hósdagur 6. juni 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. juni 2013 · Nr. 64
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eru vit í umhvørvishøpi, hvar eru
vit í fiskivinnuhøpi, ja, hvar eru
vit í Europeiskum høpi í heila
tiki. Stórir álvarsamir politiskir
spurningar, sum ongan góðan eiga,
trokað seg á.
Vit eru ongastaðni. Vit eru
hvørki fuglur ella fiskur nakra
staðni, og vit hava ongan politikk
á nøkrum týdningarmiklum øki.
Seinasta seansan í Arktiska
Ráðnum var bara ein av fleiri
áminningum um, hvussu illa vit
eru fyri, og hvussu lítið vit hava at
standa ímóti við.
Á umhvørvispolitiska økinum
hevur Landsverk meldað pass, tí
orku- og umhvørvismál verða ikki
tikin í álvara i Tinganesi.
Á fiskivinupolitiska økinum
hava grannalondini slept endan
um, og eru farin í hernað móti
okkum við skuldsetingum um, at
vit fiska ikki burðardygt.
Fyri at kyrra grønlendingar og
fyri at fáa frið á heimabeitinum,
hevur Villy Søvndal skrivað
Kanada bræv við áheitan um ikki
at vera so stívrent, sum Svøríkið
hevur verið.
Húsfriðurin í kongaríkinum er
síðani seglaður og undirskrivaður
av danska uttanríkisráðharranum,
løgmanni Føroya, og landsstýris
forkvinnu Grønlands, og hin
gotlendski veðragjólingurin plant
aður á breddan á skrivinum.
Alt samalt bara fyri at kyrra
fyrst og fremst grønlendingar,
sum kortini ikki gerast limir
í Arktiska Ráðnum av hesum
politiska glæntrileiki.
H
vat er tað so, limalondini á
ráðharrafundinum í Arktiska
Ráðnum hava undirskrivað.
“Jú, tey hava bundið seg til at
hjálpa hvørt øðrum, móti gjaldi
og eftir førimuni, um stórar
vanlukkur raka.“
Stórar skipsavanlukkur, ella
vanlukkur á onkrum palli, sum
kunna smildrað alt tað viðkvæma
arktiska økið lívfrøðiliga og kostað
fleiri føroyskar fíggjarlógir bara í
tí fyrsta nosinum.
Landsstýrið, sum erpar sær av
at vera við í hesi semju, eigur ikki
fyri lúsasalvu, og orkar ikki at lata
Landsverki nakrar fáar mió.kr. til
tað mest neyðugu tilbúgvinginia
heima á landi.
Landsverk hevur longu blakað
tilbúgvingina frá sær, tí stovnurin
hevur einki at gjalda við, og al
mennu Føroyar hava onga støðu
til, hvussu okkara partur av eini
umhvørvisvanlukku verður fíggj
aður.
Hvussu væl frágingin henda
avtala er, er harafturat meira enn
ivasamt, lesa vit almennu svensku
grannskoðanina, sum vil vera við,
at Svøríki ikki skal, men kann,
veita hjálp um vanlukkan rakar.
Eftir orkupolitiska sáttmálan
um, sum samtyktur varð av løg
tinginum í 2009, skuldi landsstýrið
annaðhvørt ár lata tinginum
eina frágreiðing um, hvussu tað
gekst við at skerja útlátið av
veðurlagsgassum, men har heldur
landsstýrið púrt ongar avalur.
Landsstýrið bant seg í hesum
sáttmála harafturat til, at tað
enntá skuldi koma við enn fleiri
hugskotum um at seta enn hægri
innlendis mál um at skerja hetta
sama útlátið enn meira.
Men tvassa ikki - ikki ein stavur
er nortin, og ikki eitt orð spurdist
aftur.
Jú, fólkatingsmaðurin hevur
sjálvandi rætt í, at fremmandir
politikkarar undrandi spyrja
eftir, hvat tað er, sum fyrigongur í
Føroyum.
F
øroyskt sjó- og havøki verður
av fremmandum roknað sum
eitt stórt svart hol, hvat trygd og
tilbúgving viðvíkur, og púrt einki
bendir á, at vit gera nakað við tað.
Skipaferðslan í føroyskum
sjógvi økist ár um og ár, og merkir
hetta ma., at vit fáa størri og størri
ábyrgd av teirri tilbúgving, ið eigur
at vera skipað her um okkara
leiðir.
At støkka undan hesi ábyrgd
er lítið dámligt, men tað er so tað
vit gera.
Føroyska lofthavinum hava vit
heldur ongan áhuga fyri, og eisini
her eru tað grannalondini, sum
stjórna - og inntøkuføra – føroyskt
virksemi við fremmandum
arbeiðsplássum.
Eingin ivi er um, at handalagið
at stjórna føroyska samfelagnum
er alt ov vánaligt. Líkasælan er ov
stór, bæði á landi, á sjónum og í
luftini.
Landsstýrið megnar ikki at
útvega fiskivinnusamfelagnum
Føroyum eitt havrannsóknarskip,
og eingi framtøk hómast fyri
trygd á sjónum á tí velduga
havøki, føroyingar hava fingið
í vøggugávu og sum stórstu
sjálvfylgju eiga at umsita saman
við lofthavinum.
“Føroyar kunna hinvegin gera
nakað á trygdarpolitiska økinum,
um viljin, hugurin og hegnið er
til tað.”
