fríggjadagur 23. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Hygg & Hoyr
ynskir lesarum,
hyggjarum og lurtarum
eitt gott summar
Fríggjadagin 23. juni
ÁKI BERTHOLDSEN
Tá i› enski vatnflúgvarin setti seg
á Vágsfjør›i tann fyrsta sunnudag-
in í januar í 1946, var lagnan hjá
teirri 17 ára gomlu Hildu Petersen
avgjørd.
Tí úr flúgvaranum steig tann 23
ára gamli herma›urin, Douglas
Peters, vanliga nevndur Doug.
Ta› var rættiliga skjótt, at ta›
rann saman ímillum vágsgentuna
og hermannin, og longu 1. de-
sember sama ári› giftust tey í
Vági, og beint aftaná fór hon til
Onglands vi› manninum.
Ta› eru nú 54 ár sí›ani, men hó-
ast Hilda hevur havt eitt gott og
eydnusamt lív í Onglandi, er tó
onki pláss í allari ver›ini sum
heimbygdin í Vági.
—"Sjálvt um je bygve í Ong-
landi, blívi je verandi vágbingur til
ta› sí›sta", sigur hon á tí ey›kenda
vágsmálinum, sum ikki er broytt,
hóast útisetuna í meiri enn eina
hálva øld.
Og at okkurt slag av longsli altí›
hevur veri›, fornoktar seg ikki, tí
hesi 54 árini í útlegd, hevur hon
veri› aftur í Vági og fer›ast heilar
36 fer›ir.
— Og hvørja fer›, kósin ver›ur
sett ímóti Vági, sigi eg, at nú fari
eg heim. Tí sama, hvussu leingi eg
búgvi í Onglandi, er ta› altí›
Vágur, sum ver›ur heimsta›ur
mín.
Linna fyri likam og sál
Vit hittu Hildu, sum er blivin 71
ára gomul, nú hon einafer› aftur er
komin aftur til Vágs at fer›ast. Og
í samrø›uni okkara millum fer›ast
tankarnir aftur til farnar dagar, til
óvitadagarnar í Vági, til dagin hon
hitti Douglas og til eitt gott og
langt lív í Onglandi og ikki minst,
til toganina ímillum sjálvvaldu
útisetuna í Onglandi og longsulin
heimaftur aftur til Vágs.
Hon sigur, at hóast Douglas bara
var 23 ára gamal, tá i› hann kom
til Føroya, var hann tá longu
royndur herma›ur. Hann bleiv
herma›ur bara 18 ára gamal og
sí›ani hev›i hann veri› alla myll-
una runt, ígjøgnum Frakland
T‡skland og Belgia, á›renn hann
var› sendur til Føroya.
—Hjá teimum var ta› heilt væl-
signa› vælger›andi, bæ›i fyri lik-
am og sál at koma til Føroyar, tí
her var so fri›aligt. Serliga var ta›
kvirran, sum hugtók teir, og ta›
fall slíkur fri›ur á teir í Føroyum,
aftaná ræ›uleikarnar ni›ri í Ev-
ropa. Og ta› var júst ta›, teir
trongdu til, á›renn teir vór›u
sendir heim aftur eftir krígslok til
at liva eitt vanligt lív.
Og kríggi›, ta› fór illa vi› ættar-
li›num hjá Doug.
— Tá i› hann gekk í skúla vóru
tey 28 børn í klassanum. Men heili
15 av teimum fullu í krígnum, so
tá i› hann kom heimaftur eftir
kríggi›, vóru bara 13 eftir. Hilda
sigur, at hetta var onki óvanligt í
Onglandi tá.
Ta› var eisini nógv samband
ímillum ensku hermenninar og
føroyingar.
— Ofta var› feskur fiskur lagd-
ur uttan fyri dyrnar hjá teimum og
mangan blivu teir bodnir inn til
fólk og vinalagi› ímillum føroy-
ingar og bretar var inniligt
—Hetta
vinalagi›
gloymdi
Doug aldrin. Hann seg›i allar sín-
ar dagar, at slíka vælkomu og vin-
skap sum í Føroyum fanst ikki
nakra a›rasta›ni, og fyri hann var
ongin vakrari blettur á jør›ini enn
Føroyar. Eg minnist einafer›, vit
vóru farin til USA at fer›ast og
stó›u uppi á einum bakka vi› ein-
um stórfingnum úts‡ni yvir San
Fransisco, og eg hev›i á munni,
hvussu vakurt hetta var, Tá svar-
a›i Doug "ja, men ikki so vakurt
sum í Føroyum."
Søgdu at eg var svøk
Ikki minst minnist Hilda, tá i› tí›-
in kom, at hon, n‡gift, skuldi fara
til Onglands vi› manninum at
búgva.
Hetta dámdi skyldfólki og vin-
fólki ónatúrliga líti›, tí eg hon so
ung.
— Øll bygdin helt at eg var púra
svøk og skyldfólk og vinfólk bøn-
a›u og bó›u meg um ikki at fara, tí
alt Ongland lá í sori eftir kríggi›
og har var onki uttan fátækradømi,
hungur og hall.
