Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen - Tey, sum brek brek í Før­ oyum hava góðar møgu­leik­ ar, tí hetta er eitt fantastiskt land, í nógvar mátar eitt para­dís. Tað sigur Abraham Løkin, pápi eina dóttur við down syn­drom. Á fundi hjá Ráðnum fyri Brek­að í mánakvøldið um rætt­indni hjá børnum, sum bera brek, staðfesti hann, at Før­oyar eru eitt paradís fyri fólk, sum bera brek, tí her eru nógv­ir og góðir møguleikar. Hann gjørdi vart við, at hann tosaði bara útfrá egn­ um royndum, sum pápi eina gentu við down syndrom. Og hann staðfesti, at hann hevði nógv at vera takk­samur fyri, tí er eru nógv­ir og góðir møguleikar. Kortini sigur hann, at tey høvdu verið so heppin, at tey fingu eitt barn við down syn­ drom og hann ásannar, at tað eru uttan iva mong foreldur, sum hava havt tað nógv harð­ari enn tey. Nógvar møguleikar Abraham Løkin kundi helt, at hann kundi so bara siga frá sínum egnu royndum og tær vóru, at tey, sum bera brek í Føroyum, hava nógvar møgu­leikar. - Fyrsti møguleikin er tann guðgivni møguleikin, at vit búgva í Føroyum og ikki onkra aðrastaðni, sigur hann. Hann sigur, at sum for­ eld­ur kundu tey ekkaleys lata dóttir teirra fara út um dagar­nar, heilt frá tí at hon var smágenta. - Tað høvdu vit ongan ampa av, tí tað vóru altíð fólk, sum hugdu eftir henni. - Hendi tað seg, at hon fór ov langt frá húsum, var tað altíð onkur sum ringdi og boð­aði frá. - Tað er onga aðrastaðni, at tað hevði borið til, stað­ festi hann. Hann er eisini takksamur fyri tað sjálvbodna arbeiði, sam­kom­u­r av umsum slagi gera fyri tey, sum bera brek. Hann nevndi, at Zarepta hev­ur havt legur fyri børn við breki í eitt mannaminni og nú eru tey eisini farin at skipa fyri líknandi legum á deplinum í Nesvík. Abraham Løkin hevur eisini alt gott at bera skúlan. - Í hvussu so er hevur skúl­in í Runavík verið heilt fantast­isk­ur, og hevur gjørt eitt veldugt arbeiði, tí tað eru nógv ár síðani, at skúlin eisi­ni varð fyri tey, sum brek. - At hon gekk í ein van­lig­ an skúla gjørdi, at hon fekk nógvar góð vinfólk, sum framvegis hanga við, hóast tað nú eru nógv ár síðani, tey vóru liðug í skúla­ num. Somuleiðis heldur hann, at ítróttarfeløgini fyri brekað gera eitt stórt arbeiði, men tað gera ítróttarfeløgini ann­ ars eisini. - Ítróttarfeløgini gera eitt stórt arbeiði fyri at hava øll við, tí spælið og samanhaldið eru høvuðstátturin í virk­ semi­num, í hvussu so er í yngri deildum. Í Almannaverkinum eru tey ikki von við rósur, men Abra­ham Løkin helt, at vit hava eisini hava nógvar, góð­ ar almennar fyriskipanir til tey, sum bera brek, eitt nú tey vardu verkstøðini. Fáa nógv aftur Abraham Løkin heldur, at hetta er ikki bara ein spurn­ ing­ur um, hvat samfelagið og vit onnur, hava at bjóða teim­ um, sum bera brek. - Spurningurin er líka nógv, hvat tey, sum bera brek, geva okkum. Í hesum sambandi nevndi hann, at tey, sum bera brek, útvega í hvussu so er arbeiðs­ pláss til nógv almenn starvs­ fólk. Hann staðfestir eisini, at tað eru eingin, sum tað er so lætt at vera góð við, sum tey, ið bera brek, og sjálvur verð­ ur hann ordiliga glaður, hvør­ ja ferð, hann hittir onkran av teimum á gøtuni. - Tað er er størsta ljós­ punkt­ið á degnum, tá ið er møti teimum á einum gongu­ túri ígjøgnum býin. Tey eru altíð í góðum lag, blíð og týð og fordómsfrí, siga tað bart út, tey hava upp á hjartað. - Hjá teimum ger ikki mun um NSÍ hevur tapt ella ikki og tað er so sanniliga ikki gald­andi fyri øll, legði hann skemti­liga afturat. - Helst geva tey okkum nógv meiri, enn vit geva teim­um, sigur hann. Abraham Løkin sigur, at tað er skjótt at gremja seg um