Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. apríl 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 27. apríl 2004 27 27 26 Nr. 79 - 27. apríl 2004 Gøtumenn illa sperdir Hóast ÍF tapti í Gøtu, so bar einki boð um, at uppflytararnir ætla sær at gera skjótt av í bestu deildini GÍ–ÍF Jóannes Hansen Góði stimin hjá gøtumonn- um heldur fram. Í bólkaum- farinum í steypakappingini fingu teir fult, og ímóti ÍF vunnu teir í fyrsta umfarin- um í landskappingini. Seinna umfarið vóru teir góða løtu omaná, og tá løgdu teir seg framum 3–1, og harvið tóktist tað sum um, at eingin ivi var um sig- urin. Men ÍF kom aftur- íaftur. Áki Petersen minkaði um munin við frísparki úr stórari fjarstøðu, sum Hallur Hansen í GÍ málinum átti at havt vart fyri. So trýsti ÍF, men GÍ verjan helt tørn. Av at vera í fyrsta umfar- inum var fótbóltsspælið av- gjørt ikki so galið. Tað var ferð á, tað var tætt, og hóast bóltførleikin ikki altíð var sannførandi, so hekk fót- bóltsspælið í løtum væl saman. Uppflytararnir úr Fugla- firði vóru ikki farnir út um Eiðið fyri at spæla tinda- svínafótbólt. Eftir eitt lítið korter fekk heimaliðið hol á. Eftir diagonalsending úr høgru, smeyg Súni Olsen sær til baklinjuna í vinstru, royndi flatt og úr spískum, og Poul Arni Jacobsen syrg- di fyri, at verjuspælarin ikki slapp framat, og so var 1–0. So tók ÍF yvir, og teir vóru omaná restina av fyrra um- farinum. Hanus Eliasen var hangandi álopsspælari aft- anfyri Magna á Lakjuni og Bartal Eliasen. Tá ið bólt- urin kom fram til teirra, tóktist GÍ ferð eftir ferð at rilla. ÍF javnaði eftir stóran hálvan tíma. Eftir horna úr vinstru kom bólturin út frá aftur til Magna á Lakjuni. Hann lyfti innfyri aftur, Hallur royndi at jústa, men bólturin datt fyri føturnar á Rúna Elttør, sum mitt fyri og sjey metrar úr málinum fluktaði í kassan. Næstu løtuna hevði ÍF fleiri møgu- leikar. Roy ruddaði væl á miðjuni, og fleiri ferðir komu Magni og Eyðolvur ígjøgnum í høgru. Bartal stútaði eftir horna í tvør- træið, og eftir horna bloker- aði ein verjuspælari við æl- boganum roynd hjá Árna Petersen úr heilt stuttari fjarstøðu til nýtt horna. Tá vildu fuglfirðingarnir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tað gjørdi hann ikki. Popczynski í stuttum tjóðri GÍ var meiri tendrað eftir steðgin. Í 1. hálvleiki hevði miðvøllurin ikki verið ser- liga sannførandi. Pop- czynski, sum var í stuttum tjóðri, leitaði sær eftir steðgin longri aftur fyri at taka lut í myndandi partin- um. GÍ megnaði kortini ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar, men teir høvdu stóra úrtøku. Eftir ÍF miss í uppspælin- um legði Magnus Skoralíð innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Hans Pauli Petersen púra leystur, tá ið hann tveitti seg fram og stútaði