— Hjá mær sjálvum var ongin
ivi um, at eg skuldi fara og eg siss-
a›i tey vi›, at dámdi mær ikki,
kundi eg altí› koma heimaftur.
Hilda heldur, at nú er ta› kanska
undarligt at hugsa sær, at hon
skuldi fara. Men hon heldur, at ta›
er slíkt vágaf›sni, sum hoyrir ung-
dóminum til.
— Ung fólk leypa bara í alt, utt-
an at hugsa so nógv um ta›.
— Men hartil kemur, at eg hev›i
fingi› eitt ógvuliga vakurt bræv
frá foreldrum Douglas og ta›
gjørdi, at eg føldi meg vælkomnan
mestsum beinanvegin.
—Ta›
var Tollaksmessudag
1946, at tey ungu hjúnini fóru til
Onglands
vi›
farmaskipinum
"Barjamu", men tey fingu himm-
alsins ódnarve›ur á túrinum.
— Vit komu til Leith annan jóla-
dag og hi›ani fóru vit vi› toki til
Derbyshire, har vit skuldu búgva.
Derbyshire var ein kolab‡ur
mitt í Onglandi. Og ta› var ikki
sørt, at ta› var ein ókendur heimur,
sum eg kom til, tá i› eg steig fótin
á land í Onglandi
— Har sá eg á fyrsta sinni eitt
tok, og ta› var naka› eg mintist
øgiliga leingi.
— Annars var ta› ikki so
fátæksligt, sum eg hev›i frykta›
fyri. Sjálvur var Douglas almenn-
ur tænastuma›ur og hansara fa-
milja hoyrdu til mi›alstættina.
Pápi hansara var eisini tænastu-
ma›ur og tey høvdu eini snotilig
hús.
— Nei ta› vóru ikki fátækslig
kor eg kom til, og ta› hjálpti væl,
at eg kom at trívast.
Hon sigur, at ta› var ein undar-
lig kensla at koma til Onglands.
Nógv var› oy›ilagt, nógvir stór-
b‡ir vóru slætta›ir vi› jør›ina.
Vinnulívi› og vinnlívi› lá í
skeljasori og onki var bygt í meiri
enn fimm ár.
— Men kortini var ta› eitt slíkt
bjartskygni, sum ein ikki skuldi
trú› eftir ein slíkan sorgarleik.
— Og eg hoyrdi ongan gremja
seg, hóast nógv høvdu ta› strævi›.
Eitt nú kravdi ta› einar fimm ar-
bei›smannalønir fáa tak yvir
høvdi›, so ta› vóru so mangan, at
fleiri húski máttu búgva saman
— Ta› var bara hesin sterki viljin
til at byggja alt uppaftur, til at
byggja hús, skúlar, sjúkrahús og
vinnubygningar.
Hilda sigur, at hon hesa tí›ina
fekk stóra vir›ing fyri enska fólki-
num.
Ein ring heimfer›
Hilda sigur, at hóast familjan hjá
Douglas var ómetaliga fitt og tók
væl ímóti henni, skarst ikki burtur,
at hon var fremmand og at hon
ongan kendi. Hon dugdi heilt fitt á
enskum, men dialektin var ring at
skilja.
– Men ung fólk læra skjótt, so
ta› var ikki leingi til eg eg kom á
lagi vi› tí. Eg fekk eisini eina dótt-
ur og ta› hjálpti somulei›is væl
um. Ta› gekk tó betur og betur at
koma í samband vi› fólk.
— Men tá i› eg seg›i, at eg var
úr "Faroes" hildu nógv, at eg var úr
Egyptalandi, tí tey blanda›u vi›
egyptiska konganavni› "Farao".
Ta› kom nógvur stuttleiki burturúr
tí.
— Tó kendu tey øll tann før-
oyska fiskin, tí hann var tann besti
av øllum, søgdu tey. Á fiska-
markna›inum stó› ta› eisini altí›
vi›merkt, hvat var føroyskur fisk-
ur, tí honum vóru fólk ó› eftir og
hann var altí› uppi fyrst.
— Vit keypa altí› føroyskan
fisk og danskt smør, var ni›urlagi›
hjá øllum.
Hilda sigur, at hóast hon kom til
Onglands á jólum í 1946, bar ta›
longu um summari› 1947, at hon
ætla›i sær heim aftur til Føroyar at
fer›ast.
„Øll bygdin seg›i at
Tá i› vágsgentan Hilda Petersen bara 17 ára gomul giftist vi› einum enskum hermanni og setti uppá at fara til Onglands
vi› honum, hildu øll, at hon var púra svøk. Ta› eru nú 54 ár sí›ani og hon b‡r enn i Onglandi. “Men je blíve verandi
vágbingur til ta› sí›sta”, sigur hon
Tann nú 71 ára gamla Hilda Peters avmynda› ni›ri á Gar›abrúgv, har hon átti nógv spor sum óviti.Onkuntí›, tá i›
eg ikki sovni, so fer›ist eg í huganum líka vesturi av Ei›inum og út ígjøgnum alla bygdina, inn í hvørt hús, har eg
plagdi at koma, tá i› eg var óviti og eg síggi hvørt fólk fyri mær. Ta› hjálpir uppá longsulin, sigur hon
Mynd: Dagfinn Olesn