Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Trygdin hjá búfólkunum á Boða­nes­heiminum er ikki nóg góð um náttina. Tað staðfestir Jóngerð Gutte­sen, leiðari á Boða­nes­ heimi­num. Tá ið vit tosaðu við hana á miðdegi í gjár, bíðaðu tey enn eftir endaligum boðum frá Almannaverkinum um, hvus­su stórar sparingar skulu setast í verk á Boðanesheiminum í ár. Upprunaliga fingu tey boð um at spara 2,5 milliónir, men seinni varð greitt, at tað var ein roknifeilur. Men hvat endaliga úrs­ lit­ið verður, visti hon ikki á mið­degi í gjár. Ótrygt Men hon vónar ikki, krøvini verða ov hørð, tí hon heldur, at játtanin er øgiliga tepur, sum er. Eitt, sum nívur hana, er, at náttarvaktin á Boða­nes­ heimi­num er so illa mannað. - Vit hava tríggjar náttar­ vaktir til 64 búfólk. Vit hava tvær deildir við 24 búfólkum, sum hava eina náttarvakt í part, og so hava vit eina ser­ liga demensdeild við 16 fólk­ um, sum hevur eina náttar­ vakt. - Hetta er ikki nóg mik­ið, tí tað er ikki trygt hjá bú­ fólki­num, staðfestir Jón­gerð Gutte­sen. Hon sigur, at tey hava eina góða kalliskipan og tað hev­ur stóran týdning. Men sjálvt tann mest nýmótans kalliskipanin kann ikki skrá­ seta eitt typt katetur ella tá ið fólk detta úr seingini og aðr­ar tilburðir, sum krevja hjálp. Leiðarin á Boða­nes­heimi­ num staðfestir, at nátta­vakt­ ir­nar missa yvirlitið yvir heim­ið tá ið tær eru so illa mann­að­ar, sum tær eru. - Summi búfólk hava brúk fyri nógvari hjálp um nátti­ na. Tað merkir, at tá ið náttar­ vaktin hjálpir einum búfólki, er ongin náttarvakt at hjálpa øll­um hinum fólkunum. - Tað hendir seg eisini, at brúk er fyri tveimum náttar­ vakt­um til eitt búfólk og so liggur ein heild deild við ong­ari náttarvakt yvirhøvur hesa tíðina. - Hetta til stóran ampa fyri starvsfólkini, tí tey vita, at eru tey í ferð við at hjálpa ein­um búfólki, er eingin at hygg­ja eftir øllum hinum. Búfólkini eru eisini ótrygg við støðuna, tí tey vita, hvus­ su illa mannað heimið er um nætur­nar. Eitt mark Hinvegin staðfestir Jóngerð Gutt­e­sen, at tað er einki bú- fólk, sum fær serliga nógvan heili­vág at sova av at hesi orsøk. - Tað gera vit ikki, tí har gong­ur markið fyri, hvat vit kun­nu forsvara fakliga, sigur hon. Tá ið hon tosar um trygg­ leika, hugsar hon ikki um eld. - Heimið er ógvuliga bruna­trygt og vit hava bein­ leið­is samband við brand­ støði­na, so tí partinum av trygd­ini stúri eg ikki fyri, sig­ur hon. Hon sigur, at høvdu tey havt ráð til at seta eina nátt­ar­ vakt afturat, sum kundi gingið runt ímillum deild­ir­nar, hevði tað dámt henni væl. - Men tað hava vit ikki ráð til, sigur hon - Tað allarbesta hevði ver­ ið at havt tvær á hvørjari deild, tí heimið er so víðført, at tað er so langt at ganga. - Men tað er tað so slett ikki hugsingur um. Áki Bertholdsen - Tað er framvegis kreppa í eldrarøktini. Tað staðfestir Hanne- Dott Ludvig. Hon hevur eina mam­ mu á Tjarnargarði í Havn og hon hevur verið eitt undan­gongufólk at gera vart við støðuna í eldra­røkt­ ini, serliga nú sparingar eru settar í verk. Fyri einum mánað síðani játt­aði Løgtingið eldra­røkt­ ini 4,2 milliónir afturat, men tað var øllum greitt, at tað fór bara at taka broddin av teimum sparingum, sum æt­lan­in annars var at seta í verk. Og Hanne-Dot Ludvig stað­festir, at hóast eyka­ játtan­in er komin, er skilið fram­vegis ringt og støðan er so vánalig, at hon kann ikki góðtakast. - Eldrarøktin er fram­ vegis í kreppu, staðfestir hon Hon vísir á, at einasta mun, eykajáttanin hevur ført til, er náttavaktirnar verða ikki skerdar, soleiðis, sum ætlanin var. Men annars eru allar vaktir­nar skerdar, tvs, at hvør vakt arbeiðir styttri enn áður. Sostatt missur Tjarnar­ garð­ur nógvar arbeiðstímar hvønn einasta dag. - Sparingin hevur ført við sær, at tað er bara í dag­ tímun­um frá 9-13, at trý starvs­fólk eru til 12 búfólk. Annars eru bara tvey starvsfólk til arbeiðis allan seinna­partin og alt kvøldið og um náttina er so bara ein náttar­vakt. - Eru starvsfólk sjúk, sleppa tey ikki at útvega av­loys­a­r­ar fyrrenn triðja sjúkra­dag, so hvørja ferð sjúka ger um seg, er starvs­ fólk­a­hóp­urin skerdur enn meiri. Hanne-Dot Ludvig held­ ur, at hetta er alt ov lítið, tí ofta er neyðugt við tveim­ um starvsfólkum at hjálpa ein­um búfólki við ymsum. Hon sigur, at tað skuldi ongan­tíð verið minni enn trý starvsfólk á vakt og á summum vaktum attu tað at verið enn fleiri at hjálpa bú­fólkinum við ymsum. Anne Dot Ludvig leggur dent á, at starvsfólkið á Tjarnar­garði kann ikki last­ ast fyri nakað sum helst, tí hon heldur, at tey gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at fáa alt at hanga sam­ an. - Tey eru ordiliga koyrd í senk! Men støðan førir við sær, at ofta mugu búfólk bíða, hvørj­a ferð, tey hava brúk fyri onkrum. - Tey mugu bíða eftir at fáa at eta, tey mugu bíða eftir at sleppa í song og at sleppa upp og skulu tey hjálp­ast á wc, mugu tey eisini bíða til starvsfólk hava tíð til tað. - Tað er ófatiliga óvirði­ ligt, sigur hon. Men støðan ger, at tey avvarðandi føla seg rætti­ liga ótrygg og sjálv er hon hjá mammuni tveir, tríggjar tím­ar hvørt kvøld. - Tað er týðiligt, at starvs­ fólkið hevur tað ikki gott og tí vil eg vera hjá mammu so nógv, eg kann og so royni eg at taka eina hond í, sigur Hanne-Dot Ludvig. Skilið er framvegis ringt í eldrarøktini ELDRARØKT Í ÓRØKT Hóast eldrarøktin fekk eina eykajáttan, er støðan framvegis rættiliga ónøktandi, sigur Hanne-Dot Ludvig, sum hevur eina mammu á Tjarnargarði Eldrarøktin er framvegis í kreppu Tað er ófatiliga óvirðiligt Tað er ikki nóg t Vit hava tríggjar náttarvaktir til 64 fólk og tað er ikki trygt, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum Tað gera vit ikki, tí har gongur markið fyri Hetta til stóran ampa fyri starvsfólkini Náttavaktirnar missa yvirlitið yvir heimið