týsdagur 4. juni 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Vit hava spenningi bíða eftir at
testa teldil-telduna Nexus 10, sum er
framleidd av Samsung og er nýggj
asti limurin í Nexus-húskinum.
Í mun til Nexus 7 há ASUS ber
ikki til at keypa 10’arin ikki keypast í
ríkinum, og tí er neyðugt at innflyta
sjálvur ella at kenna onkran í eitt nú
USA, Onglandi ella Týsklandi, har til
ber at keypa beinleiðis frá Google,
um tú vilt vera eydnuríki eigarin av
nýggja Google-teldlinum.
Tá vit kortini velja at testa vøru
na, kemst hetta av, at Nexus 10 er
ein high-end framleiðsla, sum skal
vísa brúkarunum, at Android-ba
seraðir teldlar eru til reiðar at fara í
herna móti iPad, sum framvegis er
tann størsti á lokkandi teldla-mark
naðinum.
Besti teldla-skíggi
á marknaðinum
Nexus 10 hevur 1,7 GHz Cortex A15
dual-core processor hjá Samsung,
2 GB Ram og 16 ella 32 gb goymslu,
men fremsta vápnið hjá teldlinum
er heilt avgjørt skíggin, sum við
10,055 tummum og ikki minni enn
2560X1600 pixel upploysn (300 ppi) í
skrivandi løtu er besti teldla-skíggin
á marknaðinum.
Ikki eingongd nýggi Retina-
skíggin hjá fjórða ættarliðnum av
iPad – 2048X1536 pixel og 9,7 tumm
ar (264 ppi) – megnar at fylgja við,
og tá vit fleiri ferðir hesar seinastu
12 mánaðirnar hava róst iPad’inum
fyri júst skíggan, er tað í sjálvum sær
ein góð orsøk til at hygga nærri at
Nexus 10.
Pixlarnir gera gagn
Og byrja vit við púra objektivum skil
markingum, so hevur Nexus eina
skíggjaflatu, sum er á leið fjórðingin
størri enn Retina-skíggin hjá Apple,
og tað merkir sjálvandi, at rúm er fyri
størri myndum á Nexus-skígganum.
Stóra talið av pixlum gera millum
annað mun, tá zoomast skal heilt
nær í HD-myndum. Tú fært snøgt
sagt fleiri smálutir við í Nexus 10 enn
á einum iPad, uttan at myndin pixlar
av teirri orsøk.
Hyggja vit at filmi (lokalt goymd
ur á teldlinum) í HD-góðsku, er so at
siga ógjørligt at síggja mun. Men tað
er nú ikki so løgið, tí báðir skíggjarnir
innihalda fleiri pixlar enn tað, sum er
neyðugt, tá hugt verður eftir HD ella
full HD.
Vit duga heldur ikki at síggja
mun í e-bókum ella netsíðum, tá
Nexus og iPad verða samanborin, og
tí má niðurstøðan verða, at Nexus
10 á øllum økjum stendur mát við
Retina-skíggjan hjá Apple, og at
hann á nøkrum økjum er betri. Í
øllum førum út frá objektivum skil
markingum.
Filmurin riggar betur á iPad
Tað undrar okkum tí ikki sørt, tá vit
hyggja at sama filmi á Nexus 10 og
iPad 4. Vit leggja báðar teldlarnar lið
um lið, teir eru koplaðir á sama Wi-Fi
net, og teir streama báðir sama film
(Thor) í senn, so vit kunnu gera eina
beinleiðis og rættvísa samanbering.
Og har mugu vit bara staðfesta,
at filmurin riggar nógv betur á
iPad’inum. Myndin tykist heldur
matt á Nexus, sum eisini hevur hug
at pixla. Heilt einfalt tykist tað, sum
er skíggin á iPad betur kalibreraður.
Og tað sama endurtekur seg, tá
vit sum alternativ royna at hyggja
at sama fyrilestri á báðum teldlun
um umvegis væl umtókta TED-app.
