hósdagur 6. juni 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELDRARØKT Í ÓRØKT
Hensia Einarson, leiðari á
Tjarnargarði, sigur í eini
stuttari viðmerking, at hon
heldur ikki, at støðan er
óforsvarlig.
- Vit settu sparingar í
verk í januar og vit hava
sett enn fleiri sparingar í
verk beint nú, sigur hon.
- Ein sparing, sum er sett
í verk, er, at fleiri vaktir
eru styttar, so nú eru tær
flestur vaktirnar sjey tímar.
-
Tað
merkir,
at
starvsfólk arbeiða styttri
um
dagin
og
sostatt
missir Tjarnargarður fleiri
arbeiðstímar hvønn dag.
Annars var ætlanin at
spara náttarvaktir burtur,
men tann ætlanin er slept
og ístaðin eru dagvaktirnar
skerdar.
Annars hava tey tríggjar
náttarvaktir til 34 fólk og
hon heldur ikki, at tað er
óforsvarligt.
Annars
var
ætlanin
at skerja eina náttarvakt
burtur, men tann ætlanin
er slept.
Samanumtikið
heldur
Hensia Einarson, at støðan
á Tjarnargarði er nøktandi,
men sparingarnar rakar
starvsfólkini, tí tey fáa
meiri at gera fyri at røktin
ikki skal fella.
Hon vísir eisini aftur, at
fólk ikki sleppa í song ella
upp, tá ið tey vilja.
Køkurin og reingerð
Á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi sigur Kristbjørg
Petersen, virkandi leiðarin,
at boðini frá myndugleik
unum vóru, at sparingarnar
skuldu ikki raka røktina og
tað hava tey hildið seg til.
Og tað hóvar teimum
væl, tí tey hava framt so
stórar sparingar framman
undan.
Tískil hava tey gjørt
aðrar tillagingar, eitt nú
er reingerðin skerd og nú
verður ikki gjørt reint um
vikuskiftini.
Samstundis er køkurin
skerdur, men ikki køkurin
til búfólkini – og tey fáa
framvegis føroyskan mat,
sum tað eitt skifti var talan
um at halda uppat við fyri
at spara.
- Men vit hava eina
kantinu til avvarðandi og
onnur uttaneftir og hon er
skerd.
Kristbjørg Petersen sig
ur, at sparingarnar fara at
vera eftirmettar javnan
at vita, hvussu játtanin
heldur, hvussu tær eydnast
og um tær eru forsvarligar.
Á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimið hava tey tríggar
náttarvaktir til 70 búfólk og
tað hava tey havt í fleiri ár.
-
Tað
haldi
eg,
er
nøktandi, sigur hon.
Eins og leiðarin á Boða
nesheiminum,
staðfestir
Kristbjørg
Petersen
á
heiminum í Eysturoy, at har
geva tey ikki búfólkunum
óneyðugan svøvnheilivág
fyri at avlasta náttarvakt
irnar.
- Vit gera so lítið av
svøvnheilivági, sum gjør
ligt, so tað verður ikki talan
um at geva teimum heili
vág, bara fyri at binda frið,
sigur hon.
Áki Bertholdsen
Nú skal eitt felag stovnast,
sum hevur til endamáls at
røkja áhugamálini hjá teim
um, sum ikki klára tað sjálvi.
Stovnandi
aðalfundur
verður klokkan 18 týskvøldið,
men enn er ikki heilt greitt,
hvar hann verður.
Tað eru avvarðandi at
fólki, sum liggja á ellis- og
røktarheimum, og avvarð
andi at fólki, sum fáa heima
røkt, sum nú taka stig til at
stovna felagið.
Í fyrrakvøldið varð ein
arbeiðsbólkur settur, sum
skal fyrireika felagið og
hesar dagarnar til týsdagin
skulu tey leggja til rættis,
hvussu felagið skal skipast
og akkurát, hvørjum bólki,
tey skulu vera málgagn hjá.
Alt ov einsamøll
Enn er ikki greitt, hvussu
umfatandi felagið verður,
um tað verður fyri tey eldru,
sum fáa heimahjálp ella um
tað eisini skal umfata tey,
sum búgva á ellis- og røktar
heimum og bústovnum ann
ars.
Ein annar møguleiki er, at
felagið skal umfata øll, sum
hava almennar tænastur fyri
neyðini á hesum øki, altso
eisini yngri fólk, sum ikki
klára seg sjálvi.
Rúna Sivertsen, sum er
stigtakari, sigur, at helst fer
felagið bara at umfata tey
eldru, annars verður tað alt
ov umfatandi.
Í hesum sambandi kann
talan verða um eitt felag ið
líkist tí danska felagnum
”Ældresagen”,
sum
røkir
áhugamálini
hjá
teimum
eldru á øllum økjum, eisini
í fíggarligum og sosialum
spurningum.
- Vit stovna felagið tí at vit
halda, at tað er neyðugt, at tey,
sum ikki megna at tala fyri
seg sjálvi, fáa eina rødd, eitt
málgagn, sum kann tala teirra
søk, sigur Rúna Sivertsen.
Onkur hevur longu skot
ið upp at kalla felagið Eldra
málið.
- Eg meti, at tørvur er á
einum málgagni, sum kann
ávirka politisku skipanina
og teir stovnar, ið fáast við
eldraøkið, leggur hon afturat.
Hon er sannførd um, at
vánaliga støðan á eldraøkinum
i dag, hevur ikki so nógv við
sparingar og pengar at gera.
- Tað snýr seg nógv meiri
um stýring og um, hvussu
pengarnir
verða
brúktir,
sigur hon.
Men samstundis heldur
hon, at bæði tey, sum hava
brúk fyri Almannaverkinum,
og teirra avvarðandi, standa alt
ov einsamøll, tá ið trupulleikar
og ivamál stinga seg upp.
- Tey, sum hava brúk fyri
heimahjálp, eru ofta gomul
og veik og eru frá eini tíð,
har man ikki talaði at ella
setti spurningar, men tekur
við tí, man fær.
- Og mangan eru tað tey
avvarðandi, sum mugu taka
sær av tí partinum, har
heimahjálpin ikki røkkur,
sigur Rúna Sivertsen.
Tað er í hesum sambandi,
at hon heldur, at tað er brúk
fyri einum felag, ið kann
taka trupulleikarnar upp,
sum koma dag um dag, so
leiðis at brúkararnir ella tey
avvarðandi ikki skulu ringja
á skrivstovuna hjá heima
hjálpunum við hesum og
hasum.
Støðan er nøktandi
Avvarðandi noyðast
at verja tey óhjálpnu
Avvarðandi føla seg nú noydd til at stovna eitt
felag at røkja áhugamálini hjá teimum, sum fáa
heimarøkt og liggja á ellis og røktarheimum
Eldramálið
Hetta er arbeiðsbólkurin, sum er settur at fyrireika stovnandi aðalfundin
týskvøldið. Frá vinstru eru tey Kirstin Simonsen, Mary Antonsdóttir, Tóra
Tórgarð, Rúna Sivertsen og møðgurnar, Betzy og Anne-Dot Ludvig