Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 Biðja fyri fólki beinleiðis Jenis av Rana fer at hava forbøn fyri opnari mikrofon á útvarpsstøðini Lindini, og MC Restorff skal nú royna seg sum útvarpsmaður EYÐUN KLAKSTEIN Útvarpsstøðin Lindin fer at taka ein nýggja tátt upp, tá tey fara undir at senda í dag. Sambært fyribilsskránni hjá útvarpsstøðini fer Jenis av Rana hvørt mikukvøld at hava eina sending, har hann fer at biðja fyri fólki fyri opnari mikrofon. – Vit hava áður havt telefonlinju, har fólk hava kunnað ringt inn og biðja okkum biðja fyri onkrum, sum liggur teimum á hjarta, og tá kom tað óvart á okk- um, hvussu stórur hesin tørvur er, sigur Preben Han- sen, sum er formaður í nevndini hjá Lindini. Hann hevur saman við millum annað Jenis av Rana havt opnar telefonlinjur síð- ani einaferð í 80‘unum. Ætlanin er, at fólk kunnu ringja inn, og biðja Jenis biðja fyri teimum ella øðr- um. Fólk nýtast ikki at upp- geva navn, og Jenis fer so at biðja fyri opnari mikro- fon. – Vit fara at byrja við eini slíkari sending, men ætlanin er, at vit hvønn dag fara at hava eina stutta sending við forbønum, sigur Preben Hansen. Ætlanin er, at fólk skulu hava møguleika at ringja til Lindina millum 17.00 og 18.00, og so verður ein stutt bønarsending í 10 minuttir frá klokkan 18.00. – Vit fara eisini at biðja fólk siga frá, tá tey hava fingið bønarsvar, sigur Preben Hansen. MC útvarpsvertur Fyrstu tíðina verður nógvur tónleikur sendur á Lindini, men tey ætla so líðandi at vaksa um talið á veruligum sendingum. – Alt arbeiðið á støðini verður gjørt sjálvboðið, og vit eru amatørar, tí verða bæði mongdin og dygdini merkt av hesum, men vit ætla sanniliga at betra okk- um allatíðina, sigur Preben Hansen. Millum tey fólkini, sum fara at gera sendingar fyri Lindina, er MC Restorff, sum annars serliga er kend- ur fyri sína tónleikakarrieru. Hann fer saman við Símuni Hansen at gera eina send- ing, sum fer at snúgva seg um sjólív og átrúnað. Hendan sendingin verður send leygardag kl. 17.00, og Preben Hansen væntar sær nógv av hesi sendingini. Annars eru sendingar, sum venda sær serliga til børn og ung eisini á skránni. Fólk uttanfyri Havnina gera tíðindi Og tíðindi um andalig við- urskifti í Føroyum og úti í heimi verða eisini á skránni. Byrjað verður við einari sending í næstu viku, men síðani er ætlanin at fáa tíð- indi í lag hvønn dag í vik- uni. Tað verða fólk í Havn og kring landið, sum fara at skriva tíðindi. Lindin hevur fingið avtalu við fólk í Klaksvík og á Skálafjørði- num at finna, skriva og lesa tíðindi. Hesi fólk hava fing- ið ein digitalan bandupp- takara til at lesa tíðindini inn á, og síðani verður antin bandið sent til Havnar ella verða tíðindini send yvir internetið. Lindin ætlar, at tað ikki bara skulu verða teir, sum hava ágóðan av fólki uttan- fyri Havnina. – Okkara fremsta mál er at víðka um sendiøki, so vit framyvir eisini kunnu hoyr- ast ymsastaðni í Eystur- oynni og í Klaksvík, sigur Preben Hansen. Jenis av Rana fer at biðja fyri fólki fyri opnari mikrofon á útvarpsstøðini Lindini. Mynd: Álvur Haraldsen Fólk frá Granskingarverkætlanini fyri økismenning á vitjan á Kósini í Klaksvík. Frá vinstru: Svein Jentoft, Bjarni Mortensen, Richard Apostle, Dennis Holm og Ólavur Waag Høgnesen. Mynd: Dávur Winther Vitja virki og feløg Granskingarætlanin fyri økismenning er farin undir sítt virksemi. Í vikuni vitjaðu fólk frá Granskingarætlanini virki og feløg í norðoyggjum. Tað er kanadiumaðurin Richard Apostle, sum skal verða leiðari fyri gransk- ingini. Granskingarætlanin fer at halda til í gomlu politistøð- ini í Klaksvík, sum farnu vikurnar hevur verið um- væld. