týsdagur 4. juni 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
Stendur tú við einum miðnámsprógvi
í hondina nú í summar, og ætlar tú at
bíða eitt ár ella tvey at fara undir víðari
útbúgving, so eru her nøkur hugskot
til, hvat tú kanst gera fyri at fáa eitt
læruríkt sabbatár, sum í summum
førum við góðari planlegging kan betra
um tínar møguleikar at sleppa inn á eina
ávísa útbúgving.
Háskúla
Norðurlendski fólkaháskúlin finst í øll
um Norðurlondum uttan tó í Íslandi.
Umhvørvið er vanligt kostskúlaum
hvørvi, har fólk búgva, eta og hava
tímar saman. Á háskúlum eru vanligt
stutt skeið á eina viku ella meira – ofta
summarhálvuna – og umframt hesi eru
skeið á hálvt ella heilt ár. Tu kanst kunna
teg um háskúlarnar her :
FO – www.haskulin.fo
DK – www.hojskolerne.dk
S - www.folkhogskola.nu
SF - www.folkhogskolor.fi
N - www.folkehogskole.no
Einstakir fólkaháskular
geva føroyingum stuðul!
Háskúli kostar úr 1300 kr. um viku
na. Eingin útbúgvingarstuðul er, men
møguleiki er fyri studningi summa
staðni. Danskir statsborgarar kunnu
søkja um stuðul á 700 kr. um vikuna
umvegis norðurlenskan háskúlastuðul
til
fólkaháskúlar.
Kunning
her:
www.hojskolerne.dk/hoejskoler/
nordiske-folkehoejskoler/nordisk-
hoejskolestipendium
Málskúla
At duga mál er ein kvalifikatión, sum
bæði útbúgvingarstovnar og arbeiðsgev
arar seta prís uppá. Ein máti at læra mál
er at fara á málskúla, og tað eru óteljandi
møguleikar: Nógv lond at velja
ímillum, stutt skeið, lang skeið, byrjun
arskeið, intensiv skeið, skeið fyri ung,
skeið fyri tilkomin o.a. Nógvar organisa
tiónir bjóða seg fram at selja málskúla
uppihald, t.d. Efsprogskoler www.ef.com
+ BundgårdRejser, www.bundgard.dk, +
Exis www.exis.dk
Tað kostar at fara á málskúla, og ikki ber
tað til at fáa studning.
Les tó á www.studni.fo um málslig fyri
reikingarskeið
Arbeiði uttanlanda
Tað eru nógvir møguleikar at fáa arbeiði
uttanlanda eitt ávíst tíðarskeið, t.d. sum
au-pair, arbeiði á hotellum, socialt arbeiði
av ymsum slag og frívillugt arbeiði.
Arbeiði
uttanlanda
og
málskúla
“To fluer med et smæk”. Tað eru fleiri
møguleikar fyri, hvussu man kann
kombinera
arbeiði
uttanlanda
við
málskúla. T.d. er tað at vera aupair ein
møguleiki .
Arbeiðsroyndir
Arbeiðsroyndir
yvirhøvur
er
ein
kvalifikatión.
Skullu
arbeiðsroyndir
direkte vera við til at betra um
møguleikar at sleppa inn til eina ávísa
útbúgving, er tað sum oftast eitt krav,
at man hevur haft arbeiði í minst 6
mánaðir og kann prógva tað. Til nakrar
útbúgvingar er tað ein kvalifikatión at
hava haft studierelevant arbeiði, t.d.
um ein ynskir at taka eina útbúgving
innan fyri pædagogik, so kann tað vera
ein fyrimunir at hava arbeitt innan fyri
hetta økið.
Supplering
Nøkur noyðast at supplera aftaná mið
námsskúla fyri at sleppa inn til ávísar
útbúgvingar, t.v.s. taka nýggj fak ella
taka fak á hægri støði, enn man hevur
frammanundan.
