týsdagur 4. juni 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Henny var ættað úr Miðvági
og elsta dóttir Henrik og
Mariu Danielsen. Vit vóru
fimm systkin, og vuksu vit
upp við Kirkjar í Miðvági.
Sandurin var okkara spæli
pláss, har búleikaðust vit
sum børn. Henny var ein
góð systir og tók hon sær av
okkum yngru systkjum. Eg
vil minnast systir mína fyri
alt tað góða, hon var fyri
okkum. Pápi okkara lossaði
á Vesturleið og arbeiddi
annars fyri Miðvágs komm
unu. Mamman var heima og
tók sær av okkum børnum.
Tað var nakað serligt at
vaksa upp í fimmtiárunum.
Vit vóru úti í Nýpu, niðri
við Leitisvatn. Har høvdu
vit manga góða løtuna, og
vit tóku lut í øllum arbeiði,
børnini vóru ein partur
av tí gerandislívi, sum var
vanligt tá í tíðini. Minn
ini eru góð og systir mín,
Henny, var eisini uppií
øllum tí, sum fyrifórst.
Eg minnist hesa farnu tíð
og systir mína, nú hon er
farin. Alt tekur enda, gamla
tíðin er farin, eisini tíðin hjá
systir míni er farin. Nú eru
bert minnini eftir, men tey
eru góð.
Henny giftist til Funn
ings í 1964 við Petur Sofusi
Juul. Tey livdu eitt gott lív
saman og fingu fimm børn.
Petur Sofus doyði fyri sjey
árum síðani.
Henny hevði ikki góða
heilsu seinastu árini, og
doyði hon nú alt ov tíðliga,
halda vit. Henny var ein
stillfør, gudrøkin og fitt
kona, og verður hon nógv
saknað av børnunum og
familjuni annars. Nú eru vit
bert fýra systkin eftir, ein
er farin úr felagsskapinum,
familjan hevur mist, og eg
havi mist.
Eg vil á henda hátt og
við hesum orðum minnast
elskaðu systur mína.
Ærað veri minnið um
hana!
Finnbjørn
Minningarorð um
Henny Onnu
Helenu Juul
fødd Danielsen
í Funningi
fødd 9. august 1942, deyð 30. apríl 2013
Ein heilsan til
Finnbjørn Hansen, Leirvík,
á 70 ára degnum
f. 7/06-1943
Um havið stórt
tú sigldi manga ferð
tú okkum heima
føða skuldi her.
Tá ið tú fór
vit saknaðu teg øll.
Vár kæri faðir
fjart fór handan fjøll.
Orð kunnu ei
teg lýsa fult og heilt.
So raskur er,
tú fært av skafti alt.
Við hond at hjálpa
altíð skjótur er,
Ja okkum øllum tú,
til vildar ger.
Og hóast høgan aldur
trýtur ei.
Tú treystur frískar upp
títt trygdarskeið.
Tí havið dregur enn
ei undur í.
So torført er hjá tær
at halda frí.
Ein hjartans tøkk
tær geva vit nú her.
So kærleiksfullur,
hjálpsamur tú er.
Men mest av øllum
TAKK, tú heldur á,
at vitna um tín
Harra, Frelsara.
Tú sjeyti er
hvør skuldi hetta trúð.
Vit saman gleðast
og teg heiðra nú.
Tann besta pápan, mannin,
abban við.
Hann eiga vit her,
beint við móðir lið.
Hjartaliga
tillukku
elskaði
maður, pápi og abbi við 70 ára
degnum. 07/06-2013
Brúdleyp
Fríggjadagin 12. juli kl. 13 giftast í Rituvíkar kirkju,
Liljan Jónsveindóttir Persson, Rituvík, og Borgar
Danielsen, Strendur. Veitslan verður hildin í
Eggvirkinum í Rituvík frá kl. 19. Tey, ið ynskja at
halda dagin saman við okkum, verða biðin at siga
frá innan 20 juni, á tlf 259834 (Liljan) ella tlf 216127
(Borgar) ella email lii85@hotmail.com
Brúdleyp
25. juli giftast Gudny Langgaard og Ved Nagurset í
Leirvíkar kirkju. Brúdleypið verður hildið í bygdar
húsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið vilja gleðast saman
við brúðarparinum, verða vinarliga biðin um at boða
frá luttøku á tel. 502050 (Gudny), 503081 (Ved) ella við
at senda teldupost á gudnyogved@gmail.com
Seinasta freist at boða frá luttøku er 8. juli.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 10. juni verður Jákup Lindenskov í
Havn 80 ár. Dagurin verður hildin í Losjuni í Havn á
Tinghúsvegi 18 mánadagin frá klokkan 18.
