Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 14 - 21. januar 2000 Fríggjadagur 21. januar Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Gott vikuskifti Ein gamal kenningur er nú aftur at hoyra í útvarpinum. Og hann skal vera hjartaliga vælkomin! Kári Sverrisson hevur, saman við Edwardi Nyholmi Debes, átt tann ivasama heiður at leggja sendingar tilrættis, sum føroyingar ikki tímdu at lurta eftir. Heimskvæðið og Rimmarjazzur høvdu ikki ta stóru lurtarafjøldini. Fólk elskaðu at hata hesar tónleika- sendingar. Men hetta skulu vertirnir ikki lastast fyri. Ikki allar sendingar hava eins stóran málbólk. Og skal russisk balalajka ella rimmarjazzur partú rigga til føroyskan millummála og at hoyrast umaftur næsta morg- un? Útvarpið er hetta seinasta árið vorðið betri til at skráleggja. Nýggjar sendingar eru at hoyra, og aðrar eru tiknar av skránni. Soleiðis skal tað nevniliga vera. Og Edward og Kári eru har fram- vegis . Tvey ættarlið spæla tónleik er gott undirhald og Edward er bæði góður og vælkvalifiseraður vertur. Nýggja sendingin hjá Kára Tón- leikur í trettan øldir haldi eg var serstakliga áhugaverd og upplýs- andi. Ein søgulig lýsing av tónleika- søguni er avgjørt nakað, sum bæði er tiltrongt og forvitnisligt. Og eg haldi eisini at sendingin liggur væl aftaná nátturða mánakvøld. Hóast nær í slekt við Tónaslátt- urin, so er hetta neyvan nakar trupulleiki. Hans Egholm eigur tón- leikin í 20. Øld… Eg havi hoyrt tær flestu av hansara sendingum og hóast nokso drúgt er á mál, so haldi eg, at talan er um veruligt pionerarbeiði, sum mong verða glað fyri – ikki minst okkara eftirkomarar. Tað er í slíkum førum, at Útvarp Føroya kann kalla seg fyri mentunardepil. Sjónvarpið hevði eisini eina herliga sending mánakvøldið. Tveir gamlir kenningar greiddu frá um Nuuk, og tað fólkið ið har býr. Eg legði til merkis, at grønlendingar, sambært Jógvan Vágsheyg, ið koyrdi taxibilin, hildu nógv av før- oyska sjómanninum. Javnvágin er ikki altíð so eyðsýniligt, men eg haldi at Jógvan spældi ein positivan leiklut í sendingin, har hann umframt at vísa okkum áhugaverdar partar av býnum, eisini tosaði virðiliga um fólk- ini, sum búgva har á staðnum. At Zacharis Hammer eisini hitti, ein altíð tíðindafróan, Jan Kløvstad var heldur ikki verri. Samanumtikið er væleydnað lýsing av Nuuk. Eg lurtaði eina góða løtu eftir Poul Jákup Thomsen, sum sat á Vagli- num hóskvøldið. Tað er altíð stuttligt at hoyra beinleiðis útvarp, tá ið meira enn bara tónleikur er á skránni. Hug- skotið er, at fólk skulu ringja inn og seta manninum í tí heita stólinum spurningar. Bjarni Mohr fylti bíðitíð- ina út við smápráti og góðum tónleiki og inn ímillum ringdi onkur inn. Poul Jákup var sum altíð hugfarsligur og prátingarsamur. Bert spell at ikki fleiri spurningar komu. Og onkur sum helt seg framat, skuldi kanska heldur havt ringt privat ella til arbeiðsplássið hjá gestinum. Men hugnaligt var tað kortini. Nú vita vit eitt sindur um familjuna hjá Harra Thomsen, hvar hann stendur politisk, og hvørji ljóð- føri hann spælir. At tosa við mannin um rúsdrekka og narkotika var ikki so maktpáliggjandi hetta kvøldið. Barnaútvarpið mikumorgunin var nærum í serklassa. Katrin las eina søgu upp fyri tveimum ella trimum børn, sum lurtaða aktivt. Tey livdu seg inn í innihaldið og spurdu spontant um orð tey ikki skiltu ella gjørdu viðmerkingar til tekningar. Upplestarin kom so snildliga ígjøgn- um søguna, at