Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 Yvirlæknarnir vilja hava stjórastarvið tikið aftur Starvið sum sjúkrasystrastjóri á Landssjúkrahúsinum skal takast aftur. Tað er treytin fyri at serlæknar- nir taka samráðingarnar um leiðsluna á teimum ymsu deildunum á Landssjúkrahúsinum, uppaftur læknin ábyrgdina av við- gerðini, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki. Og eftir eitt politiskt talv í nógv ár, endaði tað við, at Helena Dam á Neystabø skar ígjøgnum og gjørdi av, at tað skuldi vera ein tví- streingjað leiðsla ovast á Landssjúkrahúsinum. Hendan ovasta leiðslan skuldi síðani stinga út í kort- ið, hvussu leiðslan skuldi skipast longur niðri á teim- um ymsu deildunum. Álitiskreppa Men serlæknarnir vilja ikki taka lut í hesum arbeiðnum. Og teir hava blokerað fyri lýsingini eftir læknastjóra og tí hevur tað ikki borið til so mikið sum at lýsa eftir honum enn. Hinvegin varð søkt eftir sjúkrasystrastjóra. Hann er nú settur og tekur við starv- inum 1. apríl. Síðani hevur málið ligið mestsum í dvala. Líka inntil nú týsdagin, tá ið fundur var aftur ímillum serlæknarnar og landsstýrismannin í al- manna og heilsumálum um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Á hesum fundinum end- urtóku serlæknarnir, at teir fara ikki at taka lut í leiðsl- uni, sum ætlanin nú er at seta í verk Og í einum brævi, sum teir handaðu Helenu Dam á Neystabø siga serlæknarnir, at teir dylja ikki fyri, at í løtuni fyriliggur ein álitis- kreppa, sum kann fáa álv- arsligar fylgir fyri samskift- ið millum serlæknarnir og tann politisk-fyrisitingarliga myndugleikan. – Í hvønn mun, og hvussu, hetta samskiftið skal fara fram, verður støða tikin til í hvørjum einstøk- um føri, siga teir Teir boða eisini frá, at læknarnir hava samtykt at seta á stovn eitt yvirlækna- ráð Og sum støðan er skulu allar áheitanir og fyrispurn- ingar frá fyrisitingarliga myndugleikanum til yvir- læknarstílast til yvirlækna- ráðið, Fyribils er tað Jóhan Pet- ur Davidsen sjálvur, sum umboðar ráðið. Stjórastarvið skal takast aftur Formaðurin í serlæknaráð- num vil ikki útgreinað, akkurát, hvussu orðaljóðið í brævinum skal skiljast. Men hann dylir ikki, at hann er dapurskugdur um gongdina. Nú er leiðarin á Lands- sjúkrahúsinum sagdur upp og tað fer at taka einum nýggjum leiðara minst eitt, ella kanska tvey ár, at ar- beiða seg ígjøgnum alt mál- ið, og at seta seg inn í øll viðurskiftini, so at vit kunnu koma víðari. Jóhan Petur Davidsen hevur ikki nógv gott at bera tí bygnaði, sum Helena Dam á Neystabø hevur sett í verk. – Hetta er einki uttan ein politisk neyðloysn, sum bara er eitt óneyðugt og nógv dýrkandi millumlið. –Tað, sum vit veruliga hava brúk fyri, er at skipa ein greiðan leiðslubygnað niðri á sjálvum deildunum. men tað fyriliggur ikki eitt orð um tað enn. Serlæknarnir siga, at teir eru sinnaðir at taka upp samráðingar við almanna- og heilsumálastýrið um, hvussu leiðslan niðri á deildunum skal skipast. – Men treytin er, at set- anin av sjúkrasystrastjóran- um verður tikin aftur, sigur Jóhan Petur Davidsen. skal vera í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknan og tey skulu so hava á- byrgdina í felag, eisini niðri á deildunum. Tí tær siga, at tað ber væl til at býta ovastu leiðsluna sundur, um samstarvsvilji er til staðar, so at sjúkrasystirin fær ábyrgdina av røktini og verða viðurskiftini ikki nóg greið. Og ábyrgdina sum ovastu leiðari halda teir, at ein lækni hevur bestu fortreyt- irnar