týsdagur 4. juni 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk til
fíggjarbókhaldið
Tú verður við til at uppseta mánaðar- og árs-
roknskapir umframt at greina, gera hagtøl og
at ráðgeva í roknskaparligum viðurskiʯ um. Tú
kemur eisini at luttaka í arbeiðinum at menna
mannagongdir og KT-skipanir á økinum.
Vit vænta, at tú
• ert framfýsin
• ert miðvís/ur
• ert nærløgd/nærlagdur
• hevur eina jaliga tilgongd til
uppgávurnar
• dugir væl at samstarva
• ert tænastusinnað/ur
• hevur góðan telduførleika
Vit ímynda okkum, at tú hevur kunnleika til
fíggjarskipanir, hóskandi arbeiðsroyndir og
útbúgving innan roknskap, so sum HA, HD ella
aðra viðkomandi útbúgving.
Vit bjóða eitt fj ølbroytt starv við fakligum og
persónligum avbjóðingum.
Hjá SEV arbeiða vit eſt ir virðunum samstarv,
eldhugi og virðing.
Tú verður partur av einari fyritøku í stórari
menning, sum telur gott 200 starvsfólk, ið
svarar til 157 fulltíðarstørv.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar um starvið ert
tú vælkomin at seta teg í samband við Dávur
Neshamar, roknskaparleiðara á tlf. 346800
ella við telduposti dn@sev.fo.
Starvið verður sett skjótast til ber og verður
lønt sambært avvarandi fakfelag. Umsóknir
við prógvum skulu sendast til dn@sev.fo
í seinasta lagi mikudagin 19. juni 2013.
Vit leita eʋ ir einum starvsfólki til alt vanligt bókhalds- og
skriv stovuarbeiði herundir tollavgreiðslu. Harumframt eru dagligt
roknskapararbeiði og avstemming partur av uppgávunum.
Elfelagið SEV
Landavegur 92, Postsmoga 319, FO-110 Tórshavn
Okkum tørvar ein deildarleiðara, sum:
· trívist við at røkja umsitingarligu uppgávurnar á
skúlanum, og sum sær, hvussu innihaldið av tí,
ið skúlin býður, kann skipast í dygga og hóskiliga
legu, sum speglar ta samtíð vit liva í.
· kann tryggja, at neyðugu fakligu fortreytirnar
í útbúgvingar- og námsfrøðiligum høpi verða
framdar.
· heilhugaður evnar at menna starvsfólk og
næmingar og at hjálpa teimum, og sum hevur
tolsemi mótvegis fólkum, ið eru øðrvísi.
· hevur avlopsmegi at eggja øðrum at fremja tað,
ið er/verður sett út í kortið sum stavnhald fyri
virksemið á skúlanum.
· kann standa á odda fyri starvsfólkabólkinum og
menna hann at gera eitt væl úr hondum greitt
arbeiði fyri tann einstaka næmingin, eitt arbeiði,
ið samsvarar við endamál og ætlanir hjá Dugna.
· skoðar virksemið á skúlanum tvørgreinaliga, og
sum hugaður og kveikjandi kann leiða og byggja
upp eitt mennandi toymisarbeiði.
· sær týdningin av at geva sítt ískoyti til at
víðka leiðsluførleikarnar hjá Dugna – m.a. í
leiðslubólkinum.
· dugir væl at orða seg á føroyskum bæði í skrift
og talu.
Hevur tú hesar eginleikar, ert tú møguliga tann
rætti ella tann rætta til starvið, og vit gleða okkum
at fáa umsókn frá tær.
Setanartreytir
Tann, sum sett ella settur verður, vísir beinleiðis til
stjóran á Dugna, og viðkomandi tekur við 1. august
2013. Starvið verður at seta sambært sáttmála við
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
16. juni 2013, og teldutøkar metingar og samrøður
verða avgreiddar í døgunum frá 18. til 21. juni.
Áhugað, ið hava okkurt at spyrja um, kunnu venda
sær til Kristinu T. Larsen, stjóra, á tlf. 29 29 99.
Umsókn, saman við prógvi o.ø. verður at senda til:
Dugni, Boks 301, á Hjalla 7A, 110 Tórshavn ella á
teldupost: dugni@dugni.fo
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing,
endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/
ella arbeiði”. Dugni vil verða kent fyri at ganga á odda við nýskapandi arbeiðs- og útbúgvingartilboðum til fólk, ið hava tørv á møguleikum. Dugni er ein
sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Dugni hevur 4 deildir og tilsaman 19 ársverk, ið eru mannað
av 30 starvsfólkum. Les meira á www.dugni.fo
Hevur tú miðallanga útbúgving, eitt nú fólkaskúlalærari ella aðra viðkomandi útbúgving,
og hevur tú leiðsluútbúgving og royndir, so ert tú møguliga tann rætti ella tann rætta at
vera deildarleiðari á skúlanum hjá okkum.