týsdagur 27. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 27. apríl 2004
25
Vágbingar vóru ikki
komnir at pakka seg
niður. NSÍ vildi hava
alt á heimavølli, men
hvørgin parturin
megnaði at fáa mál í
opnum spæli
NSÍ–VB
Jóannes Hansen
Vágbingar kundu væl liva
við at fara úr Runavík við
einum stigi. Sum tað tók
seg upp fram ímóti dystar-
enda, so kundu teir á
heimaliðnum havt mist øll
stigini. Tað hevði verið ov
nógv av tí góða. Síðstu
løtuna setti VB, sum tá
hevði fríska lotið undan,
báðar, sum teir høvdu á
beinkinum inn á vøllin, og í
báðum førinum var talan
um meiri verjukendar spæl-
arar, sum loystu meiri
álopssinnaðar av.
Poul N. Poulsen loysti í
síðsta minutti Birgir Jørg-
ensen av. Tað var um repp-
ið, at ungi maðurin í yvir-
tíðini syrgdi fyri, at øll
stigini fóru suður til Vágs.
Milan Kuljic, sum var mest
eyðsýndi konstrutivi mað-
urin á vøllinum (hann hevði
verið góður hjá NSÍ at
havt!) spældi eitt tvey við
Poul, sum var um reppið at
gerast leysur, men hann var
ikki nóg skjótur, og so
varðveitti NSÍ eina stigið,
sum tað næstan hevði verið
synd, um teir høvdu mist.
Størsta møguleikan hevði
Milan Kuljic heilt tíðliga.
Hann gjørdist púra leysur
við NSÍ málverjanum, men
Jens Martin Knudsen vísti
sína styrki, og so spurdist
ikki meiri burturúr.
Bæði liðini vildu leypa á,
men verjuspælið var meiri
sannførandi enn álopsspæl-
ið, og so stóðust ikki nógvir
møguleikar burturúr. Kári
Hansen royndi seg við
langskoti, sum Bjarni lyfti
upp um til horna. Eftir
innleggið var eitt sindur
vandamikið frammanfyri
VB málið, men einki
spurdist burturúr.
Avgerandi støðurnar
Kring hálva tíman bríkslaði
Lassin Isaksen tvær ferðir
fyri brotssparki. Fyrru ferð-
ina var eftir at Milan Kuljic
í nærdysti við Áka L. Peter-
sen, sum hevur trýst Mes-
sias út á beinkin, var farin
um koll. Milan umsetti
sjálvur úr ellivu metrum.
Tveir minuttir seinni lá
bólturin á brotssparksblett-
inum í hinum endanum.
Eftir langa framlegging fór
Jónstein Petersen í nærdysti
við Eyðun Jacobsen um
koll, og neutrala uppmenn-
inir úr Klaksvík søgdu, at
tað var brotsspark. Sjúrður
Jacobsen var tryggur, tá ið
hann skoraði.
Í 1. hálvleiki hevði NSÍ
undan vindinum betri tak á
samanspælinum, enn teir
høvdu eftir steðgin. Tað
stóðust ikki serliga vanda-
miklar støður burturúr.
Men einar tríggjar ella fýra
ferðir var um reppið, at
fleirtalsstøður kundu havt
borið opnar støður við sær.
Í øllum førunum vórðu
skeivar avgerðir tiknar, tá
ið tað mest ráddi um, og so
spurdist einki burturúr.
Undan steðginum hevði
NSÍ væl fleiri hornaspørk,
enn VB hevði. Einki spurd-
ist burturúr. Fram ímóti
dystarenda var Óli Hansen,
sum tá var í álopinum, um
reppið við høvdinum at
stýra innleggi í málið, men
hann fekk ikki beint sera
skrúvandi bóltinum ta kós-
ina, sum hann hevði ætlað
sær.
Eftir steðgin hevði NSÍ
ilt við at samanspæla á
miðvøllinum. Tá var ofta
talan um langar sendingar,
sum VB verjan ikki hevði
trupulleikar at lesa og har-
við byrgja fyri. Tað gjørdist
ikki betri hjá NSÍ, tá ið
besta álopsvápnið hjá teim-
um, Helgi L. Petersen, mið-
skeiðis í 2. hálvleiki noydd-
ist at taka seg burturúr, tí
hann var skaddur.
