Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Tað er avgjørt pláss fyri bata. Tað staðfesti Annika Ol­ sen, landsstýriskvinna í al­ mannamálum, á fundi hjá Ráð­num Fyri Brekað í Løks­ høll mánakvøldið um rætt­ ind­i­ni hjá børnum, ið bera brek. Hon sigur, at stóra av­ bjóðingin er, at sum er, liva og virka børn sum bera brek, í einum samfelagi, sum er tillagað evnunum hjá børn­ unum, ið ikki bera brek. - Tað merkir, at tað er ein grundleggjandi ójavni ímill­ um evnini hjá børnum við breki og tað samfelagið, tey liva og virka í, sigur Annika Ol­sen. Hon sigur, at tískil er alla­ tíðina neyðugt at gera til­lag­ ing­ar, so at børn við breki at vera við í samfelagnum á jøvn­um føti við øll onnur. Rætt at verða hoyrd Í ST sáttmálanum um børn, ið bera brek, stendur, at øll børn hava rætt at verða hoyrd í øllum viðurskiftum, sum viðvíka teimum, á jøvn­ um føti við onnur børn, alt eftir aldri og búningarstigi. - Tað merkir, at Al­manna­ verkið hevur skyldu at lýsa hvørt einstakt mál gjølliga og í tí sambandi eigur barnið at verða hoyrt. Men hesi viðurskifti eru ikki formliga ásett í lóg og Annika Olsen heldur, at tað er tíðin búgvin til nú. - Børnini skulu eisini at hava eina rødd og tí er neyðugt at hava ein stovn, sum verjir teirra sak. Tí hevur lands­stýri­s­ kvinn­an í umbúna at stovna eitt Barnaumboð, sum júst skal røkja hesa uppgávuna. Annika Olsen heldur, at hetta er ikki ein uppgáva, sum tað ber til at leggja á foreldrini, tí tey hava framman­und­an stór tøk at taka við at berjast fyri at teirra børnum. - Hjá teimum verður tað ov nógv! Óheft umboð Annika Olsen sigur, at tí heldur hon, at tað er neyðugt, at børnini fáa eitt óheft umboð, hvørs einasta upp­ gáva verður at tala barnins søk. - Barnaumboðið skal vera ein óheft rødd hjá børnunum og til at hjálpa sær við tí, skal Barna­umboðið hava eitt Barna­ráð við seks limum, sum øll skulu vera fakfólk. - Barnaumboðið skal hava eftir­lit við, at tey tilboð, vit hava til børn og ung er á landi, eru nøktandi eftir barna­rætt­inda­sátt­mála­num hjá ST og teirri lóggávu, vit hava. - Barnaumboðið skal hava sum aðalmál, at røddin hjá børn­um og ungum verður hoyrd í øllum málum, sum hava við teirra viðurskifti at gera. - Samstundis skal Barna­ um­b­oðið kunna landsins myndug­leikar, kommunur, og almenningin, um um­støð­ ur­nar hjá børnum og ungum, sigur Annika Olsen. - Eg eri sannførd um, at eitt slíkt barnaumboð hevði fingið stóran týdning í sam­ bandi við at liva upp til ST sáttmálan um tey børn, sum bera brek, legði hon afturat. Børnini skulu hava eina rødd BØRN VIÐ BREKI Tað er ein grundleggjandi ójavni ímillum evnini hjá børnum við breki og tað samfelagið, tey liva og virka í, sigur Annika Olsen, landsstýrisvinna í almannamálum Støðan hjá teimum, sum bera brek í Føroyum er alt annað enn ljósareyð. Tað kom fram á fundi­ num, sum Ráðið Fyri Brek­að førdi fram á fundi um rætt­indini fyri brekað mána­kvøldið. Sum tað sæst í aðrari grein, hevði Abraham Løk­in, pápi dóttur við down syndrom, nógvar góð­ar royndir. Men tað vóru tað ikki øll, sum høvdu. Á fundinum tóku for­ eld­ur og onnur av­varð­ andi orðið og greiddi frá, hvussu ringar royndir tey høvdu, serliga av Al­ manna­verkinum. Onkur greiddi frá, at tey høvdu fingið vi­ð­hald í kærustovninum í eini kæru ímóti al­manna­verki­ num, men hóast hetta var í desember, var framvegis ong­in reaktión yvirhøvur úr Almannaverkinum. Onkur annar greiddi frá, hann bíðaði framvegis eftir svarið upp á ein tvey ára gamlan fyrispurning. Fleiri vístu eisini á, at mangan var familjan heilt slept upp á fjall og púr­ asta gloymd og at nettupp tað er ein nógv undir­mett­ ur trupulleiki, tí ofta er tað so krevjandi at hava børn, sum bera brek Kanningar aðrastaðni vísa, at 80 prosent av for­ eldr­um at børnum við autis­mu, skiljast, tí tey slít­ast upp Hetta er ein trupulleiki bæði Annika Olsen og Hall­ur Tomsen, deild­ar­ leiðari á nýggju menn­ ing­ar­deild­ini á Al­manna­ verki­nun ásanna. Annika Olsen sigur, at hon veit ítøkilig dømi um, at foreldur at barni við autis­mu, varð sent runt í kling­ur í allari skipani, og tá ið avtornaði, høvdu tey verið í sambandi við ikki færri enn 71 starvsfólk í 14 ymsum myndugleikum fyri at fáa hjálp til barnið við autismu. Semja er um, at hett ber ikki til og tí er menn­ inga­rdeildin hjá Al­manna­ stovuni í ferð við at um­ skipa virksemi, at at øll hjálp nú verður savnað á ein­um og sama staði, at. Tað merkir, at tá ið fólk venda sær til Al­manna­ verkið, skulu tey bara hava eitt fólk at tosa við og hetta fólki skal síðani snikka eitt heildartilboð saman. Tey avvarðandi á fundi­num, sum umrøddu evni, hildu, at hetta vóru stór­tíð­indi fyri tey. Men tey saknaðu, at skúlin verður ein natúr­ lig­ur partur av hesi heild­ ar­ætlan. Eitt ítøkiligt dømi varð nevnt um ætlaða flokk­ in, studentaskúlin í Hoy­ døl­um ætlar at skipa í summ­ar fyri næmingar við autismu. - Har varð ein næm­ ing­ur vrakaður, tí at hann hevði ikki havt krav­du læru­grein­ar­nar í fólka­ skúla­num, hó­ast evnun­ um einki biltu. Alt annað enn ljósareytt Tí er neyðugt at hava ein stovn, sum verjir teirra sak Tað er ein grund­ leggjandi ójavni ímillum evnini hjá børnum við breki og tað samfelagið, tey liva og virka í Ein rødd - Børn og ung skulu hava eina rødd, sum talar teirra søk í øllum málum