ein skuldi trúð, at vit JÁKUP MØRK Hetta hevur verið fastur táttur seinastu átta árini, og annar av vertunum, Heðin Arge Jensen, hevur verið við øll hesi árini. Afturat sær hevur hann so havt skiftandi manning, og seinastu trý árini hevur starvsfelagin iti Rúni Jákupsson. Rúni greiðir okkum frá, at teir so at siga alla tíðina hava koyrt eftir sama leisti, og hóast teir sjálvsagt hava ymisk hugskot um broytingar, so verður send- ingin so at siga hin sama framyvir. Ein stórur partur av senditíðini er jú avsettur til spurnarkappingina, og tá tað illa ber til at seta eitt fast minuttal á henda partin, er neyðugt at hava tóm pláss í skránni, sum so verða fylt út við tónleiki. Náttarravnarnir liva enn Væl umtókt Ikki tí, júst spurnarkappingin man helst verða ein sera væl umtóktur partur av sendingunum, og hesum dylir Rúni heldur ikki fyri. Talioð á lurtarum, sum royna at koma ígjøgnum at gita, hevur alla tíðina verið sera høgt, so lítið er at ivast í, at hetta er sera populert, heldur Rúni. Ein partur av vinninginum í spurnar- kappingini hevur seinnastu tíðina verið, at ein vinnari, umframt allar smærru vinningarnar, er við í lutakasti um eina ferð. Seinast hetta varð gjørt, var talan um eina ferð til stóra súrepli »New York«, og nú standa so onkrar konsertferðir á skránni. Fyri januar mánaða er talan um eina konsert í Keypmammahavn, har heims- gitni walisin, Tom Jones, ger sítt til, at undirhaldið verður á høgum støði. Mánaðin eftir er aftur talan um konsert við einum væl kendum navnið, sum hevur verið frammi í nógv ár. Hesu ferð vóru stødd í einum barnakamari og ikki eina studio. Annars átti 100 ára føðingardagur hjá William Heinesen stóran part av vikuskiftinum. Men hvat skuldi verið meiri sjálvsagt. Hesin andsfríski og gløggi maður- in, sum var so nógv í sama persóni. Rithøvundur, teknari, tónleikari, um- mælari, yrkjari, teinkjari, mynda- høggari, vínkennari, natúrelskari og helst mangt annað gott. Í einum lítlum skúri sat William og skrivaði tær mongu ódoyggandi søg- urnar, sum framvegis verða týddar til alheims tungumál. Í stuttum kann sigast, at báðir fjølmiðlarnir komu væl frá føðingardegnum. Men ironiskt nokk fylti okkara kæri speireki og arbeiðssami multi listar- maður 100 ár uttanfyri vanliga ar- beiðstíð, so hvør veit um vit fáa ein nýggjan ár 2000 fjølmiðla trupulleika. Umleið tveir triðingar av árinum, munnu tað vera nógvir lurtarar, sum trúfastur hava tendrað útvarpslurtið leygarkvøld, tá náttarravnarnir eru fastir fúsir í útvarpsstovuni er talan tó ikki um ein frekan abba, men hinvegin verður tað tá rock-omman, Tina Turner, sum leggur leiðina fram við danska høvuðsstaðnum. So er áhugi fyri at sleppa við á hesar ferðir er bert eitt at gera. Ringið 311382 ella… Steintór Rasmussen, lærari, skrivar Virksemi Realkreditstovn- sins er sera nágreiniliga av- markað við lóg. Uppgávan er at veita frægast møguligu fíggingina til føroyska veið- uflotan, og vil tað siga so bíliga fígging sum gjørligt uttan at stovnurin setur til viks krøvini um eina varis- liga virðismeting, ein var- ligan langtíðarpolitikk við so jøvnum rentustøði, sum gjørligt, og eina forsvarliga fyrisiting, so kostnaðarlítla sum gjørligt. Á stovninum hvíla ongi krøv um at røkka hægst møguligu yvirskotunum ár um ár, men javnt og samt vaksa um eginognina í væl tryggjaðum rakstri, sum einans hevur trygd í „Real- um“ virðum - harav navnið. Herí liggur, at ikki skal tak- ast eykatrygd í