Dysturin í tølum
NSÍ–VB 1–1 (1–1)
0–1: Milan Kuljic br 28.
1–1: Sjúrður Jacobsen br
32.
Dómari: Lassin Isaksen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Dánial Hansen, Óli
Hansen, Áki L. Hansen,
Sjúrður Jacobsen – Andy
Olsen (Jóhan Troest David-
sen, 81.), Brynjolvur Niel-
sen, Kári Hansen, Jónstein
Petersen (Jústinus R. Han-
sen, 54.) – Gert Langgaard,
Helgi L. Petersen (Messias
Perreira, 64.)
Gult kort: Helgi L. Petersen
55., Kári Hansen 65.
VB: Bjarni Johansen –
Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Eyðun Jacobsen,
Dalius Stalelinas – Palli
Augustinussen (Jón Gærd-
bo, 83.), Jákup Olsen, Mil-
an Kuljic, Símun Samuel-
sen – Mindaugas Grigala-
vicous, Birgir Jørgensen
(Poul N. Poulsen, 90.)
Gult kort: Mortan úr Hørg
53.
Lassin Isaksen
Ikki nóg gott
Jógvan Martin Olsen,
venjarin hjá NSÍ, heldur
ikki, at teir kunnu vera
nøgdir við at fáa eitt stig
burturúr fyrsta heima-
dystinum.
– Um tú ætlar tær at
vera við, har tað gongur
fyri seg, so er javnleikur
á heimavølli ikki nóg
mikið. Í 1. hálvleiki haldi
eg, at tað hekk hampu-
liga væl saman hjá okk-
um, men vit eru ikki nóg
kaldir í støðunum, sum
eiga at verða avgerandi.
Eftir steðgin broytist
spælbýtið soleiðis, at
bólturin er meiri á okkara
hálvu, enn hann framm-
anundan hevði verið.
Tú tókst fremsta álops-
spælaran út?
– Helgi varð skaddur,
og hann bað um at verða
útskiftur. Tað sama var
galdandi hjá Jónsteini
Petersen. Vit vóna, at teir
báðir verða tøkir aftur, tá
ið vit sunudagin skulu
inn til Fuglafirðar.
jh
Jóhan fyri fyrstu
ferð
Tá ið tað restaðu tíggju
minuttir
í
Runavík
sunnudagin, varð Jóhan
Troest Davidsen settur
inn á NSÍ liðið. Hetta var
fyrsta ferðin, at blaðungi
spælarin var á besta NSÍ
liðnum í landskappingar-
dysti. Hann loysti Andy
A. Olsen av. Andy beit
seg fastan í besta NSÍ
hópinum í fjør.
Jóhan hevur verið á
U–17 landsliðnum, og
hann hevur verið uttan-
lands og royndarvant –
eitt nú í Brøndby. Troest
boðar
frá,
at
gamli
fimleikarin og svimjarin
Kaj Aage Troest er abbi
hansara. Davidsen sigur,
at pápin er Fróði David-
sen. Í Kramer tíðarskeið-
num mitt í og seinna-
partin av áttati árunum
var Fróði ungur og evna-
ríkur B68 miðvallari.
-jh
Sá ikki brots-
sparkið
Superveteranurin í VB
málinum, Bjarni Johan-
sen, var ikki misnøgdur
við at hava eitt stig í við-
førinum í góðveðrinum
um
Suðuroyarfjørð
sunnukvøldið. Men hann
segði seg ikki duga at
skilja, hví dómarin hevði
bríkslað fyri NSÍ brots-
sparkinum:
– Lassin var staddur úti
við miðstrikuna, tá ið
hann bríkslaði. Støðan
var út móti brotsteigar-
markinum og í borðin-
um. Eg metti meg vera
væl betri fyri at síggja
støðuna, enn dómarin
var. Eg helt ikki, at Mort-
an úr Hørg togaði Jón-
stein
Petersen
niður.