Í Føroyum ber tað til at vera stak
greinalesandi ella sjálvlesandi á mið
námsskúlunum, og kvøldskúlin bjóðar
nøkur
fak
á
miðnámskúlastigið.
Nógv supplera í Danmark, hvar tað er
møguligt at supplera eitt fak í ein mánað,
eitt ½ ár ella eitt heilt ár. Til ber at lesa
um hetta á www.gsdanmark.dk
. Fjarlestur eisini á www.vuc.nu
+ www.kvuc.dk
NB!!! Skal títt sabbatár uppkvalifisera
teg, er tað ein fyrimunir, at tú hevur
gjørt ymiskt, og tú skalt minnast til at
fáa pappír uppá tað, tú hevur gjørt!!!
Nøkur hugskot til
sabbatár/ kvalifikatiónsár / fríár
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Spurning 1 : Um kvotu 1
Eg ynskja at fáa at
vita, nær freistin er
at søkja gjøgnum
kvotu 1 í Føroyum og í
Danmark, og hvar fái eg
umsóknarbløð, og hvussu
skulu tey lætast inn?
Takk fyri !
Svar til spurning 1
Í Føroyum er freistin at
søkja eftir kvotu 1 inn á
bachelorútbúgvingarnar
á Fróðskaparsetri Føroya á
midnátt tann 1. juli.
Tú kanst heinta
umsóknarbløð og
vegleiðing á www.setur.fo, og tey skulu útfyllast og avleverast í brævbjálva saman við
próvtøkuprógv ella sendast teldutøk til: lestur@setur.fo.
Í Danmark er freistin at søkja inn eftir kvotu 1 (KOT = Den koordinerede tilmelding)
tann 5. juli kl. 12.00.
Tú kanst heinta umsóknarbløð og vegleiðing á www.optagelse.dk, og tey skulu
útfyllast elektroniskt. Um studenturin hevur Nem-ID kann alt orðnast á netinum. Um
studenturin ikki hevur Nem-ID, skal mann inn og skriva allar sínar upplýsingar inn á
umsóknarbløðini og senda til dømis próvtøkupróg við. Til endans kemur so ein síða við
útbúgvingunum ella útbúgvingini, sum ein hevur valt at søkja inn á, og síðurnar ella
síðan skulu sendast við postinum og vera frammi á útbúgvingarstaðnum áðrenn 5. juli
kl. 12.00.
Legg til merkis, at við ”statsborgerskab” skal tað standa ”dansk”.
Vinarliga Holger og Bjørg
Spurningar
Fakta
Í 2013 er møguligt at søkja inn á 8
hesar ymiskar bachelorútbúgvingar á
Setrinum.
•
Orku- og umhvørvisverkfrøði
•
Lærari
•
Námsfrøði
•
Sjúkrarøktarfrøði
•
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
•
Politikkur og umsiting
•
Søga
•
Føroyskt
Hesar masterútbúgvingar
verða bodnar út :
•
Føroyskt
•
MA-útbúgving í vegleiðing –
parttíðarlestur – umsóknarfreistin er
10. juni!!!
•
MA-útbúgving í løgfrøði
Spurning 2 : Um at gevast á HF
Hey !
Eg gangi í 2.HF og eri tí eftir ætlan liðug um umleið ein mánað. Problemið er, at eg eri
sera bangin fyri at dumpa. Tí er mín spurningur til tykkum : halda tit, at eg skal gevast
og ynskja at sleppa at ganga umaftur, ella skal eg halda fram og vóna, at tað fer at
ganga?
Vh xxx
Svar til spurning 2
Tá tú gongur á HF og ikki fært minst 6,0 í miðal av øllum fakum til endaligar próvtøkur,
ert tú samla dumpa, men tú kanst fáa prógv fyri tey fakini, tú hevur staðið. So ber tað til
t.d. ári eftir at søkja um at vera stakgreinalesandi í teimum fakunum, sum ikki eri staðin.
Tá hesi fakini eru staðin, hevur tú eitt fult HF-prógv.
Vinarliga Holger og Bjørg