húsum, trað- um, hjøllum, neysti/ ella báti, sølufeløgum ella bank- abókum hjá teim fólkum, sum standa fyri verkætlan- um um útvegan av flótandi veiðu- ella virkisamboði, men bert trygd í tí „Reala“ virði, sum sjálvt amboðið hevur. Verunliga stovnsfæið til sjálvsognarstovnin Realin bygdi á tilsøgn um 8 mill.kr. av Marshallhjálpini, sum USA veitti Europa eftir kríggi. Hesin peningur skuldi tó fyrst nýtast til út- bygging av El-orkuni, og bleiv so næstu 17árini so við og við fluttur Realinum. Øll restin av eginognini stavar frá vinningi av útlánum og virðisbrøvum. Tað er ong- antíð fingin ein króna í stuðli frá løgtingi ella lands- stýri. Tey lán, Realurin hevur tikið á lánsbrævamarknað- inum, eru útaftur lánt fyri 1/2% meira enn Realurin rindaði, og rentumarginal- urin hevur heilt síðan 1955 verið 1/2%, sum væl kann roknast lagaligt, men við varligari og bíligari fyrisit- ing verður eisini 1/2% til pening. Tí er eginognin ídag um- leið 490 milliónir krónur. Útlánsheimildin er út frá hesum 2500 milliónir (5 x eginognina), og kann í ser- ligum føri víðkast til 3500 milliónir, men av hesum kunnu einans 147 milliónir krónur lænast út ímóti 2. veðrætti. Lutfallið ímillum hesar 3500 milliónirnar og tær 147 sigur nakað um pro- portiónssnaringina í tosi- num um kappingaravlaging. Tað er hetta sum fær okkum at halda, at farið er langt av leið í metingini um somu avlaging. Í fyrru helvt av áttatiáru- num veittu mangir danskir og útlendskir skipsfígging- arstovnar lán yvir 12-15 ár, Realkreditstovnurin kundi eftir tágaldandi lóg einans veita lán yvir 10 ár, og før- oysku bankarnir veittu stórt sæð bert lán móti lands- kassaveðhaldi. Vinningurin av skipafígging fór tí í stór- an mun av landinum - sama veg sum nógv skip seinri - tó at tapini og tapsvandin blivu eftir í Føroyum. Landsstýrið og Realkredit- stovnurin fingu tí ílag eina skipan, har landsstýrið veitti lán, sum fingu 1.veðrætt, so hvørt landsstýrið rindaði tey út. Hesi gjaldførislán lands- stýrisins vóru soleiðis vard í 1. veðrætti Realkredit- stovnsins. Skipanin var í vavi um 103 milliónir, sum lands- kassin hevur fingið fulla rentu av - umleið 37 mill- iónir - og ein stóran part - umleið 30 milliónum - aft- urgoldnan, meðan tapini hava verið smá. Landskass- in hevur sostatt haft hamp- uligan vinning av skipanini sjálvt í kreppuárinum. Eftir eru 59,5 milliónir kr. sum eftir lógini skuldu verið heilt afturgoldnar í seinasta lagi í 2010. Broytingin av lógini um Føroya Realkreditstovn bygdi m.a. á ta sannroynd, at stovnurin við so stórum eginpeningi hevði alt ov nógv fæ liggjandi óvirkið í útlendskum lánsbrøvum og tað tí vildi verið gangligt og forsvarligt við longri ára- máli enn 10 ár, og at ofta var trupult at fáa fígging til 80% av skipsvirðinum uppá rímulig vilkor. Lógin var einmalt sam- tykt av løgtinginum í nov- ember 1998, og veitti Real- inum heimild at veita lán upp í 15 ár, og eisini møgu- leika fyri at veita 2. veð- rættarlán í avmarkaðan mun (30% av eginognini). Síðan Realkreditstovnur- in fekk hesa nýggju heimild er tørvurin á gjaldførislán- unum burturi. Tað var tí hildið skilagott, at fiski- vinnan fekk høvi til at nýta hendan pening, sum álíka- væl var í umfari og útlántur fram ímóti 2010, til at út- vega valmøguleikar til at røkka 80% fígging til burð- ardyggar ætlanir. Gjaldførislán kunnu bert umleggjast til síðustillað 2. veðrættarlán um Realurin eisini luttekur. Realurin vil hava ein