Heldur sá eg tað soleiðis,
at Mortan fekk kroppin
framum mótstøðumann-
in, sum so legði seg nið-
ur. Tað er tó ikki sjónar-
miðið hjá mær, men tað
hjá dómaranum sum tel-
ur, staðfestir VB málverj-
in.
Onkrir vágbingar fóru
norður um leygardagin.
Teir, sum fóru norður
sunnudagin, noyddust av
seingini klokkan hálv-
gum seks. Tá ið klokkuni
leið at hálvgum tólv
sunnukvøldið vóru teir
við hús aftur. Men ferðin
hevði ikki verið so galin,
tí veðrið hevði verið av tí
besta, og teir høvdu fing-
ið eitt stig suðuraftur við.
- jh
NSÍ-VB 1-1 (1-1):
Bara mál úr ellivu metrum
AB vann á
vindinum
Veðrið var avgjørt ikki
til nakað polerað fót-
bóltsspæl, tá strembandi
AB og óroynda LÍF
dystaðust leygardagin.
Nógvur vindur var
eftir váta vøllinum, og
hetta gjørdi fyri tað
mesta, at líkindini at
spæla fótbólt vóru at
kalla eingin.
Leingi var eisini líkt
til, at talan skuldi gerast
um málleysan javnleik,
men í seinastu løtu
fingu gestirnir tó av-
gjørt dystin, tá Pætur
Dam Jacobsen brádliga
gjørdist leysur.
Sum nevnt, so var tal-
an á ongan hátt um nak-
að polerað fótbóltsspæl,
men tað munnu tey á
Argjum leggja vertin á.
Hjá teimum vóru stigini
tey týdningarmestu, og
so ræður um at halda
fast um oddastøðuna.
Hjá leirvíkingum er
ikki stórt annað at gera,
enn at halda á fram at
stríðast. Talan er um
nógv ungt fólk á lið-
num,
og
vantandi
royndirnar koma helst
at
viðføra
óstøðug
avrik. Stríðsviljan-um
bilar tó sjáldan nakað,
og tað munnu eisini
vera fá lið, sum rokna
við lættari uppgávu, tá
vitjað verður í Leirvík.
-jm
LÍF-AB 0-1 (0-0)
0-1:
Pætur
Dam
Jacobsen
Milan Culic legði VB á odda við brotssparki, men seinni javnaði Sjúrður Jacobsen. Somuleiðis
við brotssparki
25
24
Nr. 79 - 27. apríl 2004
Match-
vinnarin
noyddist
út
Jacob Bymer gjørdi ein-
asta málið, sum kom í
dystinum ímillum KÍ og
B68, og hann var eisini
vandamesti spælarin á
KÍ-liðnum í fyrra hálv-
leiki.
Men beint fyri hálv-
leiki noyddist danski
álopsspælarin av vøll-
inum, tá ið hann fekk
ein skaða í lærið. Enn er
ikki greitt, hvussu álvar-
samur skaðin er, men
hann forðar møguliga
Bymer í at spæla næsta
vikuskiftið.
Jacob Bymer kom úr
Esbjerg til Klaksvíkar í
fjør, men tá eydnaðist
honum ikki at gera mál,
hóast hann var nógv við
og spældi væl til tíðir. Í
ár hevur hann skorað
bæði í steypakappingini
og í landskappingini.
-jm
39 ára
gamal
unglingi
Marek Wierzbicki er ein
av útlendingunum, sum
hevur verið heilt leingi í
Føroyum. Heilt afturi í
1993 kom hann fyri
fyrstu ferð til landið, tá
Piotr Krakowski styrkti
B71-hópin við honum,
og síðani hevur hann
ferðast nógva staðni
kring landið.
Í ár er tað aftur í KÍ, at
hann roynir seg. Her var
hann eisini í 1999 og
2000, og fyrra av hesum
árunum var hann við til
at vinna 17. meistara-
heitið hjá felagnum. Og
tað er einki ivast í, at
áskoðararnir
fegnir
síggja eina endurtøku av
hesum.