at røkja. Hinvegin vilja sjúkra- systrarnar onki góðtaka utt- an eina tvístreingjaða leiðslu, har ein sjúkrasystir einsmalt fólk hevur enda- ligu ábyrgdina, ikki minst niðri á deildunum sjálvum, ahr tað dagliga arbeiðið fer fram. Teir halda nevniliga, at tað er heilt avgerandi, at tað ber til at leggja endaligu ábyrgdina hjá einum einsa- møllum leiðara, tí annars ÁKI BERTHOLDSEN –Nú fer tað at taka minst eitt, kanska tvey ár, áðrenn ein nýggj leiðsla kann setast í verk á Landssjúkrahúsin- um. Jóhan Petur Davidsen, formaður í serlæknafelag Føroya er rættiliga dapur- skygdur um støðuna á Landssjúkrahúsinum eftir gongdina hesar seinastu dagarnar. Fyrst var Jákup Mørkøre sagdur upp. Og síðani endaði ein fundur ímillum Serlækna- felagið og Helenu Dam á Neystabø um nýggja leiðslubygnaðin á Lands- sjúkrahúsinum fullkomiliga úrslitaleysur. Og alt hetta heldur Jóhan Petur Davidsen var eitt álv- arsligt bakkast fyri arbeiðs- lagið á Landssjúkrahúsin- um. Tí nú er hann vísur í, at tað fara at ganga í hvussu so er eitt, kanska tvey ár, áðrenn vit fáa skipað við- urskiftið á Landsjúkrahús- inum. Ein marra Ósemjan ímillum sjúkra- systrarnar og læknarnar um, hvør skal hava ovastu leiðsl- una á Landssjúkrahúsinum hevur í nógv ár riðið okkara høvuðssjúkrahúsi sum ein marra og enn hevur ongin politikari megnað at loyst knútin. Serlæknarnir vilja onki annað góðtaka enn eina ein- streingjaða leiðslu, har eitt ÁKI BERTHOLDSEN – Eg eri framvegis bjart- skygd. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum, hevur ikki mist mótið aftaná fundin við serlæknarnar týs- dagin. Sum nevnt í greinini omanfyri, vilja serlæknarnir framvegis ikki taka lut í ar- beiðnum at skipa leiðsluna á Landssjúkrahúsinum eftir tí leisti, sum Helena Dam á Neystabø, hevur skorið. Men Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hev- ur sett sær fyri at loysa mál- ið og tað stendur við. Og hon væntar framvegis, at tað fer at bera til at finna eina loysn á ósemjuni, sum øll verða nøgd við. Hon vísir á, at Landssjúkrahúsið er eitt ómetaliga fjøltáttað ar- Helena er framvegis bjartskygd urskiftini í rættlag. Men hon væntar fram- vegis, at tað fer at eydnast at finna ein bygnað á deild- unum, sum allar partar kunnu góðtaka. Og hon væntar heldur ikki, at tað fer at taka eitt, kanska tvey ár, sum formað- urin í serlæknafelagnum stúrir fyri í greinini oman- fyri. Nógv uppskot eru frammi, men nú ræður um ikki at elva til meiri stríð, so hon sigur onki um tað. Men fyri at vera við í sam- ráðingunum um leiðslu- viðurskiftini á deildunum, krevja serlæknarnir, at set- anin av sjúkrasystrastjóran- um verður tikin aftur? – Tað málið er ikki partur av samskiftinum við fakfel- øgini. Tann avgerðin er tikin og avgreitt eftir galdandi reglum og setanin er ein partur av samráðingum, sum vóru frammanundan. Og tað kann ikki koma uppá tal at taka setanina aft- ur. – Læknarnir treytað sær at teir fáa ein bygnað á deildunum, sum teir kunnu góðtaka, og tað vænti eg eisini, at vit fáa, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Var tað rætt at seta sjúkra- systrastjóran, áðrenn lækna- stjórin var settur, tí báðir stjórarnir eru partur í eini heild? Til hetta svarar Helena Dam á Neystabø, at hon helt, at viðurskiftini við ser- læknarnar vóru so greið, at tað eisini kundi søkjast eftir læknastjóra. Men so tóku teir eina aðra støðu og blokeraðu starvið sum læknastjóra og at tað tí ikki kundi lýsast eftir læknastjóranum. iskreppu, tí á fundi ímillum partarnar er tónlagið eitt heilt annað og nógv betri. Og hon skilir væl, at teir eisini leggja trýst á fyri at finna eina loysn nú. – Eg hevði bara vóna, at teir vildu vera við til at stinga út í kortið, hvussu leiðslan niðri á deildunum skal skipast. Merkir hetta, at tað nú kann koma uppá tal at seta eina leiðsluskipan í verk, uttanum læknarnar? –Tað havi eg onga við- merking til. Men læknarnir hava gjørt síni sjónarmið greið og tey eru tikin við í metingunum fyri tað víðari arbeiði. