týsdagur 4. juni 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hvussu torfør avbjóðingin er
at fáa tingini at ganga upp:
– Tað eru bara tvær vikur
síðani, at síðsti maðurin kom
umborð. Hann loysti ein
elektrikara av, sum fór til
Noregs at arbeiða. Sjálvandi
er hann ikki í fullgóðari
venjing enn, men hann er
væl fyri, og hann verður
sjálvandi betri fyri. Og so er
tað ein, sum lesur niðri. Hann
var heima á páskum, og nú
eru tríggjar vikur síðani, at
hann kom heim aftur. Hann
skal til onkrar próvtøkur. Í
staðin fyri at hann fer niður
til próvtøkurnar, so hava vit
skipað soleiðis fyri, at hann
fer til próvtøku í Føroyum.
Framtíðin
Tá ið stóri fagnaðurin í
neystinum á Tvøroyri var av
leygarkvøldið, fóru fleiri av
rógvarunum suður til Vágs.
Har var ikki minni rómur, tí
Royndin Fríða vann eisini í
Klaksvík.
Royndin Fríða var í sera
tættari kapping við Drekan,
Jallin og Fípuna Føgru. Tað
vil siga suðuroyingar ímóti
havnarmonnum og klaks
víkingum. Og eisini í hesi
kappingini endaðu suðuroy
ingarnir omaná. Fýra eru úr
Vági, tveir eru av Tvøroyri, og
stýrimaðurin er úr Hovi.
– Fleiri av hesum hava róð
í fleiri ár. Í fjør vóru teir
nummar fimm onkra ferðina
og fleiri ferðir nummar seks
og aftastir. Teir góvu ikki
skarvin yvir. Teir hava kent
rákan av, hvussu hugaligt og
spennandi tað er at rógva
kapp, og nú eydnaðist tað
teimum at vinna. Tað var
fantastiskt, og tað eigur at
borga fyri, at tað eisini í
framtíðini fer at vignast væl
hjá okkum, heldur Bjarni
Hammer.
joannes@sosialurin.fo
Er tað nakað samband millum at vinna á Norðoyastevnu og FM
vinnaran. Um tveir mánaðir fæst at síggja, um Suðuroyingur fer at
megna at vinna FM.
Síðani 2000 hava trettan FM kappingar verið. Í kappingini millum
10-mannaførini hevur vinnarin á Norðoyastevnu átta ferðir eisini
vunnið FM heitið, og fimm ferðir hevur annar bátur enn tann, sum
vann í Klaksvík, vunnið FM heitið.
ÁR
NS
FM
2000
Vestmenningur
Vestmenningur
2001
Havnarbáturin
Havnarbáturin
2002
Eysturoyingur
Eysturoyingur
2003
Havnarbáturin
Eysturoyingur
2004
Havnarbáturin
Havnarbáturin
2005
Nólsoyingur
Eysturoyingur
2006
Eysturoyingur
Klaksvíkingur
2007
Eysturoyingur
Eysturoyingur
2008
Ormurin
Havnarbáturin
2009
Eysturoyingur
Klaksvíkingur
2010
Eysturoyingur
Eysturoyingur
2011
Klaksvíkingur
Klaksvíkingur
2012
Klaksvíkingur
Klaksvíkingur
2013
Suðuroyingur
Vinnarar á Norðoyastevnu
og FM vinnarar
Myndir: Álvur Haraldsen