týsdagur 4. juni 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Mín góði vinur
Karl Simonsen arkitektur
farin
Tað fyrsta eg visti um Karl,
var í Nonnuskúlanum. Hann
var eins og eg, kendur millum
hinar dreingirnar fyri at duga
væl at tekna, so longu her
var kimin lagdur til hansara
lívsleið.
Karl vaks upp í Lonunum
í Eysturbýnum, meðan eg
vaks upp í Rættará í Vestur
býnum, og tá man er smá
drongur, ferðast man ikki
langt heimanífrá, man er í
tí kenda umhvørvinum, og
tískil møttust Karl og eg ikki
fyrrenn vit fóru í skúla.
Ikki tí, vit sum vuksu upp
aftan á kríggið, møttust altíð
onkunstaðni til tey tiltiknu
kríggini, sum vóru millum
býarpartarnar – hetta vóru
sannar órrustir, har allir
dreingirnir, ella en stórur
partur av teimum høvdu
eingilskar stálhjálmar frá
krígnum – vit í Rættará
høvdu allir stálhjálm.
Summi kvarter vóru ser
liga farlig at ganga ígjøg
num, og tað vóru serliga hesi
kvarterini, sum eisini høvdu
teir
villastu
hermennir
nar, og vóru hesir serliga
djarvir og harðligir – hesir
vóru reynadreingir, skansa
dreingir,
rabarburnar
og
eg haldi at lonadreingirnir,
altso Karl og teir vóru eisini
millum teir villu, og ikki var
lukkuligt; tá ið dreingir frá
hesum kvarterum, eins og
grashoppur sveimaðu inn í
eins egna kvarter.
Tað vildi vísa seg, at hann,
eins og eg, fór í timburlæru
hjá Petur í Gong, og har høvdu
vit mangar góðar løturnar
saman, og ógloymandi vóru
dansikvøldini í Sjónleikar
húsinum, tá ið Faroe Boys
spældu.
Vit arbeiddu báðir sum
timburlærlingar við at byggja
studentarskúlan í Hoydalum
– hetta var í 1963.
Karl var lættur av lyndi,
og altíð var hann í góðum
lag, og tað er mín metan, at
hann hevði góða fólkatekkju
og serliga helt eg, at hann
gjørdi lukku hjá kvinnunum
– tað øvundaði eg honum eitt
sindur, tí um hetta mundið
var eg av smædnastu ungu
monnum, og hevði ilt við at
fáa fatur á gentunum, tordi
líkasum ikki, soleiðis sum
Karl, at kontakta tær.
Karl fór síðani niður at
lesa til bygningskonstruktør,
og tá skiltust okkara vegir
eitt skifti.
Tá eg sjálvur fór til Dan
markar at lesa til byggi
frøðing, møttist eg og Karl
á tí føroyska vertshúsinum
“Skarv”, og har sat hann
saman við einari sera vakrari
kvinnu, og helt eg: sjálvandi
hatta var jú Karl. Tann vakra
kvinnan var Ingvør Nolsøe,
og tá Karl presenteraði okk
um hvør fyri øðrum, legði
hann doyin á at “Albert var
giftur og átti børn”. Soleiðis
kom eg at kenna Ingvør, og
hava vit havt gott vinarlag
síðan, øll vit trý ella rættari
vit fýra, tí Katrin kom upp
í hetta vinarlag, og vil eg
bera tær bestu heilsanir frá
henni, tí hon er stødd í Keyp
mannahavn hjá Beintu, sum
nú ger seg lidna við HF, hon
ætlar sær at lesa arkeologi.
Karl spurdi meg, hvat
mínir planir vóru, og segði eg,
at eg ætlaði mær á arkitekta
skúlan, hetta dámdi Karl at
hoyra, og hann hevði hugsað
sær tað sama, og soleiðis bar
tað til at vit komu at ganga
hjá sama proffessara – Hall
dór Gunnlaugsson á bygge
kunst – hetta var summarið
1971.
