Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov » – Beinleiðis í SvF 7. og 11. juni. Einki er at ivast í, at fleiri túsund fólk fara at hyggja at dystinum, sum vit vísa beinleiðis í SvF!« Soleiðis dyrgir Kring­ varp­ið – sum ann­ars strikaði navnið »SvF« 31. januar í 2004 – eftir spon­s­or­um at lýsa rundan um fót­bólts­lands­ dyst­ir­nar, sum Kring­varp Føroya sendir í sjón­varp­inum fríggjakvøldið og týs­kvøldið. Til at selja hesar lýsingar hev­ur Kringvarp Føroya fing­ið sær professiónella hjálp frá smápartafelagnum Sp/F Pro­gress. Kringvarpið hevur ikki vilj­að givið Miðlahúsinum inn­lit á avtalurnar, sum stovn­ur­in hevur gjørt við hetta smá­part­a­felagið, hóast Kring­varpið sum ein hvør al­menn­ur stovnur eigur at gera tað. Tí mátti Miðla­húsið kæra til Menta­mála­ráðið fyri at fáa Kring­varpið at út­ flýggja skjølini. Hesi skjøl vísa, at fyri at selja sponsorat og lýsingar í Kring­varp­i­num, fær Sp/F Pro­gress 15 prosent av sølu­ prí­s­i­num. Tríva vit aftur í átakið hjá Sp/F Progress at selja lýs­ing­ ar kring landsdystirnar kom­ andi, so sæst, at Kringvarpið rætt­i­liga er farið at selja bí­ lig­ar lýsingar: »Skalt tú hava tín boðskap út, selja eina ávísa vøru, ella kanska tú hevur eitt super til­boð at bjóða Føroya fólki, so hava vit EITT SUPER TIL­ BOÐ TIL TÍN. Lýs har, tú veruliga fært nakað afturfyri. 2 x 8 SvF- lýsingar og 4 ÚF-lýs­ing­ar í bestu send­i­tíð. Prís­ir úr 5.000,00 + mvg við fram­ leiðslu. Hev­ur hetta tín á­huga, vin­a­liga set teg í sam­ band við undir­rit­aða. KRINGVARP FØROYA tel. 296555 sponsor@kringvarp. fo«. Tað var fyri at varpa ljós á, hvørj­ar metodur Kringvarpið nýt­ir til tess at selja lýsingar og kapp­b­jóða ímóti privatu miðl­u­num, at Miðlahúsið bað um áðurnevnda innlit. Sambært avtaluni er høv­ uðs­upp­gávan hjá Progress at selja sponsoratir til send­ing­ ar í sjónvarpinum og út­varp­ i­num. – Í teimum førum, at tað er til fyrimuns at gera lýs­inga­ av­tal­ur í staðin fyri spons­or­ av­tal­ur, verður hetta gjørt. Til­gongd­in í arbeiðinum hjá spf Pro­gress skal taka støði í kring­varps­lóg­i­ni og kring­ varps­ins grund­sjón­ar­miðum um góð­an lýs­ing­ar­sið og vera inn­an fyri karmarnar í mark­n­að­ar­før­ings­lógi­ni. Kringvarpið eig­ur at leggja dent á, at øll fáa sama møgu­ leika at lýsa/spons­or­era, um tey hava ynski um tað. Ar­ beiðið eigur at byggja á góð­ an keypmannskap. 15 prosent í provisión Sambært avtaluni, so letur Kringvarpið Sp/F Progress 15 prosent í provisión av teimum sponsor/lýsingaravtalum, sum Sp/F Progress fær í lag fyri Kring­varpið. Uppgávan verður nærri lýst so­leiðis: – spf Progress fær loyvi til at selja spon­sor­av­tal­ur vegna KVF av øllum send­ ing­um og øðrum spons­or­ um­ráð­um hjá KVF – spf Progress hev­ur møg­ u­leika fyri at selja lýs­ing­ ar ístaðin, tá tað er betra loysnin. Hetta verð­ur av­ talað nærri við sam­skip­ aran á økinum. – spf Progress er við í ar­ beiðinum, saman við Mart­in N. Simonsen og Hans A. Johannesen, at gera eina strategi fyri økið. – Langtíðarætlan fyri spon­ sorat/sendingar verður gjørd í samstarvi við sam­skiparan og deildar­ leiðaran. – spf Progress fær upp­lýs­ ingar til vega frá sam­ skiparanum ella deild­ar­ leið­arunum um sendingar, sum koma á skrá í KVF. – Um ivamál eru, um ein send­ing eigur at vera spon­sorerað/stuðlað ella ikki, tekur avvarðandi deild­arleiðari støðu. – Atlit skulu takast til aðrar yvirskipaðar avtalur, sum KVF hevur gjørt við 3. part. (eitt nú ÍSF) – Samskiparin hevur ábyrgd av at