til 2–1. Vitus Kofoed varð skiftur inn, men hann gjørdi ikki tær stóru skreytirnar. Magnus Skoralíð, sum spældi við størri sjálvsáliti enn áður, átti eisini sín lut í 3–1 málinum. Eftir innlegg frá honum beindi Kartin Joen- sen bóltinum út til horna. Tað varð stútað á tvørtræið, og Popczynski var fyrstur á returinum. So tóktist heimasigurin vísur. Men Áki Petersen minkaði um munin til 3–2, og tað hevði einki forgjørt verið, um ÍF hevði havt fingið eitt stig. Gøtumenn høvdu marginalirnar á sín- ari síðu, og harvið eru teir framvegis ósigraðir í hes- um kappingarárinum. GÍ–ÍF 3-2 (1–1) 1–0: Súni Olsen 13. 1–1: Rúni Elttør 32. 2–1: Hans Pauli Petersen 62. 3–1: Krzystof Popczynski 85. 3–2: Áki Petersen 88. Dómari: Petur Skarðenni GÍ: Hallur Hansen – Leivur Hansen, Poul Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Hans Pauli Petersen, Súni Olsen, Símun Louis Jacob- sen (Jónreid Dalheim, 84.), Magnus Skoralíð – Krzystof Popczynski, Poul Arni Jac- obsen (Vitus Kofoed, 67.) Gult kort: Eingin ÍF: Kartin Joensen – Árni Petersen, Viggo Johanne- sen, Áki Petersen, Rúni Elt- tør – Eyðolvur R. Petersen, Roy Róin (Teitur Joensen, 75.), Fritleif í Lambanum – Magni á Lakjuni (Bárður á Lakjuni, 66.), Hanus Elia- sen, Bartal Eliasen Gult kort: Magni á Lakj- uni 29., Fritleif í Lamban- um 82. Magni á Lakjuni noyddist út, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin. Hann hevði koykt fótin, og so loysti systkinabarnið, Bárður á Lakjuni, hann av. Bárður orsaka av skaða bara vant í tvær vikur. Tað verður ikki roknað við, at skaðin hjá Magna fer at halda honum uttanfyri næsta vikuskifti. Magni fekk gult kort, tí hann segði dómaranum, at hann hevði verið ov einvísur í dømingini av nærdystunum. – Vit stóðu okkum væl í 1. hálvleiki. Trupulleikin er, at vit ikki skora upp á møguleikarnar. Vit hildu, at ein gøtumaður í tí eina førinum bjargaði við æl- boganum, men tað helt dómarin ikki. Eftir steðg- in sóu vit, at persónlig mistøk kosta meiri í bestu deildini, enn tey kosta í næstbestu deildini, stað- festir Magni á Lakjuni. -jh Mistøkini kosta Poul Ennigarð er tann av gøtumonnunum, sum hevur verið longst á GÍ liðnum. Hann staðfestir, at teir góvu uppat at spæla, tá ið teir vóru komnir framum 1–0. – Vit tóku okkum ov langt aftur. Í steðginum tosaðu vit um, at vit skuldu flyta spælið longri fram, at vit skuldu bjóða okkum til, og at vit ikki skuldu vera so strongdir, tá ið vit fingu bóltin. Tað eydnaðist væl. Hvussu ber tað til, at teir fingu seinna málið? – Sovorðin mál síggjast ofta í sjónvarpinum. Ein lumpuslig sending, sum allir hyggja eftir og hugsa um, hvør fer at broyta kósina á bóltinum. Og so endar hann í málinum. Tí- betur fingu vit trý stig, og so skal man ikki klaga, staðfestir 26 ára gamli GÍ veteranurin. -jh