hósdagur 6. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit føroyingar elska Føroyar - sjálvandi gera vit
tað. Hetta er jú besta stað á jørð. Vit hava vakrastu
náttúru, reinasta sjógv, besta fisk. Ja, ein kundi blivið
við at reksa upp lýsingarorð, ið lýsa okkara fram
úr góða land. Okkara elskaða Føroyar er enntá so
fantastiskt, at tað er bert nøkrum fáum útvaldum
útlendingum, sum vit unna atgongd til hetta sanna
paradís á jørð.
Fyri nøkrum døgum síðani hevði kjak hug at stinga
seg upp, hvørt vit skulu loyva fløttum atgongd til
Føroyar ella ikki. Sum vanligt, varð kjakið skotið til
jarðar, og kjakið fór av sporinum, næstan áðrenn tað
var byrjað. Nógv vóru sjálvandi fyri at lova fløttum til
Føroyar, men helst eins nógv vóru ímóti, tí Føroyar er
jú eitt lítið land, sum er so serligt, at slíkt bert kundi
verða óheppið.
Í mínari lestrartíð uttanlands gekk eg í flokki við
einum úr miðeystri, ið upprunaliga var fløtti. Og tað
var ikki til stuttleika, at hann var fløtti. Sum smá
drongur varð hann noyddur at fara við byrsu í hond
at berjast móti landsmonnum, sum hann av øðrum
monnum fekk at vita vóru hansara fíggindar. Sum
smádrongur var hann lættur at indoktrinera. Fleiri av
hansara vinmonnum lótu lív, og tað var um reppið, at
hetta eisini gjørdist hansara lagna. Lukkutíð eydn
aðist honum at flýggja, og eftir sorgarleikin í heim
landinum kundi hann, nú hann varð eldur og hevði
fingið miðnámsútbúgving, fara undir hægri lestur.
Soleiðis kundi hann gerast fongur fyri sítt nýggja
heimland. Hann kundi bera nakað aftur. Skapa, fram
leiða og virka.
Í Føroyum hava vit ein trupuleika við lækkandi fólka
tali. Trupuleikin er ikki, at tað eru føroyingar, ið vanta.
Trupulleikin er hinvegin, at vit vanta fólk, ið kunnu
framleiða, skapa virðir og tryggja, at burðartíttleikin
ikki lækkar enn meira. Tá føroyingar ikki sjálvir
kunnu tryggja hetta, mugu onnur gera tað. Annars fer
vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað, fyri bakka.
Hví síggja vit bert fløttar sum sjálvmorðsbumbufólk,
sum samfelagsnassarar og fólk, sum eru so óheppin
ikki at hava sama huðarlit sum vit? Sjálvandi er hetta
ikki veruleikin. Fløttar eru eins og vit. Tey eru fólk,
ið ynskja ein friðarligan dagligdag - fólk, ið ynskja
at fara til arbeiðis - fólk, ið ynskja at skapa virðir til
tað samfelagið, ið tey liva í. Sjálvandi eru undantøk,
men tey finnast so sanniliga eisini millum føroyingar.
Ella er tað tí, at vit halda at vit eru kristnasta tjóðin
í heiminum, og tí ikki hevur rúm fyri øðrum religi
ónum? Er slíkur hugsunarháttur kristin?
At lata land okkara upp fyri fløttum verður sjálvandi
undir skipaðum viðurskiftum. Men hevði tað ikki ført
við sær eitt frálíkt økt fjølbroytni í okkara býar- og
bygdamynd. Hevði Føroyar ikki verið litríkari? Hevði
hetta kanska kunnað fingið føroyingar í útlegd at flutt
heimaftur eisini?
Tann stóri spurningurin, ið vit føroyingar eiga at seta
okkum sjálvum, er, um vit eru so serlig, og um okkara
land er so serligt, at vit bert kunnu vera partur av
altjóða heiminum, tá tað hóskar okkum og tá hetta
einki kostar okkum - hvørki peningaliga ella á annan
hátt. Hava vit yvirhøvur rætt til, at sera spurnartekin
við, um fløttar í svárari neyð skulu fáa atgongd til
okkara land? Er tað ikki okkara skylda at taka tøk á
hesum økinum eisini?
Jan Otto S. Holm
óheftur fíggjarráðgevi
EYGA
MÁLIÐ
Føroyar eru
ov serligar...
kjak
kjak
MÁLPOLITIKKUR: Hava vit
ein málpolitikk í Føroyum?
Kunnu øll útvarps-, sjón
varps- og blaðfólk siga/skriva
“ærbussur” ella “airbussur”,
uttan at onkur málnevnd
leggur teimum lag á? Eru
miðlafólk í Føroyum slept
upp á fjall málsliga, ella fáa
tey ráðgeving/vegleiðing?
FLOGBUSSUR: Eg giti,
flogfarið eitur soleiðis á før
oyskum.
ATLANTIC AIRWAYS: Ja,
kanska í samskifti við um
heimin; men føroyingar í
Føroyum siga sjálvandi tað
stutta, snøgga ATLANTS
FLOG!
F L O GT E R NA / F L O G
SVEINUR: Kvinnan er “terna”
(úttalast ikki tedna), maðurin
man vera “sveinur”.