Her leggja vit eisini merki til, at ikki
bert sær myndin verri út á Nexus
10. Eisini sjálv app’in stendur seg
nógv betur hjá Apple, har hon veru
liga gagnnýtir hæddina og hvøssu
upploysnina á skíggjanum. Á Nexus
sær sama app’in heldur skitin út, og
tað gevur okkum eitt greitt tekin um,
hvar hundurin er grivin.
App-mennararnir hava sovið
Trupulleikin er, at flotti og háupp
loysti skíggin á Nexus 10 at kalla als
ikki verður nýttur til fulnar á nakrari
app yvirhøvur. Tá Apple sendi fyrsta
Retina-skíggjan á marknaðin fyri
einum ári síðani, gjørdi felagið nógv
burtur úr at marknaðarføra eina
rúgvu av ymsum HD-apps. Tá talan
er um Android-teldlar, so finnast fáar
apps yvirhøvur, og enn færri, sum
eru optimeraðar til framúr skíggjan
hjá Nexus 10.
Tað er at kalla bert tær apps,
sum Google sjálvt stendur fyri –
eitt nú Chrome, Earth og Maps
– sum veruliga eru feitar á Nexus
10-skíggjanum, men beint sum tú
kemur til triða-parts vørur verður
tú vónbrotin. Hetta er eisini orsøkin
til, at ein minni teldil – eitt nú Nexus
7 – riggar nógv betur við Andro
id enn tær størru útgávurnar. Tað
hevur ikki eins stóra ávirkan, tá ein
snildfon verður blást til 7 tummar,
og slíkir teldlar eru meira líkir eini
stórari snildfon enn eini lítlari teldu.
Tað margháttliga við Nexus 10 er
sostatt, at hóast talan er um eitt flagg
skip, sum veruliga skal prógva fyri
brúkarunum, at Android nú veruliga
er ment til eina rætta stýriskipan, so
prógvar hon júst tað øvuta. Gamaní
er Android í útgávu 4.2 í sjálvum sær
ein fín stýriskipan sammett við iOS,
men sum platformur vantar Android
framvegis í ræðandi mun apps og
innihald, sum kann gagnnýta møgu
leikarnar, sum veruliga eru í eitt nú
Nexus 10.
So góð er Nexus 10
Og tað er veruliga synd, tí tá vit
hyggja at Google Nexus fyri seg, er
talan veruliga um ein gloypibita. Alt
gongur skjótt – bæði tá tú leitar
í valmyndunum, skiftir
millum apps ella sveimar
á netinum – og eisini ljóð
og myndatól er á støði
við tað, sum vit kenna
frá iPad. Sum væl at
merkja eisini kostar ein
ar 1.000 krónur meira
enn Nexus 10, um vit
rokna við, at teldlarnir
eru útgjørdir við Wi-Fi
og 32 GB goymslu.
Einasta
minus
innan hardware er, at Nexus ikki fæst
í eini útgávu, sum stuðlar uppundir
internet á fartelefon-netinum. Og
hóast Apple-brúkarar ikki tykjast
halda, at hetta hevur stóran týdning,
so eru flestu Android-brúkarar vanir
við, at goymslan kann víðkast við
SD-korti, men tað kanst tú gloyma
alt um við Nexus – tíverri.
Niðurstøða
Tað er bakgrundin handan yvir
skriftina til hesa testina. Vit vildu
gjarna viðmælt Nexus 10, tí í sjálvum
sær er talan um ein framúrskarandi
teldil
við
einum
fantastiskum
skíggja, stórari megi og imponerandi
útgerð. Men tá brúkaraupplivingin í
somikið stóran mun verður órógvað
av ikki-optimeraðum apps, situr tú
sum brúkari eftir við einum heldur
keðiligum smakki í munninum.
