Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Kringvarpið má nú geva Miðla­húsi­num innlit í tær av­ talur, sum almenni stovnurin Kring­varp Føroya hevur gjørt við priv­ata smápartafelagið Sp/F Pro­gress. Avtalan snýr seg um, hvussu nógv privata parta­fel­agið fær fyri at selja spon­so­rat í almenna Kring­ varpi­num. Miðlhúsið bað um innlit í av­taluna, í øll fylgiskjøl til av­tal­una og í øll undirskjøl til av­taluna. Miðlahúsið fekk inn­lit í av­taluna, men Kring­ varp­ið nokt­aði at geva inn­lit í, hvussu nógv Sp/F Pro­gress fær fyri ó­mak­in. Í sáttmálanum verð­ur út­grein­að, at »sp/f Pro­gress fær loyvi til at selja sponsor­ av­tal­ur vegna KvF av øll­um send­ing­um og øðrum spons­ or­um­ráðum hjá KvF.« Sambært sáttmálanum verð­ur sp/f Progress pro­vi­ si­óns­lønt fyri sítt arbeiði, og tað verð­ur vanliga gjørt fyri at eggja sølufólki til at selja so nógv sum yvirhøvur til­ ber. Tað einasta, ið Kring­varp­ i­ð – sum átti at verið tann stovn­ur, sum virdi lóg­ina um al­ment innlit mest – vildi siga, var, at: – Vit halda, at talan er um »fíggj­ar­lig viðurskifti hjá ein­ stak­ling­um«, tá Kringvarp Før­oya let­ur prov­isión fyri at út­vega stovn­i­num inntøkur, og vit halda som­u­leiðis, at tað hev­ur »stór­an fíggj­ar­lig­an týdn­ing fyri tann persónin ella virk­ið, sum upplýsingin við­vík­ur«. Soleiðis noktar almenni pub­lic service stovnurin, Kring­varp Føroya, al­menn­ ing­i­num innlit í, hvussu nógv stovn­urin rindar fyri kapp­ ingina móti privatu miðl­u­ num. Miðlhúsið kærdi avgerðina Eftir svarið úr Kring­varp­i­ num, kærdi Miðlahúsið fyr­ i­sit­ing­ar­ligu avgerðina hjá Kring­varp­inum til Menta­ mála­ráð­ið, sum hevur upp­ gáv­u­na at meta um og taka støðu til, um treytin fyri at sýta inn­liti hjá Kring­varp­in­ um er upp­fylt. Poul Geert Hansen, að­al­ stjóri í Mentamálaráðnum, vís­ir í grundgevingini til av­ gerð­ina um at kolldøma av­ gerð­ina hjá Kringvarpinum á, at í viðmerkingum til donsku lógina um innlit í fyr­i­sit­ing­ ina, sum er einsljóðandi og tann før­oyska, verður dent­ ur lagd­ur á, at gjørd verður ein í­tøk­i­lig meting í tveimum pørt­um, sum báðir skulu vera lokn­ir, áðrenn sýtt kann verða fyri innliti. – Í fyrsta lagi skal støða tak­ast til, um talan er um vinn­u­við­ur­skifti ella líkn­ andi, og í øðrum lagi skal met­ ing­in vísa, um innlit vil hava við sær fíggj­ar­ligan miss fyri virk­ið, sum upplýsingin snýr seg um, skrivar Poul Geert Han­sen. Mentamálaráðið hevur tí bið­ið Kringvarpið um neyv­ ari frágreiðing, og har vísir Kringvarpið til, at stór kapping er á øki­n­um, og at smærri pro­ sent­stig skilja sølufólk og lýs­ ing­ar­fyr­i­tøk­ur. – Tí verður mett, at innlit í pro­sent­hædd­ina kann skaða virk­semið hjá Sp/F Progress – ser­liga í uppbyggingartíðini – so mikið nógv, at tað fer ikki at loysa seg fíggjarliga hjá Sp/F Progress – at útvega Kring­varp­inum sáttmálar um í­skoyt­isveitingar, sigur Kring­varp­ið í frágreiðingini til Ment­a­mál­a­ráðið. 