Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 Lindin skal sigla millum skerini Heitu átrúnaðarligu stríðsmálini skulu ikki takast upp á tunguna á nýggju út- varpsstøðini Lindin. Støðin skal verða fyri øll, sigur nevndarformaðurin, nú støðin í dag fer at senda fyri fyrstu ferð Eyðun Klakstein Kegl um dóp, frelsu, fost- urtøku og onnur heit átrún- aðarlig mál er útihýst av 101 MHz á FM-bandinum, har Lindin frá í dag fer at halda til. Klokkan trý seinnapartin fer nýggjasta útvarpsstøðin í luftina, og alt tilfar, sum verður sent út til lurtararnar, er andaligt. Men tað verður ikki tað stóra sjálvtøkuborðið hjá teimum, sum gera sending- arnar. Leiðslan, sum í løtuni er ein fýra mannað nevnd, hevur sett forboð fyri, at tey málini, sum vanliga elva til stríð millum trúarbólkar í Føroyum, skulu viðgerast á Lindini. – Vit leggja dent á, at Lindin er fyri øll fólk og allar trúarbólkar, og tí fara vit ikki at taka upp evni, sum teir ymsu trúarbólkar- nir eru ósamdir um, sigur Preben Hansen, nevndarfor- maður í Lindini. – Tað eru ofta smálutir, sum kirkjur og samkomur eru ósamd um, og tí ber tað væl til at gera gott andaligt tilfar, uttan at tosa um mál- ini, sum øll ikki eru samd um. – Um onkur av teimum, sum ger sendingar, ikki aktar boðini, ja, so fáa tey tað at vita, at tey skulu lata Lindin Útvarpsstøðin Lindin sendir á 101 MHz og hoyrist í høvuðsstaðarøkinum og onkrastaðni á Skálafjørðinum. Lindin verður stýrd av eini fýra manna nevnd. Í nevndini sita Preben Hansen, sum er for- maður, Jenis av Rana, Dánjal á Dul Jacobsen og Símun Hansen. Eingin ávís samkoma ella trúðarbólkur stend- ur aftanfyri Lindina, og nevndin leggur dent á, at støðin er fyri øll. Fyrstu tíðina er ætlanin at senda hvønn dag frá klokkan 13.00 til 22.00. Fríggjakvøld verð- ur sent nakað longur, og sunnudag verður byrjað klokkan 15.00. Fyrrapartin í gjár á útvarpsstøðini Lindin, sum heldur til í Bøkjarabrekku í Havn. Tey gjørdu klárt til fyrstu sendingarnar, sum fara í luftina í dag. Mynd: Álvur Haraldsen Grenj er ein partur av lívinum »Tað er ein partur av lívinum at grenja. Keypa vit ost, er osturin ikki kanska ikki nóg ræstur. Soleiðis eru vit. Tann, ið ikki grenjar, ger ov lítið,« heldur Amariel Norðoy, listamaður Les í morgin og mangt annað Eivør og dreymurin Hon rýmdi úr fólkaskúlanum, tá hon var liðug við 9. flokk. Nú fæst hon bara við tónleik og stóri dreymurin er ein yrkisleið sum tónleikari – gjarna í útlondum verða við at viðgera evni, sum kann elva til stríð mill- um trúarbólkar. Brúka báðar bíbliutýðingarnar Tvær føroyskar bíbliutýð- ingar eru, og Lindin ætlar at brúka báðar. Hvørgin av týðingunum fær einarætt í sendingunum hjá Lindini. Í næstu viku fer Lindin at senda brøv út til allar kirkj- urnar og tey 86 missións- húsini og samkomurnar. Ætlanin er at fáa hesi at lata upplýsingar um teirra virk- semi til Lindina, so andaliga útvarpsstøðin gjøgnum vik- una kann greiða frá, hvørji tiltøku eru at fara til í landi- num. Mikukvøld klokkan 21.00 verður ein sending um tað, sum fer fram kring landið innan trúarlív, men Lindin ætlar eisini at hava leypandi upplýsingar um tiltøk. – Tað er eingin ávís sam- koma, sum stendur aftanfyri Lindina. Vit eru fýra per- sónar, sum sita í nevndini fyri útvarpsstøðina, men vit leggja dent á, at støðin er fyri øll. Allar kirkjur og samkomur í Føroyum eru vælkomin at vera við í ar- beiðnum, sigur Preben Han- sen. Lindin hevur tó einki veruligt samband havt við Jehova vitni. Eingi møti og ongar gudstænastur Tey sum vænta at hoyra í ríkiligt mát av møtum og gudstænastum í Lindini, koma at bíða til fánýtis. Lindin ætlar als ikki at senda frá møtum og guds- tænastum, og tann avgerðin er