ella fleiri peninga- stovnar at veita annað/onnur síðustillað 2. veðrættarlán fyri at røkka 80%’um. Hetta ger, at í minsta lagi ein óheft projektvurdering afturat verður gjørd. Mælt varð tí til, at gjald- førislánini vórðu „revolver- að“ og endurnýtt, í minsta lagi ta tíð, skipanin skuldi verið í gildi. Hetta var landsstýrisins sjónarmið, sum løgtingið tók einmælt undir við. At- kvøðurnar vóru 31 - 0 Hvat 2. veðrætti viðvíkur, kunnu vit vissa um , at tað eru ikki gjaldførislánini - sum eru minni enn 2% av útlánsheimildum Realkred- itstovnsins - ið eru rentuá- setandi, tað eru 2. veðrætt- arlánini frá Realinum og øðrum peningastovnum, sum avgera tørvin og upp- hæddina. Gjaldførislánini fáa einans júst somu treytir, verandi síðustillað veð. Vit meta ikki, at her er nakað „subsidiuelement“ ella studningur uppí. Øll 2. veðrættarlánini verða veitt uppá marknaðartreytir. Marknaðartreytir merkja eisini kapping. Tá vit tala um kapping- aravlaging, harmast vit um, at ítøkilig forrættningsvið- urskifti ímillum stovnin og einstøk viðskiftafólk eru drigin inn í tjakið. Tað átti at verið møguligt at tjakast um „princippir“ og generel viðurskifti, uttan at draga forrættningsviðurskifti hjá einstøkum virkjum uppá, tí vandi er fyri, at „seriøs“ vinnulívsfólk kveppa seg við at samvinna við „Real- in“, skal hendan samvinna sundurgreinast alment. Tá hevur Realinum verið kapp- ingaravlaging fyri. Varð leitað víðari í útláns- heiminum, fanst okkurt dømi um tilboð um lán heilt niður um 5% í rentu, sum lántakari fekk, vildi hann kvitta við Realkreditstovn- in, men tá hetta er skiftandi renta, kemur tað helst aftur um brekku, tí hon hækkar nú ársfjórðing eftir árfjórð- ing. Realkreditstovnurin roynir framvegis at maxi- Viðmerking: Kappingaravlaging Í seinastuni hevur verið nakað av tjaki um Føroya Realkreditstovn og serliga um umsiting hansara av sokallaðu gjaldførislánunum frá Føroya Landsstýri. Hetta tjak hevur verið merkt av skeivleikum og misskiljingum, tí biðja vit blað tygara hýsa hesi frágreiðing frá okkum stjórum í Realkreditstovninum: mera rentuna yvir megin- partin av lániskeiðinum. Ein stjóri hevur úttalað seg um vandan fyri, at Real- kreditstovnurin ikki fremur nóg neyva kreditvurdering. Svarið kann hóskandi vera tilvísing til eginognina og til tann veruleika, at stovn- urin nærum onga krónu hevur mist í 45 ár. Vit fara ikki út í blaðtjak um okkara virksemi, men fáa vit sakligar spurningar, far spyrjarin altíð nágreini- liga upplýsing. Men vit ætla ikki at umrøða spurningar, sum rættuliga eru innanhýs- isspurningar ímillum stovn- in og einstøku viðskifta- fólkini. Niðurstøða okkara er: 1.Realkreditstovnurin er á ongan hátt alment stuðlaður (ongi subsidier). 2.Vit veita munadygg og góð, men ikki óforsvarlig lán. 3.Gjaldførislánini eru bert endurútlán av eini minni peningaupphædd, sum frammanundan var avsett til skipafígging. 4.Gjaldførislánini fáa júst somu viðgerð sum onnur 2.veðrættarlán, og eru tí ikki studnings/stuðulslán, men marknaðarlán og 5.At alt sum fyriferst er ná- greinliga staðfest í føroysk- ari lóggávu, ið - sum roki omaná í leypinum - var ein- malt samtykt av løgtingi- num Henning Dalgaard Óli E. Heinesen Persónsmál JOHN JOHANNESSEN Fyrrverandi sjúkrahús- stjórin og núverandi að- alstóri fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, Høgni Joensen, vil ikki gera stór- vegis viðmerkingar til málið