hósdagur 6. juni 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
H
óvástákið av uttanríkis
politisku heimildarlógini var
øgiligt og dagliga stríðist politiska
skipanin við hesum misfostri.
A,B,C flokkarnir vildu í 2005
vera við, at henda nýggja sam
bandslógin kom at vinna okkum
ein munandi meira sjálvstøðugan
og sjónligan leiklut á uttanríkis
politiska pallinum.
Neyðugt var ikki longur at biðja
um fulltrú úr Keypmannahavn, tá
vit samráddust og gjørdu sátt
málar við onnur lond og millum
tjóðafelagsskapir, varð sagt.
Danska uttanríkistænastan
skuldi ikki longur luttaka í sam
ráðingunum, tí hesar reglur gjørdu
tilgongdina bæði stirvna og tunga,
varð lagt afturat.
Lógin stóð sína roynd í Arkt
iska Ráðnum í fjør og aftur nú
um dagarnar, har hvørki Føroyar
ella Grønland sluppu til borðs at
viðgera síni egnu viðurskifti.
Kongeriget Danmark for så
vidt angår visse vasse varð lempað
aftur um hurðabak. Grønlendska
landsstýrisforkvinnan rýmdi,
meðan føroyski løgmaðurin fekk
eitt føroyskt pyntiflagg at spæla
sær við. So væl royndist henda
hálovaða uttanríkispolitiska
heimildarlógin.
Í Arktiska Ráðnum sita tey
fimm norðanlondini saman við
Kanada, USA og Russlandi, og tað
eru hesi londini, ið skriva undir
semjur teirra millum.
“Í eftirmetingini hjá svensku
grannskoðanini, sum kom út fáar
dagar eftir, at Arktiska Ráðið
var farið til hús, verða Føroyar
als ikki nevndar. Hvørki sum
limaland, ella sum land við rætti
til at sita og tosa uppí, ella til at
sita og flagga við borðið.”
H
vat Danmark ger og skrivar
undir saman við Føroyum og
Grønlandi eru rein innanhýsis mál
hjá dønum, eitt nú hendan fjákuta
áheitanin á komandi Kanadiska
formansskapin um at víðka
donsku umboðanina við Føroyum
og Grønlandi.
Hetta er reinur glæntrileikur
fyri at kyrra grønlendingar, tí
Kanada ger ikki einsamalt av,
hvussu Arktiska Ráðið verður
mannað og skipað.
Føroyingar halda hinvegin
væl til standa, nú teir sleppa at
vera við í hesum meldrinum, ið
grønlendingar hava skapt.
Veðurlagsbroytingarnar eru
stórar og serliga í arktiska økinum,
har hitin longu er hækkaður tvær
ferðir so nógv sum aðrastaðni á
jørðini
Arktiska økið er ónomið,
viðkvæmt og sárbært, og hagar
leita stórveldi, stórkapitalur og
ovurstór umhvørvis áhugamál.
Tá Føroyar verða roknaðar
sum partur av arktiska økinum,
er upplagt, at vit fyri rúmari tíð
síðan áttu at havt fóta okkum í
hesum samanhangi, men soleiðis
er tað bara ikki.
Tøkkina eigur henda látur
ligu uttanríkispolitisku lógini,
sum var eitt enn størri aftur
stig fyri føroysk rættindi á
uttanríkispolitiska økinum, enn
ávarað var um frammanundan.
E
in fóllkatingsmaður við
serligum kunnleika til føroysk
viðurskifti visti um dagarnar
at siga, at Føroyar nú vóru so
illa skølsettar í uttanríkis- og
fiskivinnupolitiskum samanhangi,
at tær vóru flokkaðar sum ein
pariastatur.
Hetta visti hann at siga eftir
drúgvum samrøðum saman við
útlendskum starvsfeløgum.
Pariastatir eru óskipaðir og
leysir av altjóða samfelagnum. Teir
verða eisini nevndir “Rogue states”
-” Rónaríkið” ella “Bølmannalond,”
- har tey fáu tiltuska sær almennu
virðini, meðan fjøldin situr við
turran munn.
Hesi lond telva seg ofta út í
óhepnar støður úteftir, og enda
ofta úti í lítið virðiligum altjóða
avbyrgingum.
Tað er royndur og politiskt
virkin maður, ið kemur út við
virðismetingini av Føroyum sum
pariastati, og ikki kann sigast
annað enn, at hann hevur grein í
sínum máli.
Felagar hansara, sum mannað
flokkin á tingi, gremja seg alment
um fiskivinnupolitikkin, sum tey
ikki taka undir við, og harmast
nú eisini um uttanríkispolitikkin,
sum tey als ikki fáa eygað á.
