hósdagur 6. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Føðingar
23. mai fingu Elin Djurhuus og Mickey Shemesh, Vestmanna,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3550 gr.
2. juni fingu Eyð R. & Steffan Frederiksberg, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3640 gr.
28. mai fingu Siri Sripaboon og Niclas Akraberg Poulsen,
Tórshavn, eina gentu, sum var 50 cm long og vigaði 3380
gr.
Tøkk
Øllum tykkum, sum við
sangi, gávum og heilsanum
gleddu okkum á 60 ára
føðingardøgum okkara,
takka vit hjartaliga.
Heilsan
Katrin og Sjúrður
Jákup Lindenskov 80 ár
Mánadagin 10. juni fyllir
Jákup Lindenskov, fyrrver
andi løgtings-, landsstýris- og
fólkatingsmaður 80 ár.
Jákup Lindenskov varð
valdur á ting fyri 55 árum
síðani – sum bert 25 ára gamal
varð hann valdur á listanum
hjá
Javnaðarflokkinum
í
Havn á løgtingsvalinum í
1958.
Jákup er úr Havn, son
ur Edvard Lindenskov (í
Rættará) og Biritu, sum var
í Leynum, hóast bæði for
eldur hennara vóru úr Kví
vík. Jákup tók realprógv í
Havn í 1950, og sama árið fór
hann í læru hjá Tryggingar
sambandinum Føroyar, sum
tá helt til úti í Tinganesi,
og hvørs starvsfólk kundu
teljast á hondunum. Hann
fór seinni til Danmarkar, har
hann gekk á handilsskúla og
arbeiddi í trygging.
Í
1958
stillaði
Suður
streymoyar
Javnaðarfelag
hann upp sum nummar eitt
til løgtingsvalið – tá varð
stillað upp í nummarrøð – og
hann varð valdur. Flokkurin
hevði eitt sera gott val hetta
árið, og Petur Mohr Dam
gjørdist løgmaður. Jákup sat
á tingi til valið í 1966, tá hann
fall–honum
tørvaðu
bert
níggju atkvøður. Tá Petur
Mohr Dam doyði í 1968, varð
Jákup valdur í landsstýrið, og
varð hann aftur valdur á ting
í 1970 við hálvtfimthundrað
atkvøðum. Hann var lands
stýrismaður í fýra landsstýris
samgongum. Í 1979 stillaði
Javnaðarflokkurin hann upp
til fólkatingið, tá veteranurin
Johan Nielsen legði frá sær.
Jákup varð valdur og legði
landsstýrisstarvið,
sum
hann hevði røkt í 11 ár, frá
sær. Jákup sat á fólkatingi í
átta ár, tvey tey síðstu sum
varamaður. Jákup gavst sum
virkin politikari í 1994, tá
hann ikki stillaði uppaftur
til løgtingsvalið.
Í politikki er Jákup kend
ur fyri sítt varsemi – ikki
minst, tá tað snúði seg um
ríkismálini. Honum dámdi
lítið, tá menn fóru upp at
sveima í loysingarpráti –
hann virkaði fyri at tryggja
lívsgrundarlagið, og ríkis
veitingina sá hann sum eina
neyðvendigheit til tess. Hann
hevur sera drúgvar royndir
sum politikari – eitt nú var
hann ein teirra, sum í januar
í 1959 fór niður at samráðast
við H.C. Hansen, forsætis
ráðharra um almannalógir
nar, sum komu í gildi sama
árið – tær lógir, sum vit í dag
síggja sum eina sjálvfylgju,
fólkapenjónin v. m. Øll árini
sum landsstýrismaður umsat
hann almannamál, og tey
lógu honum øll árini næst á
hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj
arlógin, sum Jákup var við at
samtykkja á tingi var upp á
18 milliónir. Tann síðsta, hann
var við til at samtykkja – tað
var í 1993, var upp á 2.500
milliónir! Hetta lýsir kanska
broytingarnar í samfelag
okkara – og í politikki, tey
árini Jákup var virkin politik
ari.
Eitt av málunum, sum
Jákup var errin av at loysa
á fólkatingi, var lógin um
skaðendurgjald til teirra, ið
sigldu undir krígnum. Før
oyingar vórðu upprunaliga
ikki fevndir av lógini, hóast
teir áttu at verið tað. Saman
við teimum, sum stríddust
fyri at vinna hesi rættindi,
eydnaðist tað Jákupi at binda
danska Javnaðarflokkin til
at seta hetta sum treyt fyri
at atkvøða fyri fíggjarlógini
hjá Poul Schlüther.
