týsdagur 4. juni 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Kampingplássið á
festivaløkinum í
Sørvági er fullteknað
– Vit hava umleið 60 kampingpláss á festivaløkinum í ár, og
kanska er eitt pláss eftir. Tað segði Anne Sophie Nordendal á
Vága Kunningarstovu, tá síðsta vika leið
Vilmund Jacobsen
Tað er Vága Kunningarstova,
sum umsitir kampingplássið
á festivaløkinum í Sørvági,
nú Sørvágs Country-og Blues
Festivalur verður í vikuskifti
num.
Anne Sophie Nordendal,
leiðari á kunningarstovuni,
sigur, at stórur áhugi hevur
verið fyri at fáa kampingpláss,
og hóast økið í ár er tvífalt so
stórt í ár sum seinasta ár, eru
at kalla eingi pláss eftir.
Víðkanin av kamping
plássinum í ár er fingin í lag í
samstarvi við Sørvágs kom
munu og hagapartarnar, sum
varða av økinum.
Anne Sophie Nordendal
sigur, at tjaldingarøkið er
eisini innanfyri festivaløkið
og liggur við kampingøkið,
men áhugin fyri at tjalda er
ikki nær til so stórur, sum
áhugin er fyri at koma við
kampingvogni.
– Vit hava umleið 60 kam
pingpláss á festivaløkinum,
og kanska er eitt pláss eftir.
So, her er rættiliga stórur
áhugi fyri stóra tiltakinum,
sum verður í Sørvági í
vikuskiftinum, sigur hon.
Fullsett í Sørvági
Leiðarin á Vága Kunningar
stovu sigur, at fólk eru
vælkomin at venda sær til
kunningarstovuna um aðrar
gistingarmøguleikar í Vág
um.
– Tey flestu, sum koma í
Vágar til festivalin, vilja helst
gista í Sørvági, men her eru
at kalla allir møguleikar
troyttir. Vit vilja fegin hjálpa
gestum at fáa tak yvir høvdið
í Vágum og tey, sum einki vita
sær, kunnu altíð seta seg í
samband við okkum á tlf.
333455.
Hon leggur aftrat, at tað
eru altíð nøkur, sum spyrja
seg fyri í síðstu løtu, og eisini
hesi kunnu venda sær til
kunningarstovuna.
– Vit vilja gera okkara
besta, tá fólk venda sær til
okkara við fyrispurningum,
sigur Anne Sophie Norden
dal.
vilmund@sosialurin.fo
Vit vilja gera okkara
besta, tá fólk venda sær
til okkara um gisting
Tað verða nógv fleiri kampingvognar í Sørvági í ár enn í fjør, og hóast kampingøkið
nú er tvífalt so stórt, var bert eitt pláss eftir, tá síðsta vika leið
Vinjard Magnussen
um festivaløkið:
Countrygøtan
fær aftur sín
leiklut í ár
– Countrygøtan á Sørvágs Country
og Blues Festivali fer aftur í ár at
hava fleiri áhugaverd tilboð, sigur
Vinjard Magnussen
Vilmund Jacobsen
- Umhvørvið festivalinum,
sum verður nú í vikuskifti
num, 7. og 8. juni, hevur
stóran týdning fyri okkum.
Tað skal verða sum í tí
gamla country western
stílinum.
Tað slær Vinjard Mag
nussen, ein av fyrireikar
unum, fast.
Hann vísir á, at festi
valøkið er í gomlu bygdini,
og her er sera veðurgott.
Countrygøtan fær aftur sín
leiklut í ár, har møguleiki
verður at keypa ymiskt.
Alt tætt saman
– Pallar, spælipláss, matsøla
og
annað
liggur
tætt
saman, soleiðis at tað ikki
er langt at fara til ymisku
møguleikarnar.
Vinjard Magnussen sig
ur, at Sørvágs Bio hevur
tvey hølir.
– Eins og í fjør verður
Wild West ein saloon, har
fólk hava møguleika at
keypa sær okkurt leskandi
og hvíla beinini eina løtu.
Hann sigur, at í bio
høllini verður eisini í ár
møguleiki at keypa sær ein
búff ella burgara og sita í
frið og náðum og hugna
sær.
– Countrygøtan verður
sjálvandi aftur ein partur
av festivalinum og hevur
fleiri tilboð, eitt nú cow
boyhattar, skjúrtur, troygg
jur, suppu, ísar, vaflur, kaffi
og te, sigur Vinjard Mag
nussen.
vilmund@sosialurin.fo
– Umhvørvið á einum country-og bluesfestivali
hevur stóran týdning, sigur Vinjard Magnussen