tikin í tráð við politikkin um, at eingin kirkja ella samkoma skal takast fram um aðra. – Vit vilja sleppa undan at fólk verða misnøgd við hvaðani vit senda gudstæn- astur ella møti, og tí fara vit als ikki undir slíkar send- ingar fyrstu mánaðirnar, sigur Preben Hansen. Tá sendarin hjá Lindini verður tendraður í dag klokkan 15.00 verður eitt sindur gjørt burturúr. Lindin hoyrist í høvuðs- staðarumráðnum, og ymsa staðni á Skálafjørðinum verður eisini gjørligt at fáa fatur á rásini í útvarpslurti- num. Les eisini á síðu 9 JÁKUP MØRK Andreas Petersen, kommu- nulækni og fyrrverandi landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum, er sannførdur um, at Jákup Mørkøre er offraður í sjúkr- ahússtríðnum. Helena gav sjálv boðini Andreas greiðir frá, at Hel- ena Dam á Neystabø sein- asta heyst gjørdi vart við, at lønarparturin av samlaðu út- reiðslunum, var nógv størri á Landssjúkrahúsinum, enn hann var á sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy. Samstundis gjørdi hon vart við, at størri rúmd átti at verið fyri umvælingum og íløgum á Landssjúkrahúsi- num, tí hesin parturin hevði verið við skerdan lut í fleiri ár. - Longu tá sendi Helena út signal um, at lønarskerj- ingar skuldu fremjast á Landssjúkrahúsunum, sigur fyrrverandi landsstýrismað- urin. Hann ivast heldur ikki í, at Jákup Mørkøre hevur handlað út frá hesum, og tískil hevur nýtt størri part av játtanini til viðlíkahald og íløgur, soleiðis at sign- alini frá landsstýriskvinnuni vórðu fylgd. At landsstýriskvinnan ikki skal vera kunnað um, hvørjar avleiðingar hetta skuldi fáa fyri sjúkrahús- verkið skilji eg als ikki, sig- ur ein avgjørdur Andreas við Sosialin. Fíggjarætlaninar fyri ymsu stovnarnar verða lagdar um summarið og tíð- liga á heysti, og hóast lands- stýriskvinnan sjálvandi ikki kennir einstøku tølini niður í smálutir, so átti hon at ver- ið vitandi um, hvørji høv- uðstølini í ætlanunum vóru. Eru eitt nú lønarútreiðslur- nar minkaðar lutfalsliga, átti ikki at verið trupult at í- mynda sær, hvørjar avleið- ingar hetta hevði við sær. Andreas Petersen sigur víðari, at hann hvørki skilur ella trýr, at at einki samskifti hevur verið umvegis stjóran í Almanna- og heilsustýri- num, og er hann tí fullvísur um, at landsstýriskvinnan hevur vitað meira, enn hon letst at vita. Óheppin gongd Annars metir fyrrverandi landsstýrismaðurin, at tað er ein óheppin gongd, at stovnsleiðarar hjá tí al- menna ferð eftir ferð verða offraðir, so hvørt sum tað hóvar einum landsstýris- manni. Støðan kann eisini sammetast við tað, sum hendi, tá fyrrverandi Lands- verkfrøðingurin varð upp- sagdur, tí avvarandi lands- stýrismaður hevði fingið eitt hugskot um eina saman- leggin av stovnum, uttan at nakað fyrireikandi arbeiði varð gjørt. Ikki fyrr enn eftir uppsøgnina, varð farið í holt við at kannað, hvørjar fyri- munir ein slík samanlegg- Jákup er offraður Hetta heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Andreas Petersen, sum í sama viðfangi fylist á, at embætismannaverk okkara viknar, orsakað av stórum útskiftingum og ótryggleika millum stovnsleiðarar ing fór at hava við sær, og sum kunnugt er einki komið burtur úr, uttan at landsverk- frøðingurin, í hesum føri hægsti tekniski embætis- maðurin í landinum, varð koyrdur til hús og lands- verkfrøðingsstovnurin nið- urprioriteraður. Hetta metir Andreas vera alt annað at styrkjandi fyri demokrat- isku siðvenjuna her á landi. - Embætisfólki er í stóran mun við til at tryggja stabi- litetin í einum samfelag, við tað at hesir persónar gjarna verða sitandi í longri ára- mál, meðan politikkarar sum kunnugt koma og fara, og hetta er jú ein sunnur partur av demokratinum. Embætismannaverkið er ein