týsdagur 4. juni 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagrøktari til
Viðareiðis Kommunu
Søkt verður eftir einum dagrøktara fyri dagrøktarar í
barnsburðafarloyvi, at arbeiða fulla tíð. Farloyvistarvið er at
byrja 19. august 2013. Starvstíðin er fram til umleið 1. mars
2014.
Tann ið sett/settur verður skal:
›› Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti.
›› Taka ábyrgd og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
›› Vísa virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum.
›› Vera álítandi og hava góð samstarvsevnir.
›› Vera tolin og duga at vísa/geva umsorgan.
›› Megna at geva børnunum ein mennandi og áhugaverdan
gerandisdag.
›› Megna at lesa og viðgerða námsfrøðiligt tilfar
Vit bjóða tær:
›› Eitt sjálvstøðugt arbeiði.
›› Eitt áhugavert og lívsjáttandi starv, har tú í stóran mun
leggur arbeiðsdagin til rættis.
›› Arbeiði í egnum heimi.
›› Góðar starvsfelagar.
›› Eitt mennandi námsfrøðiligt umhvørvi fyri bæði børn og
stavsfólk.
›› Námsfrøðiligt samstarv í spælistovuni 2-3 ferð um vikuna
saman við børnum og starvsfelagum.
Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis Kommuna. Tann, ið sett/settur
verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 19.juni
kl.12.00, saman við møguligum prógvum og viðmælum.
Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran Dianu
Borgnýardóttir á tel. 231084.
Umsóknin skal sendast til:
Viðareiðis kommunu
Eggjarvegur 4
750 Viðareiði
T-post. info@vidareidi.fo og vid.dagroktin@kallnet.fo
Viðareiðis Kommuna
Eggjavegur 4
750 Viðareiði
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Tilmelding til ættarstevnu
20. juli 2013
Lisa og Eliesar Højsted
Stað: ítróttarhøllin á Eiði
Kl. 15: Drekkamuður og gongutúrur
(Hvanngarður, minnisvarðin, Látrið og kirkjan)
Kl.19: Veitsla og døgurði
Tiltakið er fyri eftirkomarar við maka.
Kostnaður: kr 400,- (undir 12 ár ókeypis)
Konto nr. 9181 – 0003829881
Ættarstevna Lisa og Eliesar
v/Petur Sørensen
FO 100 Tórshavn
Gjaldskvittan er atgonguseðil.
Freistin at tekna seg er flutt til 20. juni.
Fyrireikararnir
Lisa Højsted
Marsanna
Poulina
Hans Dorius
Kristian
Hans Andrias Karl
Sámal
Anna Sofía