týsdagur 4. juni 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað er seint á kvøldi. Lands
liðið
skal
avstað
tíðliga
morgunin eftir og 20 ára
gamli miðvallarin er spentur.
Hann hevur leikbann til
fyrra dystin móti Írlandi og
tað ávirkar lagið nakað.
- Eg skal ikki missa plássið
á landsliðnum. Eg ætli mær
at spæla á landsliðnum til eg
ikki kann spæla fótbólt meir,
sigur hann avgjørdur á máli
num.
Hann er ungur og hevur
nakað hann ætlar at prógva.
Hann er óspoleraður í sínum
viðmerkingum. Hann meinar
einki ringt um hinar, men
hevur bara sett sær sjálvum
nøkur høg mál og hann sigur
tað sum hann meinar tað.
Eftir eina løtu kemur tað so.
- Also, eg meini einki
ringt um hinar. Eg gleði meg
faktist at síggja Heina Vatns
dal spæla, men eg havi sett
mær sjálvum eitt mál um at
spæla fast á landsliðnum,
leggur hann afturat.
Her er einki uttanum tos.
Einki við at tosa um ein dyst
á gangin og bara at gera sítt
besta. Ungi havnarmaðurin
hevur sett sær nøkur greið
mál og nú mál røkka ella
støkka sum yrkisspælari.
Bugarin, ið mundi
forkomið Aberdeen
møguleikanum
Hallur er sonur Hans Nielsen
og Hannu Mikkelsen. Hann
búði fyrstu árini á Argjum,
men flytir sum átta ára
gamal til vágs, tí boð eru eftir
Hansi at venja VB. Hallur
minnist árini í Vági við gleði.
- Tað var tá tað bleiv stutt
ligt at spæla fótbólt, men eg
var for sjálvsøkin. Eg bara
dribblaði. og hinir skeldaðu
meg altíð, sigur Hallur og
flennir.
Sum 11 ára gamal gongur
leiðin aftur til havnar. Boð
eru eftir Halli á U15 lands
liðnum nøkur ár seinni og í
Aberdeen ger føroyska liðið
um seg og vinnur Aberdeen
International Football Festi
val. Hallur skjýtur framúr
mál í finlauni.
Nakað seinni eru boð eftir
honum á U17 landsliðnum
og góðu avrikini gera, at
Hallur og Gilli Sørensen
verða bodnir til venjing í
Aberdeen. Móti endanum
av royndarvenjingini skal
dystur spælast. Hallur er
greiður yvir, at tað er nú
hann skal vísa seg fram, men
tað blivur bara til eina løtu á
vøllinum.
- Undan dystinum vóru
allir og ótu á eini Pub tætt
við vøllin. Eg át ein burgara
og fekk so ilt í búkin, at
eg mátti fara av vøllinum
aftaná eitt korter ella so. Eg
helt at tað var mín møguleiki,
ið reyk, greiðir Hallur frá og
undirstrikar, at tað var við
vælsignilsi frá venjaranum,
at burgarin bleiv etin.
Hóast Hallur mátti av
vøllinum, so fáa bæði Hallur
og Gilli sáttmála í skotska
felagnum, men tað var ikki
bara eydnan at flyta til Aber
deen.
- Tað var ræðuligt, minnist
Hallur afturá.
Hallur og Gilli flyta inn til
eina familju har mamma og
sonur búðleikast. Mamman
er ein 70 ára gomlu kona, ið
ikki hevur orku at ansa eftir
tveimum ungum dreingjum,
meðan 40 ára gamli sonurin
hvørki hevur áhuga í ítrótti
ella at smílast.
- Hann grenjaði um alt.
Serliga um vit ikki ótu upp,
so var galið, greiðir Hallur
frá.
Tað einu ferðina spyr
sonurin Gilla og Hall um
teir kundu hugsa sær pylsir
til døgurað. Teir svara báð
ir játtandi, men á døgurað
borðið koma grønar ólekkar
ar pylsir, sum hvørki Hallur
ella Gilli klára at býta í.
- Vit tordu ikki at siga
tað við hann, so vit pakkaðu
tær í serviettar og koyrdu
tær í lumma, men Gilli valdi
at koyra sínar í ruskílatið í
kamarinum, sum sonurin í
húsinum sjálvur tømdi, sigur
Hallur flennandi og leggur
afturat, at Gilli fekk av at
vita, tá tað gjørdist greitt, at
hann ikki hevði etið upp.
