust teir tó at
leggja dentin á at standa
rætt í verjupartinum, og
um ikki annað, so tóktist
hesin parturin av spæliætl-
anini at rigga heilt væl.
Alt hetta arbeiði fór tó
fyri skeyti, teir báðar fyrstu
minuttirnar av seinna hálv-
leiki. Vandin tóktist annars
ikki vera serliga stórur, tá
Jens Erik sendi fríspark
innfyri, men uttan at vera
trýstur yvirhøvur, tór Sorin
Anghel í luftdyst við Gunn-
ar á Steig, og úrslitið var, at
bólturin av høvdinum hjá
rumenska álopsmanninum
dalaði niður í tóma málið.
Og
áðrenn
gestirnir
høvdu fingið eyguni upp-
aftur, stóð 2-0 á talvuni.
Hesaferð var tað víkamað-
urin, Ronnie Samuelsen,
sum við kvikum 1-2 spæli
fekk stungið bóltin inn um
til Bárð Mortansson, og so
mundu tey flestu halda, at
dysturin var avgjørdur.
Áki avgjørdi
EB/Streymur royndi tó at
svara aftur, og einar tvær
ferðir var eisini heilt nær
við, at teir fingu minkað
um munin, men so líðandi
fánaði hetta tó burtur. Við-
virkandi var eisini, at B36
nú hevði umskipað liðið
nakað, soleiðis at talan var
um 4-4-2, har serliga San-
tos og Arnbjørn Danielsen
tóktust stórtrívast á mið-
vøllinum.
Og so var tað, at Jóannes
Jakobsen
kundi
senda
trumfin hjá sær á vøllin.
Áki Mørk hevur fyri tað
mesta verið upptikin av
hondbólti í vetur, men nú er
tann kappingin liðug, og so
skuldi hann prógva, at hann
eisini dugir at handfara
bóltin við fótunum.
Jens Erik Rasmussen
mátti víkja í álopinum, og
skjótt stóð greitt, at hetta
var ein klók avgerð. Sjálv-
andi serliga tí Áki var mað-
urin, sum við tveimum
málum sløkti alla vón hjá
gestunum hendan dagin,
men eisini tí hann í nógvar
mátar megnaðí at fylla leik-
lutin, sum John Petersen
ofta hevur á liðnum. Krops-
liga er hann væl fyri, og
tekniski førleikin eins og
styrki í loftrúminum standa
eisini ovarliga á breddan-
um, tá tosast skal um dygir-
nar.
Og so hevur hann eisini
máltev. Fyrru ferðina, hann
sýndi hetta, var tá hann
stútaði innlegg frá Bárði
Mortansson í kassan, og
nakað seinni var hann aftur
maðurin á rætta staðnum, tá
eitt illa umhugsað útkast
endaði hjá Bárði, sum dróg
einaferð, áðrenn hann rull-
aði upp á tvørs. 4-0 til B36,
sum sostatt hevur lagt seg á
odda í landskappingini, og
við enn einum heimadysti í
næsta umfarinum er einki
at ivast í, at teir ætla sær at
halda fast um hesa støðuna.
B36-EB/Streymur 4-0 (0-0):
Áki punkteraði gestirnar
Ofta hevði B36 sera trupult
við at fáa breidd í álopsspæl-
ið, har Bárður og Santos lógu
langt frá hvørjum øðrum
Mynd: Álvur Haraldsen
Umskipanir
hjálptu
Tað var sjálvandi ein feg-
in Arnbjørn Danielsen,
sum vit fingu orðið á eftir
dystin í Gundadali.
Hóast spælið ikki hevði
verið tað heilt stóra at
reypa av, so fekk B36 trý
stig, og tá talan so eisini
gjørdist um ein trivaligan
sigur, er einki at siga til,
at smílini í skiftisrúm-
inum vóru stór.
– Eg skal geva tær rætt
í, at spælið ikki var tað
heilt stóra í fyrra hálv-
leiki. Har hekk alt ov lítið
saman hjá okkum, men eg
haldi tó, at hetta betraðist
eftir steðgin. Serliga tí vit
við eini 4-4-2 fingu betri
breidd í spælið, soleiðis at
plássið at spæla á gjørdist
betri.