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað hevur verið ógvu- liga oyðileggjandi fyri allar partar á Landssjúkrahúsin- um, at tað hava gingið so nógv ár at fáa leiðsluvið- – Tað kemur ikki uppá tal at taka setanina av sjúkra- systrastjóranum aftur, sigur Helena Dam á Neystabø Ein loysn á ósemjuni um leiðsluna á Landssjúkrahúsinu, er kanska longrui burturi nú, enn hon hevur verið leingi, sigur Jóhan Petur Davidsen, formaður í serlæknafelagnum beiðspláss við yvir 680 starvsfólkum, sum arbeiða eftir 28 ymsum sáttmálum. – Og á einum so stórum arbeiðsplássi sigur tað seg sjálvt, at tað er neyðugt at hava ein greiðan leiðslu- bygnað. Hetta er eitt mál, sum fleiri landsstýrið hava drigist við og enntá skumpa undan sær, sigur Helena Dam á Neystabø. Men tí- verri gongur tað ikki so skjótt, sum hon hevði vón- að. Tað, at læknarnir taka so harðliga til orðanna ímóti tí bygnaði, sum ætlanin er at seta í verk, heldur hon er natúrligt. – Í fakfelagsligum stríði leggja fakfeløg ofta harðliga fyri,tá ið tey skulu verja síni rættindi, sigur Helena Dam á Neystabø. Meiri heldur hon ikki liggur í orðunum um álit- Norðurat- lantska Bryggjan veruleiki Nú grunnurin hjá A. P. Møller játtaði ætlanini 20 milliónir krónur í stuðuli, kann Vígdis Finnbogadóttir eykkaleys leggja ætlanina fram fyri Mogens Lykketoft, sum endaliga skal góð- kenna ætlanina um norðuratlantiska mentanardepilin í Keypmannahavn EIRIKUR LINDENSKOV Við eini tilsøgn um stuðul upp á 20 milliónir krónur til stovnanina av einum norðuratlantiska miðdepli í tí gamla íslendskt grøn- lendska pakkhúsinum í Strandgade í Keypmanna- havnar havn, hevur »A. P. Møller og hustru Chastine Mærk Mc-Kinney Møllres Fond til almene Formaal« nú tryggja fíggjarliga grundarlagið, soleiðis at ætlan gerst veruleiki. Tann 11. mai 1999 gav danska stjórnin tilsøgn um at lata pakkhúsið til tað Norðatlantisku Bryggjuna - ein miðdepil fyri mentan, gransking og vinnu á »den gamle Grønlandske Hand- els Plads«. Tilsøgnin var - umframt góðkenning frá játtanar- myndugleikunum - treytað av, at nevndin aftan fyri ætl- anina kundi útvega neyðuga stuðulin frá norðuratlant- isku stjórnunum eins og tryggja fulla fígging av ætl- anini. Við hesum grundarlag hevur nevndin við for- kvinnuni, fyrrverandi ís- lendska forsetanum, Vígdis Finnbogadóttir á odda, vent sær til grunnin hjá A. P. Møller um stuðul. Hetta hendi eftir, at til- søgn varð givin frá teimum luttakandi, íslendsku stjórn- ini og landsstýrunum í Før- oyum og í Grønlandi. Grunnurin hjá A. P. Møll- er hevur boðað Vígdis Finn- bogadóttir frá, at grunnurin stuðlar ætlanini við 20 mill- iónum. Tá tilsøgn samstundis er fingin um realkredittlán til umvælingina, er við stuðli- num frá A. P. Møller fígg- ingin tryggað til neyðugu útreiðslurnar stovnan av miðdeplinum. Samstundis tryggjar stuðulin, at tann norðatlantiska Bryggjan eft- ir umvælingini fíggjarliga kann hvíla í sær sjálvum. – Við hesum stuðlinum hevur grunnurin