fríggjadagur 21. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 14 - 21. januar 2000
Alandia avloysa Smyril
Gongst sum ætlað, verður tað 115 metra langa finska ferjan, Alandia, ið skal
røkja Suðuroyarsiglingina meðan Smyril er í dokk
JOHN JOHANNESSEN
Tað verður helst tann 4.152
bruttoregistartons
stóra
finska ferjan, Alandia, ið
skal røkja Suðuroyarsigl-
ingina ein góðan mánað,
meðan Smyril er í dokk.
Fólk frá Strandfaraskip-
um Landsins hava júst verið
í Finnlandi og hugt eftir
skipinum, og sigur Magnus
Magnussen, tekniskur leið-
ari á SL, at hetta er skipið,
ið liggur fremst í huganum,
verður peningur funnin at
leiga avloysaraskip til Suð-
uroyarsiglingina,
meðan
Smyril er í dokk.
Tíðarskeiðið
ikki avgjørt
Magnus Magnussen sigur,
at tað enn ikki er gjørt av,
hvat tíðarskeið, Alandia
kemur at røkja Suðuroyar-
siglingina. Hetta hongur
saman við nær reiðaríið,
Eckerö Line, ið eigur Al-
andiu, vil leiga skipið út.
Somuleiðis hongur hetta
eisini saman við, nær pláss
er fyri Smyrli í dokkini á
Skála.
Tó vónar tekniski leiðar-
in, at Alandia verður sett inn
í Suðuroyarsiglingina um-
leið fyrsta mars.
Farleiðin, finska skipið
vanliga siglir, er millum
Grisselhamn í Svøríki og
Eckerö, stutt norðan fyri
Mariehamn, á Álandi.
Størri enn Smyril
Avloysaraskipið til Suður-
oyarsiglingina er størri enn
Smyril. Alandia er 108,7
metrar long og 17,2 metrar
breið, meðan Smyril 92,66
metrar langur og 16,7 metr-
ar breiður.
Alandia er 4.152 brutto-
registartons, meðan Smyril
einans er 2.430 bruttoreg-
istartons.
Eisini tekur avloysaras-
kipið nógv fleiri ferðafólk
enn Smyril. Ja, hon tekur
enntá fleiri ferðafólk enn
Norröna. Alandia tekur
1.320 ferðafólk, meðan
Smyril tekur 800 ferðafólk
og Norröna tekur 1.100.
Umborð á Alandiu er
pláss fyri 220 persónbilum.
Umborð á Smyrli er pláss
fyri 100 persónbilum og
umborð á Norrönu er pláss
fyri 350 persónbilum.
Orsøkin til, at Alandia
tekur nógv fleiri ferðafólk
enn Smyril og eisini fleiri
enn Norröna er, at hon er
bygd sum dagferja, og hev-
ur tískil ikki so nógvar
koyggjur.
Hóast Alandia er størri
enn Smyril og tekur fleiri
ferðafólk enn hann, vinnur
Smyril hana tó á einum øki.
Hann siglir skjótari. Smyril
kann nevniliga sigla við
19,6 míla ferð, meðan ferð-
in hjá Alandiu er 16,5 míl.
Hetta kemur tó ikki at
leingja munandi um sigling-
artíðina millum Suður-
oynna og Havnina, tí Smyril
siglir vanliga ikki við fullari
ferð á hesi farleið.
Finsk-føroysk
manning
Treytin fyri, at Strandfara-
skip Landsins kunnu leiga
finsku ferjuna er, at skiparin
og ein partur av manningini
vera finnar. Men tó verður
meginparturin av manning-
ini føroysk.
Áðrenn endalig avgerð
verður tikin um at leiga Al-
andiu, eru ymiskir tekniskir
smálutir, sum skulu kannast
í Føroyum. Til dømis skal
kannast, um ferjuskráarnir
passa til portrini á Alandiu
og ymiskt annað líknandi.
Men hetta sær Magnus
Magnussen, tekniski leiðar-
in á SL, ikki sum nakran
stórvegis trupulleika, og
væntar hann tískil, at tað fer
at bera til at seta Alandiu
inn í Suðuroyarsiglingina
einaferð fyrst í mars.
