Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 StarvSlýSing BókhaldSfólk Í samband við broytingar Í starvsfólkahópinum hava vit tørv á bók haldsfólki, sum skal vera við til at røkja okkara skráseting og bókhald. vit kundu hugsað okkum, at tú: Hevur kunnleika til fíggjarvinnuna og royndir frá bókhaldi, umframt royndir at arbeiða við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum. harumframt hevur tú hesar fakligu og persónligu eginleikarnar: • Góðan førleika í Excel rokniarki • Góðan KT førleika og áræði at seta teg inn í og taka ábyrgd í sambandi við nýggjar KT-skipanir • Góð samstarvs – og samskiftisevni • Analytisk evnir • Broytingarsinni • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Góð/ur at halda freistir vit kunnu bjóða tær Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleika menning. Viðkomandi, sum settur verður, skal tola tillagingar í uppgávuinnhaldi. lønar-og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum YTF og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleikar. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Heina Joensen, deildarstjóra á tel 34 56 00, far. tel 21 57 09 ella við telduposti til: hjo@trygging.fo. Umsóknarfreistin er 19. juni 2013 kl. 12.00 tf holding, sum m.a. eigur tryggingarfelagið føroyar, betri pensjón og eik banka, lýsir eftir bókhaldsfólki Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar, Starvsfólkadeildin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavn Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum elektronik/radiomekanikara at umsita rakstur og menning av radio út­ búnaði hjá Vodafone. Ábyrgdarøkjunum eru m.a: Uppsetan/rakstur av 2G/3G RBS/ BTSum 2G/3G repeaterarum 15 ­ 25 Ghz radiolinkar 900/2100 Mhz Eftirlit í kervinum umvegis BSC og RNC Mastra­ og antennuanlegg Umsiting av battarí, UPS, køliskipanum har, sum útgerðin er Vit bjóða Eitt starv, har tú ert ein týðandi persónur í fyritøkuni og fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi um­ hvørvi. Førleikar og royndir hjá umsøkjaranum Vit ynskja, at umsøkjarin er ein liðspælari við góðum teldukunnleika, ið dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt ynskja vit, at umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Løn og setanartreytir verða gjørdar í sam­ ráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torben Prior tel. 502073 ella senda ein teldupost á top@vodafone.fo. Freistin at søkja er 17. juni 2013 og skulu umsóknir, lívsrensl og viðmæli sendast til tlh@vodafone.fo ella Óðinshædd 2, FO­100 Tórshavn. Vodafone er ein fjarskiftisfyritøka, ið bjóð­ ar tænastur innan GSM, fastnet telefoni, IP net og ADSL. 32 fólk starvast Vodafone. Vodafone søkir eftir elektronik/ radiomekanikara