Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Í mínum hugaheimið er tað bara ein spurningur um tíð, áðr­enn alt brennur saman. Tað heldur Tóra Tórgarð, sum er avvarðandi at bú­ fólki á Tjarnargarði. Hon heldur, at støðan í eldra­røktini er alt annað enn nøktandi. Hon heldur, at vaktirnar eru skerdar so nógv, at tað er ikki forsvarligt. - Hvørja ferð, búfólk hava brúk fyri hjálp, mugu tey bíða til onkur hevur tíð at hjálp teimum, og vaktirnar yvir­lappa ikki, so vaktin sum fer, fær ikki umstøður at geva vaktina, sum tekur við, viðkomandi upplysing. Men hon leggur dent á, at starvs­fólkið á Tjarnargarði kann ikki lastast fyri nakað, sum helst, tí tey gera sítt ítarsta. - Tey renna og stríðast og møðin sæst í eygunum á teimum. Tað kann ikki undra nakran vissi alt brenn­ur saman. - Eg haldi faktiskt, at starvs­fólkini mugu verða ómeta­liga góð við búfólkini og tey hava avgjørt hjartað á røtt­um staði. - Eg haldi, at tað er hetta, sum heldur teimum uppi, men tey eru heldur ikki meiri enn menniskju. Í mín­ um hugaheimið er tað bara ein spurningur um tíð til bik­arið flýtur yvir og tey missa hugin heilt og kasta frá sær. - Eg síggi, at glóðin er far­ in úr eygunum á teimum. Nívandi Tóra Tórgarð sigur, at eisini bú­fólkini leggja merki til, hvusu sperd starvsfólkini eru. - Tað nívur búfólkini og tey fáa ringa samvitsku. Nógv av teimum royna bara at goyma seg burtur og aftra seg við at biðja um hjálp. - Og tey, sum eru minni­ sveik, skilja einki av at ong­ in er at hjálpa teimum, tá ið tey rópa. - Búfólkini verða eisi­ni ótrygg av øllum spar­ing­ unum, sum eru sett í verk og tey spyrja javnan um støðu­na og um fundur hev­ ur verið sparingar o.s.fr. Hon heldur, at hetta er ein heilt ómetaliga óvirðilig og mannminkandi støða at seta tey í. Tað er eisini mann­mink­ andi og óvirðiligt ikki at sleppa á wc, tá ið man skal og tað er mannminkandi ikki at sleppa í song og upp­ aft­ur, tá ið ein vil. - Dóttir ein mann á ein­ um ellis- og røktarheimið for­aldi mær, at nú ein dagin hevði pápi hennara sagt, at nú merkti hann av álvara spar­ing­ar­nar, sum vóru settar í verk. - Hann sipaði til, at hann var noyddur at liggja í seingini til á miðdegi, tí eing­in var at hjálpa honum upp. - Tað er so sera, sera óhugna­ligt. Tey, sum hava onkr­an at rópa upp fyri seg, eru kanska tey hepnu, men tey, sum ongan hava, eru av álvara illa stødd. - Eitt starvsfólk á einum ellis- og røktarheimi gjørdi mær eisini greitt nú ein dag­in, at tá ið hon varð gomul, skuldi hon undir ong­um umstøðum á ellis- og røktarheim, so vánaligar eru umstøðurnar. - Tað sigur eitt sindur um støðuna, heldur Tóra Tór­garð. Hon heldur, at tað er nógv fyri, at hetta er mát­in, samfelagið fer við teim­um, sum hava stríðst eitt heilt lív og hava lagt grund­ar­lag­ ið undir tað lúksuslív, vit hava í dag. ELDRARØKT Í ÓRØKT rygt um náttina Starvsfólkini mugu verða ómetaliga góð við búfólkini Støðan er óvirðilig og mannminkandi Møðin sæst í eygunum á starvsfólkunum og búfólkið roynir bara at goyma seg burtur, sigur Tóra Tórgarð, sum er avvarðandi Ótryggar nætur Støðan hjá búfólkunum á Boðanesheiminum, er ikki nóg trygg um næturnar, sigur leiðarin, Jóngerð Guttesen Brennur saman Í mínum hugaheimið er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn bikarið fyllist og skipanin brennur saman, heldur Tóra Tórgarð, avvarðandi at gomlum fólki á ellis- og røktarheimi framhald á síðu 13