AIRPORT SHUTTLE SER
VICE: Hvat er tað fyri nakað?
Eg skilji tað nóg illa. Er einki
snøgt,
føroyskt
orð
um
hatta fyribrigdið? “Flogleið”,
“flogruta” ella ---?
E:S: BÍLIGARI FLOGFERÐA
SEÐLAR: Nú vil onkur vera
við, at fleiri fólk flúgva, tá
ferðaseðlarnir eru bíligari.
Eg meini tað! Hvussu nógv
bíligari verða ferðaseðlarnir
annars, um vit sjálv gjalda
fyri tostadrykkin?
SIGARETTVERJAR:
Skelk
andi at hoyra hasi bæði fólk
ini í Sjónvarpinum verja toll
fríu sigarettirnar í sambandi
við flogferðslu? Er slíkur
hugburður veruliga til í 2013,
nú vit næstan eru tey einastu
við slíkum ótespiligum toll
reglum? Annars saknaði eg
javnvág í hasi sigarettverju
sjónvarpssendingini.
E.E.S.: TIL LUKKU: Hjartaliga
til lukku við “flogbussunum”
og flogvøllinum og farstøðini,
“Atlantsflog”, og blíðan byr á
flogleiðini!
E.E.E.S.: MÁLTEIGURIN Í
SOSIALINUM: Takk, Marjun,
fyri ein frálíkan málteig (Mál
ráð frá Orðafragd)! Munur
á hasum málteiginum og
hinum dulnevnda, sum var
fyrr!
Við mál- og flogkvøðu
á Borg á Argjum í gýtusól 2013
Ærbussur/erbussur og
Atlantic Airways?
Flogbussur og Atlantsflog!
Til Jegvan Elis Danielsen
Fyrst í mai mánaði sendi
tú mær bræv viðvíkjandi
málinum, sum tú skrivar um í
vikuskiftissosialinum 31. mai
2013, brøv, sum tú fær retur
frá umrødda bústaði í Havn.
Tað brævið fekk tú svar uppá
frá kundatænastu okkara,
Ellu Reinert, sum umrøddi
viðurskiftini á hesum bústaði
soleiðis, at hesi viðurskifti nú
okkum kunnugt eru komin í
rættlag.
Fyri at tryggja at postur
kemur rætt fram, skal full
fíggjað navn og bústaður
vera á brævinum. Somuleiðis
skulu viðurskiftini á bústað
num vera í lagi við navni á
postkassanum.
Fyri brøv av serligum
týdningi mælir Posta til at
brúka tænastuna “Innskrivað
bræv”. Innskrivað bræv fær
eina strikukotu, sum tú kann
fylgja, og verður handað per
sónligt og móttakarin váttar
fyri at hava fingið brævið.
∆
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Eyðun á Borg
Joel undir Leitinum
stjóri á Posta
Súkklumøguleikar?
Til kommunuval, verður tikið
fram, at súkklubreytir eiga at
gerast her og har, at tryggari
verður at súkkla í Havn. Men
hvør er hugsanin, tá ið ynski
er at taka súkkluna út um
Havnina?
Er hugur at betra súkklu-
umstøðurnar
í
Føroyum,
hugsi eg, at vit sum skjótast
eiga at loyva súkklum ókeyp
is við ferjunum. Tað kann
væl vera at tað leingi hevur
verið ásett, at rindast skulu
20 krónur, fyri at taka súkklu
við ferju - men sannroynd
er, at tað hevur vanliga ikki
verið kravt eftir hesum peng
um.
Nú er onkur broyting far
in fram og dømi er um, at
ferðandi skulu gjalda fyri at
fáa súkkluna við sær til Nóls
oyar.
At gjalda kr. 20,- fyri at
taka súkkluna við Ternuni til
Nólsoyar haldi eg ikki líkist
nøkrum. Vit tosa um Nóls
oy sum "Grøn oyggj" og vit
hoyra javnan um vánaligu
parkeringsviðurskiftini
í
Havn. Ein lætti er tað tá, at
fara á súkklu og sjálvsagt er
tað eisini fyri at "...hugsa um
umhvørvið".
Eg havi í huga tríggjar
ymsar vinklar til evnið:
Um ein, ið býr í Nólsoy og
starvast í Havn, ynskir at nýta
súkklu til arbeiðis, verður
talan um eyka ferða-útreiðslur
á kr. 400 um mánaðin!
Eg havi áður gjørt mær
eitt rend til Havnar við
næmingum, at tey kunnu
læra seg at ferðast trygt í
býar-ferðsluni. Hetta kann
eg illa fyriskipað aftur, um
foreldrini skulu gjalda.
Í skrivandi stund, veit eg
ikki at siga, um súkklugjald
verður kraft við Teistanum.
Um so er, verður kostnaðurin
kr. 240,- fyri at fáa súkklurnar
við til Nólsoyar aftur, um eg
geri ein familjutúr. Tað haldi
eg er í stórari andsøgn til
"grøna-hugtakið".
Góðu tit á SSL! Eg hugsi
ikki at súkklugjald hevur
stórvegis ávirkan á "stóra
pott", men 20 krónur er stórt
irritatiónsmoment fyri børn
og vaksin, ið njóta veður og
ferðslu, á súkklu.
Jákup av Skarði