týsdagur 4. juni 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 5. juni 2013 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heinta. Læknin hevur lítlan
hug at hjálpa Halli, sum fær
bind um fótin og boð um,
at hann verður klárur um
tríggjar dagar. Hann situr
uttanfyri í 11 vikur og spælir
ikki móti Estlandi – ein
dystur sum Føroyar vinnur
2-0.
Aftur til útlandið
Hallur ger nú avtalu við HB
og spælir seinastu dystirnar
í 2011 í Gundadali. Árið eftir
er hann aftur at finna á mið
vøllinum hjá HB og verður
valdur til ársins miðvallara.
Í
summarsteðginum
hevur Hallur vant við danska
felagnum AaB úr Aalborg.
Eftir eitt sindur av stríðið
verður leiguavtala gjørd fyri
restina av árinum og Hallur
flytir til Danmarkar.
Og tað gongur skjótt.
Bara fáar dagar eftir at
hann lendur spælir hann í
steypakappingini móti Skov
bakken. Síðani kemur hann
inn í nakrar minuttir móti
Brøndby, áðrenn hann fær
ein skelk og byrjar inni móti
FCK í Parkini. AaB tapir
5-0 og Hallur spælir ikki
væl.
-
Eg
hevði
vilja
sloppið at spælt tann
dystin umaftur. Eg var
ikki heilt klárur og tað
var eitt sindur “unfair”,
um eg kann siga so, at fáa
akkurát handan dystin.
Eg var als ikki við dystin
frammanundan, so eg
fekk ein skelk, tá eg fekk
at vita at eg skuldi byrja
inni, sigur Hallur.
Hallur hevur ment seg
síðani tann dystin og hevur
millum annað staðið seg
væl á miðjuni fyri eykaliðið
móti FCK, sum hevði menn
sum Daniel Jensen og Martin
Vingaard á miðvøllinum.
Hallur hevur brúkt nógv
tíð upp á at innrætta seg eftir
spælistílinum í felagnum.
Hallur hevur fingið ein heilt
ávísan leiklut á miðvøllinum.
- Tað er ikki sum í Føroy
um, har tú til eitt vist sjálvur
kanst avgera hvat tú gert á
vøllinum. Her fært tú eina
læsta uppgávu og hana skalt
tú halda teg til, sigur Hallur.
Uppgávan hjá Halli er at
verða “6’arin” á liðnum. Hann
er á miðvøllinum og skal at
kalla hvørja ferð venda og
finna ein av teimum fremstu
monnum við avlevering.
Hallur hevur eitt ár eftir
á sáttmálanum og er greiðir
yvir, at tað er nú hann skal
sláa til.
Orkar ikki fyri
negaviteti
Hallur er lívligur tá tann
tosar og greiðir frá. Tað er
ikki til at taka feil av hvat
hann hugsar og meinar við.
Tað er eisini tilfeldið, tá
tosið fellur inn á nógvar av
teimum negativu viðmerk
inginum,
sum
føroyskir
fótbóltsspælarar fáa. Bæði
tá talan er um spælarar, ið
royna seg uttanlands og tá
landsliðið tapir.
- Eg orki ikki fyri negativi
teti. Tað er strævið altíð at
lesa hvussu vánaligir vit eru
og at føroyskir spælarar ikki
sláa til uttanfyri Føroyar,
sigur Hallur og vísir á millum
annað viðmerkingarnar á
føroyku tíðindaportalunum.
- Eg tosaði nógv við Jóan
Símun Edmundsson eftir
stórtapið
fyri
Eysturríki.
Hann hevur eisini fingið
nógvan kritikk. Ein maður
sum Fróði Benjaminsen blív
ur ikki ávirkaður av tí, men
tað blíva vit yngri í størri
mun, sigur Hallur.
Hóast
foreldrini
biðja
hann ikki taka tað so tung, so
ávirka tær unga miðvallaran.
- Eg blívi óður og fái hug
at mótprógva teimum. Eg
skal mótprógva teimum, sig
ur Hallur at enda.
Umframt at spæla yrkis
fótbólt, so er Hallur í holt við
eina HF útbúgving. Nakað
hann hevur lagt stóran dent
á øll árini hann hevur spælt
fótbólt.
trondur@sosialurin.fo
ítróttur
Myndir: Álvur Haraldsen