Goymdu okkum ov nógv Leygardagin endurtóku vit GÍ heimasíðuna, sum segði, at ÍF hevði ongan- tíð vunnið á GÍ í lands- kappingardysti í bestu deildini. Tað áttu vit ikki at havt gjørt uttan at havt kannað málið. Sannleikin er tann, at ÍF hevur vunnið tvær ferðir á GÍ í landskappingardyst- um. Fyrra ferðin var 21. september í 1980, tá ið úrslitið í Gøtu var 3–0 til ÍF. Seinna ferðin var 5. juni í 1988, tá ið ÍF á heimavølli vann 1–0 á GÍ. Vit biðja lesararnar og ÍF halda okkum til góða, at vit ikki eftirkannaðu GÍ tíðindini, áðrenn tey vórðu endurgivin. jh ÍF hevur vunnið tvær ferðir Tað hevur ofta víst seg, at næstbestu klaksvíkingarnir hava trupult at manna lið til útidystirnar, og soleiðis var eisini hesaferð. Í Havn var talan mest sum um Olgar Danielsen og so eina rúgvu av ungum leikarum, men leingi sá út til, at hetta skuldi verða nóg mikið. Olgar var í øllum førum maðurin, sum tíðliga í dystinum legði gestirnar framum, men eftir at KÍ stutta løtu seinni fekk mann riknan av vølli, var tað B36, sum tók alt meira yvir. Og í seinna hálvleiki eydnaðist eisini heimaliðn- um at vissa sær sigurin. Tórður Hentze syrgdi fyri útjavnandi málinum, og nakað seinni var Tórálvur Poulsen á rætta staðnum. Hetta megnaðu klaks- víkingar ongantíð av álvara at hótta, og tá teir ikki áttu skiftisleikara fyri skaddan mann seint í dystinum, endaðu teir høvuðsstaðar- vitjanina við níggju leikarum. -jm B36-KÍ 2-1 (0-1) 0-1: Olgar Danielsen 1-1: Tórður Hentze 2-1: Tórálvur Poulsen Skerdir Klaksvíkingar Hóast fuglafirðingar taptu í Gøtu, so bendir einki á, at ÍF ger skjótt av í bestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26 Flaggdagsrenningin 2004 Eins og vant, so varð aftur í ár skipað fyri flaggdagsrenningini, og luttakaratalið hesaferð var metstórt RENNING jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin flaggdagur uttan flaggdagsrenning. Soleiðis hevur tað verið í skjótt nógv ár, og soleiðis var eis- ini í góðveðrinum sunnu- dagin, tá ikki færri enn 440 luttakarar høvdu teknað seg til árligu renningina. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, setti renning- ina, og sum vera man, sum fegnaðist hann um, at somikið nógv fólk vóru við í einum somikið heilsugóð- um tiltaki, sum renning nú einaferð er. Hann helt fyri, at manna- kroppurin er ikki skaptur til at sita á endanum allan dagin, men at hann tvørtur- ímóti skal rørast, og at renningin er eitt framúr høvi til hetta. Og runnu. Ja, tað gjørdu tey. Summi fyri at kappast, um at vera fremst, onnur fyri at kappast móti sær sjálvur, og uppaftur onnur runnu bara fyri at renna. Øll høvdu tey í hvussu so er eina góða løtu, og niðan- fyri verða úrslitini hjá renn- arunum prentað. 