Føroyar kunna, eins og Ongland
hevur gjørt tað, taka seg saman
við reiðaríum, tryggingar- og olju
feløgum og at skipa eina tilbúgv
ing, so at møguligar vanlukkur
ikki koma at oyða alt lív kring
oyggjarnar, um illa vil til.
Men tíverri - einki verður
gjørt av føroyska fiskivinnusam
felagnum.
T
il ber ikki at dusa sær í, at
grannarnir rætta eina hond,
um illa vil til, tí eisini grannarnir
hava eyguni eftir, at allir røkja
felags skyldur.
“Eingin sleppur at spæla
fríspæl, og tað er júst tað, ið
altjóða sáttmálar avtalað.”
Tað er tí í tøkum tíma, at polit
iska skipanin tekur seg um reiggj.
Føroyar hava higartil snøgt
sagt ikki havt nakran vilja til at
røkka fram at røttu pallunum at
tosa sína egnu søk, og mugu tí lata
sær lyndað, at verða flokkaðar
sum pariastatur.
Ein av fremstu samgongu
monnunum sigur okkum, at
soleiðis eru politisku kenningar
hansara í útlandinum farnir at
flokka land okkara.
Hesi støðumeting av landi
okkara eiga allar góðar kreftir
í hesum landi at herja ímóti og
berja niður.
Sjúkrarøktarfrøðingar átala
Óluva i Gong
forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar vil átala at
manglandi játtan til eldraøk
ið skal ganga útyvir starvs
fólkini. Eisini vilja vit vísa á at
øll skerjing av starvsfólkum
sjálvsagt rakar búðfólkini á
stovnunum.Tað ber sjálvandi
til hjá starvsfólkunum at
taka ein spurt inn ímillum,
men eingin orkar at renna
alla tíðina.
Avleiðinganar av skerj
ingunum eru, sum leiðarar
innan eldraøkið longu hava
gjørt vart við, at bæði røktin
og dagligdagurin hjá tí ein
staka búfólkinum verður
ávirkaður.
Tá arbeiðstíðin verður
skerd verður tað minni upp
sýn av dementum. Sum aftur
førir til ótryggleika og búfólk
kunnu gerast meira ágang
andi og reikandi.
Tað fer at verða longri bíði
tíð til grunnleggjandi upp
gávur so sum matarstøður
og vesivitjan. Tað merkir á
vanligum mannamáli, at bú
fólkini ikki sleppa á ves, tá
tey vilja á ves, men ístaðin tá
røktarstarvsfólkini hava tíð
at hjálpa teimum. Tað sama
er galdandi við mati, tey fáa
at eta, tá røktarstarvsfólkini
hava tíð at geva teimum at
eta.
Tað eru nú knappir tveir
mánaðir síðani leiðarar innan
eldraøkið boðaðu frá, at
herviligar sparingar skuldu
gerast
innan
eldraøkið.
Gongdin síðani hevur verið
lítið klæðilig fyri eitt samfe
lag sum okkara.
Tað er ikki heilt frítt, at
ein situr við einum beiskum
smakki í munninum yvir
framferðarháttin
hjá
al
mennaverkinum. Fyrst kunn
gera tey, at tað er neyðugt
at fremja stórar sparingar
innan eldraøkið. Vanligi før
oyingurin, starvsfólk innan
økið og avvarandi at búfólk
um á eldra/sambýlum vóru
skelkað yvir tær útmelding
ar, sum komu yvir hvørjar
avleiðingar
sparingarnar
fóru at fáa.
Undirskriftir vóru saml
aðar og handaðar einari hart
sperdari landsstýriskvinnuni
í
Almannamála-
ráðnum,
har hon lovaði, at hon fór at
gera sítt til at sleppast kundi
undan ætlaðu sparingum.
Eisini gjørdi hon greitt, at
sparingarnar
ikki
skuldu
ávirka røktina. Seinni sama
dag fór hon í løgtingið við
umbøn um eykajáttan til
eldraøkið. Eitt tað síðsta løg
tingið gjørdi, áðrenn tað fór
í summarfrí var at játta 4.1
mio til - ja til hvat? Tað var
jú greitt frá byrjanin av, at
játtanin ikki var nøktandi og
at umfatandi sparingar skulu
gerast kortini.
Aftaná at eykajáttanin er
komin brúkra Almannaverkið
knappan mánaða at finna
fram til ein býtislykil av játt
ani.
Í ein knappan mánað
verða búfólk, starvsfólk og
avvarðandi hildin í óvissu
um hvussu játtanin skal
býtast. Ein knappur mánaði
við ótryggleika fyri hvat
framtíðin fer at bjóða. Eg
undrist yvir hví at vit sum
samfelag halda at vit kunnu
loyva okkum hesa atferð. Ein
knappan mánað har búfólk á
røktarheimum kunnu ivast í
hvussu teirra dagligdagur fer
at verða. Ein knappan mánað
har starvsfólk ikki vita um
tey fara at hava arbeiði fram
yvir. Ein knappan mánað har
avvarðandi kunnu ganga í
angist fyri hvat framtíðin
fer at bjóða okkara eldru
minnisveikum borgarum.
Nei hetta er sanniliga lítið
klæðiligt fyri okkum sum
samfelag.
Tá úrsliti endiliga fyriligg
ur er svarið, at starvsfólkini
mugu renna skjótari. Heilt er
ligt, skal hetta takast í álvara?
kjak
tíðargrein
Framhald av síðu ??