hjá A. P. Møller tryggjað fíggjarliga grundarlagið av Norðurat- lantisku Bryggjuni á gamla Grønlendska Handelpláss- inum og samstundis stuðla stóru hugsjónunum um skapanina av eini felags miðstøð fyri norðatlantiska mentan, gransking og vinnu í Keypmannahavn. – Eg veit, at tann Norður- atlantiska Bryggjan fer at hava stóran lut í menningini av sterku bondunum, sum eru millum lond okkara, segði Vígdis Finnbogadótt- ir. – Hetta er bæði gávumik- ið og ógvuliga framskygt av Hr. Mærsk Mc-Kinney Møller at stuðla hesi ætlan, segði hon, tá tað frættist um avgerðina hjá grunninum. Nevndin fyri Bryggjuna gleðir seg at hitta danska fíggjarmálaráðharran seinni í mánaðinum, tá positiva úr- slitið skal leggjast fyri hann til góðkenningar. Norðurlendski mentanar- miðdepilin skal vera í gamla pakkhúsinum frá 1767, hað- ani danska hjálandasøgan í útnorðri er farin ígjøgnum. Her eru turri fiskurin og hvalirnir skipaðir inn. Revs- ifangar frá teim gomlu hjá- londunum, sum skuldu sita tíðina í Danmark, eru eisini farnir ígjøgnum har. Skipini hava lagt at, og tað krevur ikki nógv hugflog at í- mynda sær tann ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakk- húsið er væl hildið við líka - takkað verið góða viðinum og byggisiðinum, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá ið tann kongligi grøn- lendski handilin fór út og tók síðstu vørurnar í stóra goymslubygninginum við sær. Tá ið umvælingarnar eru fingnar frá hondini, skuldi hesin 7.000 fermetra stóri bygningurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanar- ligu brigdunum úr Grøn- landi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Ætlanin er, at vinnulívið skal vera primus motor í menningini av húsinum, tá ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at um- leið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlants- havi, soleiðis, at um tú keypir grønlendskan ganda- grip, føroyskan turran fisk og íslendskar troyggjur, so fert tú onga aðra staðni enn í Pakkhús C á Bryggen. Undir somu lon… Hini 25 prosentini av hú- sinum skulu brúkast til fel- øg, søvn, stovnar og hvat tú annars kannst ímynda tær av norðuratlantiskum fel- agsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keypmann- ahavn. Her verður alt savn- að. Umframt verða kaffi- stovur, framsýningar og ser- búðir. – Ein nýggjur miðdepil fyri gomlu handilsmentan- ina… Á gamla Grønlendska Handilsplássinum í Keyp- mannahavn fer mentanar- depilin at húsast Her kunnu vit ímynda okkum, hvussu turrur fiskur, før- oyskar troyggur, hosur – og fangar, hava verið skipað upp í gomlum døgum. Nú er hetta mentan… CUP 2000 CUP 2000 Havnar Bóltfelag bjóðar øllum gentum og dreingjum til innandurakapping í fótbólti í høllini á Hálsi í døgunum 28.-29. januar 2000 Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Í deildunum gentur 14-17 ár, dreingir og unglingar eru bert 4 leikarar. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri liðið. Liðini skulu hava eitt fótbóltsnavn (t.d. HB, Arsenal, AB). Eimskip, ið stuðlar kappingin, letur heiðursmerki til trý tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki. Tilmelding hjá: Oddmar Andreasen Tel. 28 33 46 Tel. 31 07 60 eftir kl. 18.00 Pætur Clementsen Tel. 31 56 16 Aldursbólkar: Gentur 10-12 (f. 1988-1989) Smágentur 12-14 (f. 1986-1987) Gentur 14-17 (f. 1983-1985) Smápiltar (f. 1990-1991) Piltar (f. 1988-1989) Smádreingir (f. 1986-1987) Dreingir (f. 1984-1985) Unglingar (f. 1981-1983) Sosialurin - 311820