26 ára gamalt fordømi Mentamálaráðið kundi við fyrstu frágreiðingini stað­ festa, at talan er um vinn­ u­við­urskifti hjá Sp/F Pro­ gress. Hinvegin var tað ikki møguligt hjá Menta­mál­a­ ráð­num at taka støðu til, um tal­an var um upplýsing, sum, varð hon almenn, vildi hava við sær fíggjarligan miss fyri virk­ið. Síðani vísir Ment­a­mál­ a­ráð­ið á, at Kringvarpið í frá­greiðing sínari greiðir neyv­ari frá síni avgerð, men grundgevingin er fram­hald­ andi, at talan er um upp­lýs­ ing, sum Kring­varpið ikki met­ir eigur at verða almenn, tí vandi er fyri kapping. Síðani greiðir Menta­mál­a­ ráð­ið soleiðis frá: – Danski umboðsmaðurin er grei­ð­ur í niðurstøðuni (FOB 1987.242): »at der ikke ved afgørelsen af ak­t­ind­ sigts­spørgs­mål­et kunne læg­ges af­gør­ende vægt på risi­ko­en for underbud fra en kon­kur­rent, idet xxfirmaet und­er alle omstændigheder løb­ende risikerede at blive und­er­budt af konkurrenter. Om­buds­mand­en fandt så­led­ es, at et eventuelt und­er­bud ville være et ud­slag af den almindelige kon­kur­ren­c­e­s­i­t­ u­ati­on, hvorfor det ikke var godt­gjort, at aktindsigt ville ind­e­bære en nærliggende ris­ i­ko for tab.« Vísandi til hetta metir Ment­a­mál­aráðið ikki, at treyt­irnar fyri at sýta innliti vís­andi til grein 12, stk. 1, 2. punkt í lógini um innlit í fyr­ i­sit­ing­ina eru loknar, soleiðis at tal­an er um upplýsing, sum kann verða undantikin inn­liti. – Kæra tygara verður við hes­um gingin á møti, og Kring­varp Føroya fær boð um at lata tygum innlit í pro­sent­ upp­hædd­ina í sáttmálanum millum Kring­varp­ið og Sp/F Progress, sig­ur Ment­a­mál­ a­ráð­ið, sum har­við gev­ur journalistunum í Miðla­hús­ i­num rætt í kæruni í­móti journa­list­u­num í Kring­varp­ i­num. Mentamálaráðið setti Kringvarpið upp á pláss ALMENT INNLIT Eft­ir at Kringvarp Før­oya noktaði Miðl­a­ húsinum inn­lit í provi­sjóns­av­tal­una, sum privat parta­ felag fær fyri at selja spons­or­at í Kring­varp­in­ um, er avgerðin koll­dømd. Miðla­hús­ið skal hava hetta innlit, sigur Menta­málaráðið Sambært fylgiskjalinum til av­ tal­una, so eru upp­gáv­ur­nar hjá stjóranum í Sp/F Pro­gress hesar: – Arbeiða við sponsoratum burt­ur­ av – tá neyðugt eisini lýs­in­g­ar. – Skal hava møguleika at inn­ heinta upplýsingar um til­ far – frá programm, um­ sit­ing, sam­skip­ar­ara – Heimild at samráðast vegna Kring­varp Føroya um sats­ ir, longdir av sáttmála, form av sáttmála, etc. – Skal »latast væl í« áðrenn hann fer út at selja, tað merk­ir, at hann skal kenna um­sit­ing og framleiðslu sum heild. Prát við lýsingarfólk um upp­liv­ing­ar etc. – Tætt samstarv skal vera mill­ um lýsingar-, spæl-, og spon­ sor­a­t­fólk­u­num um pot­en­ti­ ellar kundar – sam­skip­an. – Ítróttin fyrst – kal­end­ar­an. – Síðani hós­kvølds­send­ing­ar – Síðani alt. Sam­bært avtaluni, so nýt­ir Kring­ var­p­ið fleiri sølufólk. Býtið er hetta: Lýsingarfólk í KvF: – Selur lýsingar til flat­un­ar – Hevur møguleikar fyri at gera langsiktaðar lýs­ing­ar­av­tal­ ur eftir avsláttarskipan. Progress: – Selur sponsorat til send­ing­ar – Arbeiðir langsiktað við send­i­flat­uni og serliga við størri fram­leiðslunum – Fær leypandi upp­lýs­ing­ar frá Mentan – via sa­m­skip­ara – Kann gera avtalur um lýs­ ing­ar­átøk í staðin fyri spons­ or­er­ing í teimum før­um, hetta er ein betri loysn. Fakta: Tað var ikki í lagi, at Kringvarpið noktaði Miðlahúsinum innlit í, hvussu nógv almenna Kringvarpið rindar privatum felag fyri at selja lýsingar og sponsoravtalur. Mentamálaráðið gav Miðlahúsinum viðhald, og Kringvarpið mátti boyggja seg