Her høvdu vit, saman við
Mads T. Møller, Jón H. Jó
hannesson og Tróndi Fuglø,
nógvar góðar løtur hesi
trý árini, vit lósu saman og
loystu nógvar uppgávur sam
an í bólkaarbeiði og eisini
hvør fyri seg.
Tíðin á arkitektaskúlanum
var minnisrík, og ikki minst,
tá vit gjørdu okkum lidnar og
høvdu eitt rimmar gildi fyrst
í Tivoli og síðani til stórt
borðhald í “Søpavellionen”
við sjógvarnar, og maturin
var
gjørdur
av
sjálvari
smyrjubreyðsdrotningini
í
Danmark, Idu Davidsen – ein
ógloymandi løta, ein gastro
nomisk uppliving av teim
størstu – tíðin er nú juni
mánaður 1975.
Síðani fór eg aftur til
Føroyar, og skjótt fylgdu
Karl, Ingvør og tann nýggji
Martin við, og tað bar so
til, at vit komu at búgva í
sama húsi hjá mammu við
J. C. Svabosgøtu – hetta var
fyri okkara viðkomandi í de
cember 1975, og Karl og tey
komu heim fyrst í 1976.
Karl fór at arbeiða hjá
Landsverk og eg hjá Palla Gre
goriussen. Okkara vinskapur
og grannalag stórtreivst, og
vit vóru mangan inni hjá
hvørjum øðrum til gaman
og álvara.
Tað kann verða vert
at nevna, at tað arbeiði
Karl legði stórar kreftir í
at fremja, var tann nýggja
byggisamtyktin fyri alt
landið, og sum bleiv handað
landsstýrinum í 1983, og
sum hvarv í gloymskunnar
havi, onkunstaðni millum
skyns og hold úti í Tinga
nesi, og er ongantíð sædd
aftur.
Tó sigst eitt eintak at
verða eftir......
Um hetta mundið stóð
Landsverk fyri at fáa til vega
býarskipanir fyri allar býir
og bygdir í Føroyum, og var
tað Karl, sum stóð fyri hesum
arbeiði, og hevur hann her
lagt dygdararbeiði eftir seg.
Seinastu
nógvu
árini
gjørdist Karl álvarsliga sjúkur
av krabbameini í hálsinum,
og vóru Katrin og eg og
vitjaðu hann í Århus. Hóast
sjúkan merkti hann nógv,
var hann bæði fryntligur
og blíður við okkum, tá vit
vitjaðu. Tá sáðst, at hann
ikki fór at hava langt eftir,
og so var.
Tað var sum um eydnan
ikki altíð var við Karl. Sum
ungur drongur misti hann
pápan
og
nakað
seinni
beiggjan – Eg hevði lyndi til
at halda, at hann var ikki
føddur við einari silvurskeið
í hondini, men hann hevði so
mangt annað t. d. tað góða
lyndið.
Hóast hetta merkti eg ein
farra av beiskleika hjá honum
mótvegis teim vælbjargaðu,
tí hann trúði upp á rættin
hjá øllum til eitt gott lív, og
hetta kom til skjóndar hjá
honum í hansara politisku
áskoðan – Hann var sannur
javnaðarmaður alt sítt lív.
Takk fyri alt gott góði Karl
og hvíl í friði, góði vinur.
Albert Isfeld
RBR flísaR, lock-Block
15x30x17,5 cm.
3995 pr stk.
gráir
4995 pr stk.
koksgráir
RBR flísar, Hjertingstein
21x14x5,5 cm.
RBR flísaR, HeRRegåRd
21x14x5,5 cm.
17995 pr m2
gráir
18995 pr m2
gráir blandaðir
15995 pr m2
gráir
16995 pr m2
gráir blandaðir
borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
ALSKYNS ÚTIFLÍSAR