Alandia skal væntandi røkja Suðuroyarsiglingina ein góðan mánað, meðan Smyril er í dokk
Mynd: Eckerö Linjen
Smyril:
Alandia:
Norröna:
Byggiár:
Aalborg Værft 1969 Týskland 1972
Týskland 1973
BRT:
2.430
4.152
7.475
Long:
92,66 m
108,70 m
128,89 m
Breidd:
16,70 m
17,2 m
20,81 m
Ferð:
19,5 míl
16,5 míl
22 míl
Ferðafólk:
800
1.320
1.100
Bilar:
110
220
350
Fakta um
støðirnar kring landið
Heimabio
Leiga videofilmar á hesum støðum:
Statoilstøðin í Gundadali tel. 314770
Statoilstøðin í Kollafirði tel. 421083
Statoilstøðin í Saltangará tel. 449133
Statoilstøðin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001
Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001
Statoilstøðin í Leirvík tel. 443360
Nýggir filmar hvørja viku
UNIVERSAL
SOLDIER
NOTTING HILL
LOKKEDUEN
THE MATRIX
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Skattatrýst
og tænastustøði
SÍÐANI hetta landsstýrið tók við hava vit sæð,
hvussu veruligur fólkaflokspolitikkur er, tá hann
sleppur at folda seg út uttan forðingar av nøkrum
slag. Tað er ein óreingilig sannroynd, at landsstýrið
rekur borgarligan fólkaflokspolitikk, og at Fólka-
flokkurin miðvíst brúkar fullveldisstrembanina hjá
Tjóðveldisflokkinum til at reka sín borgarliga poli-
tikk. At fíggjarmálaráðharrin í mongum gongur inn
fyri borgarligum fólkaflokspolitikki er neyvan heldur
nakað dulsmál longur. Málið hjá Fólkaflokkinum
og harvið landsstýrinum er at lækka skattin, at
privatisera, at skerja ella minka játtaninar til al-
mennar tænastustovnar fyri bert at nevna nakað.
Samtíðis verður kravt, at tænastustøðið hjá somu
almennu tænastustovnum skal vera tað sama ella
helst betur. At Tjóðveldisflokkurin er farin uppá
vognin hjá Fólkaflokkinum síggja vit best í sam-
bandi við játtaninar á fíggjarlógini til Strandferðsl-
una og sjúkrahúsøkið. Hetta hendir um somu tíð,
sum metstórt yvirskot er á fíggjarlógini.
TAÐ vit hava frætt er, at hetta yvirskotið skal
brúkast til at konsolidera við til verri tíðir. Hetta
ljóðar skilagott, men hetta er ikki veruliga orsøkin.
Hon er fullveldið. Fíggjarmálaráðharrin og floksfel-
agar hansara í Tinganesi vilja - og tað eru teir
eisini noyddir til - vísa í verki, at vit eru før fyri at
klára okkum sjálvi búskaparliga, og tað kann jú
bert gerast, um vit vísa sparsemi og hóvsemi og
hava stór yvirskot á fíggjarlógini, sum væl einaferð
skulu koma ístaðin fyri blokkin. Slíkt er logiskt og
solangt kann man fylgja teimum. Men so mugu
teir eisini viðganga yvirfyri Føroya fólki, at poli-
tikkurin er at spenna lívreimina inn bæði tá tað
viðvíkur tænastum, sum Strandferðslan og sjúkra-
húsini skulu veita. Ístaðin fyri at viðganga hetta
fara teir upp í kórið hjá teimum borgarligu og tosa
um privatisering og um at krevja meira av hesum
stovnum. Tað er ein áfrávíkilig sannroynd, at tað
ber ikki til at varðveita eitt høgt tænastustøði, um
tú ikki gevur stovnunum tú krevur hetta av neyðugu
midlarnar. Júst støðan á Strandferðsluni og eitt
nú Landssjúkrahúsinum eru talandi dømi um hesa
øvugtu gongd. Vit síggja í dag, at eitt nú borgarligu
flokkarnir í Danmark eru farnir at innsíggja, at tú
kanst ikki seta skattin niður og samtíðis hava eitt
vælútbygt heilsuverk. Teir góðtaka tí í dag eitt høgt
skattatrýst, tí teir síggja, hvussu týdningarmikið
tað er ma. at hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk.