- Eg tók mínar við til venj
ing og tveitti tær í eitt rusk
ílat, sigur Hallur.
Sum liður í at Hallur
fleiri ferðir er við á besta
liðnum skal hann syngja
frammanfyri hinum. Teir
eru tríggir, ið skulu syngja.
Liðið er samlað á fínari
matstovu. Tað gongur illa
hjá teimum báðum undan
gongumonnunum, sum ikki
fáa undirtøku millum vaksnu
spælararnar. Hallur er í villa
reiðu og hevur lært frá før
oyska Rógva S. Holm, sum
er í felagnum samstundis, at
føroyski stjósangurin heldur
ikki fær undirtøku millum
spælararnar.
- Eg kundi bara koma í
tankar um ein sang. Eg búði
saman við Gilla og TB-sang
urin gekk í heilum. So oftani,
at eg dugdi hann uttanat. Eg
valdi bara at koyra á og sang
við fullari megi og áðrenn eg
visti av, so stóðu spælararnir
uppi og klappaðu við, sigur
Hallur Hansson flennandi.
Í novembur 2010 fær
Hallur debut á besta lið
num. Tað gongur illa í felag
num og í hálvleikinum er
2-0 til mótstøðuliðið. Mark
McGhee er venjari, men
verður koyrdur stutt seinni.
Í hansara stað kemur fyrr
verandi skotski landsliðs
venjarin, Craig Brown. Hann
hevur ikki eitt gott eyka á
Halli, sum ikki sleppur so
mikið sum at venja við besta
liðnum. Heldur ikki tá Hallur
í innanhýsis venjingardysti
skaraði framúr.
- Eg skuldi bara vísa fyri
honum hvat hann misti,
men eg fekk at vita aftaná,
at hann dámdi meg ikki sum
spælara, sigur Hallur.
Skaddur í
unglingadysti
Í 2011 er Hallur úttikin til
A-landsliðið og U21 lands
liðið, sum bæði hava altjóða
uppgávur í Føroyar. Hallur
venur við HB og nakað fyri
altjóða uppgávurnar tekur
Hallur eina avgerð, sum
hann í dag angrar. HB ung
lingar skuldu spæla dyst í
vágunum og heima við hús
er tvídráttur um Hallur skal
fara við.
- Babba bleiv við at siga, at
eg ikki skuldi fara, tí eg kundi
blíva skaddur, men eg fór
alíkavæl, greiðir Hallur frá.
Hallur verður settur í
álopið. Móti endanum er
støðan 5-0 til HB, men í
verjuni hevur ein spælari
fingið ilt eyga á Hall.
-
Eg
hevði
sett
hann av fleiri ferðir
og hann bleiv argur.
Móti endanum seti
eg hann av aftur og
so tveitur hann seg
niður
aftanifrá
og
taklar niður á beini
hjá mær, sigur Hallur.
-
Eg
veisti
beinanvegin, at tað
var gali. Tað fyrsta
eg
hugsaði
var
hvussu eg skuldi
fortelja
babba
tað, sigur Hallur.
Á
skaða
stovuni
er
lítil hjálp at
fótbóltur Hallur Hansson
ítróttur
vil mótprógva
tí negativa
Hann fór av landinum sum 16 ára gamal at spæla fótbólt, men ein burgari mundi gjørt, at so bleiv
aldrin. Hann skuldi eisini byrja inni í sigrinum móti Estlandi, men bleiv skaddur í unglingadysti fyri HB,
sum hann fekk boð um ikki at spæla. Hann orkar ikki fyri negativiteti og vil mótprógva øllum keðiligum
viðmerkinum eftir stórtapi fyri Eysturríki. Hann er yrkisspælari í AaB og eitur Hallur Hansson
Føddur: 8. juni 1992
Foreldur: Hans Nielsen
og Hanna Mikkelsen
Støða: Single
Starv: Yrkisfótbóltsspælari
í AaB
Yrkisleið:
A-landsdystir: 5
2008-11: Aberdeen
2011-12: HB
2012 - AaB
Hallur
Hansson