um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre, sjúkra- húsleiðara. Hann heldur, at talan er um eitt persónsmál, og tí er skeivt at fara út í fjøl- miðlarnar við viðmerk- ingum til málið. Høgni Joensen hevur sjálvur havt ein stóran leiklut í rokinum um Landssjúkrahúsið. Hann hevur nevniliga, sum að- alstjóri fyri Almanna- og Heilsumálastýrið, verið samskftismiðil millum sjúkrahúsleiðaran og landsstýriskvinnuna. Hetta síggja vit í skjølum, Jákup Mørkøre hevur skrivað, ið viðgera sam- skifið um sparingarnar og uppsagnir á Landssjúkra- húsinum Jákup Mørkøre slær fast, at hann fleiri ferðir kunnaði aðalstjóran um avleiðingarnar av kravdu sparingunum somuleiðis, sum hann bað um at Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýri- num heldur málið um uppsøgnina av Ják- upi Mørkøre vera eitt persónsmál sleppa at kunna landsstýr- iskvinnuna um tað sama. Men sambært skjølunum frá Jákupi Mørkøre var svarið frá Høgna Joensen, at landsstýriskvinnan var fult kunnað, og tí nýttist sjúkrahúsleiðarin ikki á fund við landsstýris- kvinnuna. Men Helena Dam á Neystabø hevur í fjøl- miðlunum fleiri ferðir seinastu dagarnar meldað út, at hon einki visti um 27 uppsagnir á Lands- sjúkrahúsinum. Tískil eru ábendingar um, at aðal- stjórin, Høgni Joensen, ikki hevur kunnað lands- stýriskvinnuna, hóast hann vissaði Jákupi Mørkøre um hetta. Um hetta er rætt ella ikki, vil Høgni Joensen heldur ikki gera viðmerk- ingar til. Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum hevur fyrr siti í líknandi sessi, sum Jákup Mørk- øre, tá hann í trongu tíðu- num var stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini, og sum Sos- ialurin skilir, metir hann tað ikki sum nakra lætta uppgávu at reka Lands- sjúkrahúsið. Linari revsing Siti her og ræðist at ganga úti í hesum myrku tíðum, tað verður koyrt alt ov skjótt og hart, og ikki er betur at vita, at summi koyra ávirkaði. Og haldi samstundis at fólk, ið koyra ávirkaði og/ ella ov skjótt fáa alt ov lina revsing. Fyri at koyra fólk niður og fólk kemur til skaða ella letur lív er straffurin alt ov linur. Og nú mundi eg dottið á reyv- ina at hoyra, Javnaðar- flokkurin vil hava, at straffurin skal gerast linari - heldur Javnaðarflokk- urin veruliga, at tað er í fínasta lagi, at fólk koyra ávirkaði? Tað manglar bara, at tey fáa ein premiu fyri at koyra ávirkaði! Ikki haldi eg, at tit klára tykkum væl í andstøðu, og um hetta er tykkara máti at náa veljaranum - Gud forbarmi okkum. Vinarligast Rói á Rógvu Joensen Stóra skipaða várútsølan av føroyskum bókum verður í døgunum 27. mars – 6. mai 2000 Í 1988 varð fyrstu ferð skip- að fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lær- arafelags skipaðu fyri - og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til bar at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum. Men tað er kortini greitt, at føroyski bókamarknaður- in er somikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu hvørt ár. Tí er før- oysk bókaútsøla bara 3. hvørt ár - og bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 3 ára gam- lar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur. Nú er so aftur bókaútsøla á skránni í døgunum 27. mars til 6. mai. Bókadeildin sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøk- ur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg. Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðr- enn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøk- urnar. Aftur bókaútsøla