70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 7. juni verður Finnbjørn Fróði Pæturson
Hansen 70 ár. Hann verður burturstaddur og
dagurin verður hildin saman við konuni og børnum
við familju.
Viðvíkjandi ergoterapeutisku tænast
unum innan á eldraøkið í Tórshavn
Rólhild Winther
Ergoterapeutur á Lágargarði
Kirstin Ellingsgaard
Ergoterapeutur á Heilræði
Haldis Samuelsen
Ergoterapeutur á Lágargarði
Turið Jacobsen
Ergoterapeutur á Boðanesheiminum
Hallgerð Kristiansen
Ergoterapeutur á Lágargarði
Marianna V. Simonsen
Ergoterapeutur á Boðanesheiminum
Óluva Áarberg
Ergoterapeutur á Ellisheiminum og Tjarnargarði
Til
Anniku Olsen, Lands
stýriskvinnu í Almanna
málum
Heðin Mortensen, borg
meistara, Tórshavn
Metu av Fløtum, leiðari á
Lágargarði
Idu Sørensen, leiðari á
Ellisheiminum
Henziu Einarsson, leiðari á
Tjarnargarði
Jóngerð Guttesen, leiðari á
Boðanesheiminum
Ceciliu Vestureið, økisleiðari
í Heimatænastuni
Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóri í Almannaverkinum
Í hesum døgum er ætlanin
at flyta ergoterapeutar, sum
arbeiða innan eldraøkið í
Tórshavn, frá einari røktar
skipan í kommununi til eina
aðra røktarskipan ella at siga
teimum upp. Hetta líkist
einari lappaloysn, sum er til
bága fyri ergoterapeutisku
tænasturnar sum heild og
harvið tænastuna til borg
aran og samfelagið.
Afturvendandi kanning
ar vísa, at tað er fíggjarlig
sparing í at seta ergotera
peutar í starv. At siga ergo
terapeutar upp í samband
við sparingar á eldraøkinum
er sostatt í andsøgn við hesa
vitan.
Harumframt hava ergo
terapeutar sambart etisku
leiðreglunum
fyri
ergo
terapeutar m.a. skildu til
at tryggja, at borgarin og
samfelagið fáa gagn av ergo
terapeutisku tænastunum og
at gera vart við avleiðingar
av avgerðum hjá myndug
leikunum.
Í Noregi, Svøríki, Dan
mark og aðrastaðni arbeiða
ergoterapeutar í ergotera
peutiskum
eindum
við
ergoterapeutiskum
leiðsl
um, har fokusið er endur
venjing. Hetta sæst m.a. í
norsku
rapportini
“Hver
dagsmestring
og
hver
dagsrehabilitering” frá no
vember 2012, sum byggir á
royndirnar frá Danmark og
Svøríki um rehabilitering
og
gerandisrehabilitering,
og sum leggja stóran dent
á týdningin av endurvenj
ingareindum við fakligum
leiðslum. Í samanhanginum,
sum rapportirnar eru skriv
aðar í, er faklig leiðsla heilt
greitt at skilja sum fysio- og
ergoterapeutisk leiðsla.
Út frá hesum vilja vit:
•
Mótmæla
ætlanunum
um at flyta ergoterapeut
ar innan eldraøkið í Tórs
havn millum tvær røktar
skipanir ella siga teimum
úr starvi.
•
Heita á tykkum um at
samla ergoterapeutarnar
innan
eldraøkið
Tórs
havn í eina endurvenj
ingarskipan, heldur enn
sum nú er, at teir 7 ergo
terapeutarnir arbeiða í 5
ymiskum skipanum, har
fokusið er røkt.
Kjak