Bíligari iPod touch Uttan nakað hóvasták hevur Apple sent ein
bíligari iPod touch á marknaðin. Hann hevur 16 GB goymslu
men einki myndatól. Kostnaðurin á danska marknaðinum verður
1.899 kr. ,Verður sæð burtur frá minkaðu goymlsuni og vantandi
myndatólinum, so er talan um somu vøru sum dýraru útgávurnar
av iPod touch. Tað vil siga við 4-tumma Retina-skíggja, dual-core
gerili og við sama góða ljóði. Prísurin í Danmark fyri 16 GB-
útgávuna er 1.899 kr., og gæst hann í aluminium og svørtum. Og
so skal eisini nevnast, at face-time myndatólið á frontinum eisini
er við, so til ber at gera video-samrøður umvegis Wi-Fi netið.
■ Stýriskipan: Android
4.2.2 Jelly Bean
■ Skíggi: 4,3” Super AMOLED
960 x 540 pixels, 256 ppi
■ Geril: 1,7 GHz Snapdragon
400 dual-core
■ Minni: 2 GB ram / 8 GB +
microSD (op til 64 GB)
■ Myndatól: 8 MP + 1,9 MP
■ Tráðleyst: 4G/LTE, NFC, BT
4.0, 802.11 a/b/g/n/ac
■ Mát: 124.6 x 61.3 x 8.9 mm
■ Vekt: 107 gram
■ Battarí: 1900 mAh
Meira enn nakað vísir Nexus 10, at
Android ikki verður til reiðar til teldla-
nýtslu, fyrr enn app-mennararnir
vakna og fara til arbeiðis
Google Nexus 10
Spill av góðum kreftum
★★★★★★
Samlað meting
Vegleiðandi prísur: 499 euro
Fyri:
Prísurin, Besti teldla-
skíggi á marknaðinum
(men bert við apps frá
Google sjálvum).
Skjótur og sterkur
Ímóti:
At kalla ongar apps
stuðla skíggjanum
Fæst ikki við interneti til
G3/G4. Minnið kann ikki
víðkast við SD-korti
Lagt til rættis: Peter Gotschalk – Lyd & Billede
Galaxy S4 mini
Samsung hevur sum vant
gjørt eina mini-útgávu
av flaggskipinum hjá
sær. Samsung boðar
frá, at Galaxy S4 mini
er júst sama telefon
sum stóribeiggin. Tað
vil siga við sama sniði
og somu megi – bara
nakað minni. Men tað
er ein heldur pyntaður
veruleiki. Meðan tann
veruliga S4 hevur 1,9
GHz Snapdragon 600
quad-core geril, so hevur
mini-útgávan ein dual-
core upp á 1,7 GHz. Og
har stóribeiggin hevur
13,1 MP myndatól, hevur
lítlibeiggin bert 8 MP.
Upploysnin á skíggjanum
er eisini munandi minni,
og goymslan telur bert 8
GB mótvegis teimum 16
til 64, sum S4 fæst við.
So í veruleikanum er
Galaxy S4 mini bert
ein miðal snildfon við
nøkrum av teimum
funkunum, sum Samsung
sendi á marknaðin
við S4 – eitt nú Group
Play, S-Translator og
S-Health. Í aðrar mátar
hava tær ikki so nógv
við hvørja aðra at gera,
tó at báðar
sjálvandi
eita
Samsung.
Galaxy S4
kemur á
marknaðin
í summar,
og prísurin
verður
væntandi
beint undir
4.000
krónum.
■ Stýriskipan: Android 4.2 Jelly Bean
■ Skíggi: 10,055" WQXGA,
2560 x 1600 (300 ppi)
■ Geril: 1,7 GHz Cortex A15 dual-core
■ Minni: 2 GB ram
■ Goymsla: 32 GB
■ Myndatól: 5 MP (aftan),
1,9 MP (framman)
■ Tráðleyst: 802.11 b/g/n,
Bluetooth 3.0, NFC
■ Íbinding: Micro USB 2.0, HDMI
■ Mát: 263,9 x 177,6 x 8,9 mm
■ Vekt: 603 g
■ Battarí: 9000 mAh
■ Prísur: 499 euro