Sjálvur fylti Marek 39
ár
mánadagin,
men
hóast hetta, so tóktist
hann als ikki merkjast
av hesum sunnudagin.
Sum
vinstri
bakkur
hevði hann sera gott tak
á allan dystin, og við
hetta lag er einki at ivast
í, at hann framvegis
eigur fleiri góð ár eftir á
vøllinum.
-jm
KÍ-B68 1-0 (1-0):
B68 bjóðaði av, men KÍ vann
Toftamenn vildu
spæla við í fyrsta um-
farinum av lands-
kappingini, men
heimaliðið kláraði at
fáa sigurin heim, hó-
ast tað stóð á ímóti
endanum av dystinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fleiri av dystunum í ár
hevur B68 spælt rættiliga
verjukent. Teir hava møgu-
liga ikki hildið seg verið so
væl fyri, sum onkur av
hinum liðunum, og tí hava
teir lagt dentin á verjupart-
in og síðan skjót mótálop.
Men tey, sum væntaðu
eitt verjukent B68-lið til
dystin í Klaksvík, fóru
skeiv. Toftamenn løgdu seg
ikki bara aftur at verja, men
bjóðaðu av fram eftir vøll-
inum eisini.
Fyrsta korterið av dystin-
um tóktist tað næstan, sum
at heimaliðið var eitt sindur
ørkymlað av ágangandi
byrjanini hjá B68, og KÍ
fekk ikki sítt spæla at
ganga. B68 hevði fleiri
royndir á KÍ-málið fyrsta
partin av dystinum, og Súni
Fríði Barbá og Øssur Han-
sen vóru við í tí mesta hjá
gestunum.
Kjansirnir
vóru
ikki
opnir, men royndirnar vóru
frískar, og meira enn eina-
ferð mátti Jákup Mikkelsen
verja fyri.
KÍ fekk mál
Men so hótti KÍ einar tvær
ferðir, og so gav tað úrslit
beinan vegin. Miðskeiðis í
fyrra hálvleiki var Erling
Fles sendur av stað í
vinstru, hann legði flatt inn
til nærmastu stong, og har
kom Jacob Bymer rennandi
og stúrdi bóltinum hegnis-
liga í handara síðunet – ein
flott detalja av danska
álopsspælaranum.
Jacob Bymer var størsta
hóttanin hjá KÍ fram eftir
vøllinum í fyrra hálvleiki,
til hann noyddist av vøllin-
um við skaða. Hann átti tó
at fingið eitt mál afturat, tá
ið hann var púra leysur mitt
fyri, men hann sendi inn-
leggið himmalhøgt upp um
málið.
Eftir at KÍ hevði fingið
málið, fekk liðið meira
spæl, og teir stýrdu hend-
ingunum meira. B68 var
ikki heilt so ágangandi
longur, men teir høvdu
onkrar atsóknir. Einu ferð-
ina høvdu Øssur Hansen og
Eyðstein Skipanes eina
góða frísparkskombinatión,
sum B68 helst átti at fingið
meira burturúr.
Gekk báðar vegir
Í seinna hálvleiki leikaði á
báðar vegir. KÍ royndi støð-
ugt at fáa eitt mál afturat,
so at sigurin var tryggjaður,
meðan B68 royndi at fáa
útjavnandi málið. Øssur
Hansen kom eitt skiftið
rættiliga upp í spælið, og
hann var tann, sum skapti
mest á liðnum hjá B68.
Hann reikaði nógv um vøll-
in, og KÍ'arnir høvdu í løt-
um ilt við at steðga honum.
B68 fekk framvegis ikki
teir opnu kjansirnar, so
hvørt sum dysturin leið,
royndu teir seg alt meira
við longu bóltum fram í
brotsteigin. Seinastu tíggju
minuttirnar
sendu
teir
Mortan Hansen inn sum
triðja álopsspælaran, og tá
trýstu teir heimaliðið í
løtum. Longu bóltarnir
kundu havt givið úrslit,
men hesaferð kláraði KÍ-
verjan at rudda burtur
hvørjaferð, hóast tað stóð á
onkuntíð.