tey tilboðini, sum ikki eru, men soleiðis er hann ikki av lyndi. - Eg eri ómetaliga takk­sam­ ur fyri tað, sum er, sigur hann. Kortini ásannar hann, at beint nú er støðan eitt sindur ørkyml­andi, tí eitt, hann saknar eru bústaðartilboð til tey, sum bera brek. Tí fegnast hann almikið um at nú er farið undir at bygg­ja vardar íbúðir, bæði í Runa­vík og í Klaksvík, til fólk, sum bera brek. Nógv er gott - Tað er skjótt at gremja seg um tey tilboðini, vit ikki hava, men soleiðis eri eg ikki av lyndi og eg eri øgiliga takksamur fyri tað, sum er, sigur Abraham Løkin, pápi eina dóttur við down syndrom Tað hevur stóran týdning, at tey, sum bera brek, eru virkin. Tað staðfestu fleiri av teimum, sum vóru á fundi­num hjá Ráðnum Fyri Brekað í Løkshøll í mána­kvøld­ið. Men tey staðfestu eisi­ ni, at sjálvi duga tey ikki so væl at seta seg sjálvi ígongd og tískil hev­ur tað stór­an týdning, at onkur er, sum kann geva teimum eitt skump. Í hesum sambandi hava ítróttarfeløgini fyri brek­að, og øll hini ítrótt­ar­ feløg­ini, ein stóran leiklut, men eisini øll onnur vaks- in, sum eru um tey. Men umframt at halda tey virkin, gevur ítrótt- urin eisini aðrar ágóðar, sum ikki hevur nakað bein­leið­is við ítróttin at gera, sigur Tóra Hansen, lærari og fyrrverandi ráð- gev­ari í ÍSB. - Tað gevur teimum áræði seinni í lívinum, tí tað gevur teimum eina kenslu av, at kunnu tey klára seg í ítrótti, kunnu tey eisini klára seg í øðr­ um viðurskiftum. Men tað vóru eisini sum­mi, sum vistu um børn, sum ikki sluppu á lið at spæla fótbólt, tí tey ikki dugdu so væl. Foreldur vísti á, at hon visti um børn, sum ikki sluppu upp í part at spæla fótbólt, tí at tey ikki dugdu so væl. - Spurningurin er, hvat endamálið er. Er enda­mál­ ið at vera við og hava tað stuttligt, ella er endamálið at røkka tindinum og hava tað kalt. Abraham Løkin sigur, at júst hetta er ein spurn­ ing­ur, sum órógvar hann eiitt sindur. Tey, sum bera brek, duga ikki líka væl at akti­ vera seg, sum onnur og tí hev­ur tað stóran týdning, at onkur er til staðar og set­ir tey í sving. Hann staðfestir sam­ stund­is, at í NSÍ, har hann er venjari, er tað bara á EFFO liðnum, at tað snýr seg eina og aleina um at vinna. - Í øllum øðrum deild­ um snýr tað seg um at hava so nógv við sum gjør­ligt, so leingi sum gjør­ligt, tí endamálið er at verða savnandi. Hetta er tað, ST sáttmálin sigur um børn, sum bera brek: 1. Limalondini skulu taka øll neyðug stig til tess at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javn­bjóðis øðrum børn­ um. 2. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað, ið best tænir barninum, vera fremsta atlit 3. Limalondini skulu tryggja, at børn, ið bera brek, hava rætt til frítt at siga frá sínum áskoðanum í øllum málum, sum viðvíkja teimum, at teirra áskoðanir fáa hóskandi atlit samsvarandi aldri og búningarstigi á jøvnum føti við onnur børn, og fáa hjálp samsvarandi breki og aldurstigi at fremja tann rætt í verki. Áhaldandi neyðugt Barbara á Tjaldrafløtti, for­kvinna í Ráðnum fyri Brek­að sigur, at tað er áhald­andi neyðugt at gera vart við. Hon ásannar, at nógv kann gerast við lóg­gávu og peningaligum játta­ num. Men hon heldur, at tað er eisini ein hug­burðs­ broyting og hon er sann­ førd um, at fáa vit ein hugburð, har øll eru javnt­ sett, fáa vit eisini eitt rætt­ víst samfelag. Føroyar eru eitt paradís fyri tey sum bera brek BØRN VIÐ BREKI Fólk, sum bera brek í Føroyum, hava nógv at takka fyri, heldur Abraham Løkin, pápi eina dóttir við downs syndrom Fyrsti møguleikin er tann guðgivni møguleikin, at vit búgva í Føroyum Skulu hava eitt skump Skulu njóta øll mannarættindi