P
olitiska støðan í Føroyum
er sostatt bæði láturlig og
grátulig. Tey fólkavaldu, sum
hava ábyrgdina av landsstýrinum,
hava samstundis ikki ræðið til at
stjórna landinum.
Fólk uttanfyri sambandsringin
kunnu frøast, grína skaðafróð og
siga, at so fór at verða, men tað
gera tey ikki.
“Politiska støðan í Føroyum
er nevniliga vorðin so høpisleys,
at sjálvt tað láturliga yviskotið
gevur hall.”
Málið er alt ov álvarsligt til
gamansleik, og avleiðingarnar
av høpisloysinum raka nú alla ta
føroysku tjóðina.
V
it hava yvir eitt longri áramál
sæð, hvussu umráðandi
tað hevur verið í Tinganesi at
liða sundur skipaðar loysnir á
uttanlandspolitiska økinum, og
úrslitið er so eisini hareftir.
Stórviðurin er brendur niður,
og allur bygnaðurin stendur at
rapa, nú samgongumenn rópa
varskó, og siga útlendskum
politikkarum, sum spyrja eftir
vælferð okkara, at land okkara er
endað sum ein pariastatur.
Ein paria er er dastið av tí ússa
ligasta, ið hugsast kann. Hann, ið
ongan góðan eigur, hann, ið ikki so
mikið sum fær molarnar av ríka
manna borðið.
Tað er har, millum teir kastu
leysu rakkararnar, vit eru endaði
sum tjóð, heldur ein av okkara
fremstu samgongumonnum í
almennari grein nú um dagarnar.
Tað ringasta av øllum er, at
hann hevur rætt í nógvum av tí,
hann skrivar.
Sóknast verður eftir einum
uttanríkispolitikki, sum ikki er
til, og sóknast verður eftir einum
fiskivinnupolitikki, sum heldur
ikki er til.
Enn eina ferð renna vit okkum
í ovurstóru trupulleikarnir, ið
standast av, at vit eru ikki til á
politiska kortinum, ma. tí at tað
sindrið av valdi, sum vit høvdu
vunnið okkum, er sópað aftur í
ommu sína av okkum sjálvum.
Føroyar telja als ikki við, men
sleppa av kosmetiskum orsøkum
at skriva undir okkurt danskt
innanhýsis skjal, ið onnur hava
orðað til endamálið.
S
amstundis sum hendan álvar
sama pariapolitiska støðan
er um at festa seg, er “EU for så
vidt angår Danmark” farið undir
handilskríggj móti pariastatinum
Føroyum fyri ikki at fiska
burðardygt.
Neglt og hamrað verður nú
inn í sjálvan mergin á europeiska
brúkaranum, at Føroyar eru ein
matvørupolitiskur búrkroppur, eitt
bølmannaland, sum eingin eigur at
keypa tann minsta molan frá.
Føroyar verða skammskotnar
og flokkaðar saman við Norður
korea, Iran og øðrum búr
kroppalonndum, og fáa her ein
handilspolitiskan løst, ið ikki
verður vaskaður avaftur fleiri tey
komandi tíggjuára skeiðini.
Danmark er við í atsóknini og
atkvøður í europaparlamentinum
fyri at jarðleggja Føroyar handils
politiskt.
Pariastaturin Føroyar, sum tey
eru farin at kalla hann, verður nú
álopin av sínum egnu.
Eitt kalt, kontant og regulert
handilskríggj verður sett í verk,
har ein yvirskipaður ríkur partur
av EU loypir á ein veikari part við
øllum Evropa í rygginum.
Politiski ágangurin hjá lands
stýrinum móti teimum eldru og
veiku fánar sum uppifjaraður
blágómi í hesum ógvusliga leiki
hjá dønum móti øllum tí føroyska
samfelagnum.
””Gå hjem og vug” – vóru boðini
frá Thorning til Skaale, tá hesin
royndi at muta ímóti og síðani
pakkaði seg burtur.”
M
eðan Føroyar soleiðis
skikkaðar eru ávegis eggini
og tí fría fallinum í handils
politiskum høpi, eru stóru altjóða
oljufeløgini við at skipa seg uttan-
og innanfyri føroyska sjóøkið.
Hvar eru vit í trygdarhøpi, hvar
tíðargrein
Hergeir Nielsen
fyrrverandi løgtingsformaður
og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
»Gå hjem og vug«
»Gå hjem og vug«
– boðini frá Thorning til Skaale vóru púra greið,
– og fylgd orð fyri orð.
Framhald á næstu síðu