kalla inn til regluligan fund, har ar­beiðið verður gjøg­num­gingið og støða verð­ur tikin til ymisk við­ ur­skifti. – spf Progress arbeiðir í tøtt­um samstarvi við sam­skiparan, um hvussu spon­sorat, stuðul og lýs­ ingar vera gjørdar (form­ ur, innihald, design, fram­ leiðsla o.s.fr.) – Víst verður til leiðreglur í fylgiskjali 1 Avrokning: • Kringvarpið fak­tur­er­ ar lýsingarkundarnar bein­leið­is. Sp/F Progress send­ir umsitingarfólki upp­lýs­ning­ar um fak­tur­ er­ings­grund­ar­lag, so hvørt av­talurnar eru gjørd­ar. • Rokningin frá spf Pro­gress til KVF byggir á fak­tur­erað tøl, og verður por­o­v­i­sjón­in goldin, so hvørt sum kund­ in hevur goldið. • Mánaðarliga verður upp­ gerð gjørd og fundur hild­ in við samskiparan um gongd­ina. • spf Progress fær e-post adressu hjá KVF og a­r­beiðs­ tel­e­fon frá KVF. spf Pro­ gress brúkar egna teldu. Tagnarskylda – spf Progress hev­ur tagn­ar­ skyldu í øll­um við­ur­skift­um hjá Kring­varp­i­num, eisini eftir at avtalan er end­að. Tagn­arskyldan fevnir um øll viðurskifti hjá Kringvarpi Før­oya og viðskiftafólki tess av kappingarligum ella øðr­ um ávum. Tíðarskeið – Sáttmálin kemur í gildi 20. mars 2013 og er til 20. mars 2014, har nýggir sátt­máli kann gerast millum part­ar­nar. Fyrstu tríggir ­mán­að­ir­nir eru at rokna sum roynd­ar­tíð, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp utt­an grund­geving. – Spf Progress kann seta sølu­fólk í starv og sjálv løna hesum. – Um verandi sølu­fólk hjá KVF gevst, hevur spf Pro­gress fyrstarætt at sam­ráðast um at yv­ir­ taka henda partin av sølu­arbeið­i­num eisini. Fær 15 prosent fyri at selja sponsorat í Kringvarpinum Privata felagið, Progress, hevur fyrsta rætt at taka yvir alla lýsingasølu í Kringvarpinum. Felagið fær 15 prosent av allari søluni Eirikur Lindenskov Privata partafelagið, sum skal selja lýsingar og spon­ so­rat fyri almenna Kring­ varpið, skal hava møguleika at inn­heinta upplýsigar um tilfar í Kring­varp­inum frá ymsu deild­unum á stovn­ inum, pro­gramm, um­sit­ing og sam­skip­ara. Tað stendur í fylgiskjali 1 til av­taluna mill­um Kring­ varp­ið og Sp/F Pro­gress. Har verður dentur lagdur á, at ar­beiðið skal byggja á góð­an keyp­mans­skap og vera eftir markn­að­ar­ før­ings­lóg­ini. Sagt verð­ur eis­ini, at regluligir fund­ir skulu vera millum stjór­an í Sp/F Pro­gress og sam­skip­ ar­aran í Kring­varp­i­num, har upp­fylg­ing av ar­beið­i­num verður lýst, og har støð­a verður tikin til møgulig ivamál. – Deildarleiðararnir skulu hava upplýsingar um ­fram­tíð­ar send­ing­ar, sum kunnu vera við í einum lang­tíðar stra­teg­isk­um søl­ u­ar­beiði, stend­u­r í avtaluni. Tað er ikki í stríð við Kring­varps­lóg­ina, at Kring­ var­p­ið sel­ur spon­s­o­r­at til all­ar send­ing­ar, alt frá morg­ un­lestri og guds­tæn­ast­um til nátt­ar­rás­ina. Tað stendur beinleiðis í grein 8 í Kring­varps­lóg­ini, at virk­semið hjá stovn­i­num verð­ur fíggjað við kring­ varps­gjaldi, kunn­gerð­ar- og lýs­ing­ar­inn­tøk­um spon­sor­ er­i­ng og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovns­ins. Einasta beinleiðis av­ mark­ing í so máta er, at Kring­varp Før­oya ikki hevur loyvi til at selja lýsingar á netmiðlum stovn­ins. Men tað stendur eisini í Kring­varps­lógini, at virk­ semi hjá stovn­i­num kann eisini verða fíggjað við játtan á løg­tings­fíggjarlógini, men hetta er ikki politiski viljin. Skal hava innlit í sendiflatuna Við at kenna sendiflatuna hjá Kringvarpinum skal privata felagið kunna selja fleiri lýsingar og sponsorat