Og so fáa tit eisini tvey
skjót mál. Tey hjálpa væl
eisini til?
– Sjálvandi. Tey hjálptu
sera væl. Tað gav okkum
beinanvegin meira frið á,
men eg haldi eisini, at vit
orkaðu betri enn teir. Tað
kendis í øllum førum,
sum fingu vit tað lættari,
so hvørt sum dysturin
leið,
segði
Arnbjørn
Danielsen at enda.
-jm
Liðskiparin
hjá
EB/-
Streymi, Jákup Martin
Joensen, var sjávlandi alt
annað enn nøgdur, tá vit
hittu hann í løtunum eftir
dystin.
Sjálvandi serliga um
úrslitið, men heldur ikki
tóktist hann halda, at
spælið var so gott, sum
tað kundi verið.
– Eg haldi tó, at vit
koma afturí aftur eina
løtu, eftir at teir eru
komnir á 2-0. Tá skapa vit
nakrar kjansir, og høvdu
teir givið mál, so kundi
dysturin formað seg øðr-
vísi.
Tað gjørdi hann tó ikki,
og sum Arnbjørn Daniel-
sen segði, so helt hann, at
tað móti endanum tóktist,
sum var B36-liðið væl
betri fyri kropsliga, so-
leiðis at gestirnir tá ong-
antíð fingu hótt av álvara.
– Tað haldi eg nú ikki.
Men tað er klárt, at tá teir
so aftur økja, so fer luftin
úr okkum. Tað er nokk
meira sálarliga enn krops-
liga, at tann møðin kemur,
helt Jákup Martin at enda.
-jm
Mistu luftina
Tá ungi B36’arin, Johan
V. Gunnarsson, varð skift-
ur inn í dystinum móti
EB/Streymi, var hetta
fyrsta ferðin, at hann var á
vølli í fyrstudeildarhøpi.
Soleiðis fekk hann 12
minuttir og eitt mál í sín-
um fyrsta dysti, og so
kann nevnast, at hetta
neyvan er seinasta ferðin,
at ein Gunnarsson er á
vølli fyri besta B36-liðið.
Johan er nevnliga tví-
burur, og hin helmingun-
um av parinum, Ásbjørn,
er sjálvandi eisini við í
besta B36-hópinum, so
helst verður tað ikki
leingi, áðrenn árstalsfel-
agið kann geva debut til
enn ein leikara.
-jm
B36-debut
Dysturin í
tølum
B36-EB/Streymur 4-0
(0-0)
1-0: sjálvmál, 46.
2-0: Bárður Mortansson,
47.
3-0: Áki Mørk, 73.
4-0: Áki Mørk, 85
B36: Tróndur Vatnhamar
– Arnbjørn Danielsen,
Egil á Bø, Pól Thorsteins-
son, Sverrir Kjærbo (Joh-
an V. Gunnarsson, 78.) –
Niels Joensen, Klæmint
Matras (Kenneth Jacob-
sen, 46.), Ronnie Samuel-
sen – Bárður Mortansson,
Jens
Erik
Rasmussen
(Áki Mørk, 66.), Alex dos
Santos
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Gert Hansen,
Fróði Clementsen, Andr-
zej Pacek, Jóhan á Stong-
um (Esmar Eiðisgarð,
46.) – Bárður Olsen (Carl
H. Høgnesen, 70.), Knút
Vesturtún, Jákup Martin
Joensen (Hallur Jacobsen,
70.), Hans Pauli Samuel-
sen – Sonni L. Petersen,
Sorin Anghel
Gult kort
B36: Niels Joensen
EB/Streymur:
Hans
Pauli Samuelsen
Dómari: Páll Augustin-
ussen. Uppgávan var ikki
av teimum truplastu, og
svartklæddi
maðurin
gjørdi hana so heldur ikki
truplari, enn hon var.
C
M
Y
K
22