týsdagur 4. juni 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur kappróður
Norðanstevnuróðurin:
Felags manningar í Suðuroy struku avstað við tveimum sigrum, og tað var
vorðin sum móttøka, sum manningarnar á Royndini Fríðu og Suðuroyingi
fingu bæði á Tvøroyri og í Vági, har tey saman við øllum hinum
suðuroyingunum fegnast um fyrsta sigurin í 10-mannafarinum á
Norðoyastevnu í 26 ár
Jóannes Hansen
Suðuroyingurin vann í Klaks
vík leygardagin, og Royndin
Fríða vann í Klaksvík leyg
ardagin.
Suðuroyingarnir
stórfegnast um fínu kapp
róðrarúrslitini, og tað sást
væl, tá ið Smyril leygarkvøldið
legði at á Karmbartanga. Tá
ið bátarnir komu í land, fór
Royndin Fríða til Vágs, og
Suðuroyingur fór yvir um
fjørðin til Tvøroyrar. Bil
røðirnar vóru sum í sambandi
við nýggjárshaldini. Kapp
róðraráhugin er so stórur í
Suðuroy sum ongantíð áður,
og tey har suðuri fegnast um,
at samansettu manningarnar
úr allari oynni vísa, hvussu
gagnligt tað er, tá ið øll oyggin
stendur saman í kappingini
ímóti hinum, sum fegnir vilja
vinna.
Ongar royndir
Bjarni Hammer á Tvøroyri er
venjari og formaður umborð
á Suðuroyingi. Hann heldur
fyri, at hetta var stuttligt, tí
tað munnu vera nógv ár
síðani, at eitt 10-mannafar
har suðuri frá vann á Norð
oyastevnu. Vit siga honum,
at tað eru 26 ár síðani. Tvøra
báturin vann í Klaksvík í 1987
og í 1980, og Vágbingur vann
í Klaksvík í 1979. Nú vóru tað
vágbingar og tvøramenn,
sum í felag settu bæði klaks
víkingar og havnarmenn upp
á pláss. Tað fegnast Bjarni
Hammer sjálvandi um. Hann
er 39 ára gamal og so ruddu
ligur aldursforseti umborð.
Tveir eru 19 ára gamlir, og
hinir eru í 20unum.
– Kenslan av at vinna var
framúr. Vit fóru undir hesa
felags
verkætlanina
her
suðuri í fjør. Tá høvdu vit so
at siga ongar royndir at rógva
í 10-mannafari og ongar
royndir at rógva 2000 metrar.
Vit royndu tað, sum vit hildu
vera best, og vit skiftu
ímillum frá einari stevnu og
til tað næstu. Í ár hava vit
lagt eina miðvísa ætlan.
Avrikið leygardagin vísti, at
hon kann bera á 1500 metra
teininum. Um tvær vikur, tá
ið vit fara at kappast á
Sundalagsstevnuni, fáa vit at
síggja, hvussu tað verður á
2000 metra teininum. Vit eru
øgiliga spentir, og vit vita, at
kappingin verður stór, tí
klaksvíkingar hava so ofta
víst, at teir eru serfrøðingar á
langa teininum, sigur Bjarni
Hammer.
Hvussu upplivdi tú kapp
ingina við Klaksvíking og
Havnarbátin?
– Vit fingu góðan start,
men so mistu vit eitt sindur.
Sjálvur siti eg í stýriborði á
lærinum, so eina fitta løtu
hevði eg ikki nakra kenslu av,
hvussu tað stóð til. Men tá ið
vit fóru inn um 1000 metra
málið, hómaði eg í eygna
krókunum hinar bátarnar. Tá
høvdu hinir sjálvandi sæð
tað sama, og sovorðið gevur
eyka orku.
Kendi tú tykkum hóttar í
endaspurtinum?
– Klaksvíkingar hava so
ofta víst, at teir eru óførir í
endaspurtinum, men hesa
ferð høvdu vit orduliga gott
tak á tí, og tá ið vit fóru um
málið, var munurin aftur til
báðar kappingarneytarnar
ein bátslongd, so tað var
fínt.
Putlispælið
Bjarni Hammer hevur tvey
tey seinastu árini arbeitt
stútt og støðugt við at finna
fólkið, sum tímir og evnar at
kappast og harvið at skapa
fyritreytir fyri at vinna.
– Í ár hava vit lagt dent á,
at vit skulu venja her suðuri.
Tað krevur nógv at vera
kapprógvari, men um tú
hevur hug og orku og verður
partur av manningini, so er
tað góð kensla. Her er einki
við at sita á beinkinum alla
tíðina. Allir eru bókstaviliga í
sama báti.
Hvussu leingi hava tit
vant?
– Vit vandu hvønn dag í
páskafrítíðini, og nú eru tað
tríggjar vikur síðani, at vit
fóru í bátin, og síðani hava
vit vant nógv, miðvíst og
regluliga.
Bjarni Hammer lýsir væl,
Kappróðurin
hevur sett
eld í Suðuroy