Í hesum døgum hava føroyskir læknar gjørt vart
við, at politiski myndugleikin í Føroyum virðir ikki
tey krøv, sum í dag verða sett í Norðurlondum til
eitt nýtímans sjúkrahúsverk. Vit eru rætt og slætt
eftirbátur.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN er størsti flokkur.Hann
situr á pengakassanum. Hann hevur sett sær sum
mál metstórt yvirskot á fíggjarlógini. Men tá má
hann eisini taka sær høvuðsábyrgdina av, at so
týðandi stovnar sum Strandferðslan og sjúkra-
húsini ikki fáa veitt tær tænastur, sum flest allir
samfelagsborgarar ynskja og krevja. Meðan Karst-
en Hansen situr á kassanum, ið er á tremur við
pengum, so sindrast so stovnar sum Strandferðsl-
an og Landssjúkrahúsið. Tað er ómoralskt at liggja
oman á so nógvum pengum og lata alt syndrast
rundan um seg. Endamálið er at geva borgarunum
eina góða tænastu, men í dag fáa teir alt ov lítið
fyri tann skatt teir gjalda. Skulu borgararnir velja
millum skattalætta og góðar tænastur, so velja
teir góðar tænastur. Tað vit síggja er ein kaldur og
kyniskur politikkur, har fólkafloks- og tjóðveld-
ismenn ganga hond í hond.
Oddagrein
ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til upp-
skotið um broyting í ferðsl-
ulógini, vísur Dan R. Peter-
sen á, at eitt uppskot tolu-
liga líkt hesum varð av Før-
oya Landsstýri lagt fyri
tingið 30. mars 1993, men
táverandi rættarnevnd kendi
seg ikki sannførda um, at
tað var rætta løtan at gera
hesa lógarbroyting í Føroy-
um, og setti tí einki uppskot
fram. Málíð fall sostatt burt-
ur.
Og í 98 legði landsstýrið
uppskot fyri tingið um
broyting í løgtingslóg um
ferðslu, har talan var um
fleiri
týdningarmiklar
broytingar í ferðslulógini,
harímillum eisini uppskot
um ásetingar um afturvegan
av førararættinum í førum,
har viðkomandi hevði yvir-
hildið eina eftiransaða við-
gerð fyri rúsdrekkamis-
nýtslu. Men málið fall burt-
ur, sbr. stýrisskipanarlógini,
tí tað ikki var liðugt viðgjørt
undan valinum.
– Hildið verður, at einki
er til hindurs fyri at taka
hesa einu lógarbroyting um
afturútvegan av førararætt-
inum í ávísum førum til við-
gerðar fyri seg. Ein orsøkin
til, at tað verður gjørt, er, at
henda broyting hevur virkað
í Danmark í fleiri ár. Tað
førir við sær, at maður/kona
t.d. dømd í Føroyum, kunnu
flyta til Danmarkar og fáa
koyrikortið aftur eftir hálv-
ari tíð, um tey lúka treytir-
nar. Heldur ikki er nøkur
loyna, at tað eru nógv fólk í
Føroyum, ið eru sera áhug-
að í hesum máli. Tað er í
mongum førum lemjandi at
hava mist koyrikortið í
drúgva tíð og forrent eisini,
um tú kanska heilt ert givin
við at drekka og hevur
broytt lívsstíl, sigur Dan R.
Petersen í viðmerkingu-
num.
Riggar væl
Og víðari vísur hann á, at
sum er, kanst tú í Føroyum,
um tú ert dømdur at sita upp
til 60 dagar vegna rúsdrekk-
akoyring, sleppa frá at sita,
um tú í 1 ár hevur verið í
einari eftiransandi viðgerð
fyri rúsdrekkamisnýtslu.
Henda skipan, ið hevur
virkað síðani 1992, tykist at
rigga væl, men frá Krimi-
nalforsorgini, ið umsitur
hesa skipan, vita vit, at á-
hugin hevði verið munandi
størri, um reglurnar um aft-
urútvegan av førararætti-
num eisini vóru galdandi í
Føroyum.
– Skipanin um viðgerð
fyri rúsdrekkakoyrarar í
staðin fyri fangahús varð
sett í verk í Danmark í 1990.
Orsøkin var hon, at 2/3 av
øllum rúsdrekkakoyrarum
við fangahúsrevsing vórðu
mettir at hava so stórar trup-
ulleikar av rúsdrekka, at
teimum tørvaði viðgerð.
Úrslitið var so væleydnað í
Danmark, at gjørt var av í
1992 at geva møguleika fyri
afturútvegan av koyrikorti-
num við somu treytum.
Føroyingar
einki øðrvísi
Uppskotið fevnir sostatt um
tey, ið hava mist koyrikortið
millum 3 ár og med alla.