Meðan Jákup var lands
stýrismaður vórðu lunnar
lagdir undir fleiri batar, eitt
nú lógina um dagpengar við
sjúku og barnsburð, eins og
deildirnar á Eirargarði vórðu
bygdar at hýsa teimum menn
ingartarnaðu, sum fram til ta
tíð vórðu send av landinum á
stovn í Danmark. Tey kundu
nú flyta heimaftur av Rødby
gaard.
Í politikki hevur Jákup
sum vera man havt nógv
álitisstørv, og var hann eitt
nú tingformaður frá 1984-87.
Tingskrivari var hann fleiri
av fyrstu árunum, hann sat á
tingi, eins og hann eisini var
limur í Norðurlandaráðnum.
Í sínum borgarliga starvi
á Tryggingini var hann við
til at seta á stovn Lívstrygg
ingina – hetta var árið fyri at
hann fór í farloyvi frá Trygg
ingini fyri at gerast lands
stýrismaður – og hann var
burturi frá tryggingini næstu
16 árini.
Øll árini hevur Jákup ver
ið virkin innan fráhaldsrørsl
una gjøgnum Losjuna í Havn,
har rættuliga stórt ungdóms
virksemi var í fimmti og
sekstiárunum. Soleiðis var
hann eisini við til at stovna
hondbóltsfelagið Kyndil í
1956. Eisini var hann var eitt
skifti í sekstiárunum blað
stjóri á Sosialinum.
Jákup var í nógv ár for
maður í endurbúgvingar
stovninum ALV, hann hevur
verið formaður í Heilbrigd
inum á Velbastað síðani tað
varð stovnað í 1986, hann
hevur í nógv ár verið for
maður í stýrinum fyri Blinda
stovnin, og hann var eisini
formaður í nevndini fyri
Eldratilhaldið í gamla Føroya
Bankahúsinum í Tórsgøtu í
Havn tey nógvu fyrstu árini,
so hann hevur havt nógv
jørn í eldinum, eftir at hann
fór um pensjónsaldur.
Jákup Lindenskov giftist
í 1961 við Jónu, f. Jacobsen
úr Fuglafirði. Hon er dóttir
Jóhannus Jacobsen, betur
kendur sum »skómakarin«,
og Ellifíu hjá Óla á Miðgerði.
Jákup og Jóna eiga børnini
Elin, sum býr í Havn, Biritu,
sum býr í Keypmannahavn
og Eirik, sum býr í Havn.
Føðingardagurin hjá Ják
upi verður hildin í Losjuni
í Havn, Tinghúsvegur 18,
mánadagin
frá
klokkan
18.00.
Eg tær takki kæra Mamma
At tú altíð hjálpti mær
Fyri eyga, fyri munnin
Fyri allar tíggju tær
Góða Mamma tú skal vita
At vit altíð hava tíð
Tað var tú sum heim meg leiddi
Tað var tú sum gav mær lív
Góða Mamma vil tær siga
Takk alt tú meg hevur lært
Alt við gleði hevur givið
Alt sum nú er okkum kært
Góða Mamma tú skal vita
At tú er vár hjarta nær
At tú eigur hvønn ein tanka
Tá vár barnahjarta slær
Takk vár Mamma, alt tú gav mær
Fyri gleði, fyri sorg
Fyri vón á myrkum degið
Fyri heim, vár størsta borg
Fyri hvørt eitt tár tú turkar
Fyri troystarrík góð orð
Góða Mamma vit tær takka
Fyri allan mat á borð
Góða Mamma ver tú hjá mær
Tá ið myrkri draga vil
Ver tú hjá mær allar ævir
Hóast Harrin ikki vil
Tí hann eigur kæru Mammu
Sum vit elska yvir alt
Góða Mamma ver tú hjá mær
Sjálvt um hjarta títt gerst kalt
Góði Gud, eg vil tær takka
Fyri Mammu tú gav mær
Fyri hjarta hennar heita
Fyri at hon er os kær
Góði Gud eg eymt teg biðji
Ansa Mammu míni væl
Tá hon heim til tín skal fara
Nú tú eiga hana skal
Vit sakna teg
Sjanna
Mamma
★ 23.10.1949 - ✝ 07.06.2009
19. mai fekk Heidi eina lítla systur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4340 gr. Mamman er Anna Elisabeth Joensen
Miðvágur og pápin er Benjámin Lydersen Skálavík.