KÍ royndi seg við mót-
álopum, og heimaliðið fekk
eisini størsta kjansin stutt
fyri leiklok, tá ið gott og
kvikt spæl hevði við sær, at
Arnold Joensen gjørdist
leysur í høgru. Hann dró
inn móti Albert Sævars-
syni, men so sendi hann
bóltin fram við málinum.
B68 gjørdi eina seinastu
roynd, høvdu onkur horna-
spørk, men mál fingu teir
ikki.
Frísk toftaroynd
KÍ hevur ongan dyst tapt í
steypakappingini
ella
landskappingini í ár, og
hóast liðið ikki altíð hevur
spælt sannførandi álopsfót-
bólt, so er liðið væl skipað,
og tað er trupult hjá mót-
støðuliðunum at spæla seg
ígjøgnum.
B68 gjørdi tó ein fríska
roynd hendan dagin, og við
teimum spælarunum, sum
liðið hevur fingið afturat
seinastu vikurnar, eru tekin
um, at úrslitini fara ikki at
vera so vánalig, sum tey
vóru í steypakappingini. Í
øllum førum var himmal-
víður munur á hesum B68-
liðnum og tí, sum spældi
fyrstu dystirnar í hesum
árinum.
KÍ sleppur næstu ferð at
royna seg ímóti B36 í
Gundadali, meðan B68 skal
spæla fyrsta dystin á nýggja
graslíkisvøllinum
á
Svangaskarði
ímóti
GÍ
sunnudagin.
Sumbingar
krøkja seg í
oddin
Eins og í fjør, so tørnaðu
Sumba og VB saman
longu í fyrsta umfarin-
um av landskappingini í
aðru deild, og hesaferð
varð tað so Sumba, sum
dróg longra stráðið.
Á Krossinum megnaði
heimaliðið at vinna 2-1,
men tað stóð ofta nógv á,
soleiðis sum tað ofta ger
í eini grannauppgerð.
Bert eitt mál kom fyri
steðgin, og var tað
heimaliðið,
sum
átti
hetta, men vágbingar
góvust ikki so. Tað eydn-
aðist teimum eisini at
javna, men móti dystar-
enda fekk Sumba tillutað
brotsspark, og hetta setti
Norbert Luczak trygt í
netið til endaligu støð-
una.
Spælið sum so, var ikki
tað heilt stóra at reypa
um hjá nøkrum av liðun-
um, men hjá Sumba
ræður fyrst og fremst
um at halda lív í vónun-
um um uppflyting. Hjá
VB skal sessurin í deild-
ini fyrst og fremst varð-
veitast, og ein ósigur
fyri Sumba á útivølli
verður so neyvan tað,
sum kostar hendan.
-jm
Sumba-VB 2-1 (1-0)
1-0: Karl Lisberg
1-1: Sigmund
Mikkelsen
2-1: Norbert Luczak
(br.)
Toftamenn høvdu í løtum gott tak á vertunum, men stigini fóru tó ongan veg úr Klaksvíkini
sunnudagin
Mynd: SáH
Dysturin í
tølum
KÍ-B68 1-0 (1-0)
1-0: Jacob Bymer
KÍ: Jákup Mikkelsen –
Leon Bjartalíð, Niclas
Niclasen,
Alexander
Djordjevic, Marek Wierz-
bicki – Arnold Joensen,
Jan Joensen, Atli Daniel-
sen, Símun Joensen (Eyð-
un Klakstein, 65.) – Er-
ling Fles (Julian Samuel-
sen, 83.), Jacob Bymer
(Stig Edvin Aksnes, 44.)
Gult kort:
Alexander
Djordjevic, Símun Joen-
sen, Leon Bjartalíð
B68: Albert Sævarsson –
Oleif Joensen, Herbert í
Lon Jacobsen, Bogi Peter-
sen, Kári Sigvardsen – Jó-
han Petur Poulesen, Eyð-
stein Skipanes, Mikkjal
Thomassen,
Øssur
Hansen, Øssur Jacobsen –
Súni Fríði Barbá
Gult kort:
Dómari: Dagfinn Olsen
C
M
Y
K
24