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur keypt og goldð fyri umvælingar- nar av gomlu politistøðini. ÷20% Mánadagin, týsdagin og mikudagin UNITED COLORS OF BENETTON. Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661 Sosialurin - 311820 UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF BENETTON. UNITED COLORS OF Sosialurin - 311820 Hósmorgunin 27/1 kl. 08.00 byrjar tann stóra útsølan Bygdarráðsformaðurin ikki í søguna Ráðstevna um Heinesen og Jacobsen Føroya Kommunufelag hevði mikudagin fund, har felagið gjørdi síni tilmæli til nýggju kommunulógina. M.a. var ikki meiriluti fyri at avtaka bygdarráðsformannin og seta borgarstjóra í staðin í fulltíðarstarv, sum nýggja kommunulógin mælir til. Hesin skal so eisini siga sítt borgarliga starv frá sær, men stendur tað til Kommunufelagið, so hendir hetta ikki DAGFINN OLSEN Allar 40 kommunurnar í Føroya Kommunufelag viðgjørdu mikudagin broytingarnar í kommunu- lógini og gjørdu tilmæli. Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Føroya Komm- unufelag sigur, at m.a. var á skránni, at kommunurnar skulu hava størri málsøki at umsita. Aðrar nýggjar greinar í lógini eru t.d lut- tøka í vinnulívinum, kommunalt samstarv og loft á lántøkum. Kommunufelagið skal ummæla lógaruppskotið og handa landsstýrinum hetta innan 1. februar. Borgarstjórar fulla tíð Ein grein í nýggju lógini sigur, at bygdarráðsfor- menn fara í søguna. Ístaðin koma borgarstjórar, ið hava hetta sum starv fulla tíð. Teir skulu so siga sítt borgarliga starv frá sær. Hesum tók kommunu- felagið ikki undir við. – Tað varð hildið, at hetta bar ikki til. Eingin tvungin kommunusaman- legging verður og tað ber ikki til at krevja, at ein bygdarráðsformaður skal vera løntur fulla tíð og siga størv frá sær. Heldur ikki ber tað til peningaliga í lítl- ari kommunu, tí tað er ov dýrt, sigur Jógvan K. Mørkøre. – Tað er ásett í komm- unulógini, at tað er borg- araskylda at vera valdur í kommunustýrið og borg- araskylda at taka við sum formaður. Samstundis kann ikki krevjast av ein- um, at hann sigur starv frá sær við vanda fyri, at hann ikki kann nýtast aftur í arbeiði. Vit skjóta upp, at kommunustýrini sjálvi taka støðu til hetta, um tey meta tørvin vera til staðar, sigur Jógvan K. Mørkøre. Arbeiðsgevarar førdu fram, at farloyvi neyvan koma upp á tal, tí ikki er óvanligt, at arbeiðsgevarar gera íløgur í starvsfólk, skúla tey, um teir meta, at tey hava hug at halda fram í starvinum. Um tey so verða vald stutt eftir, so hongur ikki saman. Færri limir At seta loft á lántøkur hevði eingin nakað ímóti á fundinum í Føroya Kommunufelag. - Men í lógini stendur, at tal á bygdarráðslimum kann vera millum 7 og 17. Her hildi vit, at eitt lægri tal enn 7 hevði verið betri hóskandi. Í kommunum við upp til 1500 íbúgvum mettu vit, at hóskandi er at hava 3 til 9 limir á bygdar- ráðnum, sigur Jógvan K. Mørkøre. Luttøka í vinnulívinum – Nú er sett sum lógar- grein, at kommunur ikki skulu hava virknan leiklut Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag Í døgunum 25. - 27. mai, verður skipað fyri ráðstevnu um skaldskap William Heinesens og Jørgen-Frantz Jacobsens DAGFINN OLSEN Undir heitinum »Oceaniske Dage«, verður í døgunum 25. - 27. mai skipað fyri um- fatandi ráðstevnu um skald- skapin hjá