Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg - Eg meti, at tørvur er á einum málgagni, sum kann ávirka politisku skipan­ ina og teir stovnar, ið fá­ast við eldraøkið. Hetta hev­ur sum so einki við spar­ing­ ar­nar at gera, tað snýr seg meira um stýring enn um pengar. Soleiðis sigur Rúna Sivertsen, sum ætlar at stovna eitt felag fyri av­varð­ andi hjá teimum fólkunum, sum hava heimahjálp fyri neyð­ini. - Felagið skal virka á tann hátt, at tað skal vera mál­ gagn­ið hjá teimum, ið hava heima­hjálp, og avvarðandi hjá teimum. Felagið skal taka fundir við leiðslurnar og annars virka sum onnur feløg, sigur Rúna Sivertsen, sum væntar, at nýggja felag­ ið verður sett á stovn innan 14 dagar. Hon heldur, at undirtøka er millum onnur avvarðandi fyri einum felag ætlaðum teim­um avvarðandi hjá heima­hjáps­brúkarum. - Eg havi sjálv havt tank­ ar um hetta felagið í eina tíð, og nú, tá eg havi tosað við onnur um tað, veit eg, at vit eru nógv, sum halda, at tørv­ ur er á einum tílíkum felag. Torført at siga frá Rúna Sivertsen heldur, at bæði heimahjálpsbrúkarar og teirra avvarðandi standa alt ov einsamøll, tá onkrir trupul­leikar ella ivamál stin­ ga seg upp. - Tey, sum hava brúk fyri heima­hjálp, eru ofta gomul og veik og eru frá eini tíð, har mann ikki altíð sigur frá, men tekur við tí, mann fær. Tá eru tað mangan tey avvarðandi, sum mugu taka sær av tí partinum, har heima­hjálp­in ikki røkkur, greið­ir Rúna Sivertsen frá og held­ur fram: - Tað er her, eg haldi, at mann hevur brúk fyri ein­um felag, ið kann taka trupul­leikarnar upp, sum koma dag um dag, soleiðis at brúkararnir ella tey av­ varð­andi ikki skulu ringja á skriv­stovuna hjá heima­ hjálp­unum við hesum og hasum, sigur Rúna Sivert­sen. Sjálv hevur hon eina mammu, sum hevur sjúku­ na parkinson, og fær heima­ hjálp fleiri ferðir um dagin. - Tá tú sjálv hevur roynt at ringt ofta, so følir tú teg ikki væl við tað. Mann tímir ikki at standa einsamallur við onkrum trupulleika, ið kann uppfatast negativt, sig­ur Rúna Sivertsen. Í slíkum førum hevði verið gott við einum felag, met­ir Rúna Sivertsen. - Felagið kann so við­gera og meta um, hvat er rele­ vant, ella hvat er ein veru­lig­ ur trupulleiki, og síðani taka støðu harfrá. Kennast ov væl Ein onnur orsøk til, at tað kann verða torført at gera vart við teir trupulleikarnar, sum nú einaferð kunnu koma fyri, eru tøttu rela­tión­ ir­nar í Føroyum. - At skula fara inn einsa­ mall­ur og siga frá er altíð hart, tí tað munar so lítið, men tað er serliga torført í Føroyum, tí vit hava so yms­ ar og tættar relatiónir, og eisini tí er umráðandi, at tað er eitt felag, sum tekur sær av teimum vanligu trupul­ leik­unum, sum koma fyri, sigur Rúna Sivertsen og vísir á eitt dømi: - Tú hevur ein pápa, sum hevur brúk fyri heima­hjálp, og onkur trupul­leiki er í sambandi við heima­hjálp­ina. Leiðslan, har tú býrt, ert tú í familju við, tit ganga til sama fríð­tíð­ar­virksemi, koma í teir somu føðingardagarnar og so framvegis. Í slíkum før­um er gott at kunna venda sær til eitt felag, sum so kann hjálpa tær við trupul­leika­ num, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at bæði heima­hjálpsbrúkarar og tey avvarðandi í fleiri førum aftra seg við at gera vart við seg, tá trupulleikar stinga seg upp. - Og tað gera tey ofta, av tí at føroyska samfelagið er so lítið, og øll kennast á onkran hátt. Tað ger, at mann er bangin fyri at trað­ka fram, tá okkurt er, sum mann ynskir broytt. Mugu broyta skipan Eitt felag fyri heima­hjálps­ brúk­arar og teirra av­varð­ andi hevði komið væl við, tí núverandi skipan riggar ikki soleiðis, sum hon átti at gjørt. Tað heldur Rúna Sivert­sen. - Eg sakni fyrst og fremst eina skipan, sum tekur støði í tí einstaka brúkaranum og hans­ara tørvi. Tað nyttar ikki, at heimahjálpirnar eru so bundnar at reglum, so­ leið­is sum tær í dag eru. Mann má hyggja eftir, hvør tann individuelli tørvurin er hjá einum menniskja, sum hev­ur brúk fyri stuðli, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at tað finn­ast ov nógv dømi um fólk, sum hava heimahjálp, men ikki fáa ta hjálpina, tey veru­liga hava tørv á. - Til dømis er øll rein­gerð tikin burtur hjá heima­hjálp­ unum. Tað eru sum­mi, ið bara hava brúk fyri rein­ gerð, tí tey klára seg annars sjálv. Hvat nyttar tað í slík­um førum, at hjálpin kem­ur at gera teimum ein te­munn og kóka havragreyt, men kann ikki turka av gólvi­num, sigur Rúna Sivertsen spyrj­andi. - Aftur her hevði verið gott við einum felag, sum kun­di farið út og gjørt vart við trupulleikarnar við skip­ an­ini, soleiðis sum hon er nú. Kanska breiðari felag Gongst sum ætlað er nýggja felag­ið sett á stovn innan tær næstu tvær vikurnar. Í løtu­ ni tosar Rúna Sivertsen við onnur avvarðandi, sum hava víst hugskotinum hjá Rúnu Sivertsen áhuga, um, hvussu felagið skal vera. - Vit skulu finna útav, um tað er skilagott at gera eitt felag bara fyri heima­hjálps­ brúkararar og teirra av­ varð­andi, ella um talan skal verða um eitt felag, sum er breiðari. Tað vil siga at eisini avvarðandi hjá teim­um, sum eru á røktar- og ellis­heimum, skulu verða við í felagnum, greiðir Rúna Sivert­sen frá. Hon vísir á, at møgu­leik­ ar­nir fyri hvussu felagið skal vera, eru fleiri. - Til ber eisini at hava eitt felag sum Ældre sagen í Danmark, altso eitt felag, sum tekur sær av øllum tí, sum hevur við eldraøkið at gera, sigur Rúna Sivertsen og heldur fram: - Men kanska skal hetta vera eitt felag fyri seg í eina tíð, og so kann tað verða breiðari felag í fram­tíð­ini. Enn veit eg ikki reiði­liga, hvat tað fer at enda við. Eg veit bara, at tørv­ur er á einum felag fyri heima­hjálps­brúk­ arar og teirra av­varð­andi. Heimahjápin má broytast Núverandi skipan við heimahjálp riggar ikki nóg væl, og bæði brúkarar og avvarðandi hava tørv á einum málgagni. Tí ætlar Rúna Sivertsen nú at stovna eitt felag fyri avvarðandi hjá heimahjápsbrúkarum. - Tey avvarðandi eru undir stórum trýsti, av tí at skipanin ikki fungerar, sigur Rúna Sivertsen Myndir: eydbii