Hesi fólk eru vandamikil
fyri ferðslutrygdina. Vónin
er, at viðgerð í staðin fyri
fangahús og afturútvegan av
koyrikortinum við ávísum
treytum skal hava við sær
færri endurtøkur av rús-
drekkakoyring hjá sama bil-
førara. Danmarks Statistik
hevur eftirkannað hetta, og
vísir kanningin, at broyting-
in er hagfrøðisliga týdning-
armikil og ikki tilvildarlig.
Talið av rúsdrekkakoyrarum
er minkað sum heild, og tal-
ið av teimum, ið fáa aftur-
stig, er munandi minkað.
– Tað er valla orsøk at
halda, at føroyingar skuldu
verið øðrvísi í so máta. So-
statt skuldi verið ferðslu-
trygdarligur fongur í hesi
skipan umframt gagn fyri
rússdrekkadømda føraran,
avvarðandi hansara og ar-
beiðspláss. Heldur ikki er
tað uttan týdning fyri sam-
felagið, at fangahúsplássini
verða spard, tí fólk velja
heldur at fara í viðgerð enn
at fara inn at sita og so
kanska eisini at fáa koyri-
kortið aftur fyri tíðina. Fyri
mong er missurin av koyri-
kortinum størri revsing enn
tað at fara inn at sita.
Siðvenja
Nevndin, ið gjørdi lógar-
uppskotið, ið lagt varð fram
í mars 1998, gjørdi í við-
merkingunum til lógina vart
við, at hon var av tí fatan, at
ásetingarnar í føroysku
ferðslulógini so vítt gjørligt
skuldu tilevnast í samsvari
við tær samsvarandi áset-
ingarnar í donsku ferðslu-
lógini.
– Við hesum kann sið-
venja hjá danska Hægsta-
rætti nýtast beinleiðis her,
og so slepst eisini undan at
byggja upp eina serliga før-
oyska siðvenju, sum hevði
verið sera trupult fyri bæði
dómstólarnar og ákæruvald-
ið. Ein harmonisering við
danska ferðslulóggávu hev-
ur harafturat tann ágóða við
sær, at frádøming av førar-
arættinum sambært før-
oyskari ferðslulóg uttan
himpr verður viðurkent av
donsku myndugleikunum,
sigur Dan R. Petersen í við-
merkingunum til uppskotið.
Missurin av koyri-
kortinum størri revsing
– Tað er í mongum førum lemjandi at hava mist koyrikortið í drúgva tíð og
forrent eisini, um tú kanska heilt ert givin at drekka og hevur broytt lívsstíl,
sigur Dan R. Petersen m.a. í viðmerkingunum til uppskot, sum hann hevur
lagt fram vegna Javnaðarflokkin
At missa koyrikortið er størri revsing, enn at skula inn at sita, heldur Javnaðarflokkurin
Sakførari viðger uppsøgnina
Verkfrøðingafelagið hevur sent málið um uppsøgnina av
Jákupi Mørkøre til kanningar hjá sakførara
JOHN JOHANNESSEN
Tað er ikki vist, at uppsøgn-
in av Jákup Mørkøre verður
løgd fyri rættin, hóast hann
ikki góðtekur uppsøgnina.
Fakfelagið hjá fyrrver-
andi sjúkrahúsleiðaranum,
Verkfrøðingafelagið, hevur
sent málið til kanningar hjá
sakførara. Men hóast tað
verður prógvað, at uppsøgn-
in er órættvís, er ætlanin
ikki at fara í rættin við
málinum – í hvussu so er
ikki beinan vegin.
Formaðurin í Verkfrøð-
ingafelagnum, Suni Joen-
sen, sigur, at eitt sakarmál í
fyrsta umfari er útilokað í
hesum málinum.
– Vísir tað seg, at upp-
søgnin av Jákupi Mørkøre
er órættvís, seta vit okkum
í samband við Almanna- og
Heilsumálastýrið og royna
at fáa greiðu á viðurskift-
unum, sigur Suni Joensen,
sum tó ikki útilokar, at mál-
ið kann fara í rættin, um Al-
manna- og Heilsumálastýr-
ið ikki verður at tosa við.
Formaðurin í Verkfrøð-
ingafelagnum ger tó greitt,
at hann ikki vil taka støðu
til, um fyrrverandi sjúkra-
húsleiðarin varð órættvíst
viðfarin fyrr enn sakførarin
er liðugur at kanna málið.
Tað verður hann helst eina-
ferð í næstu viku.
Jákup Mørkøre, fyrr-
verandi sjúkrahúsleiðari