tveimum av okk- ara fremstu rithøvund-um, William Heinesen pg Jør- gen-Frantz Jacobsen. Stóran týdning Í faldaranum, ið lýsir til- takið, verður sagt, at teir báðir hava ómetaligan týd- ning fyri føroyska mentan. Umframt eru teir framma- liga í norðurlendskum bók- mentum. William skrivaði yrkingar, skaldsøgur og stuttsøgur. Jørgen-Frantz skrivaði skaldsøguna Bar- bara og greinar um politikk og mentan. Altjóða týdningur teirra kemur til sjóndar við, at bøkur teirra stutt eftir út- gávu vórðu týddar til fleiri mál. William og Jørgen-Frantz vóru baðir føroyingar, ið skrivaðu á donskum. Hetta hevði ávirkan á samtíðar viðurkenning í Norðurlond- um og legði leiðina opna fyri altjóða týðing. Skaldskapur teirra endur- speglar í evnum og málbúna ávísar síður ísøguligu og samfelagsligu gongdini í ungum tjóðum, ið eru við at finna egnum tjóðsamleika. Mál Faldarin sigur endamálið við ráðstevnuni vera at granska hesar síður í skald- skapinum, seta í mentanar- søguligt samanhang og vísa, hvussu »nation-building« royndirnar koma fram. Eisini er endamálið at geva íblástur til bókmenta- ligt arbeiði við verkunum hjá William og Jørgen- Frantz. Ráðstevnan tekur upp skaldskapin, mál og mentan og skaldskaparstøðu Willi- am Heinesens og Jørgen- Frantz Jacobsens í føroysk- um og norðurlendskum høpi. Fyrilestrar og filmar Kjarnan í ráðstevnuni verða fyrilestrar um høvundarnar báðar og aðrar útvaldar høv- undar. Um sambandið teirra millum, støðu í sam- felag og mentan og um mál- sligar spurningar. Eisini vera arbeiðsbólkar, har luttakararnir hava møguleika at siga nøkur orð um verk ella høvund. Skotið verður upp, at hetta tekur einar 20 minuttir. Á ráðstevnuni verður málið skandinaviskt. Fyri- lestrar kunnu eisini vera á enskum. Verk eftir bæði William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen eru flutt á pall og gjørd til film. Á ráðstevn- uni verður møguleiki at síggja filmin Barbara og filmin Dansinn. Eisini verður møguleiki at kanna sjónleikin Glataðu Spæli- menninir eftir bókini hjá William Heinsen og sjón- varpssamrøður og doku- mentarfilmar verða eisini at síggja. William fekst eisini við myndlist og tónleik og ein framsýning verður við myndum hansara og ein konsert við tónleiki eftir William. Um viðrar, so verða eis- ini gjørdir túrar til gongu og við skipi. Túrar, sum taka støði í bókaverkunum. Leiðslan Fakligu leiðsluna á ráð- stevnuni hava raktarin á Fróðskaparsetrinum, Mal- an Marnersdóttir, lektari, ph. d,. og Turið Sigurðar- dóttir, lektari, mag. art. Fyrireikarar eru Helga Hjörvar, stjóri í Norður- landahúsinum, Martin Næs, landsbókavørður og Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvundafelag Føroya. Ynskir ein at luttaka á ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum, kann ein siga frá í húsinum. Kostnaðurin er 400 krónur fyri fyrilestrar, tilfar og kost. í vinnulívinum ella vinnu- ligum endamálum, uttan í serstøkum førum. Serstøk føri merkir t.d. ikki, at kommunan kann bjarga arbeiðsplássum ella skapa arbeiðspláss. Eftir lógini er tað nærum ongantíð. Kanska, um vandi er fyri, at kommunan doyr út. Men tyngdin, próvgrundin liggur hjá kommununi fyri, at hon kann gera hetta. Vit høvdu ikki nógv at við- merkja, tí lógargreinin er rættiliga opin og vit meta, at hon stendur og fellur við, hvussu er við komm- unala eftirlitinum, hvør siðvenjan verður, sigur Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Føroya Komm- unufelag Tillagað mynd: Álvur Haraldsen