440 fólk – 170 fleiri enn gamla metið - tóku lut á árligu flaggdagsrenningini, sum varð avgreidd í fagrastu líkindum sunnudagin Menn Pláss Fornavn Eftirnavn Føddur Min Sek 1 Sam Vang 1970 24 15 2 Regin Zachariasen 1960 24 16 3 Guttorm Sørensen 1968 24 20 4 Jonhard Larsen 1966 24 32 5 Evald við Garð 1972 24 37 6 Jóan Karl Joensen 1987 24 53 7 Snorri Patursson 1979 24 54 8 Sigurð B. Justinussen 1967 24 57 9 Cecil Weihe 1965 25 12 10 Eyðtór J. Joensen 1967 25 47 11 Jósvein Herup Olsen 1958 26 0 12 Hjalti Gunnarstein 1961 26 5 13 Trygvi Hansen 1966 26 19 14 Freddie Poulsen 1971 26 27 15 Eli J. Christiansen 1985 26 32 16 Álvur F. Christiansen 1989 27 3 17 Jens Sørensen 1976 27 3 18 Sámal H. Debes 1952 27 9 19 Jónálvur Johannesen 1974 27 13 20 Súni Jacobsen 1967 27 43 21 Dorian Petersen 1968 27 48 22 Hans Petur Weihe 1967 27 49 23 Olaf Olsen 1967 27 51 24 Regin I. Jakobsen 1966 27 52 25 Djóni Ziska 1965 27 53 26 Steindor Hjaltalin 1949 27 55 27 Andrass Joensen 1963 28 28 28 Jógvan Johan Lorenzen 1980 28 32 29 Óla Jákup Kristoffersen 1959 28 38 30 Bogi Joensen 1973 28 46 31 Steingrímur R. Hansen 1988 28 56 32 Henry Olsen 1964 29 16 33 Ólavur Herup Olsen 1943 29 18 34 Ivan Kjær Christoffersen 1973 29 21 35 Petur Even Djurhuus 1963 29 31 36 Sigurd Vatnhamar 1965 29 37 37 Jóanis Erik Køtlum 1965 29 41 38 Dia Jacobsen 1977 29 44 39 Borgar Biskopstø 1962 29 45 40 Kári Simonsen 1959 29 47 41 Jákup-Alberg Berg 1963 29 52 42 Robert Vilhelmsen 1951 29 55 43 Arnhold Olsen 1981 30 3 44 Jan Jakobsen 1964 30 6 45 Beinir Rasmussen 1972 30 28 46 Gunnar í Liða 1960 30 30 47 Evald Rasmussen 1956 30 31 48 Janus Petersen 1959 31 1 49 Michael Feldballe 1973 31 7 50 Barry Richards 1979 31 12 51 Krisjan Christiansen 1952 31 15 52 Kristin Rasmussen 1952 31 33 53 Harry Hansen 1938 31 38 54 Tummas Justinussen 1990 31 42 55 Jóannes Nolsøe Petersen 1964 31 49 56 Jógvan Olsen 1956 31 54 57 Claus Madsen 1983 32 2 58 Ólavur Kjølbro 1977 32 6 59 Rógvi Thorsteinsson 1961 32 8 60 Dánjal Samuelsen 1969 32 9 61 Bárður Johannesen 1989 32 14 62 Kim Pagels 1957 32 18 63 Páll L. Nólsoy 1965 32 30 64 Bent Tommy Linklett 1963 32 32 65 Henning Clemens Poulsen 1951 32 37 66 Palli Petersen 1965 32 43 67 Niels Hansson 1964 32 51 68 Kenneth Munkebæk 1969 33 7 69 Rói Nolsøe 1966 33 17 70 Ali Celebi 1963 33 20 71 Bogi Olsen 1973 33 45 72 Asbjørn Mikkelsen 1956 33 48 73 Hjalgrim Samuelsen 1964 33 49 74 Sofus Hansen 1969 33 52 75 Uni Petersen 1965 34 24 76 Hans Birgir Hansen 1949 34 36 77 Sølvi Ragnarsson 1978 34 43 78 Eyðun Mørkøre 1971 34 43 79 Heini Gaard 1973 34 57 80 Peter Gram 1959 35 5 81 Martin Olsen 1989 35 6 82 Símun Joensen 1961 35 12 83 Brian S. Jensen 1965 35 16 84 Suni Petersen 1956 35 18 85 Jón Johansen 1963 35 20 86 Júst í Túni 1986 35 25 87 Allan Skaalum 1963 35 25 88 Rune Trabjerg 1982 35 26 89 Boði Haraldson 1961 35 30 90 