arvur, sum demokratiið hevur fingið frá einaveldis- skipanini, og júst sterka em- bætismannaverkið hevur tryggja, at vit í Norðureur- opa og Norðuramerika hava havt sera stabil politisk við- urskifti, har svik og korr- uptión hevur hoyrt til und- antøkini heldur enn regluna, sigur Andreas Petersen. Hann samanber síðani støðuna á okkara leiðum, við leiðsluháttin, sum er galdandi í Suðureuropa og tria heiminum. Har eru pol- itisku viðurskiftini aloftast sera óstabil, og kemst hetta í stóran mun av, at embæt- ismannaverkið er veikt. - Tá embætismenninir verða skiftir út við stuttum skotbráðum, er vandi fyri, at hesir royna at skava sum mest til sín sjálvs, meðan teir sita í sessum sínum, og verður hetta aloftast gjørt uttan at hugsa alt ov nógv um moral og etikk. - Her heima hava vit altíð havt embætisfólk, sum hava verið nøkunlunda trygg í sessi sínum, eins og tey hava fingið eina hampuliga løn, og hevur hetta tryggjað javnvágina í samfelagnum. Talan er sostatt um eina sera óhepna snaring, sum gongdin hesum viðvíkjandi hevur fingið seinastu árini, sigur Andreas Petersen at enda. Linari revsing Viðmerking til játtanina til Suðuroyar Sjúkrahús Nú í fleiri ár hava starvsfólk okkara í heilsuverkinum í fleiri ár á rað fingið eina »jólagávu« frá heilsumála- stýrinum, sum er ein hóttan um uppsøgn av einum hópi av starvsfólki á teimum trimum sjúkrahúsunum. Helst var tað bæði rætt og neyðugt at spara og skerja á hesum øki, tá kreppan leikaði harðast á, men har- frá og til uttan fyrilit at fáa hetta til ein vana á hvørjum ári, kann als ikki góðtakast, serliga nú so stórt avlop er í landskassanum, har t.d. blokkurin partvís verður brúktur til at rinda rentur og avdráttir av uttanlanda- skuldini við, meðan restin av honum verður sett inn á bók, tá er hetta ov langt at fara. Suðuroyar Sjúkrahús hevur altíð fyrimyndarliga hildið seg innan fyri játt- anina, eisini tá skerjingar hava verið. Hesaferð fekk SS hækkað játtanina, men hóast tað væntaðu smáar 2 mill. í, vegna lønarhækking- ar o.a. Sjúkrahúsið koyrdi longu frammanundan við lægsta blussi. Fyri nøkrum vikum síð- ani vóru flestu politisku feløgini í oynni á fundi sam- an við okkara fólkavaldu politikarunum. Fundurin var sera góður. Semja var um at lata partapolitikk hvíla, og í staðin í felag royna at koma við uppskot- um um hvussu teir trupul- leikar sum Suðuroyggin hevur at stríðast við kundu loysast - eisini varð kunnað um peningatrotið hjá SS, og væntaðu vit at hetta mál tí var í góðum hondum og fór at fáa eina seriøsa viðferð av okkara fólkavaldu monn- um. Tí var tað ógvuliga hug- stoytt at frætta, at uppskotið um eykajáttan til SS fall á tingi við einum braki, með- an onnur mál, sum ikki høvdu líka stóran týdning, sum hetta, sluppu spælandi ígjøgnum. Tað var tí uppaftur meira hugstoytt at síggja hvussu okkara politikkarar spæla sær við hesum máli, og hava grivið seg niður í skotgravir og leggja eftir hvørjum øðrum í fjølmiðlunum. Vit halda okkum tí hava rætt at krevja av tykkum, at tit nú taka tykkum saman, og royna at fáa hetta álvarsmál loyst sum skjótast, einaferð med alla. Hetta er manna- lagnur, sum standa uppá spæl, bæði hvat viðvíkur sjúklingum og starvsfólki. Við Tjóðveldiskvøðu Suðuroyar Tjóðveldisfelag Kai Vágfjall, fm. Viðmerking: Andreas Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum FLAMBERINGSKVØLD Á HOTEL FÖROYUM fríggjakvøldið 21. jan. og leygarkvøldið 22. jan. Borðbílegging á tel. 317500 Eisini fæst bílig gisting Sosialurin - 311820 Dinnertónleikur við Sámal Petersen og Jóhannus Andreasen TIL MATNA • Flamberað havtaska í pernod v/smátt- skornum urtum • Piparbúffur við salat buffet og bakaðum epli • Bananasplitt Kostnaður kr. 198.-