Herluf Jacobsen 1963 35 32 91 Petur Amon Dalbø 1967 35 34 92 Haldur Súni Johanesen 1963 35 35 93 Sonni Jensen 1958 35 43 94 Jákup Egil Jensen 1960 35 45 95 Páll H. Vesturbú 1961 35 51 96 Líggjas Høgnesen 1963 36 12 97 Høgni Olsen 1980 36 14 98 Jón Kragesteen 1960 36 15 99 Tommy Jensen 1953 36 27 100 Volmar Højgaard 1957 36 34 101 Regin Jóanesarson 1945 36 40 102 LamhaugeIngi 1980 36 41 103 Pauli Djurholm 1965 36 54 104 Djóni á Boðanesi 1975 36 54 105 Robert Thomasen 1969 36 59 106 Peter Mouritsen 1980 37 10 107 Ib Hjersing Skoubo 1961 37 11 108 Klaus Kristensen 1960 37 33 109 Jón Eli Ole Jacobsen 1979 37 38 110 Bjarke Sørensen 1982 37 42 111 Odd Arild Bjellvåg 1965 37 43 112 Sørin Christiansen 1956 37 45 113 Ronni Fornitz 1983 37 50 114 Andrias Jacobsen 1960 37 59 115 Andreas Christiansen 1983 38 1 116 Hans Pauli Strøm 1956 38 10 117 Mortan A.Carlsen 1958 38 14 118 Michael Thomsen 1967 38 20 119 Rúni Heðinson Johannesen 1967 38 39 120 Eivind Danielsen 1955 38 40 121 Høgni Lauritsen 1978 38 57 122 Poul Geert Hansen 1962 39 3 123 Leif Olsen 1958 39 15 124 Ingi Vestergaard 1958 39 15 125 Álvur Oknadal 1957 39 42 126 Jákup Jóanesarson 1968 39 43 127 Mogens Eriksen 1962 39 44 128 Tróndur Leivsson 1957 39 48 129 Óli Simonsen 1957 40 0 130 Óla Hans A. Olsen 1956 40 4 131 Páll Beder1953 40 18 132 Andru Poulsen 1990 40 26 133 Jørgen Jacobsen 1955 40 34 134 Niels Juul Knudsen 1967 40 35 135 Palli Mortensen 1961 40 41 136 Hans Pauli Johannesen 1990 40 51 137 Tórður Poulsen 1969 41 8 138 Hans Dam 1960 41 14 139 Helgi á Fløtti 1950 41 16 140 Rúni Klein Joensen 1974 41 17 141 Janus Isfeldt 1965 41 18 142 Peter Østergaard 1960 41 43 143 Mikkel Secher 1983 41 49 144 Niels Christian Nolsøe 1958 42 0 145 Súni Danielsen 1965 42 17 146 Martin Sømark 1967 42 18 147 Hannis Wardum 1967 42 43 148 Pætur Bærentsen 1951 43 43 149 Eyðun Hansen 1967 43 50 150 Henrik Lopdrup 1975 43 52 151 Rógvi Jacobsen 1969 45 3 152 Høgni Djurhuus 1948 45 17 153 Martin Joensen-Næs 1961 45 53 154 Heri Petersen 1971 46 17 155 Magni Dalsgaard 1951 46 18 156 Ingolf Joensen 1964 46 37 157 George Poulsen 1970 47 6 158 Ingibjartur Madsen 1935 49 39 159 Jens Marius Poulsen 1942 49 49 160 Hans Jákup Langaard 1966 49 54 161 Eyðfinn Joensen 1966 50 47 162 Oskar Neshamar 1953 51 1 163 Pól Adrian Poulsen 1963 53 5 164 Pætur Háberg 1955 53 24 165 Ásmund Johannesen 1943 54 45 166 Jón Á. Ásgeirsson 1955 55 13 Kvinnur 1 Jenny Svabo 1990 30 32 2 Linette Giessing 1968 30 41 3 Brynhild Absalonsen 1980 32 7 4 Sunnuvá Bjarnastein 1968 32 38 5 Anna Herup Høgnesen 1983 32 56 6 Tina T. Johannesen 1974 33 14 7 Sølvá Árnadóttir 1977 33 25 8 Óluva Zachariasen 1967 33 50 9 Ann Thomsen 1966 33 51 10 Katrin Rubek Nielsen 1970 34 18 Úrslit frá flaggdagsrenningini 2004 Framhald á síðu 28